Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur10. mars 2014 · Nr. 29 Jákup Mørk Grundað á úrslitini, sum sein­astu vikurnar hava verið alt annað enn góð, kom upp­ søgnin hjá KÍF-venjar­anum kanska ikki sum nakar skelk­ ur í føroyska hondbólts­ heim­inum. KÍF hevur alt kapp­ingar­árið verið á trygg­ ari finalukós, men niður­ gangandi formkurvan sein­ astu dystirnar hevur gjørt sítt til at hótta hesa gongd. Tað hevur skapt eitt trýst á bæði spælarahóp og leiðslu, og hetta trýstið elvdi í seinasta enda til, at Jakob Jónsson ikki longur er venj­ ari hjá kollfirðingum. Ikki ring úrslit Hóast omanfyristandandi veru­leika, so setir tað kortini síni stóru spurnartekin, at fel­agið valdi at siga venjar­ anum úr starvi. Tí hvussu víkir og vendir, so er Jakob Jónsson maðurin, sum í fjør førdi KÍF til fyrsta meistaraheitið í søgu felags­ ins. Og hann var eisini mað­ urin, stóð við stýrisvølin, tá fyrsti steypasigurin varð vunn­in. Talan er sostatt um felag, sum fram til várið 2013 ikki hevði vunnið nakað av týdningi. Og tað er nú heldur ikki soleiðis, at einki sum helst er komið burtur úr hesum kappingarárinum. KÍF var í steypafinaluni, har teir í sera tøttum dysti máttu lúta fyri Kyndli. Og nógv kundi kanska sæð øðr­ vísi út, um seinasta álopið hjá kollfirðingum varð gjøgnum­ ført meira tolið, soleiðis at úr­tøkan kanska varð mál heldur enn álopsfeilur. Enn er liðið eisini á finalu­ kós í FM-kappingini. Trý stig eru framvegis niður til StÍF. Sum er nærmasta hóttan­ in, so alt liggur framvegis í hond­unum á KÍF. Ikki minst tí felagið eisini eigur heima­ dyst á móti strandingum, og soleiðis hevur allar møgu­ leikar til at punktera tann spenning, sum framvegis er í kappingini. Og sæð burtur frá lús­ing­ inum móti VÍF í tí, sum gjørd­ ist seinasti dysturin, har Jakob Jónsson sat við stýris­ vølin, so hava stigamissirnir verið sera teprir. Á Skála var tað eittans mál, sum helt StÍF inni í FM-dystinum. Móti Kyndli var tað mest sum ótrúligur akrobatikkur av Josef Abrahamsen, sum gav teimum grønu møguleikan at javna í seinasta sekundinum, og tað eru ikki meira enn tveir mánaðir síðani, at KÍF vann útidyst í Vestmanna. Talan er soleiðis ikki um beinleiðis vánalig úrslit, og enn er KÍF favorittur at koma í FM-finaluna. Men sam­ stundis skert ikki burtur, at sum gongdin hevur verið hjá VÍF og KÍF seinasta mánaðin, so eru vestmenningar í løt­ uni greiðir favorittar til FM- heitið, sum teir nú hava tráð­ að eftir í fleiri ár. Player-power Leiðslan í KÍF hevur ikki vilja gjørt viðmerkingar til upp­ søgnina annað enn tað, at úrs­litini seinastu vikurnar ikki hava verið góð, og at felagið tí vildi royna aðra loysn. Jakob Jónsson hevur held­ur ikki sjálvur vilja gjørt nakra viðmerking, men um­ vegis Facebook-vanga­mynd sína heilsaði hann spælara­ hópinum, og har fekst ein ábending um, at tað er eftir ynski frá spælarunum, at leiðslan hevur roynt nýggjar leiðir. Spurningurin, sum eyg­ leið­arar seta sær, er, um talan her hevur verið um panik-reaktión frá leiðsluni, ella um eitt venjaraskifti var tving­andi neyðugt. Hevur støðan veruliga verið so, at spælararnir hava mist hugin at spæla undir leiðsluni hjá Jakob – at mað­urin hevur tapt dystin um skiftirúmið, sum tikið verður – so kann væl vera, at eitt venjara­skifti er einasta loysnin. Tað kann eisini hugsast, at ágangurin á bæði spælarar og nevnd varð somikið stórur eftir greiða tapið móti VÍF, at leiðslan sá seg noydda at gera Jakob til syndabukkin, sum fekk skuldina fyri tapið. At leiðslan soleiðis ikki megnaði ella vildi standa ímóti trýstinum, og tí sendi drunnin víðari til náttúru­ lógirnar, sum stað­festa, at vatn altíð rennur niðureftir – eisini