Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. mars 2014 · Nr. 29 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Marjun Dalsgaard Politiska skipanin, veðrið og kostnaðarstøðið. Tað eru viður­skifti, sum hava stóran týdn­ing fyri føroyingar, sum ikki eru fluttir heim aft­ur eftir loknan lesnað. Men hesi viðurskifti hava ikki nógv at siga millum teir før­oy­ingar, sum eru fluttir heim. Tað sama er galdandi fyri fakligar avbjóðingar og ferða­møguleikar. Tað, sum báðir bólkar hava til felags er, at famil­ja, vinir og náttúran eru av stórum týdningi. Tað vísir ein kanning, sum Javnaðarflokkurin á Fólka­ tingi hevur gjørt. Kann­ing­in vísir, hvar føroyingar búgva eftir loknan lesa og hví. Av teimum, sum vórðu liðug at lesa uttanlanda í tíðarskeiðinum 2008 og 2012 eru 44 % flutt heim aft­ ur, og 56 % eru enn uttan­ landa. Havast skal í huga, at tey eru spurd stutt eftir, at tey eru liðug at lesa, og tað er møguligt, at tey annaðhvørt bíða eft­ir maka­ num, ella gjarna vilja hava yrkisroyndir, áðrenn tey flyta heimaftur. Hetta merk­ ir tí ikki, at 56 % ikki flyta heimaftur efter lesn­að­in. Av teimum, sum eru spurd, er tað fyrst og fremst tey, ið raðfesta sína yrkisleið ser­liga høgt, sum velja at vera verandi í Danmark eftir lokn­an lesnað. Tey flestu, sum flyta heim aftur, gera tað, tí tey ynskja at vera nær­ hendis familju og vinum. Størri arbeiðsloysi millum føroyingar uttanlanda Kanningin "Hvat er tað, sum dreg­ur" vísir millum annað, at tað er størri arbeiðsloysi millum nýútlærdir før­oy­ ingar uttanlanda enn millum nýút­lærdir føroyingar, sum eru fluttir til Føroya. Kanningin vísir sostatt, at 10. hvør føroyingur, sum býr í Føroyum eftir loknan lesn­að er arbeiðsleysur, með­ an 5. hvør, sum býr uttan­ landa eftir loknan lesn­að, er arbeiðsleysur. Lægs­ta arbeiðsloysið sæst í bólki­ num av føroyingum, sum hevur lisið í Føroyum og býr í Føroyum. Her eru bert 6% ella 17. hvør av teimum spur­d­u, arbeiðsleysur. Tað er altso minni arbeiðsloysi millum tey, sum búgva í Før­ oy­um uttan mun til, um tey hava lisið uttanlanda ella í Før­oy­um. Lutfalsliga er talið av arbeiðs­leysum hægst í bólki­ num "Lisið uttanlands og býr uttan­lands". Hetta, at tað eru fleiri í arbeiði millum tey, sum eru flutt aftur til Føroya, enn millum tey, sum eru uttan­ landa, kann merkja, at før­oy­ ing­ar bert koma heim aft­ur, um tey hava fast starv, stað­ festir kanningin. Flest flyta til Suðurstreymoy Tá útisetar flyta aftur til Føroya flyta tey flestu til Suður­steymoy. Øll øki uttan Suður­oy missa íbúgvar eftir les­na. Sostatt búðu 52 % av teim­um, sum hava svarað, í Suðurstreymoy áðrenn tey fóru niður at lesa og 61 % eftir loknan lesnað. Í Suður­ oyar sýðslu er hetta talið ávika­vist 5% og 6 % - altso búg­va fleiri í Suðuroy eftir lesn­aðin enn áðrenn. Einans 3 % av teimum spurdu búðu í Sand­oynni, áðrenn tey fóru at lesa, og einans 1 % eftir at hava nomið sær útbúgving. Høvuðsorsøkin til at tey spur­du eru farin uttanlands at lesa, siga tey vera, at tey ikki kundu fáa útbúgvingina í Føroyum. Ein onnur orsøk, sum fleiri nevna, er, at tey hava eina trongd til at upp­ liva eitt annað land, og at tey hava eina ávísa trongd til at standa á egnum beinum. Minni virðing fyri fakligheit í Føroyum Tað er stórur munur á, hvus­ su tey spurdu uppliva, at teirra fakligheit er vird í Før­oyum í mun til í lestr­ar­ landi­num, um tey hava lisið uttanlanda. Sostatt svara 38 %, at tey í stóran mun uppliva virð­ ing fyri teirra faki í lestr­ ar­landinum, og fá siga seg uppliva lítla virðing í lestrar­ landinum. Í Føroyum eru fleiri, sum uppliva virðing fyri fakinum í sera lítlan mun og somuleiðis fá, sum upp­liva virðing fyri fakinum í stóran mun. Hesi viðurskifti kunnu sjálvsagt hava ávirkan á, hvussu fólk við longri út­ búgv­ing trívast í Føroyum. Samanumtikið kemur kanningin til tað niðurstøðu, at svarparsónarnir kunnu být­ast í tríggjar bólkar, nevni­liga um tey leggja Familjan dregur til Føroya - starvið dregur uttanlanda Føroyingar búsitandi uttanlanda hava tað ringast við at vera burtur frá teimum nærmastu. Familja og vinir eru sostatt høvðusorsøkin til, at nýútlærdir føroyingar flyta heim aftur, og ávirkar eisini tey, sum ikki flyta heim aftur Føroyingar, sum búgva í Føroyum rokna í størri mun við at tey búgva í Føroyum um 10 ár enn føroyingar, sum búgva uttanlanda Høvuðsorsøkin til at føroyingar flyta uttanlands er, at tey ikki kunnu fáa ta útbúgving, tey ynskja í Føroyum. Tó er eisini eitt ávíst ynski um at uppliva onnur lond og at standa á egnum beinum