Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. mars 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 10. mars 2014 · Nr. 29 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kvinnusøga søkum í Huairou, nakað uttan fyri Beijing, og tann almenna í Bejing býi. Eisini tá vóru fleri føroyskar kvinnur við og komu fram eftir drúgva ferð, har fyrst var flogið yvir Keypmannahavn og Stockholm til Moskva og síðani koyrt í toki gjøgnum Rusland, Sibiria, Mongolia og norðara part av Kina fram við tí kinesiska múrinum, heilt til Bei­ jing. Tað ber illa til í stuttum at greiða frá, hvussu og hvat gekk fyri seg har, men føroyskar kvinnur lut­tóku í stórum tali og høvdu nógv tilfar við sær um føroysk viðurskifti til framsýningar og umrøðu í hølunum, sum sett vóru av til tiltøk hjá norðurlendingum. Og har dansaðu vit eisini føroyskan dans í sambandi við, at norski sjón­ leikarin Juni Dahr framførdi Ibsens Kvinder, henda sama Juni sum frammanundan hevði framført Jeanne D´Arc og síðani eisini Kristin Lavrandsdatter á 8. mars tiltøkum í Norðurlandahúsinum. Samráðingarnar á tí almennu ráðstevnuni gingu so mikið væl, at eisini greinin um rættin hjá kvinnum at ráða yvir sínum egna kroppi at enda bæði var samtykt og síðani skjalfest saman við út­ greiningum í dokumentum ST´s frá Beijing 95. Ta ferðina umboðaði Bergtóra Hanusardóttir KSF og Helena Dam á Neystabø Føroya løgting í tí donsku sendinevndini. Tann seinasta altjóða kvinnuráð­ stevna ST´s var hildin á sjálvari høvuðsborgini í New York í ár 2000. Ta ferðina rukku boðini um alternativ tiltøk ikki til Føroya, men vit fóru kortini tvær av stað til ta almennu ráðstevnuna: Bergtóra umboðandi KSF og Lisbeth L. Peter­ sen løgtingið. Eisini henda ferðin var sera lærurík og áhugaverd, hóast ikki so opin sum hinar. Huglagið var øðrvísi, meiri dapurt, og har gekst heldur ikki heilt sum vænt­ að. Tað frættist, at stríðið hjá teimum afturhaldssinnaðu kreft­ unum í ávísum londum, eitt nú Vati­kaninum, Mexico og fleiri arabiskum og afrikanskum londum, var hart, men hvussu harðligt vistu vit ikki fyrr enn vit ein dagin sótu á pallborðsfundi hjá Human Rights og lurtaðu eftir framløgum um mannarættindi í ymiskum lond­ um, tá ið sabotasja knappliga var framd móti allari útgerðini, so at bara levint og gangur og angist og vegleiðandi róp vóru at hoyra í myrkrinum. Ta ferðina kom atgerðin stutt eftir at framløga um tey ræðuligu viðurskiftini hjá samkyndum í ávísum londum var byrjað, men annars vísti stríðið seg eisini at vera minst líka ógvusligt ímóti teimum sum talaðu fyri kropsligum frælsi hjá kvinnum. Úrslitið var eisini, at tá ið ráð­ stevnan annars var liðug, máttu tey sentralu samráðingarfólkini vera verandi eftir í næstan tvær vikur fyri at verja borg og syrgja fyri, at týdningarmiklar og harðvunnar samtyktir, bæði úr Nairobi og Beijing, ikki vórðu gjørdar til einkis aftur í New York ár 2000! Eingin framgongd, men hóast alt status quo! Nordisk Forum 88 og 94 Áðrenn farið var til Nordisk Forum 88, ta ævintýrkendu ferðina við Smyrli til Oslo við umleið 160 kvinn­ um um borð, høvdu feløgini í KSF broytt sínar endamálsorðingar, so tær allar fevndu um fulla javnstøðu millum kynini. Fyrsta strekkið fóru vit við tí vanligu rutuni til Scrabster, har vit hittu hetlendskar og orkniskar