mánadagur 10. mars 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. mars 2014 · Nr. 29
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
oljuvinnan
Tó at lítið verður prátað um
olju og møguligt oljuríkidømi
í føroysku undirgrundini í
dag samanborið við undir
oljufeprinum, ið valdaði fyri
10-15 árum síðani, so er ikki
sørt, at spenningur aftur er
við at koma í, nú tvær stórar
boringar eru fyri framman
í vár og í summar. Eitt olju
samtak við Statoil sum fyri
støðufelag fer eftir ætlan at
brúka hálva aðru til tvær
milliardir krónur upp á hesar
báðar boringarnar.
Og kanska hava væntanir
nar hesaferð enntá uppiborið
at verða settar hægri enn tá,
tí betri kanningardátur ligg
ja til grund hesaferð, eins og
tøknin er vorðin betri.
Men politiskt tykist ikki
nógv
verða
gjørt
síðani
aldarmótið at fyrireika bæði
politisku skipanina sjálva,
vinnulívið og fólkið upp á,
at tann heilt stóri lotto-vinn
ingurin
møguliga
verður
vunnin í summar.
Tað er annars júst tað,
ið politikararnir gera ella
ikki gera, ið verður avger
andi fyri, um eitt møguligt
oljuríkidømi
verður
ein
signing ella ein bannseting.
Tað sigur Johnny í Grótinum,
búskaparfrøðingur
og
fyrrverandi formaður í Bú
skaparráðnum.
Avbyrgið oljuvinnuna
- Eg haldi, vit eiga hyggja væl
at, hvussu tey hava gjørt í
Noregi. Har er tað eydnast at
avbyrgja oljuvinnuna, so hon
í minst møguligt mát ávirkar
aðrar vinnur, umhvørvið og
tær lokalu mentanirnar. Í
Noregi arbeiða 60.000 fólk í
olju- og oljuveitingarvinnuni,
tað er ikki so øgiliga nógv, tá
vit hugsa um, hvussu nógv
oljan fyllir í samlaða bú
skapinum har, og at samlaða
arbeiðsstyrkin telur okkurt
um hálva triðju millión fólk.
Arbeiðsplássini
í
norsku
oljuvinnuni eru sostatt gott
tvey prosent av arbeiðs
styrkini, sum umsett til før
oysk viðurskifti svara til um
leið 600 arbeiðspláss, sigur
Johnny í Grótinum.
Tað er júst tann boðskap
urin, at endamálið ikki er
at skapa ovurhonds nógv
arbeiðspláss í oljuvinnuni,
ið kann verða torførur at fáa
ljóð fyri her heima. Tí oftast
hoyra vit tað øvugta frá
politikarum, fakfeløgum og
fólki annars.
- Ja tað kann ljóða mótsig
andi at tosa um at avmarka
arbeiðsplássini
í
einari
møguligari oljuvinnu, tí vit jú
annars tosa um, hvussu stór
an týdning, tað hevur, at ska
pa nýggj arbeiðspláss. Tað
hevur eisini stóran týdning
at skapa arbeiðspláss, men
tað skulu vera stabil arbeiðs
pláss, ið ikki øll eru tengd av
einari knappliga íkomnari
tilfeingisvinnu, sum er ógvu
liga pengasterk, men sum
bert er til og vinnur heilt
nógvar pengar í avmarkaða
tíð.
- Kynstrið er at fáa sum
mest inn í tilfeingisrentu úr
oljuvinnuni, og at hon sam
stundis hevur so lítla ávirkan
sum møguligt á búskapin
annars. Oljuvinnan skal inn
kapslast eins og í Noregi.
Har hevur staturin megnað
at kravt upp í 90-95 prosent
av tí mettu tilfeingisrentuni
í oljuvinnuni í oljugrunnin,
sum skal fíggja vælferðina
hjá framtíðar ættarliðum
eisini. Bert tað, sum svarar til
realrentuna (rentuavkastið
tá inflasjónin er drigin frá,
red.), kann takast út til nýtslu
hjá núverandi ættarliðum,
sigur búskaparfrøðingurin.
Gloymið kajkantin
Av somu orsøk heldur hann
tað vera púra skeivt, tá vit
her heima altíð eru so skjót
at krevja alt um føroyskan
kajkant, tá tað snýr seg um
tilfeingisvinnu. Lógin um
vinnuligan fiskiskap ásetir,
at 75 prosent av fiskinum
skal um føroyskan kajkant,
og í verandi oljulóggávu er
ásett, at allur flutningur av
útgerð og fólki skal um før
oyskan kajkant ella flogvøll.
- Slíkar ásetingar eru
beinleiðis skaðiligar, tí tær
tvinga virksemi til landið,
sum annars ikki hevði verið
her. Oljuvirksemi av hes
um slag fer at eftirspyrja
arbeiðsmegi og hevur ráð
at gjalda góða løn. Umframt
tað, at inflasjónin verður
størri enn neyðugt, kann av
leiðingin væl verða, at hesar
nýggju oljuatknýttu vinn
urnar fara avstað við allari
arbeiðsmegini,
so
aðrar
vinnur mugu geva skarvin
yvir. Eisini elvir ein stórur
eftirspurningur eftir ófak
lærdari arbeiðsmegi, sum
fær bjóðað góða løn, til, at
ung fólk í stóran mun fara at
velja útbúgving frá. Ein slík
støða er sera óheppin fyri
alt samfelagið og samfelags
menningina, tað sigur seg
sjálvt, sigur Johnny í Gróti
num.
