mánadagur 10. mars 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur10. mars 2014 · Nr. 29
ítróttur
flogbóltur
Kvinnurnar hjá Fleyr, sum um vikuskiftið steðgaðu
einum av kappingarneytunum, kunnu enn ikki kenna seg
vissar í at koma í FM-finaluna, men tað nærkast
SÍ hevur ikki longur møguleikan at koma í FM-finaluna hjá
monnunum, so tí er greitt, at finalistarnir verða ÍF og Fleyr
Tað verða ÍF og Fleyr
Kollfirð
ingar bjóða
til galla
Fleyr má enn bíða
Hilmar Jan Hansen
Veðrið um vikuskiftið gjørdi
sítt til, at ætlaði dysturin í
Trongisvági í gjár millum
TB og ÍF bleiv útsettur, og í
skrivandi løtu er ikki greitt,
nær hesin dystur verður
spældur. Tað hevur nú held
ur ikki so øgiliga stóran týdn
ing, tí dysturin er ikki avger
andi fyri, hvat fer at henda í
tí meira spennandi endanum
á Eikliguni hjá kvinnum.
Har
gjørdi
fyrst
og
fremst Fleyr sína skyldu
við at vinna 3-0 á KÍF, og
hóast fyrsta settið endaði
30-28, linkaði spenningurin
fyri hvørt av hinum báðum
settunum, so sigurin bleiv
tryggur. At Fleyr vann á KÍF
júst hesaferð, hevði so tann
týdning, at nú hevur KÍF
ikki longur møguleikan frá
fjórða plássi at hótta finalu
møguleikan hjá Fleyr.
Einasta lið, sum nú kann
gera tað, er Dráttur, sum
afturfyri hevur ein serstak
liga krevjandi dyst í hesum
umfarinum, tí hann er ímóti
Mjølni og verður spældur á
Giljanesi mikukvøldið klokk
an 20.15. Mjølnir hevur bara
tapt ein dyst í vetur, so bitin
hjá Drátti man vera ivaleysa
stórur at svølgja, nú vága
kvinnurnar skulu royna at
taka seg trý avgerandi stig
nærri Fleyr, og bara tvey um
før eru eftir at spæla.
Seinni dysturin í hesum
triðsíðsta umfarinum, ið varð
spældur í gjár, var á Toftum
millum Ternuna og SÍ, og
her mestsum tryggjaðu sør
vágskvinnur sær, at tær ikki
kunnu enda aftast, tá tær
vunnu 3-0 á Ternuni, sum er
aftast saman við ÍF.
hilmarjan@sosialurin.fo
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Mjølnir
18
17
1
53
15
38
31
2 Fleyr
19
16
3
52
21
31
28
3 Dráttur
18
12
6
42
25
17
22
4 KÍF
19
11
8
41
29
12
22
5 TB
18
10
8
40
30
10
20
6 SÍ
19
4
15
15
45
-30
10
7 ÍF
18
2
16
11
49
-38
4
8 Ternan
19
2
17
15
55
-40
4
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 ÍF
16
14
2
44
12
32
27
2 Fleyr
16
10
6
35
28
7
18
3 SÍ
16
5
11
26
35
-9
9
4 Mjølnir
16
3
13
11
41
-30
7
Fleyr - KÍF 3-0 (30-28, 25-21, 25-17)
Ternan - SÍ 0-3 (22-25, 11-25, 18-25)
TB - ÍF (útsettur)
Dráttur - Mjølnir (mikukvøldið kl. 20.15)
ÍF - SÍ 3-0 (25-12, 25-9, 25-23)
Fleyr - Mjølnir 2-3 (25-19, 23-25, 23-25, 25-22, 15-17)
Hilmar Jan Hansen
Tað hevur leingi ligið í kort
unum, at Fleyr í ár hevði
góðar møguleikar at sleppa
at
spæla
FM-finalu
hjá
monnum fyri fyrstu ferð
nakrantíð, og eftir teir báðar
dystirnar um vikuskiftið er
eingin ivi longur, tí nú eru
níggju stig eru á muni mill
um liðini, samstundis sum
SÍ ikki kann vinna fleiri enn
seks stig aftrat.
Hinvegin er eingin loyna,
at tað neyvan stívaði sjálvs
álitið hjá Fleyr stórvegis av,
at liðið á heimavølli mátti
út í ein fimmsettara ímóti
aftasta liðnum, Mjølni, sum
enntá vann 3-2. Talan var
um ein sera javnan dyst, har
Fleyr vann fyrsta sett, men
Mjølnir síðani tók seg fram
um og endaði við at vinna 17-
15 í einum spennandi fimta
setti.
Sjálvsálitinum hjá fugl
firðingum
bilar
hinvegin
einki, tí teir høvdu í sínum
lagi ongar sum helst trupul
leikar av SÍ, sum var og vitj
aði ÍF á Kambsdali. Fyrstu
tvey settini hjá ÍF vóru sera
sannførandi, og hóast tað
ikki sá líka flott út í triðja
setti, bleiv sigurin tryggur
og greiður.
Sum sagt, er nú greitt, at
FM-finalan í Eikliguni hjá
monnum verður millum ÍF
og Fleyr, og av tí at tey bæði
fara at enda sum ávikavist
nummar eitt og tvey, hevur
ÍF heimavøll í fyrstu finaluni,
og so verður tann næsta á
óheftum vølli, ið enn tó ikki
er ásettur. Er tað, sum tað
hevur verið tvey tey síðstu
árini, skal ein møgulig triðja
finala spælast í Havn, men
tað kanska verður øðrvísi, nú
eitt havnarlið er í finaluni.
hilmarjan@sosialurin.fo
Nú flogbóltsárið er farið
at halla, verður so smátt
hugsað um endan á kapp
ingarárinum, ið plagar
at vera tann stóra galla
veitslan, har kvinnur og
menn hittast í góðum
veitslulagi,
samstundis
sum nógv verður gjørt
burturúr at heiðra tey
bestu í farna kappingar
árinum.
Hesaferð eru tað tey í
KÍF, sum hava tikið á seg
at skipa fyri gallaveitsl
uni, sum verður leygar
kvøldið 26. apríl.
–
Tað
liggur
ikki
fyri hjá okkum at hava
veitsluna beint eftir FM-
finalurnar, og fyri ikki at
raka páskirnar, hava vit
fyribils valt 26. apríl, sigur
Guðrun L. Joensen frá
KÍF og veitslubólkinum,
sum skipar fyri stóru flog
bóltsgallaveitsluni.
– Vit vilja heita á tykk
um um at seta kross í
kalendaran, og vónandi
koma
øll
veitsluglað,
hóast tað er liðið eitt sind
ur út á árið.
hilmarjan@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen