Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mai 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 95 - 20. mai 2004 Nr. 95 - 20. mai 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Í Fuglafirði er tað nokk eingin, sum veit, hvat ið stóð skrivað í stjørnunum, tá ið Hanna og Theodor norðuri í Búð fingu son tann 22. mai 1944. At hann var kærkomin er onki at ivast í, tí pápin, Theodor, var sjómaður av teim allar frægastu. Hann leitaði um fjarar sjónar- ringar longu sum ungur, og mongu søgurnar um hansara sjómansdygdir hoyra í dag til tann partin av sjósøgu okkara, sum næstan hevur ein mytisk- an dám yvir sær. Mamm- an, Hanna, var hin stillfar- andi og vísa heimakonan, sum úr Oyndarfirði hevði borið so mangt hittinorðið við sær, at hon átti eitt serligt munnheld til at kalla hvørt lívsins fyri- brigdi - gamalt mergjað mál, sum Frits týðiliga hevur tikið til sín sum part av lívsbarlastini. Jú, Frits hevur fingið góðan førning við sær longu í vøgguni. Sum smádrong minnist eg hann mest sum ein eitt sindur hyldligan ribbald, har hurlivasi altíð var rundan um. At hesin hurlivasi var innilæstur skapanarhugur, visti eg ikki fyrr enn seinni, tá ið eg slapp upp í part í sera hugnaligu ófyriskipaðu kvøldsetunum, har vit - uttan at hugsa um klokku ella tíð - kundu sita nátt- ina á tamb og tala og hug- leiða um alt og onki. At hoyra Frits práta um Aristoteles og Sofokles, sum vóru teir bara smáir parentesar millum Ansa- stovumenn og Billustovu- menn og allar hinar, sum slitið høvdu durahellurnar í oyndfjarðartúni, var altíð hugtakandi. Sum barnaárini liðu bleiv tað meirra og meira greitt, at bygdin í Fritsi átti ikki bara ein listin lærdan ribbald, men eisini ein hugfarsligan heim- speking og listarliga væl útbornan listarmann á fleiri økjum, sum á ein natúrligan hátt dugdi at sveima í ríka heimi sínum og koma niður aftur til okkum jarðbundnu við avrikum sínum uttan at bróta seg sundur. Frits er so við og við blivin til tað multitalentið í landi okkara, sum fólk ikki altíð skilja, men øll eru góð við. Hann er kringur við orðinum, hann dugir at seta tað upp í rútmu og rím, hann dugir at seta teir tónarnar til orð síni, sum júst fáa teimum tað flog, teimum tørvar, hann setir litir á lørift og fær trænum júst ta telging, sum gevur hvørjum kvisti og hvørji lynd tað lív, sum bert hann, ið er góður við tað, hann fæst við, megn- ar. Ein maður segði við meg nú ein dagin, tá ið prátið datt inn á Frits, at hann hevði bara ein feil, og tað var, at hann var lærari. Hann skuldi heldur havt brúkt alla sína tíð til listina. Men her dugdi eg ikki at vera samdur; tí júst gjøgnum lærarayrki sítt er tað, at Frits hevur avrikað so ómetaliga nógv við sínum kveikjandi sinna- lagi og ósjálvsøkna lyndi. Í nógvum bygdum kring um í landi okkara vita vit, at mangt av tí, ið hendir, hongur uppi við nøkrum fáum menniskj- um, sum vit eru so heppin at eiga í millum okkum. Í Fuglafirði eiga vit Frits, um vit hugsa um, hvat ið hendir á listarliga økinum. Rætt er, at fleiri onnur eru; men høvdu mong av teimum váða sær upp á ’listarpallin’, um Frits ikki stóð teimum við lið? - Jú, kanska onkur - men flestu av hesum stillu talentum høvdu ikki váð- að hetta, um Frits ikki var "lokomotivið", sum dró alt hetta góða eftir sær. Í slóð tíni, Frits, er í dag ein aldingarður av alskyns fagururtum innan mangt av tí, ið bylgist innan før- oyska listaheimin í dag. Takk fyri, at tú nú í ein mansaldur hevur átikið tær gartnarayrkið í lista- heimi okkara, og at tú so mangan hevur givið okk- um ein listarligan himmi- ríkisglotta í gráa gerandis- degi okkara. Verð heilsaður á seksti- ára degnum við øllum góðynskjum um lív og gróður á mongu listar- beitum tínum. PM Til Frits Johannesen á hansara 60 ára degi Viðhvørt tá myrkrið lýsir fagurt reytt, og dagsins glæma enn í eystri drálar, tá síggi eg, tú stendur har og málar og gandar litir út á tín palett. Tú sært hitt bleika tám, ið sjónligt grør úr moldum, og sum onnur ikki síggja, sum treður ljósins dansir millum skýggja og varpar litir á ta myrku jørð. Tú eigur landsins ljóð í tíni sál og hugur tín er havsins