mánadagur 10. mars 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 10. mars 2014 · Nr. 29
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kommunalt eldraøkið tað einasta rætta
Annika Olsen
Landsstýriskvinna í
almannamálum
Tikið verður til, at leingi er
tað, ið væl skal vera. Í polit
isku skipanini hevur tað tey
seinastu 20 árini verið tosað
um at leggja eldraøkið út til
kommunurnar at umsita.
Tað hevur verið nógv tos, og
tað hevur verið nógv kjak,
óteljandi politiskir pallborðs
fundir og kjak í útvarps- og
sjónvarpsstovum. Álit eru
skrivað upp í leypar um
hetta mál umframt, at ar
beiðsbólkar hava sitið í hópa
tali og viðgjørt spurningin
um, hvussu eldraøkið skal
skipast. Nevnast kunnu úr
rúgvuni t.d. :
• Grøna álitið frá 1996
• Tilmæli frá arbeiðsbólki
varð handað landsstýr
inum 2002
• Álitið “Kommunur, eindir
og uppgávur” varð handað
landsstýrinum í 2009
• Tilmæli um eldrapolitikk
varð handað í 2012
Tað, sum øll hesi álit og til
mæli hava til felags er, at tey
mæla til, at greiða má fáast á
fløkta myndugleikabýtinum
millum land og kommunur,
og at vald og gjald skal fylgj
ast at til tess at tryggja fak
liga dygd og trygd, soleiðis at
borgarin fær so góða tænastu
sum gjørligt.
Fortreytin
fyri
einum
skynsamum
rakstri
og
menning kann bert fáast,
um ógreiðan á myndugleika
býtinum verður greidd, og at
vald og gjald veruliga fylgist
at.
Hvat viðvíkur setanarvið
urskiftunum hjá starvsfólk
unum, so eru hesi somuleiðis
ógreið, har nøkur starvsfólk
hava starvsstað hjá landinum,
nøkur hjá kommununum og
nøkur eru starvsett á sjálvs
ognarstovnum. Úrslitið av
hesum er, at starvsfólka
orkan ikki verður gagnnýtt
optimalt, og harvið fer faklig
vitan og kunnleiki til spillis.
Einasti taparin eru okkara
eldru.
Eldraøkið – ein
kommunal ella
landsuppgáva?
At tað er umráðandi at
savna eldraøkið undir ein
myndugleika, er tað valla
nakar, sum er ósamdur/
ósamd í. Men semja hevur
ikki verið um, hvørt tað
skal vera ein landsuppgáva
ella ein kommunal uppgáva
burturav. Men ístaðin fyri at
taka eina politiska avgerð og
fáa greiðu á viðurskiftunum,
so hevur bara verið tosað um
trupulleikan tey seinastu 20
árini. Hendan samgongan
hevur nú tikið ta avgerð at
fáa skipað viðurskiftini hjá
okkara eldru borgarum við
at leggja økið fult og heilt
til kommunurnar at umsita
tann 1. januar 2015, tí vit
meta, at hetta fer at gagna
okkara
eldru
borgarum.
Grundgevingarnar fyri hes
um eru m.a. at:
• Kommunurnar hava víst
eldhuga fyri økinum, og
hava sýnt fyritakssemi
til tess at útbyggja eldra
økið við eitt nú ellis- og
røktarheimum og eldra
sambýlum (treyðugt so við
stuðli úr landskassanum)
• Kommunurnur hava borg-
aran tættari inn at sær og
síggja tann dagliga tørvin
hjá borgaranum.
• Politisk
ábyrgd
verður
lættari at staðfesta, tí við
ógreiðu viðurskiftunum í
dag, er tað ikki altíð greitt
fyri øllum borgarum, hvør
ið hevur veruliga ábyrgd
av hvørjum.
• Tað er skjótari frá tanka til
gerð. T.d. at seta eitt dag
tilboð á stovn ella eitt nú at
fáa telefonlinju til familjur,
ið verða raktar av eitt nú
demenssjúku. Hetta kann
í ringasta føri taka fleiri
mánaðir at fáa avgreitt í
løgtinginum orsakað av
tungum politiskum mann
agongdum, meðan hesi
somu viðurskifti kunnu
avgreiðast eftir fáum døg
um undir kommunalum
myndugleika.
• Kommunurnar hava víst
í verki, at tær megna at
yvirtaka tung og týdn
ingarmikil mál t.d barna
ansingarøkið.
• Vit hava álit á, at kommun
urnar eru førar fyri at
lyfta hesa uppgávu til
fulnar. Hava vit ikki hetta
álit, so er spurningurin, hví
vit yvirhøvur skulu hava
kommunur.
Eg kann leggja afturat, at
kommunurnar
eiga
stórt
rós
uppiborið
fyri
tað
fyritakssemi, tær longu nú
hava víst í sambandi við at
yvirtaka eldraøkið - hetta við
at seta ymsar arbeiðsbólkar
at koma við uppskotum
og hugskotum til, hvussu
tænastan kann gerast enn
betur undir kommunalum
myndugleika.
Fyrsta føroyska
eldralógin
Í Føroyum hava vit onga
eldralóg. Tænastustøðið er
sera ymiskt kring landið í
dag, vantandi gjøgnumskygni
valdar, og okkara eldru hava
onga veruliga lógartryggjaða
rættartrygd. Vit hava als
kyns lógir á øllum økjum,
men viðurskiftini hjá okkara
eldru eru ongantíð samlað í
lóggávu. Tað ber altíð til at
finnast at hesum og hasum,
men eg fegnist veruliga um
hetta stóra stigið í føroysk
um lóggávusmíði, sum nú
er borið løgtinginum til við
gerðar, og sum fer at tryggja
okkara eldru borgarum eina
betri tænastu. Ynskilistin
hevur, gamaní, verið langur
í sambandi við hetta arbeiði,
bæði hjá fakfólkum, áhuga
feløgum og kommunum. Mítt
arbeiðið hevur verið at finna
eina javnvág millum hesi.
Ein grundleggjandi for
treyt fyri útleggingini av
eldraøkinum var at fáa til
vega eina eldralóg, eina
rammulóg, sum kann regu
lera viðurskiftini á økinum.
Tað fyrsta stigið í hesari
tilgongdini var at orða ein
eldrapolitikk,
sum
skuldi
vera virðisgrundarlagið und
ir eldralógini. Ein breitt um
boðandi arbeiðsbólkur hand
aði mær í 2012 eitt tilmæli til
eldrapolitikk – trivnaður,
tryggleiki
og
lívsgóðska.
Ein av aðalhugsjónunum
í politikkinum er at virða
sjálvsavgerðarrættin
hjá
okkara
eldru.
Somuleiðis
er fyribyrging og menning
eisini ein aðaltáttur, soleiðis
at okkara eldru kunnu bú
leikast sum longst í egnum
heimi, og atlit skulu takast
til heilsu og trivnað hjá
okkara
eldri
borgarum.
Hesi virði síggjast aftur
nú í endamálsorðingini §
1 í uppskotinum til lóg um
heimatænastu,
eldrarøkt
v.m., har eisini sjálvsavgerðar
rætturin er staðfestur.
Rættartrygd, ávirkan
og opinleiki
Atfinningarsamar
røddir
hava brúkt nógva orku uppá
at tekna ræðumyndir um
fyrstu eldralóg okkara. Orð
sum manglandi rættartrygd,
onki minstamark, onki tæn
astustøði v.m. hevur rungað
í almennu miðlunum hesa
seinastu tíðina, men er hetta
veruligi sannleikin um hetta
drúgva lógarverk ? Sjálvsagt
ikki ! Eldralógin er eitt vala
verk, sum embætisfólk í
almannamálaráðnum
eiga
stórt rós uppiborið fyri.
Okkara
eldru
borgarar
fáa t.d. fyri fyrstu ferð ein
lógartryggjaðan
rætt,
at
tey skulu hoyrast í øllum
týðandi broytingum, sum
henda innan eldraøkið og
víðari kann nevnast, at lógin
tryggjar:
• At sjálvsavgerðarrætturin
hjá okkara eldru er lógar
ásettur.
• Tilboð til heimavitjanir til
øll, ið eru fylt 75 ár.
• Fráboðanarskyldu
hjá
starvsfólki
og
læknum
um hesi fáa kunnleika
um viðurskifti, ið geva
gruna um, at tørvur er á
persónligari hjálp, røkt
ella stuðli, ella tá borgarin
á annan hátt livir undir
ónøktandi korum.
• At kommunurnar skulu
tryggja, at borgarar, sum
hava tørv á persónligari
hjálp, røkt og stuðli, fáa
neyðugu hjálpina.
• Trygd fyri, at borgari við
størsta tørvi fær í boði eitt
samskipað heildartilboð.
• At allar avgerðir skulu tak
ast út frá einari fakligari
tørvsmeting.
• At borgarar skulu í størst
møguligan
mun
verða
hoyrdir í týðandi umskip
anum og bygnaðarbroyt
ingum, sum hava ávirkan
á tænastuna í økinum.
• Eldraráð kunnu setast á
stovn – hetta eisini til tess
at geva teimum eldri so
stóra ávirkan og leiklut
sum gjørligt.
• Samstarvsráð skal velj
ast á hvørjum einstakum
røktarheimi við umboð
um frá m.a. búfólkum, av
varðandi og starvsfólkum.
Hetta fyri at bøta um
samskifti og kunnleikan
um ymisk viðurskifti á
heiminum partarnar mill
um.
• Kommunurnar
skulu
kunna um, hvørji tilboð
og tænastur hesar veita
(almenn
kunngerð
av
tænastustøðinum).
• Kommunurnar
skulu
savna hagtøl um tænastur
og lata øðrum mynguleika
hesi.
• Eftirlit við økinum fyri
fyrstu ferð verður ásett í
lóg.
