hósdagur 20. mai 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 95 - 20. mai 2004
Nr. 95 - 20. mai 2004
7
Tað er dýrari at hava
fólk liggjandi á sjúkra-
húsi enn á røktar-
heimi. Tí verður tað
heldur eingin eykaút-
reiðsla at byggja fleiri
røktarheim, heldur
landsstýrismaðurin
við almanna- og
heilsumálum
HEILSUMÁL
Edvard Joensen
Tað liggja ov nógv fólk
óneyðugt á sjúkrahúsi í
Føroyum. Tað er ov dýrt og
heilsuverkið hevði spart
pening, um tey kundu verið
á røktarheimum, har tey
eiga at vera.
Tað sigur Hans Pauli
Strøm,
landsstýrismaður
við almanna- og heilsu-
málum.
Tann einfaldi spurningur-
in er so sjálvandi, hví tey so
ikki eru á røktarheimi held-
ur enn at fylla óneyðugar,
dýrar sjúrkahússengur.
Og líka einfalda svarið er
sjálvandi, at tað er tí, at ov
fá røktarpláss eru í land-
inum.
Men tað verða bygd og
útbygd fleiri heim, skundar
Hans Pauli Strøm sær at
siga.
Men tað hjálpir sjálvandi
einki upp á tann akutta
tørvin, summi fólk alla
tíðina hava, ásannar hann.
Hans Pauli Strøm greiðir
frá, at íløgukarmurin á økin-
um varð lagdur í 2002 og er
galdandi fram til 2005. 19
milliónir eru settar av árliga
hesi árini til at økja um
røktarheimsplássini fyri.
Tey plássini, tosað verður
so nógv um, ið eru á veg,
muna einki her og nu, sigur
Hans Pauli Strøm. Tørvurin
er nógv størri enn so. So
tað skilst á honum, at hann
metir hetta sum eitt stór-
mál, ið eigur at fáa høgan
prioritet.
Summi mál eru meira
reglubundin enn onnur,
sum verða pressað fram,
júst tá, tey eru aktuell, sigur
Hans Pauli Strøm.
Tað er ikki skrivingin,
sum verið hevur júst um
dagarnar, sum ger, at hetta
nú verður tikið fram, sigur
hann.
Men tað er greitt, at slík
skriving vísir á nøkur heilt
akutt mál, sum vit ikki eiga
at ignorera, sigur landsstýr-
ismaðurin.
Sjúkrahús dýrari enn røktarheim
Tað er dýrari at hava fólk, sum eiga at vera á røktarheimi, liggjandi á sjúkrahúsi heldur enn á røktarheimi. Tað er tað, sum
hendir í Føroyum í dag. Tí verður tað eingin meirútreiðsla, at byggja røkarheim og flyta fólk til umstøður, sum eru teimum
verdugar, sigur landsstýrismaðurin við almanna- og heilsumálum
Arbeiðið við at skipa
sjúkraflutningin í
Vágum gongur rætta
vegin, sigur lands-
stýrismaðurin við
almanna- og heilsu-
málum. Pengar eru
játtaðir á fíggjar-
lógini, og bíðað verð-
ur nú bara eftir teim-
um praktisku
tingunum
SJÚKRAFLUTNINGUR
Edvard Joensen
Vágar: Tað nærkast eini
endaligari loysn á málinum
um
sjúkraflutningin
í
Vágum. Pengar eru játtaðir
á fíggjarlógini til fyrsta
hálva árið, og nú er eftir at
staðfesta endaligu skipan-
ina fyri, hvussu vaktirnar
skulu skipast.
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður, sigur, at málið
nú liggur hjá leiðsluni á
Landssjúkrahúsinum, sum
skal finna ta endaligu
vaktarskipanina,
sum
flutningurin úr Vágum skal
røkjast eftir.
Samband hevur verið við
Vága
Bjargingarfelag,
sigur Hans Pauli Strøm.
Felagið veit av, at máli nú
verður loyst, sigur hann.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at í ár eru játtaðar
350.000,- krónur til sjúkra-
flutningstænastuna
í
Vágum. Hetta er galdandi
fyri eitt hálvt ár og kemst
av, at fíggjarlógin varð so
seint samtykt. Men í ram-
tíðini verður hetta talið tað
dupulta, sigur Hans Pauli
Strøm.
