hósdagur 20. mai 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 95 - 20. mai 2004
Nr. 95 - 20. mai 2004
5
– Men tað er stríggið
at fáa lønsemi burtur
úr hýsuni, tí fiskurin
er rak, og marknað-
urin er veikur, sigur
virkisleiðarin á Fiska-
virking í Miðvági,
Jason Johannesen
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyrst í mai tók kendi og
umtókti
virkisleiðarin,
Jason Johannesen, við aftur
starvinum, sum virkisleið-
ari á Fiskavirking í Mið-
vági. Seinastu árini hevur
hann verið virkisleiðari á
Fiskavirking í Saltangará,
men fyri ta tíð, var hann
fleiri ár á virkinum í Mið-
vági.
Nú er hann so aftur á
gomlum og kendum gøtum.
– Tað er eitt sindur øðr-
vísi at arbeiða her vesturi
enn í miðstaðarøkinum,
sum Skálafjørðurin er, tá ið
ræður um fisk og fiska-
framleiðslu. Í Saltangará
ert nú nærri fiskinum við
ikki færri enn trimum land-
ingarmiðstøðum á eystur-
arminum á Skálafjørðinum.
Meginparturin av fiskinum,
sum virkaður verður her
vesturi á virkinum, kemur í
bili.
Og tó; í síðstu viku løgdu
tveir trolarar veiðina upp í
Miðvági. Hetta eru fyrstu
skipini, sum landa beinleið-
is til virkið, síðan Jason
kom vestur aftur at arbeiða.
Skipini vóru Vestmenning-
ur og Vesturtúgvan, og teir
høvdu eini 110.000 pund í
part.
Meginparturin
av
veiðini var upsi.
Framleiðslan
Jason sigur, at høvuðsfram-
leiðslan á virkinum í Mið-
vági er portiónir úr hýsu og
upsa, harav størsti denturin
verður lagdur á hýsuna.
– Tann parturin av fiskin-
um, sum ikki kann brúkast
til portiónir, fer í blokk.
Virkisleiðarin sigur, at
framleiðslan í Miðvági er
meira kompliserað enn
framleiðslan í Saltangará, tí
meira verður gjørt burtur úr
fiskinum har vesturi.
Hann sigur, at tað er
stríggið at góðska fisk í løt-
uni, tí fiskurin er so óvan-
liga rak, og marknaðurin er
veikur.
– Tað er einki óvanligt, at
fiskurin er meira rak eftir
gýting, men eg haldi, at
hann sum heild er verri fyri
nú, enn hann plagar. Hetta
geldir bæði tosk, hýsu og
upsa, og ringast fyri er tann
fiskurin, sum er innari á
sjónum.
Jason vísir á, at fiskurin
vanliga plagar at fitna aftur,
sum tað líður út á heystið.
– Eg vil siga, at upsin
bleiv feitur aftur, sum tað
leið út á árið, men hýsan
bleiv ongantíð feit aftur í
fjør heyst.
Virkisleiðarin dugir ikki
at meta um, hvør orsøkin er
til, at fiskurin er so illa fyri,
men heldur, at hetta á ein
ella annan hátt hongur sam-
an við føðini.
Støðugt arbeiði
Síðan Jason byrjaði aftur í
Miðvági, hevur støðugt
fiskaarbeiði verið á fiska-
virkinum.
– Vit hava keypt væl av
hýsu frá línubátunum og
upsa frá trolarunum.
Hann sigur, at herfyri
keypti virkið hýsu frá fýra
línubátum, sum løgdu veið-
ina upp á Snodd og Fiska-
marknaði Føroya á Toftum.
– Í løtuni keypa vit
størsta partin av rávøruni
beinleiðis frá skipunum,
sigur hann.
Á virkinum hjá Fiska-
virking í Miðvági arbeiða
eini 60 fólk.
– Vit fara at royna at fáa
hetta at bera til, og eg vóni,
vit fáa tað at »rulla«, sum
hann tekur til.
Jason Johannesen sigur,
at nú heilidagur er hósdag-
in, liggur nakað av fiski
niðurfyri til fríggjadagin.
– Men, sum er, hava vit
ikki nógmikið av fiski inni
til allan fríggjadagin, sigur
hann at enda.
Týskvøldið undir-
skrivaðu Runavíkar
kommuna, Skála
kommuna, Oyndar-
fjarðar kommuna og
Elduvíkar kommuna
undir sáttmála um
samanlegging. Eftir
undirskrivingina, var
hugnaligt borðhald í
Róðrarneystinum á
Glyvrum
SAMANLEGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Við
samanleggingini
í
Sunda kommunu og avtøku
av Skála kommunu, Oynd-
arfjarðar
kommunu
og
Elduvíkar kommunu, verð-
ur samlaða talið av komm-
unum í Eysturoy munandi
minni til komandi bygda-
og býráðsval, sum verður í
heyst.
Týskvøldið var stór sam-
koma í býráðshøllini í
Saltangará, tá ið tær fýra
kommunurnar, sum hava
avgjørt at leggja saman í
eina, undirskrivaðu enda-
liga sáttmálan um saman-
legging.