í fyrisitingarligum høpi. Tað hevur leiðslan sjálv­ andi allan rætt til, men ein spurningur í slíkari støðu er altíð, hvørjar aðrar møgu­ leikar leiðslan hevur at loysa uppgávuna. Niðustøðan bíðar Her hevur leiðslan valt at satsa lokalt, og tað kann væl verða, at hetta lyftir liðið. Er tað so, at skiftið var neyðugt, tí spælarar høvdu mist hugin, so kann talan vera um støðu, har tað sum so er líkamikið, hvør nýggi venjarin er – bara hann er nýggjur. Við bara einum mánaði eftir av kapp­ingar­ ár­inum nýtist leiðsluni held­ ur ikki at hugsa lang­skygt í løtuni, tí bara eitt lítið spark rætta vegin kann vísa seg sum tað, ið skuldi til fyri at lyfta hópin. Tá tosa vit veruliga um eina venjaraeffekt, men hin­ vegin kann talan eisini verða um øvuta venjara­effekt. Vísir tað seg, at venjaraskiftið ikki gevur ætlaða úrslitið alt fyri eitt – tað vil siga mikukvøldið í Klaksvík og sunnudagin á útivølli móti Kyndli, so kann støðan eins væl gerast um øvuta reaktión, har tosað verður um veika leiðslu, sum framdi venjaraskifti í panikki, heldur enn at hava ís í búkinum, tá mest stóð á. Hvør sannleikin er í hes­ um, fæst at vita um ein mánað ella so. Tá er kapp­ ing­in spæld at enda, og sum tað so ofta verður tikið til, so nógv lættari at vera eftir­ klókur. jakup@sosialurin.fo hondbóltur VÍF - Kyndil 23-23 (10-9) 10 min: 3-1 20 min: 7-5 40 min: 15-12 50 min: 20-18 VÍF: Julian Olsen 5, Sámal Joensen 4(1), Mads Eriksen 4, Joan P. Høgnesen 3(1), Zarko Pejovic 3(1), Agnar Joensen 2, Filip Jojic 2 Kyndil: David Edvardsen 7, Bárður Johannesen 4, Hørður Fannar Sigtórsson 4, Julian Johansen 2(1), Ludvík Súnason 2, Finnur Hansson 2, Andrias Sólsker 1, Høgni Klein Olsen 1 Brotskøst: VÍF 5/3, Kyndil 3/1 Útvísingar: VÍF 5, Kyndil 5 Dómarar: Dánjal Samuelsen & Uni Wardum Neistin - H71 18-31 (7-16) 10 min: 2-7 20 min: 3-11 40 min: 12-21 50 min: 16-26 Neistin: Teitur Magnusson 3, Sjúrður Thomassen 3, Herbjørn Lava 3, Blagoje Buha 3(3), Rói B. Hansen 2, Andras Joensen 2, Jugoslav Djumic 1, Torstin Balle 1 H71: Bogdan Florea 8(5), Rúni Højgaard 4, Jónas Djurhuus 4, Hans Kári Hansen 3, Sigmundur Dahl 3, Bogi G. Davidsen 2, Hallur Biskupstø 2, Tróndur Arge 2, Høgni Olafson 1, Birgir Poulsen 1, Sigmundur Nolsø 1 Brotskøst: Neistin 5/3, H71 5/5 Útvísingar: Neistin 5, H71 1 Dómarar: Ragnar Simonsen & Daniel Rapa StÍF - Team Klaksvík 35-17 (16-6) 10 min: 5-3 20 min: 11-4 40 min: 22-8 50 min: 29-13 StÍF: Allan norðberg 8, Fríði R. Djurhuus 5, Jákup Berthelsen 5(1), Sveinur Justinussen 5, Kjartan Johannesen 4, Pauli G. Hansen 4, Sverri Jensen 2, Marius Joensen 1, Jóhannus Olsen 1 Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 8(1), Dusko Petrusic 7(1), Andreas Ellingsgaard 2 Brotskøst: StÍF 3/1, Team Klaksvík 4/2 Útvísingar: StÍF 1, Team Klaksvík 6 Diskvalifikatión: Team Klaksvík 1 (beinleiðis reytt) Dómarar: Gert Hansen & Heri Petersen Atlantic Airways Deildin menn nr. Lið Dystir Vunni javnt tapt +mál -mál Munur Stig 1 VÍF 20 13 1 6 610 538 72 27 2 KÍF 19 12 1 6 550 479 71 25 3 StÍF 19 11 0 8 520 504 16 22 4 H71 19 9 2 8 508 482 26 20 5 Kyndil 19 8 4 7 497 489 8 20 6 Neistin 19 6 2 11 487 542 -55 14 7 Team Kl. 19 3 0 16 483 621 -138 6 Tráðanin eftir at verja fyrsta FM-heitið í søgu felagsins fekk KÍF at siga venjaranum upp. Surningurin er nú, um hetta var ein panik-reaktión frá eini veikari leiðslu, ella um hetta var tað, sum skal til, fyri at flyta liðið aftur á FM-kósina KÍF satsar upp á venjaraeffektina Jakob Jónsson gjørdi í fjør tað, sum eingin annar hevur gjørt. Nevnliga at fáa gull í lands- og steypakapping til Kollafjarðar. Bara 11 mánaðir seinni er hann koyrdur úr venjarasessinum Mynd: Álvur Haraldsen