Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 10. mars 2014 · Nr. 29 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað gekk væl at fiska hjá Kam­bi, tá teir byrjaðu fiski­ skap á Flemish Kap á fyrsta túri í ár. Teir fyrstu dagarnar var nógvur fiskur at fáa og Mort­an Mortensen, skipari, segði, at tað stóð á at frysta. Kambur var fleiri túrar á Flemish Kap í fjør, men tá var talan um ísfisk - og ikki frystan fisk. Nú er fryst­i­ út­gerðin tikin í nýtslu, og tað merkir, at fiskurin, sum verð­ur frystur, fyrst verður kruvd­ur og avhøvdaður. Tá Sosialurin hitti skipar­ an á Kambi fríggjadagin, læt hann ikki væl at fiski­skapi­ num. Hini línuskipini, sum í løtuni eru á Flemish Kap saman við Kambi, eru Klakk­ ur og Váðasteinur. Klakkur frystir og Váða­ stein­ur, sum nú er á øðrum túrinum higartil í ár, ísar fiskin. Vánalig veðurlíkindi Henda dagin, vit skiftu orð við Mortan Mortensen, var ill­v­eður og kalt á leiðini, og skip­ini høvdu roynt ymsa­ sta­ðni. - Vit hava umleið 140- 150 tons av avhøvdaðum og fryst­um fiski. Kambur tekur um­leið 200 tons av frystum, so vit fara at royna í nakrar dagar aftrat. Eg vóni, at vers­ naði línufiskiskapurin hevur nakað við gýtingina at gera, og vit vóna allir, at fiskur verður aftur at fáa, áðrenn langt um líðir. Skiparin á Kambi tóktist eisini eitt sindur órógv­ að­ur av, at føroysku djúp­ vatns­trolararnir, sum eru á Flemish Kap, helst fara at stinga av við tí mesta av felagskvotuni í ár. Orð nytta einki Kvotan er nú hálvfiskað, og tað er einki skott í kvotuni. Fisk­að verður, til kvotan er uppi. Landsstýrismaðurin í fiski­ vinnumálum, Jacob Vester­ gaard, hevur sagt, at kanska skuldi skott verið í kvotu­ni, soleiðis at ein partur er til línu - og ein partur til trol. - Men, tað nyttar einki bara at snakka. Uttan handlingar, er ein slík útsøgn einki verd, sigur Mortan Mortensen, skip­ari. Við seinastu uppgerð hjá Fiski­veiðieftirlitinum høvdu trol­ar­arnir fiskað stívliga 1100 tons - og línuskipini høv­ du tá fiskað góð 400 tons. So minkaði línufiskiskapurin á Flemish Kap - Eg vóni, at versnaði línufiskiskapurin hevur nakað við gýtingina at gera, og vit vóna allir, at fiskur verður aftur at fáa, áðrenn langt um líðir, sigur Mortan Mortensen, skipari á línuskipinum Kambi Nú gongur verri við línufiskiskapinum á Flemish Kap og línuskipini, sum eru har yviri - Kambur, Klakkur og Váðasteinur - fáa ikki nær til tað sama, sum skipini hava fingið har yviri, bæði í fjør og fyrr í ár Vilmund Jacobsen Tvey línuskip eru farin til Íslands at royna, og fýra línuskip eru norðan fyri og fiska tosk og hýsu. Fiskamarkaður Føroya veit at siga, at øll hesi skipini eru nýliga byrjaði túr, og ivasamt er, um nakað teirra kemur inn at landa hesa vikuna. Trý línuskip eru á Flemish Kap. Tey eru Kambur, Klakkur og Váðasteinur. - Tað sær einki út til útróður hesa vikuna. Streym­urin er góður, men veður­út­litini eru heldur vána­lig. Flestu partrolarar roy­ na í løtuni eystan fyri og koma inn at landa, sum vikan gongur. Skipini hava smáligan fiskiskap. Tveir djúp­vatns­ trolarar fiska upsa, og ein fiskar svartkalva, konga­ fisk og blálongu. - Teir, sum fiska upsa, koma helst inn at landa síðst í vikuni. Tann triði kem­ur neyvan inn at landa hesa vikuna. F i s k a m a r k n a ð u r Før­oya sigur, at tríggir djúp­vatns­trolarar eru á Flemish Kap og fiska tosk. Teir frysta umborð. - Allir trolbátarnir ligg­ja inni, men fara út aft­ur, tá veðrið batnar, sig­ur marknaðurin. Vænta fáar landingar hesa vikuna Vilmund Jacobsen Teir fýra næmingarnir í 10. flokki í Skúlanum við Løkin, Rógvi Langgaard, Betu­el Reinert Hansen, Elsa Skoubo Jacobsen og Bárð­ur Johannesen, vórðu sam­an við lærara sínum í íverksetanarbreytini, Ás­ birna Berthelsen, skúla­ stjóra­num, Duritu P. Joensen og vara­skúla­stjóra­ num, Ing­var­di Lamhauge, boð­in til ein drekkamunn í bý­ráðs­sali­num í samband við, at tey vunnu skúla FM í íverk­setan fyri góðari viku síða­ni. Fryntligi borgarstjórin bjóðaði vælkomin og hand­ aði teimum gávur. - Síðani fór prátið víða um íverksetan og skúlaskap. Næmingarnir eru nú spentir upp á sína víðari skúlagongd, nú tíðin í fram­haldsdeildini fer at halla. Bólkurin Electricity Check­er vann skúla FM í íverk­setan við einum appi, sum kann hjálpa fólki at spara streym við neyvt at siga, hvussu nógvan streym ym­isku tólini í heiminum brúka. Electricity Checker hjálpa fólki at spara streym Fríggjamorgunin vóru FM- vinnararnir í íverksetan á vitjan hjá borgarstjóranum í Runavíkar kommunu. Magnusi Rasmussen Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, bjóðaði FM-vinnarunum í íverksetan ein drekkamunn og handaði teimum gávur Kim Hansen hevur fingið nýtt "image" - stórt skegg og nýggjar brillur Freistin at koma við hugskoti um, hvussu hesin dagstovnur í Fuglafirði skal eita, rennur út leygardagin 15. mars. Besta hugskotið vinnur 5.000 krónur.