• Okkara eldri borgarum
kærumøguleikar
um
ónøktandi viðurskifti.
Lógin tryggjar sostatt í nógv
størri mun ein opinleika um
tænastur, rættartrygd hjá
okkara eldru at verða kunn
aði og hoyrd og at vera við,
har avgerðir skulu takast, og
ikki minst at okkara eldru
fáa eina betri rættartrygd og
harvið trygd fyri einari betri
tænastu enn í dag.
Føroya størsta
nýskipan krevur
enn drúgt arbeiði
At leggja eldraøkið út til
kommunurnar at umsita er
Føroya størsta nýskipan, og
at fyrigygla sær, at hetta er
ein einføld og løtt uppgáva,
er tað neyvan nakar, sum
ger. Í løtuni liggja 3 lógir í
tinginum, ein um samstarvs
øki, ein um røkt og tænastu
og ein um tey umleið 1000
starvsfólkini,
sum
skulu
flytast undir annan myndug
leika at arbeiða, umframt at
lóggáva um tey fíggjarligi
viðurskiftini er ávegis. Enn
er langt á mál, til vit kunnu
siga, at alt eldraøkið er leyst
og liðugt og liggur í tryggari
legu. Tað eru nógv viðurskifti,
sum skulu greinast og við
gerast í tøttum samstarvi
við kommunurnar hetta árið,
og nógvir arbeiðsbólkar eru
settir til tess at viðgera hesi
og koma ásamt um marka
mót, kunngerðir, skipanir
og ognir av ymsum slag,
soleiðis at okkara eldru
kunna kenna seg í tryggum
og góðum hondum undir
kommunalum myndugleika
eftir 1. januar 2015. Vegurin
er langur niðan á sýnina -
niðan á fjallatoppin, og hóast
varðagøturnar eru greiðar,
kann leiðin gerast tung og
snávingarsteinarnir nógvir.
Urðargrót
og
brattlendi
kunnu
gera,
at
neyðugt
verður at fáa sær hvíld ella
at finna aðrar leiðir niðaná.
Men tað týdningarmesta er,
at vit í dag kenna kósina,
vit vita hvønn veg, vit skulu
ganga til tess at røkka niðan
á fjallatoppin og njóta út
sýnið.
Borgaraløn
Zakarias Wang
Tann fólkaatkvøða, sum skal
vera í Sveis í ár um borg
araløn, hevur fingið mikla
umrøðu um allan heim.
Tað uppskot, sveisarar
skulu taka støðu til, er um
hvør borgari skal fáa útgoldið
15.000 krónur um mánaðin.
Talið sær stórt út. Upp
skotsstillararnir siga, at hetta
kemur sjálvandi at vaksa um
útreiðslur hins almenna, men
at tað kemur í staðin fyri so
nógvar aðrar útreiðslur, tað
almenna hevur í dag. Tær
útreiðslur, sum í dag verða
veittar teimum gomlu, fara
at fella burtur. Sama er við
avlamisveitingum
og
við
arbeiðsloysisstuðli, barsils
gjaldi og nógvum øðrum
veitingum.
Tað er ikki nakað nýtt í
hesum uppskoti. Mæti libe
rali heimspekingurin Milton
Friedman setti tað fram fyri
einari hálvari øld síðani, og
um allan heim eru tað bú
skaparfrøðingar, sum siga,
at hetta hevði loyst fleiri
vandamál.
Tað eru gjørdar beinleiðis
royndir við eini slíkari skip
an í Kanada fyri einum
fjøruti árum síðani. Í einum
býi høvdu teir borgaraløn
í fleiri ár, og kanningarnar
vístu, hvørjar avleiðingarnar
í veruleikanum vóru.
Eitt sum ofta verður sagt,
er at fingu vit borgaraløn, so
hevði eingin tímað at farið
til arbeiðis. Men so var ikki.
Eins nógv fólk og vanliga
fóru til arbeiðis.
Eitt annað úrslit var heilt
óvæntað. Tað var at talið av
teimum, sum gjørdust so
sjúk, at tey máttu innleggjast
á sjúkrahús, fall við einum
tíggjundaparti.
Hvussu fer at gangast
við hesum uppskoti á fólka
atkvøðuni í Sveis er sjálvandi
óvist, men tað orðaskiftið, ið
har fer fram, fer heilt vist at
fáa stóra ávirkan aðrastaðni.
Um hetta er nakað, sum
vit skulu royna í Føroyum, er
so nakað sum vit sjálvi skulu
gera av. Hevði hetta gjørt
Føroyar til eitt betri land
at búð í ella ikki? Eyðsæð
er at støðan hevði batnað
hjá
teimum
sum
fingu,
men tað hevði hon valla hjá
teimum, sum skuldu gjalda
rokningina. Avgerandi fyri
hvat ið her verður samtykt
er hvør av hesum bólkum er
sterkastur. Tað kunnu vit so
ikki sleppa at síggja fyrr enn
uppskotið er reist og liðugt
viðgjørt á tingi.