ríka mál, ið aldur bera inn at svørtum strondum. Tað sigst, at alt er gloymt um hundrað ár, men stjørna tín skal lýsa bjørt og klár sum fjálgir litir undan tínum hondum. Alexandur Kristiansen gjár, mikudagin 19. mai, fylti Ebba Andreassen í Havn 50 ár. Hon er sjúkra- systir og arbeiddi inntil fyri ikki so langari tíð síðani á endoskopideildini á Lands- sjúkrahúsinum. Ebba er ættað úr Klaks- vík. Hon er dóttir Fíu og John Høj. Hon er elst av trimum systkjum. Hini eru Jógvan og Joan, sum bæði búgva í Klaksvík. Í 1977 varð Ebba liðug at læra til sjúkrasystir í Havn- ini. Stutt eftir flutti hon til Århus at búgva. Maðurin, Jens Andreassen í Ullvøru- húsinum, sum hon varð gift við í 1975, las á lærda háskúlanum í Århus, har tey búðu inntil fyrst í 1985. Meðan tey vóru í Århus, arbeiddi Ebba á Kommunu- hospitalinum og seinni á einum røktarheimi í grannalagnum, har tey búðu. Jens hevur so ofta tikið til, hvussu stórur stuðul Ebba hevur verið honum. Ikki minst tey árini tá ið hann las í Århus. Eftir at Ebba og Jens komu aftur til Føroya at búgva, hevur hon umframt á endoskopideildini arbeitt á psykiatriskari deild og á barnadeildini á Lands- sjúkrahúsinum og eisini á hvíldarheiminum. Í frítíðini er Ebba sera aktiv. Henni dámar væl at fáast við handarbeiði, hon gongur høgt upp í sang og tónleik, og heimið hjá henni og Jensi í Javnagøtu er altíð víðopið, og har kemur nógv fólk á gátt at njóta hugna og blíðsskap. Ebba og Jens eiga fýra børn. Kirstin, sum er gift Høgna Hammer úr Havn- ini, lærir til sjúkrasystir í Keypmannahavn. Tey eiga tvey børn - Lea og Levi. John, Rakul og Sára eru saman við foreldrunum uppi í Javnagøtu 1, har tað er opið hús hósmorgunin. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæra kona mín Maria Holm Marstein, andaðist á Lágargarði mánadagin 17. mai, 76 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Ebenezer í dag kl. 14.00 Vegna tey avvarðandi Hákun Tey,ið vilja minnast Mariu,kunnu lata eina gávu til barnalegurnar á Zarepta,konto í peningastovnunum. Til Frits á seksti ára degnum Ebba Andreassen 50 ár Ebba saman við yngstu dóttrini, Sáru Brúdleyp Leygardagin 22. mai kl. 13.00 giftast í Ebenezer Synnøve Hatlehol av Vatne, Noreg, og Danjal av Rana úr Havnini. Veitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Dagurin 20. mai. Angelica. Teir kenna onga halga konu við hesum navni. Gongutúrur Norður á Skarð Veðurgudarnir háttaðu sær ikki nóg væl seinasta sunnudag, so ætlaða ferðin hjá Norðoyar Kunning- arstovu norð á Skarð varð avlýstur varð tá avlýstur. Komandi sunnudag 23. mei er so ætlanin at herja á aftur. Farið verður til gongu frá bygdarhúsinum í Haraldsundi klokkan 13.00 stundisliga. Tekning til ferðina fer fram á Kunningarstovuni. Ferðaleiðarar verða Andras Sólstein og Jógvan Pauli í Kongsstovuni. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tað eru summi fólk, sum fylla meir í lívi tínum enn onnur, fólk sum onkurs- vegna altíð og allastaðni eru til staðar. Vóru tey ikki, ja, so vantaði okkurt. Tey mestsum hoyra til og eru vorðin ein partur av lívinum, av bygdarmynd- ini. Og viðhvørt hugsar tú eisini, hvussu hevði verið, um hesi fólkini ikki vóru millum okkum; tað hevði gjørt lívið fátækari bæði so og so. Frits er eitt av hesum fólkunum, sum við sínum skaldsliga og listar- liga anda hevur ríkað ikki bara okkara bygd, men alt landið við sínum evnum at vera til. Her er av sonnum eitt menniskja, sum við sínum tokka til alt livandi og sínum fjálga humori hevur gjørt gerandisdagin lættari og litríkari hjá bæði stórum og smáum. Tann 22. mai fyllir Frits Johannesen 60 ár, og hóast árini siga sum er, er hann enn líka spelkin sum fyri tjúgu árum síðan. Hvønn leygarmorgun er hann at síggja í svimjihylinum, har hann leggur pensjonistun- um lag á og sjálvur svimur sínar obligatorisku tíggju longdir. Og fara vit oman í bygdina, so er Frits har sum ein snælda, ið vindur dagsins fjølbroyttu litir upp á seg, ella, er veðrið til vildar, sæst hann í neyst- inum, har báturin stendur og bíðar og ynskir seg út á fjørðin at flóta. Frits er føddur tann 22. mai 1944 í Fuglafirði, sonur