Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur10. mars 2014 · Nr. 29 Marjun Dalsgaard Johan Dahl heldur, at tað fer at lækka talið av ferðsluvanlukkum at seta aldursmarkið fyri at koyra lítið prutl niður í 15 ár. Hóast tølini frá lond­ um rundanum okkum vísa eina misjavna mynd, metir Johan Dahl, landstýris­maður, at ein lækk­ing av aldurs­mark­ inum at koyra prutl, fer at lækka talið av ferðslu­van­ lukkum millum tey ungu. Aldursmarkið er í dag 16 ár, men tað skal lækkast niður í 15 ár. – Eg meti, at tað er skila­gott. Í dag liggja tey ungu og koyra ólógligt uttan frálæru. Á henda hátt fáa vit fatur á teim­ um, og kunnu syrgja fyri, at tey fáa frálæru í at koyra. Í Dannmark varð aldurs­markið sett niður til 15 ár í 2011, men tað er sett upp aftur til 16 ár, tí talið av ferðslu­van­lukk­ um vaks mun­andi. Eftir nýggju donsku lógini er møguligt hjá ungum sum eru 15 ár og 6 mánaðir at fáa frálæru í at koyra prutl, men tey fáa ikki koyrikortið til tað, fyrr enn tey eru 16 ár. marjun@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Tey ungu taka ikki undir við at aldursmarkið fyri at koyra prutl, verður lækkað. Tey, sum eru 15 ár, eru ov ung at koyra prutl. Tað er nýggjasta frá­ boðanin frá teimum ungu sjálvum. Aldursmarkið fyri at koyra prutl er 16 ár, men spurningurin um at lækka tað niður í 15 ár, hevur verið ein aftur­ vend­andi mál á hvørjum ung­dómstingi. Og nú Johan Dahl, lands­stýrismaður í vinnu­málum, hevur lagt uppskot fyri Løg­tingið um at lækka aldurs­ markið fyri at koyra prutl niður í 15 ár, vísir hann nettupp til, at ein grund­ geving fyri upp­skotinum er, at Ungdómstingið samtykti í 2012 at lækka aldursmarkið niður í 15 ár og at fáa skipaða frálæru og koyrikort til prutl. Her verður hugsað um vanlig prutl, sum hava loyvi at koyra 30 kilo­ metrar um tíman. Men spurningurin varð eisini til viðgerar á Ung­dómstinginum í ár, sum var fyri einum sløk­ um mánað síðani. Og har varð tað felt við stórum meiriluta. Tað vóru bara tveir limur í ungdóms­ting­ inum, sum tóku undir við at lækka aldursmarkið niður í 15 ár. Hinvegin vóru 29 ting­ limir í Ung­dóms­ting­inum ímóti at lækka aldurs­ markið og ein atkvøddi blankt. aki@sosialurin.fo Vænti færri ferðsluóhapp Ung siga nei til lægri aldursmark PRUTL OG ALDURSMARK Nú skal fólkaskúlin eisini undirvísa í teori til koyrikort og skipa fyri koyritímum Lækka aldursmarkið fyri at koyra prutl Áki Bertholdsen Aldursmarkið fyri at koyra prutl, skal nú lækkast niður í 15 ár. Tað ætlar Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnu­ málum. Hann hevur lagt upp­ skot fyri Løgtingið um koll­ veltandi broytingar í ferðslu­ lógini. Ein broyting er, at hereftir skulu tað vera tvey sløg av prutlum. Annað slagið er lítil prutl, sum kunnu koyra 30 kilometrar um tíman. Hitt slagið eru tey stóru prutlini, sum skulu kunna koyra 45 kilo­metrar um tíman. Aldursmarkið fyri at koyra stór prutl er 18 ár í dag og tað krevst koyrikort til motor­súkklu. Men nú er ætlanin at lækka tað niður í 16 ár. Men aldursmarkið fyri at koyra lítil prutl, sum altso eru tey prutlini, sum kunnu koyra 30 kilometrar um tíman, skal lækkast niður í 15 ár. Men afturfyri verða nú strangari reglur settar fyri at fáa koyrikort til lítil prutl. Sum støðan er nú, er ongin frálæra í at koyra lítil prutl, men nú er ætlan­ in, at undirvísing í teori og koyring skal vera valfak í framhaldsdeildini í fólka­ skúlanum. Hinvegin skulu tað vera koyrilærarar, sum hava undirvísingina um hendi til koyrikort til stórt prutl Men í báðum førum er tað Akstovan, sum skipar fyri sjálvari royndini gev­ur teimum eitt vanligt koyri­ kort til hesar koyri­kort­ bólkar. Viðkomandi og neyðugt Nú Johan Dahl leggur upp­ skotið fyri Løgtingið, hevur hann eisini havt sam­band við Bjørn Kalsø, lands­stýris­ mann í mentamálum. Hann heldur, at undir­ vísing til koyrikort til henda aldursbólk, í t.d. 9. flokki, er ein viðkomandi og neyð­ ug ætlan, um hetta kann læra tey ungu at vera til­ vitað um og vísa varsemi í ferðsl­uni, samstundis sum víst verður á, at hetta kann verða við til at minka um ferðsluvanlukkur. Mentamálaráðið fer nú at kanna, um -og hvussu- undir­vísingin kann verða partur av undirvísingini í 9. flokki í fólkaskúlanum. Hinvegin heldur Skúla­ leiðarafelagið, at at undir­ vís­ingin skal heldur vera í kvøldskúlanum, heldur enn í 9. flokki. Felagið heldur, at 16 ára aldurin er ein forðing fyri, at henda undirvísing natúrliga er í fólkaskúlanum. Men verður tað lagt undir fólkaskúlan, er sera týdn­ ingar­mikið, at pengar fylgja við og at játtanin til hesa frá­læru liggur uttan fyri van­ligu tímakvotuna frá Mentamálaráðnum. Hinvegin heldur Koyri­ lærarafelag heldur tað bara skulu vera koyrilærarar, ið standa fyri undirvísingini. Nú skal tað verða lættari hjá løgregluni at leggja hald á prutl, sum koyra ov skjótt. Í uppskotinum, Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt fyri Løgtingið um at broyta ferðslulógina, er ætlan­in at skipa prutl í tveir bólkar. Í øðrum bólk­ inum eru lítil prutl. Tað eru prutlini, vit kenna í dag og sum kunnu koyra 30 kilo­ metrar um tíman. Í hinum bólkinum eru prutl, sum kinnu koyra 45 kilometrar um tíman. Men samstundis skal tað verða skjótari at missa prutl, sum koyra ov skjótt. Koyrir eitt prutl skjótari enn loyvt er, skal førarin hava bót undir øllum um­ støðum. Men koyrir eitt lítið prutl meiri enn 43 kilo­ metrar um tíman, ella 13 kilo­metrar skjótari enn loyvt er, skal førarin hava eina stóra bót, men triðju ferð, hann verður tikin, leggur løgreglan hald á prutlið. Og koyrir eitt stórt prutl meiri enn 64 kilometrar um tíman, ella 19 kilometrar skjótari enn loyvt, er, skal førarin hava stóra bót, men triðju ferð, hann verður tikin, leggur løgreglan hald á prutlið. aki@sosialurin.fo Skjótari at missa prutlið – Verður tað lækkað, fer tað mest sannlíkt hava við sær, at fleiri fara at doyggja og at fáa skaða í ferðsluni, Brynhild Høgnadóttir stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd