hósdagur 20. mai 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 95 - 20. mai 2004
Nr. 95 - 20. mai 2004
3
Dugi ikki at síggja nakran
vanda fyri nýggja Smyrli
– Hvørki skipasmiðj-
an ella spanska
stjórnin hava nakran
sum helst áhuga í, at
eitt viðskiftafólk skal
koma illa fyri av eini
avgerð hjá ES, sigur
Reidar Nónfjall, sum
gjørdi sáttmálan um
nýggja Smyril
NÝGGI SMYRIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg dugi ikki at ímynda
mær, at nakar vandi er fyri
nýggja Smyrli
Tað sigur Reidar Nòn-
fjall, sum var stjóri á
Strandferðslurin.
Reidar Nónfjall var stjóri
á Strandferðsluni, tá ið
samráðst varð um sátt-
málan um nýggja Smyril og
tað var eisini hann, sum
gjørdi sáttmálan lidnan.
Nú í vikuni visti Útvarp-
ið at siga, at spanska skipa-
smiðjan, sum byggir skipið,
hevur fingið stuðul frá
spanska
landskassanum,
men at hesin stuðulin hevur
verið í stríð við ES-reglur.
Sostatt skal skipasmiðjan
betala spanska landskass-
anum heilar fýra milliardir
aftur.
Tað hevur reist spurning-
in, um Skipasmiðjan fer at
klára at gjalda peningin
aftur, og um vandi av tí
sama er fyri, at nýggi
Smyril ikki verður liðugur.
Ella um vandi er fyri, at
landið fer at missa pening,
sum tað longu hevur goldið
fyri Smyril.
Tað
heldur
Reidar
Nónfjall ikki.
– Vit høvdu fremstu løg-
frøðiligu ráðgevingina í
ríkinum til taks, tá ið vit
gjørdu sáttmálan og vit
hava tryggjað okkum so
væl, sum yvirhøvur tilber,
sigur hann.
Fara at gera alt
Reidar Nònfjall vísir á, at
tað eru bara fimm mánaðir
til nýggi Smyril skal vera
liðugur og tað er stutt tíð í
hesi verðini.
– Tí kann eg ikki ímynda
mær annað enn at skipið
verður gjørt liðugt.
Hann er eisini sannførdur
um, at hvørki skipasmiðjan
ella spanski staturin hava
nakran sum helst áhuga
fyri, at eitt viðskiftafólk
skal koma illa fyri av eini
ES avgerð.
– Tí fara tey at gera alt
fyri, at halda sáttmálan og tí
ivist eg heldur ikki í, at vit
hava trygd fyri at fáa
skipið. Í allar ringasta føri
kann tað verða eitt sindur
seinkað, men tað trúgvi eg
heldur onki uppá, sigur
Reidar Nónfjall.
Men skuldi tað óhugs-
andi hent, at skipasmiðjan
fer í gjaldssteðg beinanveg-
in av hesum her, ivist eg
ikki í at ein avtala fæst um
at gera skipið liðugt.
Og eydnast tað ikki í
Spania, verður tað onkra
aðrastaðni.
Hann vísir eisini á, at tað
er innbygt í sáttmálan, at
skipið skal gerast liðugt, og
tað er ikki nakað, sum kann
verða skúgvað til viks.
Tað kann eisini vísast á,
at skipasmiðjan, sum bygdi
nýggju Norrønu, fór í
gjaldssteðg, men tá varð
avtala gjørd um, at Norrøna
varð gjørd liðug.
Sera góð trygd
Hann vísir eisini á, at talan
er um eitt skipasmiðjusam-
tak, sum spanski staturin
eigur og tað skuldi verið ein
hampiliga góð trygd.
– So er ikki okkurt heilt
annað galið, sum vit onki
vita um enn, dugi eg als
ikki at ímynda mær, at hetta
skal fáa nakrar sum helst
avleiðingar fyri bygging-
ina.
