Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur10. mars 2014 · Nr. 29 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hondbóltur ítróttur Enn eru allar súður ikki syftar, men við sigrinum í Vestmanna eru Kyndilskvinnur nú best fyri í dystinum um at vinna heimavallarfyrimun í eini møguligari triðu FM-finalu Strandingar eru nú bara trý stig aftanfyri KÍF í dystinum um pláss í FM-finaluni Kyndil vann dystin um heimavøllin StÍF økir trýstið Jákup Mørk Tað kann væl vera, at Neista- kvinnurnar framvegis hava ein evarska lítlan møguleika at røkka FM-finaluni, men lítil ivi er tó um, at tað verða Kyndil og VÍF, sum spæla hesa. Hinvegin hevur spurning­ urin um oddasessin í Elektron-deildini verið púr­ asta opin í par-renningini mill­um VÍF og Kyndil. Odda­ sess­urin er avgjørt ikki uttan týdning, tí hetta merkir fyri­ munin av heimavølli, um tað gerast neyðugt við trimum FM-finalum. Tann spurningurin varð partvíst svaraður, tá Kyndil í gjár vann útidystin móti VÍF. Við sigrinum otaði Kyndil seg framum tær gulu, og tí kunnu tær nú sjálvara gera av, um oddasessurin eisini er veru­leiki eftir 20 umfør. Talan var um sera tættan og harðan dyst, har tað fyrst og fremst var hart og kon­ tant verjuspæl, sum var á skránni. Málini vóru tí ikki nógv í tali, men spenningurin var í dystinum allan vegin.  Kyndil vann sær ein lítlan fyrimun beint undan steðg­ inum, og restina av dystinum var tað VÍF, sum jagstraði mót­støðuna fyri at vinna seg aftur í dystin. Fleiri ferðir komu tær á heimaliðnum eisini upp á javnt, men í av­ ger­andi løtunum var tað støðugt Kyndil, sum togaði frá aftur. Soleiðis var eisini móti dystarenda. Bara eitt mál var á muni, tá lítil minuttur var eftir, men Kyndil helt høvd­ inum kalt seinasta álopið, hóast tað mundi kiksað, tá VÍF helt seg sleppa í kontra – bara fyri at síggja dómaran døma fríkast. Tætt á Skála Á Skála spældu StÍF og VB, og her eydnaðist VB at vinna ætlaða favoritt-sigurin, men tað var ikki bara at siga tað móti StÍF, sum beit væl frá sær. Tað var ikki fyrr enn um miðan seinna hálvleik, at VB togaði seg framum, men tá eydnaðist teimum so eisini at halda leiðsluni allan vegin á mál. StÍF - VB 30-32 (17-15) 10 min: 6-3 20 min: 13-9 40 min: 21-20 50 min: 25-26 StÍF: Rebekka Justinussen 11(3), Heidi Sevdal 5, Paula B. Høgnesen 5, Fríðrún Danielsen 4, Birna Tummasardóttir 3, Ansy Sevdal 1, Erla Petersen 1 VB: Helga Eyðunsdóttir 10(4), Ingrida Koudyte 9(1), Rannvá Johannesen 4, Gintare Butkeviciute 3, Laila Jespersen 2, Una Nolsøe 1 Brotskøst: StÍF 4/3, VB 8/5 Útvísingar: StÍF 3, VB 7 Diskvalifikatiónir: VB 1 (3X2 minuttir) Dómarar: Gert Hansen & Heri Petersen VÍF - Kyndil 17-19 (7-9) 10 min: 2-2 20 min: 6-5 40 min: 9-11 50 min: 14-15 VÍF: Tóra Seloy 4, Liljan Djurhuus 7(2), Durita Christophersen 4, Durita Ljósstein 2, Agnas Olsen 2, Rakul Joensen1 Kyndil: Bára K. Hansen 7, Simona Petersen 5(1), Jórun S. Ludvig 4, Bjarta O. Johansen 2, Anja Heinadóttir 1 Brotskøst: VÍF 