mánadagur 10. mars 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. mars 2014 · Nr. 29
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kvinnusøga
Brot úr søgu Kvinnufelagsins
nú 300 ár eru liðin síðan Mettustova var bygd
Seinni partur
Bergtóra Hanusardóttir
Tað kalda kríggið stóð við, og Kvinn
ur fyri friði steðgaðu ikki fyri tað
um undirskriftirnar móti vápna
ídnaðinum vóru handaðar. Sumrini
eftir vóru felags norðurlendskar
friðargongur skipaðar, tann fyrsta
í 1981 úr Keypmannahavn til Paris
at vísa andlit á høvuðsborgini hjá
Nato. Í 1982 gekk ferðin frá Minsk til
Moskva at samskifta við Bresnjev
og teir, í 1983 var teinurin frá ST-
borgini í New York til Hvítu húsini í
Washington, og í 1984 var friðarlega
í Stockholm, har føroyingar eitt nú
tóku lut í evnisvikuni: at byggja
brúgv millum eystur og vestur.
Eg kann nevna, at Elinborg
Trónd, sum leingi var virkin nevnd
arlimur og forkvinna, bæði í KSF
og í Kvinnufelagnum, eisini var
kontaktfólk okkara úteftir og sum
tann einasta var við á øllum friðar
ferðunum.
Tíðin gekk, og ræðslan fyri
kjarnorkuvápnunum helt okkum
framvegis vaknar um næturnar,
so frá 1984 vóru vit aftur saman
við
norðurlendskum
Kvinnum
fyri friði í átakinum Traktat nú við
kravi um Norðurlond sum atom
vápnafrí øki, har felags rakstrarróp
okkara her á landi varð: Føroyar,
kjarnorkuvápnafrítt øki! Eitt mál
sum síðani varð nátt í tøttum sam
starvi við Fólk fyri friði og ávísar
løgtingslimir.
8.mars og Norður
landahúsið
Eitt annað stórsligið tiltak var 8.
marshaldið í 1984, tað fyrsta í okkara
spildurnýggja Norðurlandahúsi, við
evninum Kvinnur og Friður. KSF
stóð fyri, og har var eingin endi á
øllum tí vit í stýrisbólkinum skuldu
fáa í lag. Framsýningar av ymsum
slag og eisini eina kvøldsetu. Men
hvat, har fanst so gott sum einki
tilfar at bera fram eitt høgtíðskvøld
sum hetta – og so vóru einastu ráð
ini at kasta seg á bláman og sjálvar
gera tað sum restaði í. So har bleiv
leitað, nýskrivað og týtt, Lina Larsen
fekk leikir burturúr, Sharon Weiss
skipaði tónleikin og eitt dugnaligt
kvinnukór var savnað við Inger
Christiansen, táverandi forkvinnu
KFS´s, sum kórleiðara.
Framsýningar vóru í Klingruni
og í forhøllini av listaverkum eftir
kvinnur, av heimavirkaðum brúks-
og prýðislutum og við øllum teim
bókum eftir og um kvinnur, ið
Landsbókasavnið átti, og so var
kvøldseta í konserthøllini við røð
um,
kvinnukóri,
nýskrivaðum
teksti og leiki á palli, og eisini eini
ovfarakátari løtu aftaná við drekka
og heimabakstri til tær umleið 600
kvinnurnar, ið sluppu inn - íroknað
2-3 dulklæddar menn.
Tað riggaði alt ómetaliga væl, og
fyri okkum fyrireikarar var hetta
einki minni enn eitt ørandi væl
eydnað tiltak - við luttøku úr øllum
landinum og sostatt eisini eitt
frálíkt dømi um ta savnandi megi,
ið mentanarhús okkara í Sortudíki
longu hevði frá fyrsta degi.
Dokumentatión
Hetta 8. mars tiltakið er dokumen
terað í tí svarta Kvinnutíðinda
blaðnum frá 1984, eftir ráðum frá
Berit Ås, sum var ein av teimum
týdningarmiklu rithøvundunum vit
høvdu lisið, og sum umframt at læra
okkum um teir herskarateknikkir,
sum brúktir vórðu móti kvinnum,
t.d at tú verður gjørd ósjónlig, eisini
legði okkum eina við at skjalfesta
tað vit gjørdu, tí tað fór eingin
annar at gera. Og soleiðis varð tað
eisini.
Sjálvar gjørdu vit sum oftast væl
burturúr frammanundan, so fólk í
góðari tíð skuldu vita av komandi
tiltøkum, men aftaná orkaðu vit
lítið annað uttan bara at fáa aftur
í rættlag tað, sum vit í aðrar mátar
høvdu sett til viks, meðan tiltøkini
vóru fyriskipað. Fjølmiðlarnir tóku
ikki undir við tí vit gjørdu, og sum
oftast var bara tung tøgn aftan á
eina slíka óhending, sum onkur
einaferð eyknevndi hesa talandi
eftirtøgnina.
Vit feiraðu kortini tað sum
feirast kundi, fingu ein góðan bita
og stuttleikaðu okkum eftir væl
gjørt verk, men vit royndu kortini
øll 80´ini at skriva sum mest av
tí vit hugsaðu, meintu og gjørdu í
Kvinnutíðindum – og við túsund
árablaðnum eisini at dokumentera
støðuna og arbeiðið sum bæði vit í
Kvinnufelagnum, KSF sum stovnur
og eisini hini kvinnufeløgini í Før
oyum fingust við í 90´árunum.
Kvinnutíðindi
Sum sagt, nógv er hóast alt skjalfest
í Kvinnutíðindum, sum eisini hevði
sín blaðbólk og sínar ábyrgdar
stjórar, men var eingin tøk, so
hevði forkvinna felagsins ábyrgd av
blaðnum, sum helst skuldi koma út
eina ella tvær ferðir um árið. Onkur
tíðarskeið hevur steðgur verið í,
eisini í langa tíð, men tað vil so vera
í einum fámentum felag.
Í mínari fyrstu tíð í Mettustovu
vóru tað Elin Súsanna Jacobsen,
Elinborg Trónd og Hanna Joensen,
sum stjórnaðu blaðnum, men frá
1985 varð ábyrgdin mín, hóast
úrslitið neyvan hevði verið nakað
serligt, um ikki blaðbólkurin var so
góður. Ingvør Nolsøe skipaði fyri, so
vit aðrar eisini lærdu at gera bløðini
soleiðis, at tey ikki bara vóru nóg
góð innaní, men eisini vóru borðbar
í útsjónd. Marjun Berg, Hanna
Joensen, Gunnvá Haldansen og
Frida Hansen, Kirsten Brix, Bergliot
Ihlen, undirritaða og til seinast,
í túsundárablaðnum, eisini Inga
Ellingsgaard, ja, so nógvar vóru vit
tey árini, men sjálvandi ikki allar í
senn.
Stuttsøgukappingin
Tað var eisini blaðbólkurin sum
í 1986 fekk hugskotið og síðani
skipaði fyri tí stuttsøgukappingini,
ið endaði við at savnið Frostrósan
var útgivið saman við einum
arbeiðshefti eftir Kirsten Brix, ætlað
næmingum í miðnámsskúlunum.
Arbeiðið við javnstøðulógini
Frá 1986 til 1994 fylti arbeiðið í javn
støðunevndini og arbeiðið at gera
uppskot til javnstøðulóg øgiliga
nógv. Lógin um javnstøðunevnd
var sum nevnt samtykt í 1979, tann
fyrsta nevndin sett í 1981, og setn
ingurin at gera uppskot til Javn
støðulóg ásettur í 1983. Seint gekk
og glið kom ikki rættiliga á fyrr enn
landsstýrið í 1986 setti nevnd, har
Hanna Joensen av landsstýrinum
varð vald til forkvinnu, Ingeborg
Winther
fyri
arbeiðarafeløgini,
Jógvan Waagsheyg fyri arbeiðsgev
ararnar og Bergtóra Hanusardóttir
fyri KSF.
Tað vísti seg skjótt, at nevndin
ikki hevði heimild at gera úrskurðir
í tí dagliga arbeiðnum, so leingi
sum eingin lóg forðaði fyri hesum
mismuni. Og tá heldur ikki ST-
konventiónin um avtøku av øllum
mismuni vegna kyn, samtykt á
tingi 31. mars 1987, sama dag sum
Kvinnufelagið fylti 35 ár, heldur
ongan mun gjørdi í so máta, máttu
vit skunda okkum at fáa okk
ara part av lógararbeiðnum frá
hondini. Harafturat ynsktu vit at
gera okkara til, at vit eins og øll hini
Norðurlondini høvdu eina javn
støðulóg, áðrenn vit í 1988 fóru til
Nordisk Forum í Oslo, har Vilhelm
Johannesen,
landsstýrismaður,
skuldi luttaka á tí Almennu ráð
stevnuni um javnstøðu.
