hósdagur 20. mai 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 95 - 20. mai 2004
Nr. 95 - 20. mai 2004
11
Støðan í Miðeystri gerst støðugt vandamikl-
ari, og hon gevur terroristafelagsskapum
gróðrarbotn sum ongantíð fyrr. Uttan mun til
hvat hendir og ikki í Irak, so er tað í veru-
leikanum hendingarnar í Ísrael og teimum
palestinsku økjunum har, sum hótta heims-
friðin og sum kunnu elva til uppaftur størri
terrorvirksemi í Vesturheiminum.
Herfyri fýltust fyrrverandi diplomatar í Bret-
landi at rikna politikkinum hjá Blair ella rætt-
ari, tørvandi politikkin í málinum um pale-
steinar og ísraelar. Teir mettu, at Blair er alt
ov eftirgevandi fyri Bush og hansara nærum
apatiska politikki, tá tað viðvíkur viður-
skiftunum í Ísrael og Palestina.
Nú frætta vit so, at ísraelar pulverisra hund-
raðtals hús og heim hjá palestinum í Gaza, og
at fleiri túsund ósek menniskju eru uttan tak
yvir høvdið. Ísraelar vilja hesum gera av við
militantar palestinar og forða teimum at fáa
vápn úr Egyptlandi. Spurningurin er so bara,
hvat við teimum óseku. Mannarættingafólk
kalla ísraelsku gerðinar fyri fólkamorð og
grundleggjandi brot á mannarættindini.
Nú um dagarnar hoydu vit ein av leiðandi og
hóvligu leiðarunum fyri arabisku ligaina
siga, at líka mikið hvat hendir í Irak, so er tað
væntandi amerikanski áhugin og líkasælan at
fáa frið millum ísraelar og palestinar, sum er
størsta hóttanin í dag.
Hetta er júst sama grundgevingin vit hava
hoyrt leiðandi Alqeitalimir geva, tá tosað
verður um, hví teir fremja sínar atsóknir. So-
leingi USA og Vesturheimurin lata vera við at
leggja trýst á ísraelsku stjórnina at loysa
kreppuna har, fara atsóknir móti hesum lond-
um at halda fram. Bíðað verður bara eftir,
hvat næsta stóra atgerðin fer at bera í sær. Ein
kann rokna við tí ringasta, nú EM í fótbólti
verður ella OL í Grikkalandi.
Tí má ST uppí og spæla ein størri leiklut
bæði í Ísrael og í Irak.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
ST má uppí
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Helgi Abrahamsen
Hósdagin 13. mai høvdu
tveir blaðmenn á Sosialin-
um roknað seg fram til, at
100 dagar vóru farnir síð-
ani ABC-samgonga var
skipað, og í tí sambandi
varð gjørt upp, hvat sam-
gongan hevði fingið burt-
urúr.
Tað at fjølmiðlar fylgja
við, hvat ein samgonga fær
av skafti, haldi eg vera í
fínasta lagi, men samstund-
is vil eg eisini siga, at tað er
umráðandi, at viðgerðin er
saklig, og best hevði verið
um allir flokkar og allar
samgongur vórðu viðgjørd
nøkunlunda eins.
Tíverri má eg siga, at
umrøðan sum landsstýrið
fekk í Sosialinum 13. mai
var ikki saklig, og pástand-
irnir vóru illa grundaðir.
Ein samanbering
Um vit samanbera teir
fyrstu hundrað dagarnar hjá
sitandi
samgongu,
við
fyrstu hundrað dagarnar hjá
undanfarnu
samgongu
(sum hvørki Sosialurin ella
nakar annar fjølmiðil gjørdi
nakað burturúr), so sær
samanberingin soleiðis út:
Løgtingsval var 30. apríl
2002.
Samgonguskjalið
varð undirskrivað 6. juni,
og hevði táverandi sam-
gongusamstarv sostatt vart
í 100 dagar tann 14. sep-
tember 2002. Innan henda
dagin vóru tvey nýggj
aðalstýri sett á stovn, ein
nýggjur aðalstjóri var settur
í starv og ein annar var á
veg.
