mánadagur 10. mars 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. mars 2014 · Nr. 29
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað eru longu fleiri ár síð
an, at vit fingu tey fyrstu
undirhúsini kring landið, og
seinnu árini eru fleiri komin
aftrat.
Ymiskt er, hvussu hesi
undirhús verða rikin, og
ymiskt er eisini, hvussu tey
vera vitjað.
Nú skulu vit ikki fara út
í smálutir, tá vit ikki vita
neyvt, hvussu er kring alt
landið, men eitt nú í báta
felagshúsinum á Bakka á
Glyvrum koma bæði yngri,
tilkomnir og eldri menn inn
á gólvið - og á Toftum, har
undirhúsið enn bert hevur
nøkur ár á baki, hava teir
enntá eitt sangkór, sum lut
tekur við ymisk høvi.
Undir-og yvirhús
Í Skopun hava teir eisini
undirhús - og hurðin beint
hinumegin og í sama bygningi
er yvirhúsið, har skrivstovan
hjá bygdarráðnum heldur
til.
Í Skálavík er eisini undir
hús, og her eru bæði gamlar
og nýggjar myndir, sum gera
hølini hugnalig og viðkom
andi fyri tey, sum vitja inn
ar.
Tað eru fleiri aðrar bygdir
sum hava undirhús, summi
eru nýggjari, og summi hava
verið í fleiri ár.
Felags fyri undirhúsini
er, at tað eru eldri menn,
sum savnast til kaffi, prát
og samveru. Hetta er serliga
fyrrapartar, men onkrastaðni
verður so vitjað inn aftur á
gólvið, sum seinnaparturin
gongur.
Georg aldursforseti
Á Strondum er undirhúsið
lutfalsliga nýtt, men sum
skilst hevur húsið í bygdini
fingið góða undirtøku, síðan
tað læt upp.
At aldursforsetin í undir
húsinum á Strondum og ein
av ábyrgdarunum á altjóða
kvinnudegnum fylti 91, sigur
okkum, at teir gomlu eisini
taka væl undir við hesum
tiltaki.
Aldursforsetin,
Georg
Abrahamsen, fylti nevniliga
91 ár leygardagin, og hetta
varð sjálvsagt feiðrað við
góðari lagkøku.
Feiðraðu aldursforseta við lagkøku
Aldursforsetin og ein av ábyrgdarunum í undirhúsinum á Strondum varð
á altjóða kvinnudegnum leygardagin feiðraður við lagkøku
Aldursforsetin í undirhúsinum á Strondum, Georg Abrahamsen,
fylti 91 ár leygardagin á altjóða kvinnudegnum
Mynd: Martin Rasmussen
Vilmund Jacobsen
Felagsskapurin KRIS
hevur arbeitt við einum
undirvísingarkonsepti,
sum nú er liðugt. Við í
hesum konsepti eru:
1) Leiðarin í KRIS,
Gvøðbjørg West, sum
greiðir frá um arbeiðið
hjá KRIS og seinárinum,
hvat tað ger við fólk,
2) Ein mamma hvørs
barn
er
misbrúkt
innan samkomu, 3) Ein
mamma hvørs barn er
misbrúkt innan familju
og -4) Ein kvinna, sum
er misbrúkt av manni
og kvinnu.
- Ætlanin er at fara út
til tey støð, har brúk
er fyri okkum, sigur
Beinta M. Pedersen,
sum er forkvinna í
KRIS.
KRIS
undir
nýtt
átak
Vilmund Jacobsen
- ILA er ikki ávíst aðrastaðni
enn í tí eina ringinum, sum
boðað varð frá herfyri. Allur
fiskurin í ringinum er tikin.
Tað
veit
heimasíðan
hjá
Fiskaaling at siga.
Fiskaaling hevur skift
orð
við
Birnu
Mørkøre,
landsdjóralækna,
og
hon
sigur,
at
hóast
nógvar
kanningar, er enn ikki funnið
nakað, sum bendir á, at
sjúkan hevur breitt seg.
- Kortini standa allar
trygdarreglur
við,
sigur
landsdjóralæknin.
Eyka fyrivarni
Birna vísir á, at tey fara at
hava ein evalueringsfund
hesa vikuna, og tá fara tey at
gera av, hvussu farið verður
víðari.
Hon sigur, at tað er ov
tíðliga at koma við nakrari
niðurstøðu enn.
- ILA-virusið livir ikki
leingi, men tað er ikki tað
sama sum, at allur vandi er
av.
Birna Mørkøre sigur, at
tey eyka fyrivarni, sum sett
vórðu í gildi, tá ILA varð
funnið í einum aliringi, eru
enn galdandi.
Tað leggur landsdjóra
læknin dent á.
ILA hevur ikki breitt seg
- ILA-virusið livir ikki leingi, men tað merkir ikki, at allur
vandi er av, sigur landsdjóralæknin, Birna Mørkøre
Allar trygdarreglur standa framvegis við, tó at
einki bendir á, at sjúkan hevur breitt seg
Í fjør kannaði
Náttúrugripasavnið,
hvussu nógvar
lundapisur komu
undan í Mykinesi.
Kagað varð í 173
lundaholur, men
eingin livandi pisa var
at síggja.
Myndin er av stóra bussinum
hjá Bygdaleiðum, sum koppaði
í harðari hvirlu á Krambatanga
á Tvøroyri sunnunáttina