Tann skipanin, sum mest
hevur verið helt til í hesum
sambandi, er at fimm
portørar verða fast knýttir
at
sjúkraflutninginum.
Hesir hava tilknýti til Vága
Bjragingarfelag,
sum
umsitir
flutnignin
fyri
Landssjúkrahúsið.
Sjúkraflutningurin
við
bili umfatar nú allar bygdir
í Vágum. Í vikuni var
sjúkrabilurin fyri fyrstu
ferð í Gásadali eftir einum
sjúklingi.
Sjúkraflutningurin avgreiddur
Málið um sjúkraflutningin í Vágum er nú avgreitt politiskt. Í løtuni arbeiðir sjúkrahúsleiðslan
við endaligu vaktarskipanini, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður við almanna- og
heilsumálum
Fleiri umsókn-
ir liggjandi
Umsókn er send Almanna- og heilsumálaráðnum um út-
bygging av ellisheiminum í Vágum. Umsóknin verður við-
gjørd í næstum, verður sagt av Almanna- og heilsumála-
ráðnum
Almanna- og heilsu-
málaráðið hevur
fleiri umsóknir um
bygging og
útbygging av
røktarheimum liggj-
andi
RØKTARHEIM
Edvard Joensen
Vágar: Ein av fleiri um-
sóknum um útbygging av
røktarheimum í Føroyum,
er um útbygging av Ellis-
og avleimisheiminum í
Miðvági.
Kristian Árnason á Al-
manna- og heilsumála-
ráðnum, váttar, at um-
sóknin er komin til ráðið,
og at Felagskommunan í
Vágum hevur góðkent
umsóknina.
Hendan umsóknin ligg-
ur nú saman við fleiri øðr-
um og bíðar eftir viðgerð,
sum verður innan fyri ein
mánað ella so, væntar
hann.
Umsóknin úr Vágum er
ikki við á einum lista,
sum landsstýrismaðurin
nýliga hevur fingið, sigur
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður við almanna-
og heilsumálum.
Verklagslógin á fíggjar-
lógini, sum almenni part-
urin av røktaheimsbygg-
ingini verður fíggjaður
eftir, gongur fram til 2005
og er upp á 19 milliónir
árliga hesi árini.
Tó hevur landsstýris-
maðurin rætt til at broyta
hetta, og tað verður hann
helst noyddur til, um nak-
að munagott skal gerast
fyri at nøkta tann tørv, ið
er, skilst úr Almanna- og
heilsumálaráðnum.
Umsóknin úr Vágum til
at sleppa at byggja upp í
Ellis- og avlamisheimið í
Miðvági, umfatar bygg-
ing av 13 búplássum. Ætl-
andi skal byggjast upp í
verandi bygning út móti
Giljanesi.
Hvør Hanus og Janus
í Skotlandi spælir golf
og forvinnur landið
80 milliardir krónur
um árið frá golfítrótt-
ini. Ísland er tað land-
ið, sum hevur flest
golfbreytir uppá
fólkatalið og er tað
ein støðugt vaksandi
inntøkukelda í ferða-
vinnuni. Verða golf-
breytir gjørdar í Før-
oyum kann hetta eis-
ini fáa týdning fyri
búskapin. Tað heldur
Janus Norðberg, sum
er farin til Skotlands
at fáa sær útbúgving
innan golføkið
NÝGGJAR INNTØKUR
Jan Müller
Janus Norðberg, sum er
kendur
frá
føroyskum
vinnulívi, fyri at hava roynt
eitt sindur av hvørjum og
hava verið ígongdsetari til
mangt, gjørdi herfyri av at
velja sær eina heilt nýggja
og óvanliga lívsleið, nevni-
liga at útbúigva seg sum
golfinstruktør við støði í
eini
bachelorútbúgving,
sum gevurhonum førleikan
at standa fyri eini golfbreyt.
Hóast golfítróttin er nýggj
her á landi, so sær hann
møguleikar fyri eini menn-
ing, sum eisini kann koma
búskapinum til góðar.
Nógva
aðrastaðni
í
heiminum og ikki minst her
rundan um okkum, hjá
okkara næstu grannum, eitt
nú Skotlandi og Íslandi,
hevur golfspælið fingið ta
virðing og tann status, sum
tað eigur, heldur Janus
Norðberg fyri. Her er tað
ikki bert ein ítróttargrein –
tað er eisini ein stór inn-
tøkukelda til samfelagsbú-
skapin og heldur Janus
Norðberg, at hetta kundi
eisini verið ein gongd leið
hjá okkum føroyingum, nú
tosað verður um at fáa bú-
skapinum fleiri bein at
standa á.