Bert tvey uppskot
Frá 6. juni til 14. september
2002 legði táverandi lands-
stýri einans tvey lógarupp-
skot fyri tingið. Annað var
ein eykajáttanarlóg og hitt
var uppskot um áseting av
fiskidøgum. Tað vil siga, at
í báðum førðum var talan
um uppskot, sum lands-
stýrið sambært lóg var
tvingað at leggja fyri ting-
ið.
Restin av landsstýrinum
(seks landsstýrisfólk og
løgmaður), vóru framvegis
ikki komin í tingið við so
mikið sum einum uppskoti,
tá 100 dagar vóru farnir.
Kortini høvdu fimm stórar
ósemjur verið í samgong-
uni, sum beinleiðis høvdu
hótt samgongusamstarvið,
men ikki eitt kritiskt orð
var at síggja í Sosialinum
um alt hetta tann 14. sep-
tember 2002.
Men 13. mai 2004 finnst
Sosialurin at sitandi lands-
stýri, tí nú verður ikki nóg
nógv gjørt, fyri at spara
aðalráð og stjórar burtur
aftur,
sum
undanfarna
landsstýri kom við. Men
tað løgnasta av øllum er, at
funnist verður eisini at
samgonguni, fyri at hava
sett bara ein landsstýris-
mann at umsita almanna-
og heilsumál. Hetta halda
blaðmenninir vera ov lítið,
og ein má spyrja seg sjálv-
an, hvat blaðmenninir vilja
? Ætla teir at økja talið av
landsstýrismonnum, sam-
tíðis sum talið av aðalráð-
um skal minka ?
Nýggja landsstýrið
Sitandi landsstýri hevur
100 teir fyrstu dagarnar
lagt 21 uppskot fyri tingið
(17 lógaruppskot, 3 upp-
skot til samtyktar og 1 upp-
skot til ríkislógartilmæli)
(hetta er meira enn tíggju
ferðir so nógv, sum undan-
farna landsstýri hevði lagt
fram, tá tað hevði sitið í
100 dagar). Talið av lands-
stýrismonnum og aðalráð-
um er minkað við tveimum,
meðan tað hjá undanfarna
landsstýri var økt við sama
tali.
Hetta er hóast alt ikki so
gali.
Viðgerð av landsstýris-
fólkum
Sosialurin viðgerð ikki
bara samgonguna undir
einum, men einstøku lands-
stýrismenninir og løgmað-
ur verða eisini viðgjørdir
persónliga. Tað verður ov
drúgt at gjøgnumganga alt
her, so eg velji at taka eitt
dømi burturúr rúgvuni.
Um Bjørn Kalsø verður
sagt, at LEYSATÍÐINDI
vilja vera við, at hann fram-
vegis sópar undan neytum
og undirvístir børnum á
Syðradali, tí maðurin er
ikki at finna í pressuni.
Høvdu blaðmenninir gjørt
sær ómak at tosað við
landsstýrismannin áðrenn
teir skrivaðu hesar reglur-
nar, so kundi hann kanska
greitt teimum frá, at hann,
áðrenn hann gjørdist lands-
stýrismaður, var seyða-
bóndi (tað vil siga, tað
slagið av bónda, sum ikki
sópar undan neytum), og at
hann eisini var lærari í
Klaksvík (og ikki á Syðra-
dali).
Eg skilji væl, at bløðini
sum komu út um næstsein-
asta aldamót onkuntíð vóru
noytt at brúka vendingar
sum "graml er um…", ella
"menn vilja vera við…", tí
við tátíðar samskiftismøgu-
leikum var ikki lætt at fáa
tíðindini váttaði. Men at
eitt tíðindablað í 2004 skal
fáa seg til at skriva at
"leysatíðindi vilja vera
við…", bara tí at blað-
menninir ikki tíma at kanna
eftir, um tíðindini eru sonn
ella ikki, er undir alt lág-
mark. Eg skilji heldur ikki
hví Bjørn Kalsø verður
lastaður fyri, at hann ikki er
so ofta at síggja í pressuni,
tí mær vitandi eru tað tíð-
indafólkini einsamøll sum
avgera, hvør sleppur í
pressuna.