Hann leggur tó dent á,
at hetta ikki merkir, at vit
als ikki skulu hava nøkur
arbeiðspláss burtur úr einari
nýggjari oljuvinnu.
- Hon fer púra náttúrliga
at kasta arbeiðspláss av sær,
og tí eigur tað heldur ikki at
vera neyðugt hvørki at tvinga
hana at kasta ónáttúrliga
nógv arbeiðspláss av sær
ella lata hana diktera menn
inginga av øðrum vinnum.
Tað er hesum, vit skulu
halda okkum frá. Men við
skynsamari handfaring av
avkastinum av einari blóm
andi oljuvinnu fer hon at
geva eitt neyðugt íkast at
varðveita og menna verandi
vinnur og leggja lunnar und-
ir aðrar støðugar vinnur.
Hetta eru vinnur, ið eisini
skulu verða har, tá oljan
einaferð er uppi, og tað er
hetta, vit skulu brúka olju
ríkidømið til, sigur Johnny í
Grótinum.
Hollendska sjúkan
Um ein føroysk oljuvinna
sleppir at liva sítt egna lív,
og búskparliga avkastið frá
henni bara fer í umferð, verð
ur hon so stór og máttmikil,
at hon fer at drena allar aðr
ar vinnur fyri bæði íløgur
og arbeiðsmegi, so tær og
teir førleikar, ið eru í hesum
vinnum, bara fara fyri bakka,
ávarar Johnny í Grótinum.
- Tað vildi verið ein van
lukka, tí ein oljuvinna vil
altíð verða tíðaravmarkað.
Eitt nú siga forsøgnirnar í
Noregi, at virksemið í olju
vinnuni har fer at toppa í
2015 fyri síðani so líðandi at
minka burtur í ein viðfáning
næstu 30 árini. Tí er tað
ógvuliga týdningarmikið, at
aðrar vinnur alla tíðina verða
mentar, so alt ikki endar við
einum
stórum
búskapar
ligum tómrúmi, tá oljuævin
týrið er av, sigur hann.
Fyribrigdið, sum Johnny
í Grótinum her ávarar ímóti,
verður
rópt
hollendska
skjúkan og sipar til politisku
vanstýringina í Hollandi,
eftir at tey funnu gass har
seinast
í
1950-árunum.
Nýggi og skjótt vaksandi
útflutningurin av gassi elv
di til ógvusligan vøkstur í
virðinum á hollendska gjald
oyranum, og hetta elvdi
aftur til stórar trupulleikar
hjá øllum hinum útflutn
ingsvinnunum í Hollandi, tí
vørurnar blivu ov dýrar hjá
øðrum londum at keypa.
Arbeiðsmegin
Merkingin av hollendsku
sjúkuni er tó víðkað til eisini
at umfata aðrar, negativar
búskaparligar
avleiðingar,
sum kunnu standast av
knappliga íkomnum tilfein-
gisvinnum. Eitt nú, um nýgg
ja vinnan ótálmað sleppur at
vaksa skjótt, so hon áhald
andi hevur tørv á arbeiðs
megi. Við at bjóða meira í
løn kann hon tá drena aðrar
vinnur fyri arbeiðsmegi, so
tær steðga upp.
- Vit kunnu siga, at væl
standurin í Noregi, sum í
stóran mun stavar frá olju
ríkidøminum, í ávísan mun
hevur elvt til hollendska
sjúku í Føroyum, tí føroyski
arbeiðsmarknaðurin
ikki
klárar at kappast við tann
norska. Avleiðingin er, at
nógvir føroyingar leita sær til
Noregs at arbeiða, og mangul
upp á arbeiðsmegi tískil er á
pørtum av okkara egna ar-
beiðsmarknað. Men hetta er
bert eitt lítið forkølilsi í mun
til støðuna á føroyska ar-
beiðsmarknaðinum, um ein
føroysk
oljuleitingarvinna
ótálmað slapp at drena aðrar
vinnur
fyri
arbeiðsmegi,
sigur Johnny í Grótinum.
Hann leggur tó dent á,
at Noreg sæð úr norskum
sjónarhorni hevur dugað
sera væl at ríka seg upp av
oljuni og samstundis varð
veitt ein búskaparligan stabi
litet í øllum landinum.
Gott at vera lítil
Størsti fyrimunurin, ið Før-
oya hava, tá tað snýr seg um
at brynja seg móti negativum
avleiðingum av einari møgu
ligari oljuvinnu, er sambært
Johnny í Grótinum, at vit eru
so lítil, at vit ongan sum helst
møguleika hava til sjálvi at
bjóða okkum til at framleiða
olju og gass.