Men so leggur hann aft-
urat, at skuldi okkurt annað
verið galið, ivast hann ikki
í, at Skipasmiðjan hevur
skyldu at greiða Strand-
ferðsluni frá tí.
Hann sigur, at annars var
tað ongin loyna, at talan var
um eina skipasmiðju, sum
hevði givið hall. Tað er ein
sannroynd, at tað hevur ver-
ið arbeiðsloysi í Spania
eins og alla aðrastaðni. Tað
er heldur ongin loyna,
spanski statskassin hevur
sprænt pening í skipasmiðj-
una fyri at halda henni
gangandi, eins og føroyski
landskassin so mangan
hevur gjørt.
– Men hatta hevur onki
við nýggja Smyril at gera.
Tað, sum vit tryggjaðu okk-
um, var, at skipasmiðjan
ikki fekk ólógligan stuðul
til nýggja Smyril, sum
kundi elva til trupulleikar
og tað fingu vit trygd fyri
frá okkara ráðgevarum,
sum eru teir fremstu á øk-
inum.
Somuleiðis vísir hann á,
at skipið er komið rættiliga
langt áleiðis.
– Alt tað, sum er gjørt og
goldið,
eigur
føroyski
landskassin. Sostatt eigur
landskassin skipið, sum tað
liggur nú. Harafturat er full
bankatrygd fyri tað, sum er
goldið í forskoti.
Kunnu draga málið út
IZAR- skipasmiðjusamtak-
ið, sum byggir nýggja
Smyril, er ein ovurhonds
stór fyritøka. Talan er um
nýggju skipasmiðjur og
virki runt um Spania. Talan
er um næststørsta skipa-
smiðjusamtakið í Evropa,
og tað níggjunda størsta í
øllum heiminum.
Sostatt er talan um ein
sannan risa, so hóast fýra
milliardir er ein sera stór
upphædd, er tað ikki vist, at
tað fer at enda á skipa-
smiðjuni.
Tað liggur heldur ikki í
kortunum, at peningurin
skal fella til gjaldingar her
og nú.
Reidar Nònfjall ivast eis-
ini í, um Skipasmiðjan utt-
an nakað, fer at góðtaka
eina eyka rokning frá ES
upp á fýra milliardir.
– Tað er væl hugsandi, at
teir fara víðari við málin-
um, so at endaliga avgerðin
sostatt verður drigin út og
tað kunnu saktans ganga
fleiri ár, áðrenn ein endalig
avgerð er fallin, sigur hann.
– Og nýggi Smyril skal
altso avleverast longu um
fimm mánaðir, minnir hann
á.
Leygarkvøldið og
sunnudagin verður
skipað fyri tveimum
áhugaverdum
tónleikatiltøkum í
Atlantis
KONSERT
Tíðindaskriv
Leygarkvøldið
klokkan
21:00 fara næmingar úr
musikkskúlanum í Klaks-
vík at framføra í Atlantis.
Hetta eru næmingar,sum
hava gingið til rytmiska
undirvísing. Næmingarnir
fara at framføra fleiri kend
løg, har ímillum Africa hjá
Toto og Could You Be
Loved hja Bob Marley.
Gestasangarar verða eis-
ini við. Her kunnu vit
nevna Arnfríð Lützen og
Karl Martin Samuelsen,
sum bæði, mangan hava
gjørt vart við seg á føroyska
tónleikapallinum.
Eisini
verður pláss fyri instru-
mentalum
tónleiki
har
næmingarnir fáa høvi at
vísa, hvør dugur er í teim-
um.
Heri Joensen, sum tey
flestu kenna frá rokkbólk-
inum Týr, hevur í vetur
tikið sær av guitarundirvís-
ingini í musikkskúlanum.
Guitarnæmingar hjá honum
fara at framføra nøkur løg.
Har ímillum kunnu vit
nevna Every Breath You
Take, hjá The Police og
Hotel
California
hjá
Eagles.
Talan er sostatt um eina
fjølbroytta konsert, har
tónleikur verður framførdur
til bæði ung og eldri.