Óheft tíðindablað ?
Onkur sigur at Sosialurin er
óheft tíðindablað meðan
onkur annar sigur at hann
er málgagn hjá Javnaðar-
flokkinum. Hvat av hesum
er rætt, skal eg ikki taka
dagar ímillum, men hós-
dagin 13. mai má eg við-
ganga, at Sosialurin var
hvørki javnaðarblað ella
óheftur.
John S. Myllhamar
Havi gjøgnum nógv ár
roynt at fingið onkran at
lýsa hugtakið: mentan, men
havi ikki fingið tað inn í
høvdið.
Nú kom so mentanar-
deildin í SvF einum til
hjálpar við familjusending-
in Cassiopeia, ið send verð-
ur klokkan átta sunnukvøld,
tá foreldur, børn, ommur og
abbar sita saman framman
fyri skíggjanum. Naivu
offrini, sum drigin vóru inn
í sjónvarpstovuna, skuldu
lýsa hugtakið kultur. Niður-
støðan var, at føroysk ment-
an er: Kynsvilla, móta-
klæðir, grøðing, sex, spá-
konur, neytalundir og und-
irbuksur.
Ríkur kulturur, má sigast.
Fyrstu 100 dagarnir í Sosialinum
Cassiopeia lýsir føroyska mentan
At ferðast í Føroyum,
er eitt stórt átak, sum
ferðaráðið nú er farið
undir. Nýggjasti fald-
arin er júst útkomin,
og hann er um at
súkkla í Føroyum
Eydna skaale
eydna@sosialurin
Herfyri
fingu
Føroyar
triðju virðislønina sum
besta ferðamál. Grundgev-
ingin fyri hesum heiðuri,
var gongufaldarin, sum
vísir á og greiðir frá 14
gongutúrum í haganum
ymsastaðni í landinum.
Væl verður greitt frá hvørj-
um einstøkum túri, bæði
hvussu tungt er at ganga,
uml hvussu langa tíð túr-
urin tekur og hvat útsýni er
á túrinum. Fremst í fald-
aranum verða góð ráð givin
um hvussu tú skalt bera teg
at úti í náttúruni. Ein mynd
er frá hvørjum túri. Eisini
er lítil mynd av kortinum
yvir økið har gingið verður.
Á kortinum er merkt akku-
rát hvar túrurin gongur.
Talmerkt er, har okkurt
serstakt er á leiðini, t.d. um
tú skalt vera serliga ansin
ella minnast til at sneiða
inn á eina aðra gøtu.
Súkkla
Og nú er so eisini næsti
faldarin komin. Hann er
bygdur á sama hátt sum
tann fyrri, men hesin snýr
seg
um
súkklutúrar
í
Føroyum.
Túrarnir eru býttir upp í
fýra torleikastig, alt eftir
hvussu langar og brattar
brekkur eru á vegnum.
Kunningin um túrarnar er
eisini í hesum faldaranum
sera góð og myndirnar eru
avbera vakrar.
So tað er bara at herja á,
út at njóta landið samstund-
is sum tú fært rørt tær
kroppin eitt sindur.
Ung sýna
gávurnar á
stjørnubreyt
Sangur og dansur.
