Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mai 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 95 - 20. mai 2004 Nr. 95 - 20. mai 2004 9 – Politiski myndug- leikin torir ikki at skapa umstøður fyri eini gravandi, avdúk- andi og kritiskari pressu í Føroyum, og tigandi og tilvitað er hetta politiska semja teirra, sigur Jóhann Mortensen, tíðinda- leiðari í Útvarpi Føroya FJØLMIÐLAR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Í útgávu 6. mai kastaði Sosialurin ljós á vantandi trúvirðið kring føroysku fjølmiðlarnar við støði í partapolitiskum og vinnu- ligum áhugamálum millum leiðslur og eigarar. Eftir eini rundferð varð niður- støðan, at trúvirðið ikki er nøktandi, tí føroyski tíð- indamóttakarin hevur orsøk at seta spurnartekin við tíð- indaflutningin, t.d. tá miðil viðgerð egnan arbeiðsgev- ara ella annað bakland. M.a. var Útvarp Føroya sum partvís almennur loft- miðil umtalaður, og víst var á, at leiðslan í ÚF ikki setti trúvirðið í hásætið orsakað av luttøku í bæði vinnulig- um og politiskum virksemi. Framleiðslan skapar trúvirðið Jóhann Mortensen, tíðinda- leiðari í Útvarpi Føroya, heldur, at spurningurin um trúvirði í føroyska fjøl- miðlaheiminum kann finn- ast aðrastaðni enn bert í leiðslu- og ognarviðurskift- um, hóast hetta sambært honum eisini kann vera ein trupulleiki. Fyrst og fremst vísir Jóhann Mortensen á, at fyribrigdið trúvirði eigur eisini at vera tengt at og mált út frá sjálvari fram- leiðsluni og ikki vigað við støði í uttanfyristandandi viðurskiftum kring fjøl- miðlarnar. – Tað er produktið sjálvt, sum skapar trúvirðið, og um produktið vísir seg at standa sína roynd, er undir- ornað, hvør er eigari og hvat annars hendir kring ein miðil, sigur Jóhann Mortensen avgjørdur. Hann heldur tað ikki vera rætt bara at fokusera á annað enn sjálva framleiðsluna, og um journalistiskur inte- gritetur vísir seg at vera í hásæti, eigur ein miðil sam- bært honum ikki at vera dømdur orsakað av øðrum viðurskiftum. – Tað er sjálvsagt rætt, at tá leiðslur hava tilknýti til onnur áhugamál, kann tað elva til, at onkur setur spurnartekin við trúvirðið, men uppá longri sikt skal trúvirðið verða grundað á sjálvt úrslitið, miðlarnir borðreiða við, sigur Jóhann Mortensen. Tíðindaleiðarin í Útvarpi Føroya heldur eisini, at politisk og vinnulig áhuga- mál bert er ein partur av teimum viðurskiftum, sum kunnu seta trúvirðið í vanda, fyrst og fremst tí vit liva í so lítlum samfelagi, har persónligt tilknýti eisini ger seg galdandi. – Vit liva í einum, sum danir nevna tað, »fætter- og kusinesamfelagi«, har journalistar javnan viðgera mál, sum teir á ein ella annan hátt hava tilknýti til, t.d. sosialt, átrúnaðarliga, arbeiðsliga, familjuliga o.s.fr., og við hesum í huga er tað ov avmarkað bert at fokusera á politikk og vinnulív, heldur tíðinda- leiðarin. Hann leggur aftur- at, at júst á hesum øki kem- ur integriteturin inn í myndina, har journalisturin skal vera førur fyri ikki at blanda viðurskiftini saman, og skal sjálvt úrslitið síðani vigast uttan mun til, hvør hevur framleitt. Journalistar eru eisini borgarar Spurdur, um hetta ikki bert eru undanførslur, og um tað yvirhøvur er nøktandi og kann góðtakast, at fjøl- miðlaleiðslur og fjølmiðla- fólk alment arbeiða við øðrum áhugamálum, sum kunnu skaða trúvirðið og ávirka tíðindaflutningin, er grundleggjandi sjónarmið- ið hjá