Kostnaðurin
fyri
hetta
tiltakið er 60 kr.
Sunnudagin kl 17:00 fer
Stanley Samuelsen á pallin
í Atlantis. Stanley, sum er
búsitandi niðri er í løtuni
heima, og tað hevur eydn-
ast okkum at fáa hann at
framføra í Atlantis. Stanley
hevur fyrr verið at hoyrt í
Klaksvík, eitt nú var hann
við á ábyrgdarafundinum
hjá Norðoya Sparikassa,
sum var í KÍ høllini fyri
einum góðum ári síðani.
Stanley
hevur
drúgvar
royndir innan føroyskan
tónleik. Eitt nú hevur hann
spælt við fleiri bólkum her
heima, áðrenn hann flutti til
danmarkar.
Stanley hevur eisini givið
fløgu út við føroyskum
sangum. Uttan iva er tað
onkur, sum kennist við
sangin Um eg kundi kvøð-
ið, sum javnan er at hoyra í
útvarpinum. Stanley verður
einsamallur á pallinum, har
hann fer at syngja og spæla
guitar. Atgongumerkir á
100 kr. fáast í húsinum ein
tíma undan konsertini.
Tónleikur í Atlantis
– Eg dugi als ikki at ímyndsa
mær, at nakar vandi skal
vera fyri nýggja smyrli, sigur
Reidar Nònfjall, sum var
stóri á Strandferðsluni, tá ið
sáttmálin um skipið varð
gjørdur. Hann sigur, at
Strandferðslan tryggjaði seg
so væl sum yvirhøvur tilber
Fyrradagin vóru tvey
mál fyri í Føroya
Rætti, har tveir ungir
mans vóru ákærdir
fyri brot á lógini um
rúsevnir
RÆTTARMÁL
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað fyrra málið snúði seg
um ein 20 ára gamlan mann
av Argjum, sum í trimum
førum varð skuldsettur fyri
keyp av tilsamans okkurt
um 120 gram av hash. Í tí
fyrstu ákærini var ungi
maðurin skuldsettur fyri at
hava keypt 46 gram av
hashi, harav tey 16 vóru
fyri ein annan mann.
Játtaði seg sekan í
øllum ákærum
Í teirri næstu ákæruni varð
skuldsetti ákærdur fyri at
hava keypt 8 gram av hashi
fyri ein annan persón, og
sum samsýning fyri ó-
makin fekk ákærdi okkurt
um 2 gram av hashi til sín
sjálvs.
Triðja ákærin snúði seg
um, at tann ákærdi saman
við einum øðrum manni
hevði keypt 52 gram av
hashi til egna nýtslu. Tann
ákærdi greiddi frá, at
hashið í flestu førum var
keypt frá sama manni í ein-
ari bygd í miðstaðarøkin-
um, og at prísurin var 125
krónur fyri grammið.
Tann 20 ára gamli mað-
urin játtaði seg sekan í øll-
um trimum ákærum, og
hann tók ikki av tilboðnum
um at fáa ein skikkaðan
løgfrøðing at verja seg.
Ákærin kravdi, at mað-
urin fekk ein treytaðan
fongsulsdóm, millum ann-
að tí at talan var um rættu-
liga stórar nøgdir av hashi,
sum ákærdi hevði keypt, og
eisini var víst til straffi-
attestuna hjá ákærda. Har
stóð millum annað, at tann
20 ára gamli maðurin tvær
ferðir áður hevur fingið bót
fyri brot á lógina um rús-
evnir. Harafturat hevur
hann eisini fingið bót fyri
brot á vápnalógina.
Dómarin í málinum av-
gjørdi at døma ákærda sjey
daga treytaða fongsulsrevs-
ing við einari royndartíð
upp á tvey ár, og ákærdi tók
á staðnum við dóminum.