Teir, ið undirskrivaðu,
vóru
vegna
Runavíkar
kommunu,
Rodmundur
Nielsen,
vegna
Skála
kommunu, Kári Johanne-
sen, vegna Oyndarfjarðar
kommunu, Árni Joensen og
vegna Elduvíkar komm-
unu, Andrias Hammer.
Allir kommunustýrislim-
irnir vóru bodnir við til
undirskrivingina við maka.
L a n d s s t ý r i s m a ð u r i n ,
Jógvan
á
Lakjuni
og
Hilmar
Høgenni,
sum
starvast
á
kommunalu
deildini hjá landsstýrinum,
vóru eisini hjástaddir við
undirskrivingina.
Døgurði
Eftir at formellu tingini
vórðu fingin uppá pláss í
býráðshøllini í Runavík,
varð borðreitt við døgurða í
Róðrarneystinum á Glyvr-
um. Lagt varð fyri við
fiskarætti sum forrætti, og
síðan fingu tey, sum vóru
við til hátíðarløtuna, ein
leskiligan kjøtrætt.
Undir
borðhaldinum,
sang kvinnukórið í Glyvra
kirkju, og Katrin Houland
Petersen spældi á streingir.
Við borðhaldið, vórðu
røður hildnar, og Rodm-
undur Nielsen, býráðsfor-
maður í Runavík, sigur, at
fólk vóru í góðum hýri.
– Øll vóru positiv, og
stemningurin var góður.
Hátíðarløtan í Róðrar-
neystinum byrjaði klokkan
20 og hildið varð á til út
ímóti midnátt.
11 veljast
Rodmundur Nielsen sigur,
at tá ið býráðsval verður í
heyst, skulu 11 limir veljast
í Runavíkar býráð.
Samanleggingin kemur í
gildi, 1. januar 2005, men
samstarvið millum komm-
unurnar er langt síðan byrj-
að.
Nýggjasta kommunan,
sum komin er við í samstar-
við, er Elduvíkar komm-
una.
Longu
kvøldið
eftir
undirskrivingina vóru bý-
og bygdaráðini samlaði í
skúlanum í Funningsfirði
til fundar. Eftir fundin, varð
farið ein rundtúr í Eldu-
víkar kommunu.
– Vit fara at seta ferð á
samstarvið beinanvegin, og
ætlanin er at fáa nógv frá
hondini longu fyri summar-
frítíðina. Longu í kvøld
fara vit at umrøða felags
fíggjarætlanina fyri kom-
andi ár, segði Rodmundur
Nielsen, tá ið vit høvdu
hann í telefonini í gjár.
Í løtuni búgva 3.620 fólk
í Runavíkar kommunu og
hinum trimum kommunum,
sum leggja saman við
Runavíkar kommunu, 1.
januar 2005.
– Men eg dugi illa at
ímynda mær, at
nakað fer at spyrjast
burtur úr hesum, nú
so lítið er eftir av
hesum valskeiðnum,
sigur býráðsformað-
urin
SAMANLEGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein
av
teimum
smáu
kommununum, sum sten-
dur einsamøll, nú fleiri
kommunur í Eysturoy hava
avgjørt at leggja saman, er
Funnings kommuna.
Gjáar kommuna verður
við í Sunda kommunu, og
Elduvíkar kommuna leggur
saman
við
Runavíkar
kommunu. Sostatt kemur
Funnings kommuna geo-
grafiskt at liggja ímillum
hesar báðar kommunurnar.
Vit spurdu Rodmund
Nielsen, býráðsformann í
Runavíkar kommunu, um
tað kann hugsast, at Funn-
ings kommuna eisini fer at
taka avgerð um møguliga
samanlegging við Runavík-
ar kommunu í hesum val-
skeiðnum.
– Tað er torført at siga,
nú hetta skeiðið er liðið so
langt út, men vit kunnu ikki
púrasta útiloka hesum.
Býráðsformaðurin vísir
á, at eitt ávíst samstarv
longu er millum kommun-
urnar, sum nú leggja saman
og Funnings kommunu, eitt
nú í samband við skúlan og
koyring av skúlabørnum.
Rodmundur Nielsen sig-
ur, at enn eru kortini ongar
ítøkiligar ætlanir um sam-
anlegging við Funnings
kommunu, og hann dugir
illa at ímynda sær, at nakað
fer at spyrjast burtur úr
hesum tað, ið eftir er av
valskeiðnum.
– Men kortini kunnu vit
ikki púrasta útiloka hesum
møguleika, sigur hann.