friðarkvinnur viðvíkjandi tí um­ hvørvisvandamáli, ið tá stóðst av lekum og umbygging á kjarnorku­ verkinum í Sellafield, men aftan á tað var skipið okkara, eisini sum hotelskip við kongsbryggjuna í Oslo, til vit vóru aftur í Scrabster umleið 14 dagar seinni. Ein fantastisk ferð, sum gav okkum sera nógv heimviðaftur, og sum eisini endaði við fleiri konkretum verkætlanum, bæði her í Havn og aðrastaðni í landinum. Kvinnur og vald Eitt høvuðsevni í Oslo við nógv­ um frálíkum fyrilestrum og verk­ stovum var tema um Kvinnur og vald, og tað sást sum nevnt týði­liga aftur sama heyst við fleiri kvinn­ ulistum og fleiri valdum kvinnum við kommunuvalini, men eisini við nýggjum kvinnum á vallistunum til løgtingið, har Marita Petersen, okkara komandi og fyrsta løg­ kvinna, sum dømi var ein ið fekk munagóðan íblástur í Oslo. Harðskapur móti kvinnum Í Kvinnutíðindum beint undan ferðini til Oslo vóru harðskapur móti kvinnum og incest høvuðstema, og eitt tað fyrsta vit gjørdu eftir heimkomuna var at taka hesi harð­ skaps- og misnýtslumál upp­aftur av álvara. Henda sama veturin, ein vindharðan og kaldan sunnu­dag síðst í januar 1989, var Kvinnu­hús­ felagið stovnað á fundi í eini stúv­ stappaðari Mettustovu. Hetta felag sum eisini helt til í Mettustovu, til tað var so mikið etablerað, at tær fluttu niðan í KFUM, har Kvinnu­ húsið síðani hevur húsast og vaksið seg sterkt og munadygt. Kynslig misnýtsla av børnum Nakað seinni, í september 1989, skip­aði Kvinnufelagið eisini fyri skeiðið um incest og aðra kynsliga misnýtslu av børnum, har umboð fyri allar fakbólkar, sum hugsast kundu at vera lyklapersónar í slík­ um málum, vóru boðin at luttaka. Eini 25 fólk vóru við, og tað var Aase Mortensen, sálarfrøðingur og sexologur, sum greiddi frá og við dømum lærdi tey at seta orð á og at tosa skilagott við børnini og teirra avvarandi. Eitt evni sum eingin at vísa seg dugdi sær so mikið sum at tosa um frammanundan, tíans­ heldur at hjálpa øðrum við. Kvinnuligir íverksetarar Eftir hetta skipaði KSF nøkur skeið fyri kvinnuligum íverksetarum, eitt átak sum felagið Birta spratt burtur­úr. Og Karin Kjølbro ið tá var forkvinna KSF´s skipaði seinni fyri, at ein Mettugrunnur varð gjørdur til heiðursgávur hjá nevnd felagsins at lata kvinnuligum íverksetarum, harav tann fyrsta, í 2008, var latin Guðrun & Guðrun. Kvinnuráðstevnur Útnorðurs Eitt annað sera týdningarmikið samstarv kom í lag við hini londini í útnorðri eftir evalueringsfundin hjá leiðslubólkinum fyri Forum 88, sum var hildin í Føroyum og har øll norðurlond vóru umboðað, eisini Grønland og Ísland. Tann fyrsta av hesum ráðstevnum var hildin á Egilsstøðum í 1992, ein líknandi á Sørøya í Norðurnoregi í 1993, og fleiri felags útnorðurprojekt vóru eisini í sambandi við Nordisk Forum 94 í Åbo, ikki minst tað flotta útnorðurkór- og dansitiltakið við setanina av ráðstevnuni: allar saman og hvørt landi sær við tjóðar­ klæðum og øðrum eyðkenn­um, har tær m.a. sungu Kingo, trummu­ dansaðu og kvóðu. Eftir tað var steðgur í nøkur ár, til samstarvið um kvinnu­ polit­isk viðurskifti aftur var tikið upp í Útnorðurráðnum í tí tíðar­ skeiðinum, tá ið Lisbeth L. Petersen var forkvinna. Avgjørt var at Kvinnu­politiski Verkstaður Út­norð­ urs skuldi haldast í Føroyum og eisini at KSF við Ingu Ellingsgaard og