mánadagur 10. mars 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 10. mars 2014 · Nr. 29
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína
útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á
spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger
Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni
við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin,
lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum,
vegleiða teg um tínar møguleikar innan
útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at
vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving
í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri
ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar
til post@sosialurin.fo, og so svara Holger og
Bjørg tær her í Sosialinum.
Spurnarsíðan
Spyr og fá svar um útbúgvingar.
Allar. Allastaðni.
Hugsar tú um at byrja eina
gymnasiala miðnámsútbúgv
ing komandi summar? Ella
umhugsar tú Nám X?
Spurningur um umrokning
frá 13-tals- til 7-talsstigan
Tá mann søkir gjøgnum www.optagelse.dk, skal mann so sjálvur umrokna sítt miðaltal
eftir 7-talsstiganum?
7’arin
Svar til 7’aran
Nei, tá søkt verður gjøgnum KOT, eru tað framvegis nøkur, sum søkja við einum
miðaltali eftir 13-talsstiganum.
Tá útbúgvingarstovnarnir fáa umsóknirnar, umrokna teir eftir einari serligari
umrokningartalvu, sum setur báðar karakterstigarnar líka, miðaltøl frá 13-talstiganum
til miðalatøl sum fylgja 7-talsstiganum. Tú skalt ikki gera nakað sjálv/ur, men
umrokningartalvuna sært tú her:
Umrokningartalva fyri miðaltøl
13-tals-/7-talsstigin
13-tals-/7-talsstigin
13-tals-/7-talsstigin
6,0 svarar til 2,0
8,4 svarar til 6,9
10,8 svarar til 12,1
6,1 svarar til 2,0
8,5 svarar til 7,2
10,9 svarar til 12,1
6,2 svarar til 2,1
8,6 svarar til 7,4
11,0 svarar til 12,2
6,3 svarar til 2,3
8,7 svarar til 7,7
11,1 svarar til 12,3
6,4 svarar til 2,5
8,8 svarar til 8,0
11,2 svarar til 12,3
6,5 svarar til 2,6
8,9 svarar til 8,2
11,3 svarar til 12,4
6,6 svarar til 2,8
9,0 svarar til 8,5
11,4 svarar til 12,5
6,7 svarar til 3,0
9,1 svarar til 8,8
11,5 svarar til 12,5
6,8 svarar til 3,2
9,2 svarar til 9,0
11,6 svarar til 12,5
6,9 svarar til 3,4
9,3 svarar til 9,3
11,7 svarar til 12,5
7,0 svarar til 3,6
9,4 svarar til 9,5
11,8 svarar til 12,5
7,1 svarar til 3,8
9,5 svarar til 9,8
11,9 svarar til 12,5
7,2 svarar til 4,0
9,6 svarar til 10,0
12,0 svarar til 12,5
7,3 svarar til 4,2
9,7 svarar til 10,3
12,1 svarar til 12,5
7,4 svarar til 4,4
9,8 svarar til 10,4
12,2 svarar til 12,6
7,5 svarar til 4.6
9,9 svarar til 10,7
12,3 svarar til 12,6
7,6 svarar til 4,9
10,0 svarar til 10,9
12,4 svarar til 12,6
7,7 svarar til 5,1
10,1 svarar til 11,0
12,5 svarar til 12,6
7,8 svarar til 5,4
10,2 svarar til 11,2
12,6 svarar til 12,7
7,9 svarar til 5,6
10,3 svarar til 11,4
12,7 svarar til 12,7
8,0 svarar til 5,8
10,4 svarar til 11,5
12,8 svarar til 12,7
8,1 svarar til 6,1
10,5 svarar til 11,7
12,9 svarar til 12,7
8,2 svarar til 6,4
10,6 svarar til 11,8
13,0 svarar til 12,7
8,3 svarar til 6,6
10,7 svarar til 11,9
Vinarliga Bjørg og Holger
Umsóknarfreist og
umsóknarmannagongd
Freistin at søkja inn á
miðnámsútbúgvingarnar
í
Føroyum er 15. mars.
Umsóknarblaðið til mið
námsútbúgvingarnar
er
samskipað, tað vil siga, at
sama umsóknarblað skal
nýtast til allar miðnámsút
búgvingarnar.
