Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur10. mars 2014 · Nr. 29 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 S einnu árini hevur størsti stoltleikin hjá føroyskum landsliðsfótbólti verið U21- landsliðið, sum í hvørjari undankapping hevur hálað eina ella fleiri sensatiónir upp úr hattinum, so sum sigurin á Russlandi á sinni og javnleikurin ímóti Rumenia. Hetta eru úrslit, sum í nógvar mátar eru ljósár framman fyri alt tað, vit hava sæð frá A-landsliðnum, og eingin ivi er um, at Bill og Heðin hava havt serligt hegni til at seta spælararnir upp til sjálvt tær størstu uppgávurnar. At tíverri ikki øll tykjast hava fingið eyguni upp fyri tí stóra týdningi, U21-landslið hevur, gekk tíverri sjón fyri søgn, nú A-landsliðið var á venjingarlegu, samstundis sum U21-landsliðið á útivølli skuldi spæla EM-undankappingardyst ímóti Rumenia. Sjálvandi eigur U21-landsliðið í slíkum føri at hava fremru raðfestingina, tí har stóðu verulig stig upp á spæl, og har var tað, at tað veruliga bar til at seta Føroyar enn einaferð á fótbóltsheimskortið. Men allíkavæl blivu fýra U21-spælarar tiknir við til Spania, har einasta avrikið bleiv ein óskrásettur vinardystur ímóti Gibraltar, heldur enn at teir fingið spælitíð og kanska gjørt mun í Rumenia, har brúk var fyri øllum góðum kreftum. Sum fleiri longu hava víst á, er hetta fullkomuliga høpisleysur framferðarháttur, tí havandi í huga, at A-landsliðið ikki skal spæla nakran ordiligan dyst aftur fyrr enn í september, so átti eingin orsøk at verið til at amputerað U21-landsliðið, sum hinvegin stendur mitt í síni kapping. Var talan hinvegin um týðandi dystir hjá A-landsliðnum, var tað nakað heilt annað, men til eina slíka venjingarlegu – við fullkomuliga týdningarleysum venjingardystum á skránni – eigur at bera til at vera teir spælarar fyriuttan, sum kunnu gera nyttu aðrastaðni. Slík raðfesting er eftir hæli, og vónandi endurtekur hon seg ikki! Onnur hava eisini sett spurnartekin við, um tað yvirhøvur er rætt at brúka tíð og orku upp á eina venjingarlegu hjá A-landsliðnum hesa tíðina á árinum, tá feløgini hava brúk fyri at hava allar sínar spælarar tøkar, tí tey arbeiða við at gera seg klár til landskappingina. Uttan feløgini einki landslið, so tá eingin veruligur landsdystur er á skránni á eini slíkari venjingarlegu, er ikki torført at skilja atfinningarnar frá feløgunum. Var tað hinvegin so, at A-landsliðið hevði tveir ordiligar landsdystir á skránni, var støðan ein heilt onnur, men í hesum føri tykist støðan illa umhugsað og illa fyrireikað. Raðfesting eftir hæli Ítróttar klumman Hilmar Jan Hansen Í kvøld spæla føroyameistararnir úr HB og steypavinnararnir úr Víkingi ársins Stórsteypadyst á ovara vøll í Gundadali. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 18. Rás2 byrjar at senda eftir tíðindini klokkan 17 ítróttur ítróttartoymi Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur E. Jensen Flytingarvindeygað letur aftur í kvøld Í dag er seinasti møguleiki hjá føroyskum feløgum at styrkja sær um hópin. Flytingarvindeygað letur aftur í dag, men tað er ikki nógv, ið bendir á, at tað verða nógv skifti í kvøld. www.hb.fo: Auto Service er høvðusstuðul hjá Havnar Bóltfelag. Finnbogi leggur afturat, at við avtaluni við Auto Service ið er eitt sera væl rikið felag við einum