Rockur og klass-
iskt. Kór og popp-
ur. Vikuskiftið
bjóðar eitt sindur
til øll, tá ið før-
oyskur ungdómur
aftur prógvar,
hvussu gávuríkur
hann er
STJØRNUBREYT
Tíðindaskriv
Leygardagin
og
sunnudagin fara evna-
rík ungfólk at vísa síni
kynstur á palli í Norð-
urlandahúsinum. Talan
er um ung stjørnuskot,
ið royna seg sum so-
listar og í bólki. Mill-
um tey kendastu eru
Jóannes Lamhauge, ið
fekk gjøgnumbrot sum
Jósef í sangleikinum
um litfagra dreyma-
kotið,
og
Brandur
Enni, ið longu hevur
verið heimskendur í
Føroyum leingi. Men
tað vera so nógv onnur
á palli í fyrstu stjørnu-
breytini, sum Tórs-
havnar Musikkskúli,
Tórshavnar Kvøld- og
Ungdómsskúli, Føroya
Musikkskúli og Norð-
urlandahúsið í felag
skipa fyri. Talan er um
eitt fjøltáttað tiltak har
høvi verður síggja og
hoyra solosang, kór,
rock, popp, klassiskt
og dans.Stjørnubreytin
2004 er eitt spildurnýtt
tiltak,
sum
verður
roynt fyri fyrstu ferð,
men ætlanin er, at
hetta verður eitt aftur-
vendandi
høvi
hjá
evnaríkum ungum at
royna seg á palli.Á
skránni hesaferð eru:
Kamilla
Ravnsfjall,
Konni Kass Jacobsen,
Heini Gilstone Ander-
sen, Benjamin Peter-
sen, Mia Káradóttir,
Heiðrun
Petersen,
Blásarakvintettin,
Dávur Juul Magnus-
sen, Break Dance og
Paradox. Húsorkestrið
er
Pauli
Poulsen,
Bjarni Lisberg, Bárður
Poulsen
og
Búgvi
Jónleifsson.Stjørnubre
ytin 2004 verður leyg-
arkvøldið 22. mai kl.
19.30 og sunnudagin
23. mai kl. 16. Tey, ið
skipa fyri vegna stovn-
arnar,
eru
Sigrið
Sivertsen, Jónleif Jen-
sen og Steintór Ras-
mussen.
Livar Nysted úr
Hvannasundi vann
búmerkjakappingina
hjá Hvannasunds
kommunu
BÚMERKJAKAPPING
Hvannasunds
Kommuna
samtykti fyri nøkrum mán-
aðum síðani, at Kommunan
skuldi hava eitt búmerki.
– Endamálið við búmerk-
inum er, at vit vilja gera
Hvannasunds
Kommunu
sjónligari, vit vilja profilera
kommununa, so tað lættliga
skal síggjast, hvør komm-
una talan er um, vit vilja
vísa, at vit eru stolt av okk-
aru kommunu, sigur Júst
Poulsen,
borgarstjóri
í
Hvannasundi.
Inn komu 121 búmerkir
frá 18 luttakarum.
Í lýsingini til búmerkja-
kappingina stóð millum
annað, at búmerki kundi
hava eina ávísa staðarlýs-
ing, Hvannasunds Komm-
una kundi vera ein partur
av búmerkinum, búmerkið
skuldi kunna kennast í bæði
stórari og lítlari útgávu og
at tað skuldi kunna nýtast
ígjøgnum fax. So tað stóð
hvørjum einstøkum luttak-
ara ógvuliga frítt, at koma
við uppskotum til búmerki.
– Niðast í lýsingini kunn-
aðu vit í stuttum um
kommununa, soleiðis at øll
høvdu somu fortreytir fyri
at koma við uppskoti til eitt
búmerki, sigur Júst Poul-
sen.
Til at vegleiða bygdar-
ráðnum vað sett ein trí-
manna nevnd við fólkum
við ymiskum fortreytum.
– Hendan nevdin er kom-
in við einum tilmæli til
bygdarráðið um júst hettar
merkið. Myndaevnið á bú-
merkinum er norður gjøg-
num Sundið. Har sæst
Sundalandið og Oyralandið
og byrgingin, sum knýtur
saman bygdirnar. Byrging-
in er teknað sum ein bátur
og ímyndar fiskivinnuna
sum vit liva av, sigur Júst
Poulsen.
Hvannasunds Kommuna fingið búmerki
Myndaevnið er norður
gjøgnum Sundið. Vit síggja
Sundalandið, Oyralandið og
byrgingina, sum knýtur
saman bygdirnar. Byrgingin
er teknað sum ein bátur og
ímynhdar fiskivinnuna, sum
fólkið livir av
Júst Poulsen handa Livari Nysted kekkin upp á 8.000 kr fyri at hava teknað búmerkið til
kommununa
Ferðaráðið komið við nýggjum faldara
Fjúrtan túrar eru í
faldaranum og teir
eru væl merktir á
kortinum
Góð ráð verða eisini
givin, hvussu tú bert
teg at í náttúruni
C
M
Y
K
11
10