mánadagur 10. mars 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 10. mars 2014 · Nr. 29
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
at staðið fast upp á teirra
kredittpolitikk
í
økjum
og londum, har vælferðin
knappliga er økt. Sjálvandi,
knappligt ríkidømi hjá einum
landi, har viðurskiftini er væl
skipað og samfelagsvirðini
nøkunlunda javnt býtt, økir
ikki bara kredittvirðið hjá
landinum, men eisini fólki
num, ið har býr. Men leggur
landið lok á ein slíkan bú
skap, byrgir hann inni, so øll
tilfeingisrentan av til dømis
einari oljuvinnu ikki bara fer
í umferð, so fylgja fíggjar
stovnarnir somu kós, metir
Johnny í Grótinum.
Tá tað snýr seg um at
ferðina hjá fólkinum ber
eisini til at spáa.
- Í búskaparfrøðini tosa
vit um sonevndu ognar
effektina, tað at fólk generelt
kenna
seg
ríkari.
Tann
kenslan breiðir seg ofta
skjótt, so nýtslukvotan hjá
hvørjum einstøkum økist.
Tað er eisini púra náttúr
ligt, at øll verða meira bjart
skygd, um olja verður funn
in, og at meira fer til hús, bil
og ferðing tá. Tað er eisini
í lagi til eitt vist. Her er tað
avgerandi,
at
samfelags
karmarnir eru greiðir, at
politikararnir melda púra
greitt út, hvat fer at henda,
hvussu skatturin fer at verða
ávirkaður og so framvegis,
soleiðis at fólk ikki handla
upp á falskar fortreytir.
- Tað sóu vit eitt sindur
til, tá oljufepurin herjaði
um aldarskiftið. Tey flestu
væntaðu, at vit fóru at finna
olju tá, og bjartskygnið var
øgiligt. Hetta hevði millum
annað við sær, at húsaprís
irnir hækkaðu nógv. Tað
var ein keðilig avleiðing,
tí vit funnu jú ikki olju í
rakstrarverdum nøgdum tá.
Hinvegin løgdu bjørtu vón
irnar tá lunnar undir eina
heilt nýggja vinnu hjá okk
um, nevniliga frálanda- og
oljuveitingarvinnuna, stað-
festir Johnny í Grótinum.,
oljuvinnan
ein bannseting
Áhugaverdar keldur
At tosa um bannseting í sambandi við náttúrutilfeingi er vorðið eitt hugtak í búskaparfrøðini
og í nasjonalari eins og altjóða búskaparligari greining og ráðgeving.
Sostatt snýr frágreiðinging ”Beyond the curse – policies to harness the power of natural
resources”hjá Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF í 2011 um bannsetingina, ið ofta stendst av
náttúrríkidøminum, og hvussu henda bannsetingin kann vendast til eina signing, um rætt
verður atborið.
Eisini tema-búskaparfrágreiðingin, ”Inntøkustøðið í Føroyum – Hví eru vit so rík, men ikki
líka rík sum hini?”, sum Búskaparráðið lat úr honum í 2004, snýr seg í stóran mun um,
hvørji búskaparlig og búskaparpolitisk amboð eru neyðug, um tilfeingisvinnur skulu vera til
felags gagn í samfelagnum og ikki bert til gagns fyri fá og til skaða fyri onnur – um negativu
avleiðingarnar av at seráhugamál fáa ov stórt vald á rikna vinnupolitikkinum.
Temafrágreiðingin í 2004 var fylgd upp av einari aðrari í 2005 við heitinum ”Tøknilig
menning og vælferð”.
Føroysku frágreiðingarnar eru tøkar á heimasíðuni hjá Búskaparráðnum:
http://setur.fo/buskaparradid/
Frágreiðingin ”Beyond the curse – policies to harness the power of natural resources” er
at finna á hesum bústaðnum:
https://notendur.hi.is//~gylfason/Beyond_the_Curse_Arezki_Gylfason_Sy.pdf
- Ásetingar, sum til dømis at krevja alt um føroyskan
kajkant, eru beinleiðis skaðiligar, tí tær tvinga
virksemi til landið, sum annars ikki hevði verið
her. Umframt tað, at inflasjónin verður størri enn
neyðugt, kann avleiðingin av slíkum krøvum væl
verða, at hesar nýggju oljubaseraðu vinnurnar
fara avstað við allari arbeiðsmegini, so aðrar
vinnur mugu geva skarvin yvir, sigur Johnny
í Grótinum, búskaparfrøðingur, cand.polit.
Fríggjadagin 21. februar
skipaði Javnaðarflokk
urin á Fólkatingi fyri
ráðstevnu á Christians
borg undir heitinum
”Hvat um vit finna olju”.
Allir fyrilestrarnir frá
ráðstevnuni eru tøkir á
in.fo