mánadagur 10. mars 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. mars 2014 · Nr. 29
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
oljuvinnan
Ingolf S. Olsen
Um olja í stórum nøgdum
verður funnin í føroysku
undirgrundini,
so
slepst
ikki undan, at tað fær stóra
ávirkan á samfelagið á øllum
økjum.
Politiskt
og
mentalt
kunnu vit brynja okkum sum
frægast, men ferðin og vavið
á einari møguligari komandi
oljuvinnu liggur fyri ein stór
an part í hondunum á altjóða
oljurisunum, ið standa fyri
leitingini – og framleiðsluni,
um teir finna nakað.
Statoil er fyristøðufelag
í báðum boringunum, sum
verða gjørdar undir Føroyum
í ár, og eru væntanirnar
hampuliga góðar. Tað ljóðar,
at Statoil brúkar hálva aðru
til tvær milliardir krónur á
føroyska
landgrunninum
bara í ár, og undan hesum
hevur felagið til samans
brúkt eina milliard krónur
her.
Váði og vinningur
Føroyingurin
Rúni
M.
Hansen, sum er stjóri hjá
norska Statoil í Føroyum
og í Grønlandi, hevur ongar
viðmerkingar til hesi tølini,
men váttar, at talan er um
eitt sera stórt og kostnaðar
mikið leitiátak, sum verður
gjørt á føroyska landgrunni
num í ár.
- Tað er greitt, at vit
høvdu ikki gjørt hetta, um
vit ikki høvdu vónir um at
finna nakað. Tað hava vit.
Men kortini mugu vit vera
ógvuliga
varin
í
okkara
væntanum, tí um vit hyggja
matematiskt upp á tað, so
eru sannlíkindini fyri at
finna nakað ikki serliga stór.
Føroyar eru eitt lutfalsliga
nýtt leitiøki, bara nakrir fáir
brunnar eru boraðir, og vit
hava lítið at halda okkum
til av dátum samanborið við
onnur øki, har vit eru virkin.
Tí er váðin stórur, sigur Rúni
M. Hansen.
Tilsvarandi stórur verður
vinningurin, um norski olju
risin rakar við olju ella gass,
og hendir tað, so verður
føroyski búskapurin grund
leggjandi broyttur frá dag
til dag.
Hetta ásannar Rúni M.
Hansen eisini, og hann vissar
um, at Statoil eisini kennir
ábyrgd av, at tey øki og lond,
har felagið er virkið, fáa
størst møguligt gagn burtur
úr ríkidøminum, samstundis
sum at negativu árinini í
størst møguligan mun verða
avmarkað.
Lykilin er samstarv
- Vit hava ikki ávirkan á,
hvussu eitt land búskapar
liga ber seg at, tá tað knapp
liga fær stórar inntøkur frá
olju ella gassi, men vit leggja
stóran dent á at fara varisliga
fram, stig fyri stig, har vit
hava virksemi. Vit skulu
oftast rokna við at verða í
hesum samfeløgunum lein
gi, og fyri okkum hevur tað
stóran týdning at verða væl
móttikin. Tí gera vit eisini
nógv burtur úr, at lokalsam
feløgini kenna seg væl av, at
vit eru har.
- Lykilin til, at hetta skal
eydnast, er eitt gott og væl
skipað
samstarv
millum
myndugleikar,
vinnu
og
virkandi oljufelagið ella olju
feløgini. Tað er hesum sam
starvi, vit fyrst fara eftir, tá
vit koma inn í eitt nýtt øki.
Hetta er eisini fortreytin fyri,
at vit kunnu fara virðiliga út
aftur, sigur hann.
Eisini tá tað snýr seg um
umhvørvi og mentan er Stat
oil tilvitað um, at teirra hjá
vera kann hava stóra ávirk
an.
Umframt at verða stjóri í
Føroyum og Grønlandi hev
ur Rúni M. Hansen eisini
ábyrgdina hjá Statoil fyri
virkseminum
í
øllum
tí
arktiska økinum, og hann
hevur tignarligt sæti í ser
liga arktiska bólkinum Glo
bal Agenda Council on the
Arctic hjá altjóða búskapar
Statoil vil fara
varisliga fram
Oljurisin Statoil kennir ábyrgd fyri
teimum økjum og londum, har teir
bora eftir olju, og vilja gera sítt
til, at ávirkanin á nærumhvørvið
verður so varislig sum gjørlig. Tað
sigur Rúni M. Hansen, stjóri hjá
Statoil í Føroyum og Grønlandi
Rúni M. Hansen, stjóri hjá
Statoil er varin við sínum
væntanum til boringarnar
á landgrunninum í vár
og summar. – Men tað
er greitt, at vit høvdu
ikki gjørt hetta, um vit
ikki høvdu vónir um
at finna nakað, sigur
hann. Statoilstjórin
sigur, at samstarv
við lokalsamfeløgini,
har felagið virkar, er
fortreytin fyri, at tað
kann fara virðiliga út
aftur, tá oljuævintýrið
einaferð er av
Tjóðveldi vil hava meira til landið
Kolvetnisskattalógin er 15
ára gomul, og tað eru tey,
ið halda, at hon er í so laga
lig í mun til ógvusliga prís
vøksturin á olju og gassi,
ið hevur verið, síðani lógin
varð gjørd. Sostatt hevur
Tjóðveldi júst borið eitt
uppskot til samtyktar í
Løgtingið um at endurskoða
oljuskattalógina.
Í uppskotinum verður
víst á, at oljulóggávan varð
gjørd, tá oljuprísurin var
18-20 dollarar fyri tunnuna.
Síðani er hann fimm-seks
faldaður.
Eftir
verandi
olju
skattalóg
kann
samlaði
skatturin av avkastinum
hjá einum oljufelag í mes
ta lagi vera 57 prosent. Tá
er
eitt
framleiðslugjald
á tvey prosent av fram
leiðsluvirðinum
íroknað.
Í sínum uppskoti heldur
Tjóðveldi
verandi
støðu
vera ónøktandi, tí inntøk
urnar til landið eru so tætt
tengdar at yvirskoti hjá
framleiðslufeløgunum. Um
hetta stendur soleiðis í upp
skotinum:
”Samanumtikið er gald
andi lóggáva í Føroyum
so at siga bert bygd á inn