- Tað eru bert risastórar,
globlar oljufyritøkur, ið klára
ta avbjóðingina, og hesar
fyritøkur hava vit ikki her.
Paradoksalt er tað ein stórur
fyrimunur, tí vit kunnu ikki
koma við stórvegis øðrum
íkasti, enn bara at syrgja fyri
so góðum og stabilum kørm
um sum gjørligt og syrgja
fyri einari skynsamari og
rættvísari handfaring av av-
kastinum. Tað verður tískil
onki stríð millum sterkar
føroyskar vinnuaktørar um
at fáa framíhjárættindi, so
leiðis sum vit kenna tað úr
fiskivinnuni og alivinnuni.
- Tá tað snýr seg um
at vinna burtur úr virðis
miklum
náttúrutilfeingið,
hevur tað fleiri staðir víst seg
at vera ein stórur fyrimunur,
tá alt – kapitalur, vitan og
vinnutól
–
mugu
koma
uttanífrá fyri at fáa virðini til
høldar, sigur Johnny í Gróti
num.
Dømi úr Afrika
Sum dømi vísir hann á
gongdina
í
afrikonsku
londunum Sierra Leone og
Botswana. Í báðum londu
num raktu tey við stór
ar nøgdir av diamanti í
1960’árunum. Í Sierra Leone
vóru diamantarnir so lætt
atkomiligir, at teir nærum
kundu hentast. Øll vildu
sleppa framat, har var ongin
politiskur ryggur, so korrup
sjónin
fekk
fastatøkur,
búskaparligur
ruðuleiki
valdaði, og endin varð borg
arakríggj. Í Botswana hin
vegin
lógu
diamantarnir
djúpt, og tað var bæði sera
kapitalkrevjandi og tøkni
liga trupult at fáa teir upp.
Útlendsk feløg og útlendsk
ur kapitalur mátti upp í
leikin at standa fyri leiting
og námsvinnu, men við
neyvari stýring av vinnu
ni hevur Botswana aftur
fyri havt ein hin størsta
búskaparvøksturin í heimi
num seinastu 50 árini, og
miðalinntøkurstøðið er mill
um tey trý hægstu í Afrika.
- Orsøkin er, at Botswana
mátti
konsentrera
seg
um at skapa góðar karm
ar
fyri
námsvinnuni.
Grundhugsanin har var, at
tilfeingisríkidømið
skuldi
nýtast til at skapa grundar
lag fyri breitt grundaðum
búskaparvøkstri við íløgum
í aðra vinnu, infrakervið
og útbúgving. Dømið vísir,
hvussu politiska stýringin
og umsitingin av náttúru
ríkidømi kann gera av, um
tað verður ein signing ella
ein bannseting, sigur Johnny
í Grótinum.
Lotto-effektin
Bæði Noregi og Botswana
eru prógv um, at stórt
náttúruríkidømi, sum knapp
liga vísir seg, ikki eigur at
bræðast saman við restini
av vinnuni, men at hon eigur
at haldast atskild, heldur
Johnny í Grótinum.
Politiskt snýr tað seg
sostatt í stuttum um, at
politikararnir
hava
dirvi
og rygg til at standa ímóti
trýstinum at brúka ný-vun
nu
skattainntøkurnar
til
at hjúkla um veljararnar
við øktari almennari nýts
lu, samstundis sum teir
búskaparliga
klára
at
avbyrgja
eina
føroyska
oljuvinnu frá restini av bú
skapinum. Týdningarmesta
amboðið her er at koyra
avkastið í ein vælvardan
grunn, og í 2011 fingu vit
Búskapargrunn Føroya til
endamálið. Hann er skipað
ur eftir sama leisti sum tann
norski.
Eitt er, hvussu politiska
tilbúgvingin er fyri og skipað
í sambandi við eina møguliga
oljuvinnu, men hvussu verða
reaksjónirnar annars, eitt nú
hjá bankunum og meiniga
manninum, um tíðindi um
ein stóran oljufinning verða
borin einaferð í summar?
Hvussu fer privatøkonomiski
geirin at týggja sær, um vit
øll í senn vinna ein stóran
lotto-vinning?
Johnny í Grótinum ar
beiðir sjálvur í BankNordik
sum ráðgevi í Fíggjardeildini
og hevur tískil skil fyri, bæði
hvussu fíggjarstovnar reag
era upp á knappligar bú
skaparbroytingar, og hvussu
atferðin hjá fólki verður
ávirkað.
- Hagfrøðiligar kanningar
hjá Altjóða Gjaldoyragrunni
num IMF av búskaparligu
gongdini
í
náttúruríkum
búskapum vísa, at fíggjar
stovnar generelt hava dugað
Ein signing ella
Politiskt dirvi og hegni skal til, um olja í føroysku undirgrundini skal verða ein signing og ikki ein
bannseting fyri landið, heldur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur. Kravið um føroyskan kajkant og
líknandi politisk inntriv fyri at skapa fleiri arbeiðspláss í oljuvinnuni, eru beinleiðis skaðilig, sigur hann