tíðindaleiðaranum í ÚF, at demokratiski rættur- in at luttaka í samfelags- gongdini ikki kann takast frá einum persóni, bert tí hann er journalistur. Hetta heldur Jóhann, hóast hann ásannar, at avleiðingin kann vera skert trúvirði. – Eg haldi ikki, at grund- leggjandi borgararættindini kunnu verða tikin frá einum tíðindamanni, so hann ikki hevur loyvi at luttaka í pol- itiskum, átrúnaðarligum, vinnuligum ella øðrum virksemi, so leingi hetta ikki sæst aftur í tíðinda- flutningi hansara, sigur Jóhann Mortensen. Hann vísir enn einaferð á týdn- ingin av at hyggja at sjálv- um úrslitinum í staðin fyri uttaru umstøðum. Talan er í veruleikanum um eitt klassiskt og aftur- vendandi kjak, og í Dan- mark eru leiðarar í fjøl- miðlaheiminum ymiskir á máli um, í hvønn mun journalistar kunnu luttaka í samfelagsgongdini uttan fyri yrkið teirra. Chefred- aktørurin á virda tíðinda- blaðnum Information, David Trads, er sera víð- gongdur í síni áskoðan um, at ein journalistur við virð- ing fyri síni uppgávu ikki eigur at luttaka í nøkrum samfelagsligum áhugamál- um, líkamikið um talan er um politikk, átrúnað, um- hvørvi o.s.fr. David Trads hevur m.a. sagt, at ein journalistur við virðing fyri sínum arbeiði sum óhefti og kritiski samfelagsins varðhundur enntá ikki eigur at vera limur í t.d. Amnesty International, tí hann veit jú ongantíð, um hann knapp- liga skal viðgera sín egna felagsskap, ella um hansara áhugamál kunnu ávirka journalistiska arbeiði hans- ara. Hinvegin heldur t.d. Lis- beth Knudsen, tíðindaleið- ari á Danmark Radio, at tíðindafólk saktans kunnu luttaka í øðrum áhugamál- um, sum ikki eru tengd at journalistiska yrkinum, so leingi hetta ikki sæst aftur í tíðindaframleiðsluni, og tað er hetta sjónarmið, Jóhann Mortensen í ÚF umboðar. Stóri spurningurin er, hvussu ein journalistur, sum er virkin í áhugabólki, felagsskapi ella fyritøku, yvirhøvur kann verða óheftur, vísa journalistisk- an integritet og ikki lata seg ávirka, um hann knappliga skal arbeiða við máli, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hevur tilknýti til tað, hann er partur av. – Um viðkomandi journ- alistur er nóg seriøsur og professionellur, megnar hann at vera óheftur, og um hann ikki megnar hetta, hevur hann einki at gera á eini redaktión, slær tíðinda- leiðarin í ÚF fast. Í áðurnevndu grein í Sosialinum varð útvarps- leiðslan nevnd sum dømi um leiðslu, sum er virkin í bæði politikki og vinnu. Jóhann Mortensen hevur onga viðmerking til henda spurning, men sjálvur valdi hann at taka seg úr Suður- streymoyar Javnaðarfelag, siga seg frá sum blaðstjóra á Ábyrgdaranum hjá Før- oya Sparikassa, umframt at hann er farin úr nevndini fyri Húsalánsgrunnin. – Hetta var so mín avgerð sum tíðindaleiðari í ÚF, men eg meti sum sagt ikki, at tað er skeivt at luttaka í samfelagsgongdini, so leingi tú ert óheftur í tínum arbeiði, slær Jóhann Mor- tensen fast. Tíðindaleiðarin leggur tó dent á, at hann ikki metir tað vera hósk- andi, at ein landspolitikari ger tíðindi. Politikarar kúga Jóhann Mortensen vísir á, at tað er rætt, at føroysku fjølmiðlarnir eru bæði ov ókritiskir og ikki nóg óheft- ir, hóast tað fyri hansara viðkomandi støðugt verður strembað fram ímóti hesum. – Vit síggja alt ov ofta, at føroysk tíðindafólk lata seg ávirka og enntá misnýta, har sjónarmið hjá politikar- um, fyritøkum o.s.fr. verða førd fram uttan ein