Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 10. mars 2014 · Nr. 29 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi áherðs­lu á forðingar (12%), yrki­s­leið (31%) ella tilknýti (57%). Flest leggja dent á tilknýti Samlað sæð leggja flest dent á tilknýti. Einans 12 % leggja dent tá forðingar, og tað eru viðurskifti sum kostnaðarstøði, ferða­møgu­ leik­ar, sosialar veitingar, polit­isku skipanina og veðrið, sum hava stóran týdning. Tað eru serliga kvinnur og kvinn­ur við útlendskum maka, sum leggja áherðsluna á forðingar. Kanningin stað­ fest­ir, at 11 % av teimum, sum hava føroyskan maka, eru í hesum bólkinum og 23 % av teimum, sum hava út­ lendskan maka, eru í hesum bólki­num. 31 % eru í bólkinum, sum legg­ur dent á yrkisleið. Tey, sum eru í hesum bólki, leggja áherðslu á fakligar av­bjóð­ ing­ar, starv og lønar­við­ur­ skifti. Eisini í hesum bólki eru nógv sum hava útlendsk­ an maka, og nógv av teimum hava longri útbúgving. Nógv tey flestu leggja størsta dentin á tilknýti. Heili 59% av teimum spurdu eru í hesum bólkinum. Tey, ið eru í hesum bólkinum leggja áherðslu á mentan, náttúru, famil­ju og vinir. Vænta ikki at flyta heimaftur Av teimum, sum hava lisið uttanlands og búgva uttan­ lands, rokna 42% ikki við at flyta heim aftur innan 10 ár. 29% siga seg ikki vita, hvar tey eru um 10 ár, og 28 % siga seg væntandi búgva í Før­oyum um 10 ár. Hinvegin vænta tey, sum hava lisið uttan­lands og búgva í Før­ oy­um, at tey eisini búgva í Før­oyum um 10 ár. Heili 66 % siga seg búgva í Føroyum um 10 ár. 7 % siga seg búgva uttan­landa, og 27 % siga seg ikki vita. Sama mynd er galdandi fyri tey, sum hava lisið í Føroyum og búgva í Før­oy­ um. Her siga 73% seg vænta at búgva í Føroyum um 10 ár, 9 % siga seg búgva uttan­ landa um 10 ár og 19 % siga seg ikki vita hvar tey búgva um 10 ár. Bólkurin "Lisið í Føroyum, býr uttanlanda" umfatar ein­ans 18 persónar og skal tí takast við fyrivarni. Her líkist myndin tó meiri bólki­ num "Lisið uttanlanda, býr uttanlanda". 39% siga seg búgva uttanlanda um 10 ár, 33 % siga seg búgva í Før­oy­ um og 28 % siga seg ikki vita. Marjun Dalsgaard Kanningin, "Hvat er tað, sum dregur" vísir, at tað er starvið, sum dregur hjá teim­um 56 % sum hava valt ikki at flyta heim aft­ ur, eftir loknan lesnað. Hetta er spell, tí í veru­ leikanum fáa úti­set­ar, sum flyta heim eftir lok­ na útbúgving, ofta sera áhuga­verd størv í Før­oy­ um, tey og eru sera glað fyri at vera heima aft­ ur. Tað heldur Sjúrður Skaale, sum hevur staðið fyri at gera kanningina av, hvar føroyingar búgva eft­ir loknan lesna og hví. - Nógvir møguleikar eru í Føroyum, men tí­ verri tykist tað, sum at før­oy­ingar uttanlanda ikki eru fult klárir yvir hetta. Um vit vilja hava, at fólk skulu koma aftur til Føroya, eiga vit at gera vart við teir mongu møgu­ leik­ar­nir, sum eru fyri at fáa áhugaverd størv í Før­ o­yum, sigur hann. Manglandi vitan Tað er spell, at útisetar ikki vita betur um starvsmøguleikarnir í Føroyum, heldur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin Arbeiðsloysið er størst millum føroyingar, sum hava lisið uttanlands og búgva uttanlands. Føroyingar, sum flyta heim hava í stóran mun fast starv. Tað kann merkja, at útisetar ikki flyta heim uttan at tey hava fast starv at koma heim til Flestu føroyingar, sum fara uttanlands at lesa, búgva í Suðurstreymoy áðrenn, tey fara. Enn fleri flyta til Suðursteymoy eftir loknan lesnað. Tað er bert Suðuroy, sum ikki missur íbúgvar til Høvuðsstaðarumráðið sambært kanningini "Hvat er tað, sum dregur." Føroyingar, sum búgva í Føroyum og hava lisið uttanlanda, meta at teirra fakkunleiki í størri mun verður virdur í lestrarlandinum enn í Føroyum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt kanningina "Hvat er tað, sum dregur". Kanningin lýsir, hvar nýútlærdir føroyingar búgva og hví. Spurnarblað varð sent 1965 føroyingum, ið vóru lidnir at útbúgva seg millum 1. Januar 2008 og 31. Desember 2012. Kanningin varð gjørd í desember 2013 og byggir á svari frá 514 fólkum, sum hava havt tilknýtið til Studni hetta tíðarskeið. Fakta