Fýra ákærur móti 16
ára gomlum
Í seinna málinum um brot á
rúsevnislógina, sum var
fyri í Føroya Rætti týsdag-
in, var ein 16 ára gamal
drongur úr høvuðsstaðnum
ákærdur fyri fýra ymisk
lógarbrot. Í tveimum førum
var drongurin ákærdur fyri
at hava keypt hash, og í
einum føri varð tann 16 ára
gamli ákærdur fyri at hava
ymiskar lutir, ið verða nýtt-
ir í sambandi við hash, so
sum pípa og brúkt staniol.
Tann fjórða ákæran móti
dronginum var um stuldur.
Ungi drongurin var saman
við tveimum øðrum skuld-
settur fyri í oktobur sein-
asta ár at hava roynt at
brotið inn umborð á fleiri
bátum, sum lógu við Skipa-
smiðjuna í Havn.
Drongurin játtaði seg
sekan í tí eina málinum um
keyp av rúsevnum, har
hann varð skuldsettur fyri,
saman við einum øðrum at
hava keypt okkurt um 16
gram av hashi til egna
nýtslu, og eisini játtaði
hann seg sekan í ákæruni
um at hava ymiskar lutir, ið
verða nýttir í sambandi við
hash-nýtslu.
Hinvegin noktaði 16 ára
gamli drongurin seg sekan í
tí einu ákæruni, har hann
varð skuldsettur fyri, sam-
an við einum øðrum, at
hava keypt umleið 25 gram
av hash. Ungi drongurin
segði, at hann hevði verið
saman við einum øðrum, ið
hevði keypt hashið, men at
hann sjálvur ongan part átti
í tí, hóast hin hevði bjóðað
honum burturav.
Tann fjórða ákæran um
stuldur, helt ákærdi verða
púra
burturvið.
Hann
greiddi rættinum frá, at
hann hevði verið á økinum
hjá Skipasmiðjuni hetta
kvøldið, og at hann fygdist
við tveimum øðrum monn-
um, sum fóru umborð á
nakrar bátar. Ákærdi segði,
at hann hevði einki við
hetta málið at gera, og at
hann ikki hevði verið um-
borð á nøkrum báti. Tá ið
frágreiðingin, sum ungi
maðurin hevði givið løg-
regluni sama kvøld, sum
hendingin á Skipasmiðjuni
fór fram, var lisin upp fyri
ákærda, vildi tann 16 ára
gamli verða við, at kludur
var komið í frágreiðingina.
Hann segði, at frágreið-
ingin ikki var í samsvar við
tað, ið hann hevði greitt
løgregluni frá, hóast hann
sjálvur hevði skrivað undir
frágreiðingina, eftir at hon
var gjørd.
Dómarin í sakini móti tí
16 ára gamla gjørdi av, at av
tí at so nógvir leysir endar
vóru í sambandi við nakrar
av ákærunum, varð neyðugt
at útseta málið til einaferð
seinni, tá ið málið væntandi
kann endaliga avgreiðast.
Tvey rúsevnismál í rættinum týsdagin
Ein 16 ára gamal drongur játtaði seg sekan í at hava fleiri amboð, ið verða nýtt í sambandi við
nýtslu av hashi, tá ið málið móti honum var fyri í Føroya Rætti týsdagin.
mynd: Tóra Winther Reinert
C
M
Y
K
3
2
P/F Hotel Hafnia
Tel 31 32 33 · Fax 31 52 50
BARRVØRÐUR
Í HAFNIA LOUNGE
team85
Vit sóknast eftir barrvørði at arbeiða
fulla tíð.
Tað krevst, at tú:
· ert fyrikomandi
· ert álítandi
· hevur góð samstarvsevni
· ert áhugaður at læra nýtt
· ert 18 ár ella eldri
· ert tænastuáhugaður
Altjóða dámur og miðbýarhugni
verða sjóvaði saman í okkara
hugnaligu Lounge, har vit nú
kunnu bjóða tær eitt spennandi
og áhugavert starv.
Michael Jensen ella
Petur Hentze
Meira fæst at vita við at venda
sær til