atfinn- andi spurning, og portiónin av kritiskari hugsan er av- gjørt ov lítil í fjølmiðlun- um, sigur Jóhann Morten- sen. Men júst her kemur áskoðanin til sjóndar hjá tíðindaleiðaranum í ÚF. Hann heldur, at hóast redaktiónirnar ynskja krit- iskan tíðindaflutning, hava tær í seinasta enda ikki um- støður og fíggjarligu ork- una, og tað er í hesum høpi, at vantandi politiski viljin kemur inn í myndina. – Á ársins fíggjarlógar- uppskotið er eingin pening- ur játtaður til rakstur til før- oysku loftmiðlarnar, vísir Jóhann á. Hann undirstrik- ar, at uttan nakað fíggjarligt grundarlag hevur hvørki útvarpið ella nakar annar miðil møguleika at fram- leiða kritiskan journalist- ikk, tí hetta krevur tíð og harvið pengar, sum ikki eru tøkir. Jóhann Mortensen nevnir, at útvarpið vegna vantandi pening ikki hevur ráð at seta fólk av til veru- ligt research, og hann ivast ikki í, at nógvar avdúkingar um óreglusemi høvdu og skuldu komið fram í ljós- mála, um miðlarnir høvdu fingið nøktandi karmar at arbeiða undir frá politikar- unum. Trýst frá sponsorum Men vantandi almenni pen- ingurin elvir sambært Jóh- ann ikki bert til tíðinda- flutning uttan neyðugu góðskuna, men eisini til eitt vandamikið trýst á miðl- arnar frá vinnuligum virk- semi, sum kann seta habilitetin í vanda. – Umframt útvarpsgjald- ið royna vit at fáa pening gjøgnum lýsingar og eydnuspøl, og í onkrum føri frá sponsorum, og hetta kann verða meiri enn nakað annað vandamikið fyri trú- virðið, sigur tíðindaleiðarin í ÚF. Hann spyr, hvussu út- varpið ella sjónvarpið kann vera avdúkandi og atfinn- andi mótvegis eini fyritøku, sum júst hevur valt at lata sponsorpening til onkra útvarps- ella sjónvarps- sending. – Um ein miðil hevur eina góða sponsoravtalu við Føroya Tele, SMS, At- lantic ella FK, er spurning- urin, hvussu miðilin kann hava ein kritiskan tíðinda- flutning móti somu fyri- tøku, um tað gerst neyðugt, sigur Jóhann Mortensen. Hann heldur, at tað kann vera ein orsøk at seta spurnartekin við trúvirðið, um tað liggur í bakhøvd- inum hjá tíðindamaðanni, at hann ikki má fornerma spornsorfyritøku, hóast redaktiónin altíð roynir at stremba móti óheftni. – Alt hetta botnar í sama trupulleika. Høvdu vit fing- ið neyðuga peningin játtað- an frá politiska myndug- leikanum, høvdu vit ikki havt fyri neyðini at vinna pening gjøgnum sponsorar og lýsingar, og so høvdu vit heldur ikki havt henda trupulleikan, vísir Jóhann á. Tíðindaleiðarin vísir víð- ari á ítøkiliga málið um al- mennan stuðul til blaðút- bering, sum verður veittur alla aðrastaðni kring okk- um, men sum føroyskir politikarar ikki enn hava verið villigir til. – Hetta er enn eitt dømi um, at føroyskir politikarar ikki vilja fremja neyðugu tiltøkini til tess at menna fjølmiðlarnar, slær Jóhan fast. Ein annar líknandi trup- ulleiki er lønarlagið til tíð- indafólk, sum ikki er ser- liga høgt. Tá so journalistar fáa tilboð at skriva fyri ymiskar fyritøkur og gera lønt PR-arbeiði, er freist- andi hjá journalistum at taka ímóti hesum tilboðum, og so ger sami trupulleikin aftur um seg við samarbeiði millum journalistar og fyri- tøkur. – Í Danmark verður syrgt fyri, at tíðindafólk fáa nóg høga løn til, at slík tilboð frá vinnulívi ikki gerast freistandi, men í Føroyum taka journalistar ímóti hes- um tilboðum við fíggjarlig- um vinningi fyri eyga, og hetta er aftur ein meinbogi fyri trúvirðið, vísir