Umsøkjarar
skulu prioritera teirra út
búgvingarynski, t.v.s. velja
hvørja útbúgving tey ynsk
ja sum nummar 1, nummar
2 og nummar 3, og so skal
umsóknarblaðið, sum skal
printast
út,
saman
við
prógvum (9. ella 10.floks
prógv og mgl. annað) bert
sendast til tann skúlan, sum
hevur fyrsta prioritet. Hevur
mann bert eitt ynski, skrivar
mann bert 1. prioritet. Kemur
ein umsøkjari inn á sín fyrsta
prioritet, fer umsóknin ikki
víðari til prioritet tvey, men
kemur umsøkjarin ikki inn
á sín fyrsta prioritet, fer
umsóknin víðari til prioritet
nummar tvey, sum so tekur
støðu til, um viðkomandi
verður tikin upp o.s.fr.
Umsóknarbløð og veg
leiðing fáast á heimasíðuna
hjá MMR (Mentamálaráðið),
á heimasíðunum hjá mið
námsskúlunum, á framhalds
deildunum, og umsøkjarar
kunnu seta seg í samband
við lestrarvegleiðingina á
miðnámsskúlunum, um iva
spurningar eru.
Allir næmingar á fram
haldsdeildunum í 9. og 10.
flokki eiga at hava fingið
kunningarheftið
um
tær
gymnasialu miðnámsskúla
skipanirnar. Annars kann
hetta kunningarheftið fáast
við at venda sær til eina av
framhaldsdeildunum.
Á www.breyt.net ber eisi
ni til at lesa um skipanina.
Hesar gymnasialu
útbúgvingar eru
í Føroyum
Ein gymnasial útbúgving er
fyrst og fremst ein almenn
andi útbúgving og ein fyri
reiking til hægri lestur og
ikki ein útbúgving, sum gev
ur atgongd til eitt ávíst yrki.
Tú kanst taka eina
gymnasiala mið
námsútbúgving á
eini av seks ymiskum
breytum. Tær eru:
Búskaparbreyt
(Føroya Handilsskúli
í Tórshavn og Føroya
Handilsskúli á Kambsdali)
Tilfeingisbreyt
(Fiskivinnuskúlin í Vestmanna)
Tøknibreyt (Tekniski Skúlin í
Klaksvík)
Fyrireikingarbreyt
(Studentaskúlin og HF-skeiðið
í Eysturoy, Klaksvíkar HF-skeið
og Føroya Studentaskúli og
HF-skeið)
Hugbreyt
(Studentaskúlin og HF-skeiðið
í Eysturoy, Miðnámsskúlin
í Suðuroy og Føroya
Studentaskúli og HF-skeið)
Náttúrubreyt
(Studentaskúlin og HF-skeiðið
í Eysturoy, Miðnámsskúlin
í Suðuroy og Føroya
Studentaskúli og HF-skeið)
Allar breytir eru trý ára
breytir, tó er Fyrireikingar
breytin ein tvey ára breyt, ið
serliga er ætlað tilkomnum
næmingum.
Á øllum breytum eru
felagslærugreinar,
breyta
lærugreinar
og
vallæru-
greinar.
Felagslærugreinar
eru
kravdar lærugreinar uttan
mun til breytaval.
Breytalærugreinar
eru
kravdar lærugreinar, sum
eyðkenna einstøku breytir
nar.
Vallærugreinar
eru
lærugreinar, sum næming
urin kann velja eftir egnum
áhuga, tó við serstøkum
avmarkingum á einstøku
breytunum.
Á
Búskaparbreytini
í Tórshavn og á Hug-og
Náttúrubreytunum í Tórs
havn eru skipaðar lestrar
leiðir, sum umsøkjarar skulu
velja seg inná, tá søkt verður
inn á hesar breytir.
Nám X
Er 9. flokkur liðugur í summ
ar, og ert tú ein av teimum,
sum kundi hugsað tær at
havt eitt ár aftrat, áðrenn
t.d. val av miðnámsskúla,
kann 10. flokkur/Nám X á
Eysturskúlanum
í
Havn
vera
ein
møguleiki.
Les
um Nám X á heimasíðuna
hjá Eysturskúlanum. Um
sóknarfreistin er 15. mars,
og umsóknarblaðið er á
heimasíðuni hjá Eysturskúla
num eys@skulin.fo
Umsóknarblaðið skal út
fyllast og sendast elektron
iskt.