kvalitetsprofili ið hóskar seg sera væl til HB, kunnu vit nú hyggja frameftir og við spenningi taka móti avbjóðingunum sum tær koma. www.ab.fo: AB møtir TB í fyrsta dysti í steypakappingini hjá monnum, og tað var ikki tað ringasta lutakastið hjá AB. Tað merkir tó ikki, at vit fáa ein lættan dyst. www.nsi.fo: Runavíkar sendingin hjá Rás2 mánadagin 10. mars klokkan 16.05 til 17 verður A SPECIAL ONE. Tað verður eitt eingangs vespureiður við JOHN og JONHARDI í samband við, at effodeildin fer í gongd, og ikki minst tí tað er grannauppgerð NSÍ-B68. www.nordlysid.fo: Øssur Dalbúð hevur framvegis sítt spæliloyvið liggjandi í ÍF. Men tað verður ikki í ÍF, at hann fer at spæla í fyrru hálvu. Øssur sigur í stuttari viðmerking við nordlysid.fo, at hann hevur vant við Fremad Amager í eina tíð og hevur í boði at halda fram har. www.h71.fo: Eftir dystin kunnu vit siga, at hetta var ein lættvunnin dystur. Longu tíðliga í dystinum sás,t hvønn veg tað bar, tí málmunurin bleiv so stórur. H71 spældi væl, meðan tað lá minni væl fyri hjá Neistanum www.hvannrok.fo: Einki broyttist seinnapartin í Atlantic Airways deildini um náa FM- finalurnar uttan tað, at Kyndil dragnaði, tí liðið “misti”  týdningarmikið stig í Vestmanna. www.svimjing.fo: Magnus Jákupsson megnaði í kvøld at vinna sær gullheiðursmerki á MOM Marseille 2014 stevnuni í Fraklandi, tá ið hann í 100 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 56.85 sekund. Heimasíðurnar skriva: Stórsteypadystur á Rás2 Tróndur Arge Áttanda árið á rað skipa Lions Club í Føroyum og Fót­ bóltssamband Føroya fyri Stórsteypadysti í fótbólti millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá ár­inum fyri, sum í ár eru ávikavist HB og Víkingur. Hesi bæði liðini verða eisini mett sum tvey tey sterk­astu til komandi kapp­ ingár. HB hevur fingið nýggjan venjara í Heðini Askham, meðan Sigfríður Clementsen heldur fram í Víkingi, eftir at hann tók við á sumri í fjør. Undan tí var Sigfríður venjari hjá HB, men hóast stóra framgongd, so helt samstarvið ikki fram. Ágóðin til Georgia Dysturin verður skipaður eftir sama leisti sum eitt nú dystirnir í Onglandi um Charity Shield, og endamálið er at fáa ein góðan dyst, ið sam­stundis savnar pengar inn til eitt gott og vælgerandi endamál. Hesaferð hevur Lions Club í Føroyum gjørt av, at innkomnu pengarnir skulu fara til eitt altjóða Lions- átak, nú Føroyar hava fingið áheitan um at vera við til at stuðla bygging av eini lyftu á einum heimi fyri brekað í Dusheti í Georgia. Saman við Lions Club International eru føroysku Lions-klubbarnir við til fíggja hesa íløgu, ið skal gera tilveruna munandi lættari hjá teimum brekaðu, sum búgva á heiminum í Dusheti, skrivar Lions Club í tíðindaskrivi. Býtið millum fyrireik­arar­ nar er soleiðis, at Fót­bólts­ samband Føroya tekur sær av tí fyrisitingarliga, so sum at áseta dystardag og dómara, útvega heiðursmerki, bólt­ ar, atgongumerki og at fáa steypið til vega, meðan Lions Club í Føroyum syrgir fyri tí praktiska, sum er at gera uttan fyri vøllin, so sum inn­krevjarar, trygdarfólk og nógv av tí, ið vanliga er upp til heimaliðið at skipa fyri. Hetta er fimtu ferð, at HB spælir Stórsteypadyst og triðju ferð, at Víkingur er við, og HB hevur vunnið tvær ferðir, meðan Víkingur enn eigur á at vinna. trondur@sosialurin.fo