2/2, Kyndil 1/1 Útvísingar: VÍF 3, Kyndil 2 Dómarar: Dánjal Samuelsen & Uni Wardum Elektron Deildin kvinnur nr. Lið Dystir Vunni javnt tapt +mál -mál Munur Stig 1 Kyndil 16 11 3 2 370 292 78 25 2 VÍF 16 12 0 4 428 353 75 24 3 Neistin 16 8 3 5 408 380 28 19 4 VB 15 7 2 6 401 388 13 16 5 StÍF 16 3 1 12 354 447 -93 7 6 Stjørnan 15 1 1 13 303 404 -101 3 Jákup Mørk Hondbóltsfepurin ger nú av álvara um seg á Skála. StÍF hevði lítið og einki at reypa av fyrstu umførini av landskappingini, men teim­ um so líkt, so er munandi meira flog og ferð komin yvir spælið seinna partin av kapp­ingarárinum. StÍF tykist vera einasta liðið, sum kann órógva oddin, har VÍF og KÍF framvegis liggja á finaluplássunum, og sunnu­dagin var eingin sling­ur í valsinum, tá Team Klaksvík vitjaði. Klaksvíkingar hingu í lítla løtu, men tá einir tíggju minuttir vóru farnir, skrædn­aði fullkomuliga, og so hugdi StÍF ongan tíð aftur. Tað, sum kanska var mest merkisvert við dystinum, var, at bert tríggir spælarar hjá Team Klaksvík komu á mál­ skjúttaralistan, og tað sigur væl tað mesta av søguni um, hvussu lítil hóttan gestirnir vóru sunnudagin. StÍF tykist við sigrinum at klintra víðari í síni stremban eftir finaluplássinum. Mun­ urin upp til KÍF tódnaði niður í trý stig, nú kollfirðingar høvdu frívikuskiftið. Miku­ kvøldið spælir StÍF í Hoyvík, og megna teir eisini at toga sigurin heim har, fer hond­ bóltsbarometrið á Skála av álvara í topp. Javnt í klassikaranum Í Vestmanna skuldi Kyndil royna at halda fast í sínari finalu­vón, men tað gekk akkurát ikki hjá teimum grønu. Úrslitið gjørdist javn­ leikur í einum dysti, har VÍF fyri tað nógva var stavnin frammanfyri, men har Kyndil var um reppið at stjala stigini móti dystarenda. VÍF var annars á odda við fýra málum eitt skifti í seinna hálvleiki, men Kyndil svar­aði aftur, og seinastu 10 minuttirnar var púrt eingin munur á liðunum. Kyndil misnýtti brotskast, tá teir kundu leggja seg á odda 23- 22, men ístaðin gjørdist talan um fimm sera spennandi min­uttir móti dystarenda. Tá megnaði hvørgin parturin av skora í fýra minuttir, men sein­asta minuttin skutu tey eitt mál hvør. Javnleikurin ber við sær, at VÍF enn heldur rimmarfasta um oddasessin, meðan Kyndil hinvegin misti enn eitt týðandi fet í roynd­ ini at bjóða KÍF av. Fyri Vestmenningar var hartil hugaligt at síggja Zarko Pejovic í hansara fyrsta dysti fyri felagið. Við trim­um av seinastu fýra mál­unum vísti hann seg sum sera avgerandi spælara, og tí eru útlit fyri, at hann kann ger­ast heilt avgerandi, tá sjálv­ar finalurnar skulu spælast. Triði dysturin í Atlantic Airways-deildini var á Hálsi í Havn, har H71 vann tryggan sigur á Neistanum. Sigurin ber við sær, at H71 er ájavnt Kyndli við 20 stigum, og tí er fram­vegis møguligt hjá teimum at trýsta í finalu­ stríð­num, men tann møgu­ leikin er nú meira av mate­ matiska slagnum. jakup@sosialurin.fo Klassikarin millum VÍF og Kyndil í Vestmanna endaði við javnleiki Mynd: Álvur Haraldsen