Hetta
fyrsta
lógaruppskotið
varð liðugt og lagt fyri tingið tíðliga
í 1988, nakað broytt og modererað
eftir vegnum, men fall kortini tann
6. mai 1988. Tí, sum Jógvan Sunds
stein, minnilutin í rættarnevndini,
málbar seg: Javnrættur er longu í
landinum, og javnstøða er bara ein
spurningur um, at kvinnur brúka
henda rætt! Og tá ið uppskotið
bæði var felt og hevði viðført, at
samgongan fyrst slitnaði og síðani
mátti umskipast, prentaðu vit
lógaruppskotið í heilum líki, mest
fyri eftirtíðina, í tí gráa Forum
88-blaðnum.
Javnstøðunevndin gavst sjálv
sagt ikki, men tók arbeiðið upp
aftur av nýggjum, hesaferð við
stuðli frá Trúgva Teirin, løgfrøðingi.
Nevndin var øll afturvald í 1990, og
vit fingu sostatt høvið til fram
haldandi at arbeiða við tí nýggja
lógaruppskotinum til framløgu í so
góðari tíð, at vit áttu at kunna havt
eina javnstøðulóg við á ta norður
lendsku javnstøðuráðstevnuna ið
vera skuldi í sambandi við Nordisk
Forum 94 í Åbo. Í Føroyum var aftur
politiskt rok, og ta ferðina varð tað
Marita Petersen, løgkvinnan sjálv,
ið umboðaði Føroyar á ráðstevnuni
um javnstøðu.
Lógin var eisini samtykt í
síðstu løtu, men tað ganga nógvar
søgur um, hvussu tepurt tað var,
og hvussu viðhaldsfólk royndu at
halda tingfólki inni undir avkvøðu
greiðsluni. Sum fólk flest vistu, var
hetta meiri ein trúarsak enn nakað
flokspolitiskt mál – og meðan vit so
vóru í Finlandi frættist úr Føroyum,
at Jenis av Rana í ramasta álvara
longu hevði verið í útvarpinum og
tosað um vandan við lógini og fyri
at avtaka hana aftur.
Altjóða Kvinnu
ráðstevnur ST´s
Um vit nú fara aftur til Kvinnuárið
og Altjóða kvinnuráðstevnu ST´s
í Mexico í 1975, so var altjóða
kvinnurørslan als ikki nøgd við
virknaðin av tí átakinum, og
Kvinnuárið varð rættiliga skjótt
longt til eitt Kvinnutíggjuár við
ætlan um bæði millumráðstevnu
í Keypmannahavn í 1980 og síðani
einum endabresti í 1985 við eini
uppaftur størri kvinnuráðstevnu í
Kenya.
Í 1985 vóru 5 kvinnur úr Føroyum
við á tí alternativu NGO ráðstevnuni
í Nairobi, meðan løgtingskvinnan
Karin Kjølbro umboðaði KSF í tí
donsku delegatiónini, har hon eins
og vit aðrar skjótt var á tremur
við øllum tí, sum ein hoyrdi, hitti,
sá og skilti í hesum so øðrvísi og
fantastiska forum og stað. Um
hesar ráðstevnurnar stendur nógv
skrivað í Kvinnutíðindum, serliga tí
grøna blaðnum frá 1986, og Bergljot
Debes Hentze gjørdi eisini eina
sjónvarpssending burtur úr sínum
upplivingum í Nairobi.
Hesar báðar vóru skipaðar við
dyggari luttøku á teimum alterna
tivu NGO ráðstevnunum, sum
løgdu upp til og síðani samskiftu
við tær stjórnarskipaðu kvinnu
ráðstevnurnar hjá ST. Tað lukkaðist
t.d. í Nairobi at fáa semju um eitt
manifest, eina 10 ára virkisætlan,
fyri javnstøðuarbeiðnum og eisini
at áseta ta komandi ráðstevnuna,
har virkisætlanin skuldi eftirmetast
fyri at skumpa undir íverksetanina
í teimum einstøku limalondunum.
Í 1995 vóru so tvær uppaftur
fjølmentari og meiri umfatandi
kvinnuráðstevnur hildnar í Kina,
tann alternativa av politiskum or
Mettustova