Jóhann Mortensen á. Samanumtikið heldur hann, at øll hesi viðurskifti botna í sama trupulleika, sum er vantandi peningur frá politiska myndugleikan- um. – Politiski myndugleikin torir ikki at skapa umstøður fyri eini gravandi, avdúk- andi og kritiskari pressu í Føroyum, og tigandi og til- vitað er hetta politiska semja teirra, sigur Jóhann Mortensen. Hann metir tað passa politikarunum fínt, at vit hava eina minni sterka pressu uttan neyðugu um- støðurnar at liva upp til ein veruligan fjølmiðil við eftirliti, og á henda hátt er talan sambært Jóhann Mor- tensen um reina vanvirðing frá politikarum móti fjøl- miðlunum. – Nú fíggjarlógin varð samtykt, skar meirilutin játtanina til digitalisering hjá Útvarpinum og Sjón- varpinum. Hetta ger tað upp aftur trengri. Er hetta tilvitað frá politiskari síðu eftir at avdúkandi journal- istikkur fekk politiskar avleiðingar í vetur, spyr Jóhann Mortensen. Fjølmiðlarnir gjørt sítt Spurdur, um tað ikki fyrst eru fjølmiðlarnir, sum skulu prógva sítt virði og vísa, at teir hava flutt seg og skulu takast í álvara, er Jóhann Mortensen greiður. – Eg havi verið virkin í fjølmiðlaheiminum í 25 ár, og føroysku fjølmiðlarnir hava í hesum tíðarskeiði tikið seg fantastiska nógv fram og flutt mørk, slær tíðindaleiðarin fast. Hann heldur, at føroyska pressan á henda hátt langt síðani hevur prógvað sítt virði og sín vilja, og tí er tað nú upp til politikararnar at vísa, at teir eisini vilja menna fjøl- miðlarnar og rætta teir skeivleikar, sum enn eru. – Øll eru samd um, at ein vælvirkandi fjølmiðlaheim- ur er ein fortreyt fyri sonn- um fólkaræði, og føroysku politikararnir taka als ikki fólkaræði í álvara við vant- andi virðingini fyri fjøl- miðlunum, endar tíðinda- leiðarin í Útvarpi Føroya. Føroyskir politikarar vanvirða pressuna – Tað er produktið sjálvt, sum skapar trúvirðið, og um produktið vísir seg at standa sína roynd, er undirornað, hvør er eigari og hvat annars hendir kring ein miðil ” – Eg haldi ikki, at grundleggjandi borgararættindini kunnu verða tikin frá einum tíðindamanni, so hann ikki hevur loyvi at luttaka í politiskum, átrúnaðarligum, vinnuligum ella øðr- um virksemi, so leingi hetta ikki sæst aftur í tíðindaflutningi hansara ” – Vit síggja alt ov ofta, at føroysk tíð- indafólk lata seg ávirka og enntá misnýta, har sjónarmið hjá politikar- um, fyritøkum o.s.fr. verða førd fram uttan ein atfinnandi spurning, og portiónin av kritiskari hugsan er av- gjørt ov lítil í fjølmiðlunum ” – Uttan nakað fíggjarligt grundarlag hevur hvørki útvarpið ella nakar annar miðil møguleika at framleiða kritiskan journalistikk, tí hetta krevur tíð og harvið pengar, sum ikki eru tøkir ” – Um ein miðil hevur eina góða spon- soravtalu við Føroya Tele, SMS, Atlan- tic ella FK, er spurningurin, hvussu miðilin kann framleiða kritiskan tíð- indaflutning móti somu fyritøkum ” – Øll eru samd um, at ein vælvirkandi fjølmiðlaheimur er ein fortreyt fyri sonnum fólkaræði, og føroysku politikararnir taka als ikki fólkaræði í álvara við vantandi virðingini fyri fjølmiðlunum ” – Eg havi verið virkin í fjølmiðlaheiminum í 25 ár, og føroysku fjølmiðlarnir hava í hesum tíðarskeiði tikið seg fantastiska nógv fram, flutt mørk og harvið prógvað sítt virði og sín vilja, sigur Jóhann Mortensen, tíðindaleiðari í Útvarpi Føroya, sum saknar politiskan vilja til framhaldandi menning C M Y K 9 8