Royna at fáa tað at bera til
Rodmundur ikki av-
vísandi um Funning
Líkt er til, at virksemið á Fiskavirking í Miðvági aftur er komið í eina trygga legu. Eini 60 fólk
arbeiða á virkinum, og arbeitt hevur verið hvønn yrkadag seinastu vikurnar
Mynd: Edvard Joensen
– Tað er eitt sindur øðrvísi at
arbeiða her vesturi enn í
miðstaðarøkinum,
sum
Skálafjørðurin er, tá ið ræður
um fisk og fiskaframleiðslu,
sigur Jason Johannesen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kommunurnar í Eysturoy fækkast
Nógv fólk var samankomið til hátíðarløtuna í býráðshøllini í
Saltangará týskvøldið, tá ið endaligi sáttmálin millum
Runavíkar kommunu, Skála kommunu, Oyndarfjarðar
kommunu og Elduvíkar kommunu varð undirskrivaður
Menn vórðu hvass-
orðaðir, tá Løgtingið
seinasta dagin í hesi
tingsetuni viðgjørdi
uppskotið til sam-
tyktar hjá Jóannesi
Eidesgaard. Her eru
nøkur brot úr
orðaskiftinum.
Hergeir Nielsen, tingmað-
ur: Henrik Old og aðrir
góðir javnaðarmenn tosa
um, at nú skal mann hava
innlit og ávirkan, og so skal
mann taka ábyrgd. Altso:
mann skal fara inn og taka
ábyrgd og ikki kunna av-
gera nakað sum helst. Tað
er tað, ið Føroya Javnaðar-
flokkur stendur her uppi og
sigur í dag. "Innlit og ávirk-
an, so mann kann taka
ábyrgd," søgdu teir. Men at
taka avgerðir, tað er ein
býur í Kina. Tað kunnu
danir og aðrir gera (...)
"Stig á sjálvstýrisleið," sig-
ur John Johannessen. Ja,
einaferð var tað soleiðis í
Onglandi, at teir kjakaðust
um at leggja ferðsluna yvir
í høgrakoyring, og tá kom
eitt ljóst høvd og segði, at
hvat við at taka tað stig fyri
stig og lata lastbilarnar
byrja at koyra í høgru síðu.
Hetta minnir meg nakað
um tað. Vit taka lastbilarnar
yvir í høgru síðu fyrst, og
so fáa vit tann fullkomna
ruðuleikan. Tað er eitt væl-
dokumenterað roknistykk-
ið, sum sigur, at danir hava
spart 40 milliardir krónur
yvir 14 ár fyri at hava brúkt
Føroyar og Grønland sum
bumbumál. Tað er eitt
roknistykki, sum vert er at
hyggja eftir í øllum hesum
her samanhanginum.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður: Málsøkið er enn
eitt felagsmál. Tað er væl
tann munurin millum Her-
geir Nielsen og eitt nú meg
sjálvan, tað er tað, at eg
viðurkenni tann veruleikan,
at tað er eitt danskt máls-
øki. Men tað er ikki for-
bundið nakrar útreiðslur
við tað, at vit fáa innlit og
ávirkan.
Høgni
Hoydal,
ting-
maður: Tað sum er broytt
nú, tað er, at nú góðtekur
Jóannes Eidesgaad, løg-
maður, alt tað sum hann
higartil hevur mótmælt
ímóti, eisini sum tingmað-
ur, nevniliga at avgerðir
verða tiknar yvir høvdið á
Løgtinginum í hernaðar- og
trygdarpolitiskum málum.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður:
Viðvíkjandi
tí
breiðu semjuni. Jú, tað er
rætt, at tað hevði verið
ynskiligt,
men
mínar
royndir higartil í uttan-
landsnevndini vísa, at uttan
mun til hvussu leingi hetta
málið hevði ligið í uttan-
landsnevndini - um tað
hevði ligið nú ein mánað
afturat, tveir mánaðir, eitt
ár afturat, og um øll høvdu
verðið innkallað - so trúgvi
eg ikki uppá, at Tjóðveldis-
flokkurin hevði kunnað
sæð tann politiska veru-
leikan í eyguni alíkavæl, og
hann hevði enn hildið seg
til tað, at dreymurin er nak-
að annað, enn tað sum...
(tíðin farin)
Hergeir Nielsen: Støðan
hjá Javnaðarflokkinum er
ein stór "joke" í hesum
málinum.
Orðaskiftið um trygdarpolitikk
Eivør ummæld
í Svøríki
Heilsufrøðiliga
setir forboð
Ummælarin Bengt Eriks-
son skrivar í Göteborg-
Posten týsdagin tann 6.
apríl, at nýggjasta útgáv-
an hjá Eivør Pálsdóttir er
"fantastisk." Hann gevur
Krákuni fimm út av fimm
møguligum vitum, og fær
Eivørt tískil besta skoðs-
mál frá Benkt Erikson.
Um
Krákuna
skrivar
svenskarin, at útgávan er
"underbart, urskönt, ljuv-
ligt, himmelskt, romant-
iskt, och naturnära."
hkm
Ymisk aliøki kring landið
hava fingið forboð at seta
fisk út. Tað er Heilsu-
frøðiliga
starvsstovan,
sum hevur sett 13 forboð í
verk.
Orsøkirnar
eru
tvinnar: Ov nógv dálking
og vantandi botnkanning-
ar. Átta av forboðunum er
orsakað av ov stórari
dálking, og hini fimm
hava fingið forboð grund-
að á vantandi botnkann-
ingar. Umleið 30 aliøki
eru
tilsamans
kring
oyggjarnar.
hkm
C
M
Y
K
5
4