Menna ferðavinnu við
golf
– Vit eru ein lítil tjóð og
hava leingi bara havt fiski-
vinnuna at standa á bú-
skaparliga. Men tað hevur
altíð verið eitt ynski hjá
føroyingum at fáa fleiri
bein at standa á, og seinastu
árini hevur nógv verið
tosað um ferðavinnuna,
sum hitt nýggja beinið.
Sjálvur haldi eg, at golf-
ítróttin kundi verið ein týð-
andi liður í at menna ferða-
vinnuna.
Janus Norðberg leggur
aftrat, at tað í einum áliti,
sum er gjørt um ferðavinn-
una herfyri, verður víst á
stóra týdningin, sum golf
hevur í øðrum londum, og
at vit eiga at læra av hesum
royndum og tí eiga at rað-
festa golf hægri, eitt nú vit
at byggja nýggjar golf-
breytir, útbúgva fólk at taka
sær av hesum ol.
Sjálvur søkti hann søkti
oljufeløgini um at fáa
stuðul av pengunum til før-
leikamenning, til eina út-
búgving í Skotlandi við tí
endamáli at kunna standa
fyri eini golfbreyt og eisini
undirvísa. Støðan í Før-
oyum í dag er tann, at her er
eingin verulig golfbreyt,
og tí hevur verið arbeitt við
at fáa eina slíka. Enn er ikki
komið á mál, men arbeitt
verður framvegis við hes-
um. Janus Norðberg heldur
tað er umráðandi, at vit
hava fólk at standa fyri slík-
ari, um hon verður veru-
leiki, hvat hann ikki ivast í.
Janus Norðberg sigur, at
gerst ein oljuvinna veru-
leiki her heima, so er greitt,
at mong útlendsk oljufólk
fara at leita henda vegin,
ikki bert ti arbeiðis men
eisini at halda feriu saman
við familjuni, og tað er ein
sannroynd, at teimum dám-
ar sera væl at spæla golf.
Støðan hevur so eisini verið
tann, at tey oljufólk, sum
hann hevur tosað við og
sum eru komin henda veg-
in, spyrja, hvussu umstøð-
urnar eru at spæla golf. –
Høvdu vit eina breyt her, so
hevði eitt nú hvør tann ein-
asti oljumaður, sum kemur
til Føroya í sambandi við
leiting eftir olju, havt sína
golfkø við. Eisini onnur
ferðafólk høvdu tikið væl
ímóti slíkum tilboð.
Ikki ríkmannaítróttur
Janus Norðberg vísir á, at
golf ikki longur er elitu- og
ríkmannaítróttir, sum tað
var áður. Í dag er golf eisini
tann ítróttargreinin í heimin-
um, sum hevur størstu
framgongdina. Og at keypa
sær eina kø kostar minni
enn at keypa sær einar fót-
bóltsgaggur. Tær mást tú
skifta út javnan, meðan
golfkøina hevur tú fyri lívið.
Hyggja vit at granna-
londunum, so er golf tjóð-
arítróttin í Skotlandi. Har
spælir hvør Hanus og Janus
golf. Kanska heldur ikki so
løgið, tí tað er úr Skot-
landi, at hetta spæl stavar.
Tað var einastaðni í 1470
talinum, at golf varð upp-
funnið í Skotlandi. Í dag
eru meira enn 500 golf-
breytir í Skotlandi, og inn-
tøkan landið hevur frá hes-
um breytum eru 80 milli-
ardir krónur. Sagt verður, at
ein ferðamaður, sum spælir
golf, leggur 3 til 4 ferðir so
nógv eftir seg sum ein
"vanligur" ferðamaður. Tað
er í hesum umhvørvinum,
at Janus fær sína útbúgv-
ing. Ísland er eisini sera
populert golfland. Ísland
hevur 60 golfbreytir og
hevur harvið flestu golf-
breytir pr. íbúgva í heimin-
um. Fólk leita sær úr øllum
heiminum til Íslands at
spæla golf, tí part av árin-
um er ljóst 24 tímar um
samdøgrið, og tað dámar
summum, sum spæla 24
tímar út í eitt.