Bergtóru Hanusardóttir gjørdu leistin og skipaðu fyri tí fakliga, bæði innihaldi, strukturi og skrá, meðan embætisfólk í løgtinginum saman við fólki úr hinum londunum løgdu ferðir og uppihald hjá teim­ um íslendsku og grønlendsku gestunum til rættis. Ráðstevnan var skipað eftir evnum við konkretum íverksetanarmøguleikum sum endamáli og var hildin á Hotel Før­ oyum í 1999. Okkara egnu áhugamál vóru sjálvsagt eisini við, teirra millum tann til privata arbeiðsmarknaðin leingi eftirynskta barsilskipanin, sum tíbetur var sett í verk ikki so langt aftaná. Samanumtikið ein rættiliga væleydnað ráðstevna sum endaði við, at 9 rekommandatiónir vóru gjørdar og sendar tingunum í útnorði til umrøðu og samtyktar – eisini við loysn á fleiri átrokandi málum í kjalarvørrinum, t.d. bleiv Demokratia navnið á tí nevndini, sum samtykt var at seta til arbeiðið at fáa fleiri kvinnur í politikk. Sí Túsundárablaðið. Eitt vónbrot var tó, eins og ein speisk heilsan frá Berit Ås, at hvørki KSF ella umboð tess vóru nevnd millum hini fyri avrikið í tí bókini, sum Útnorðurráðið síðani gav út um tiltakið. Fyri samhaldsføstum kvinnustríði Sum nevnt í áðni eru í minsta lagi 300 ár liðin við dygdargóðum kvinnupolitiskum bókmentum í okkara parti av heiminum, sum vera man við skiftandi undirtøku, eisini millum kvinnur og soleiðis, at eisini kvinnurørslan hevur gingið í bylgjum við djúpum dølum millum hvønn aldukamb, ofta so djúpum at alt var burturbeint og síðani gloymt av næsta ættarliði, til hon aftur varð uppfunnin av tí triðja ella fjórða. Og so sæst eisini, at lívið mangan varð lítið hugaligt hjá teimum, sum næstu ferð skóru ígjøgnum. Men hvussu er skilið nú? Er tann solidariska kvinnurørslan við at kikna aftur, ella er alt burturblivið í okkara nýliberalistisku tíð, har tað at sæta sær, tað individuella og smarta telur, meðan restin má sigla sín egna sjógv? Eitt syndarligt skil um so er, tí her er ríkiligt eftir at kjakast um og gera. Sumt skal haldast við líka, annað má takast uppaftur av nýggjum, okkurt tykist ongantíð fáa ein enda, meðan øðrvísi trupulleikar støðugt stinga seg upp úr gomlum, patriarkalskum rótum. Kvinnuráðstevnurnar lærdu okkum, hvussu ómetaliga nógv kvinn­ur vita og duga, og hvussu nógv vit megna, tá ið vit standa saman. Og nú er so aftur eitt Nordisk Forum í umbúna, hesaferð ein 3-daga long ráðstevna um javnstøðu, 12.-15. juni 2014, í Malmø! Fyrireikararnir siga seg, umframt ráðharrar, serfrøðingar, áhugafeløg og altjóða gestir, eisini at vænta 15.000 feminstar á ráðstevnuna, sí www.kvinnufelag.fo. Javnstøða er kortini ikki tað sama sum frælsi, hugsi eg, ei­ heldur sum lukka, hóast hon er ein fortreyt fyri økonomiskum og arbeiðsmarknaðarligum rættvísi millum kynini, og hóast hon óivað kann stimbra til eisini at fevna um onnur samfelagsøki, har ójavnstøða valdar. Og so alt hitt, ið framvegis má havast í huga: harðskapurin, tann kynsliga misnýtslan, handilin við kvinnum, fátækradømið, tað kropsliga yvirformyndaríið – um­ hvørvið, tilfeingið, veðurlagið – kríggini! Onkursvegna eru eisini vit við í meldrinum og hava eins og onnur fólkasløg stórliga brúk fyri øllum gløggskygdum og kritiskum, samhaldsføstum og stuðlandi kreftum, teirra millum eisini fyri KSF og feløgum hennara, fyri Kvinnufelagnum - og ikki minst fyri Mettustovu!