Atfinningar
Eftir at tað kom fram, at
Janus Norðberg hevði søkt
um stuðul til útbúgving
sína frá pengunum, sum
verða latnir til førleika-
menning, hildu einstakir
tingmenn fyri, at tað var
skeivt at lata oljuførleika-
pengar til slíkt endamál, og
teir hildu tað vera rætt at
endurskoða reglurnar fyri
at lata oljupengar til før-
leikamenning.
Hvat sigur hann so til
kritikkin. Janus Norðberg
vísir á, at tær 200.000 kr.
hann hevur fingið í stuðuli
eru bert 0,3 promillu av tí
samlaða stuðulinum frá
oljufeløgunum, sum upp-
runaliga var 80 mill. kr.
Sjálv útbúgvingin kostar tó
nógv
meira,
umleið
600.000 kr. og má hann út-
vega sær restina aðrar vegir
eitt nú við at hava arbeiði
eftir skúlatíð. Hann byrjaði
útbúgvingina í fjør, og Jan-
us fær sítt fyrsta prógv í
summar. Útbúgvingin verð-
ur so ikki liðug fyri enn í
2006. Talan er um fulltíðar-
lestar í Bornoch, nær In-
verness i Skotlandi. Har eru
tvær golfbreytir, sum teljast
millum heimsins 15 bestu.
Bitin av golf
Men hví valdi Janus so
henda vinnuveg og út-
búgving?
– Tað er sum við øllum
øðrum, tú verður bitin av tí.
Men mær dámar so eisini
væl at seta nakað í gongd.
Eg legði til brots og tíbetur
metti Oljufyrisitingin eis-
ini, at hetta var í tráð við
reglarnar at lata pengar til
førleikamenning.
Annars var í 2001 gjørt
eitt álit um langtíðarpolit-
ikk á ferðavinnuøkinum í
Føroyum, har golf verður
nevnt sum ein framtíðar
gongd
leið.
Ferðafólk
krevja eitt sindur meira enn
fríska luft og ein busstúr
norðureftir. Tey vilja eisini
sleppa at vera virkin, og her
er golf so ein góður møgu-
leiki. Tú er virkin, tú
stressar av og tú stuttleikar
tær óført. – Vónandi síggja
vit fleiri enn tann eina
golfvøllin í Føroyum. So
hetta er spennandi bæði
sum ítróttargrein og sum
vinnuvegur.
Oljufólkini
Umframt at golf kann vera
til stórt gagn fyri føroy-
ingar og ferðafólk, sum
koma henda vegin, so er
Janus Norðberg er rættiliga
vísir í, at verður olja funn-
in, og vit fara at fáa nógv
oljufólk henda vegin, so
fara tey øll somul at hava
sína golftasku við. Fólki
nýtast ikki eitt heilt lið at
spæla við. Tú kanst spæla
einsamallur. So golf er ein
ítróttargrein sum passar
væl fólki, sum koma at ar-
beiða í oljuvinnuni. Tað eru
so royndirnar alla aðra-
staðni.
Longu tá fyrsta útbjóðing
var, vóru tað fleiri oljufólk,
sum høvdu útgerðina við
og spældu í haganum, har
golfspælararnir húsast í
dag, á Vatnaskørðum. Jan-
us heldur tó ikki, at hetta
økið egnar seg og tí verður
roynt at finna øki til nýggj-
an vøll. Tað er so eisini við
í langtíðarætla unum hjá
Tórshavnar Býráð at leggja
plass av til eina golfbreyt.
Tosað verður um Hoyvíks-
hagan sum ein møguleika.
Janus Norðberg sigur at
enda, at vit hoyra oftani
politikarar siga, a vit mugu
hava fleiri bein at standa á
vinnuliga og ikki bara
fiskivinnu og aling. -Um
tað verða brúktar 200.000
kr. at stuðla einum møgu-
ligum alternativum vinnu-
vegi uppá longri sikt, so
kann hetta geva ‘ nakað
positivt aftur til landið. So
tað er ikki rætt, tá menn
uttan at seta seg inn í tað,
kolldøma tað uppá forhond.
Janus Norðberg:
Kunnu gera golf til vinnuveg
Janus Norðberg er sjálvur virkin golfspælari. Nú fær hann útbúgving í Skotlandi at undirvísa øðrum og at standa á odda fyri
eini møguligari framtíðar golfbreyt í Føroyum.
Mynd Jens K Vang
C
M
Y
K
7
6