Theodor Johannesen úr Fuglafirði og Johannu f, Anthoniussen úr Oyndar- firði. Hann er giftur við Alexandru f. Hansen úr Fuglafirði og eiga tey tveir synir: Theodor Erling og Jóhan. Frits tók lærara- prógv á Føroya Lærara- skúla 1967 og hevur verið lærari í Fuglafirði síðan tá. Hann var á ársskeiði á DHL 1978-79, har hann serliga legði seg eftir at læra meira um tónleik og sang. Í 2000-01 var hann aftur á ársskeiði, har máln- ingalistin var høvðusfakið. Frits hevur eisini roynt segt sum politikara; árini 1976 - 84 sat hann í Fugla- fjarðar bygdaráð, bæði skeiðini sum varaborgar- stjóri og seinna skeiðið eisini sum formaður í mentanarnevndini. Annars er Frits virkin sum kórleiðari. Síðan 1980 hevur hann stjórnað Fuglafjarðar gentukóri, og síðan 1984 Fuglafjarðar sangkóri. Eisini hevur hann stjórnað Fuglafjarðar manskóri í mong ár. Víða hevur hann ferðast við sínum kórum, og hevur serliga gentukórið verið væl móttikið, har tað hevur vitjað. Minnist ser- liga fagnaðin tað fekk á Noregsferðini í 85. Har varð sungið bæði í kirkj- um og úti í guðs fríu náttúru; serliga tann frálíka konsertin í Troll- haugen var eitt upplivilsi, sum seint verður gloymt. Og ikki bara tað. Har var so nógv annað. Sum altíð, tá ið Frits er við. Niðri í fjøruni varð sungið. Blikastilt var vatnið, meðan tónarnir hjá Grieg og Moe vundu seg upp millum trækrúnurnar og mestsum spældu sær í tí bjørtu summarnáttini. Og so gongutúrarnir hetta sama árið, har Frits sum altíð var tað savnandi punktið. Skaldskapur og tónleik- ur og list vóru felagsnevn- arin. Har vórðu yrkingar siteraðar og har vóðru sangir sungnir. Og í hesum norsku skógunum kendu vit okkum sum berarar av tí list og tí skaldskapi, sum átti ræsur so víðar, at vit fataðu tað ikki. Eisini í Fuglafjarðar hornorkestri hevur Frits verið virkin, og var hann við til at stovna tað í 1969. Men tað, sum hann ser- liga er kendur fyri, er sum listamálari. Í 1969 fekk hann í lag málningafram- sýningina á Varmakeldu, og hevur hon verið fastur táttur øll árini síðani. Og hevur hann sjálvur luttikið hvørja ferð. Eisini aðrastaðni hevur hann sýnt sínar málningar fram, bæði í Danmark, Noreg, Svøríki og Týsklandi. Seinast hann sýndi fram var í listaskálanum í apríl mánað í ár. At Frits er fjølbroyttur í sínum virki, er einki yvir at dylja. Umframt tað, sum longu er nevnt, at hann er virkin innan tónleik og málningalist, er hann eis- ini vertskapsmaður av teim frægu. Og tær røður hann kann halda, sjálvandi uttan handrit, eru at meta sum besta undirhald, ein kann hugsa sær, og ofta eru tær eisini merktar av einum hugsandi og filo- sofiskum anda. Av meira ítøkiligum úr- slitum av hansara arbeiði kann nevnast, at hann hevur prýtt suðursíðuna á Mentanarhúsinum við ein- um stórum málningi, og vitjar ein skúlan í Fugla- firði, so síggjast allastaðni bíløt og høggmyndir, sum hann hevur gjørt saman við næmingunum. Og so ikki at gloyma teir sangir, sum hann hevur yrkt og umsett, og sum hava verið sungnir av kór- unum, hann hevur stjórn- að. Serliga ein hevur sett seg fastan í minnið, tað er sangurin, hann hevur gjørt til Fuglafjørð og sum er so sera góður at syngja. Hann er yrktur til lagið: Der går en dans på Sunnanø. Tá ið ein maður er so fjølbroyttur, sum Frits er, so er tað næstan sjálvsagt, at onkur sær virði í tí stóra arbeiði, hann ger. Og hev- ur hann eisini fingið við- urkenning fyri sítt arbeiði. Fyri nøkrum árum síðan fekk hann Mentanarvirð- isløn landsins. Og tað er ikki ein og hvør, sum fær hana. At enda fari eg at ynskja tær tillukku við teimum seksti og mong happa- drúgv árini enn. Alexandur Kristiansen Í dag, hósdagin 20. mai, fyllir Áki Dimon í Trongi- svági 70 ár. Áki 70 ár, ja er tað bara ikki heilt ótrúligt, at tíðin skal rasa so skjótt avstað. Men hetta er jú tað, sum vit øll mugu sanna, tá ið tey árini eru løgd afturum. Nú er tað næstan við sorg- blídni, at vit, sum eru blivin 68 - 70, hoyra børn og ung grenja um, hvussu seint tíðin gongur. Men soleiðis er, og hevur tað nokk altíð verið. Vit báðir komu at kenn- ast og blivu vinmenn longu í 1955. Tað fyrsta mann staðfesti var, at hann var ikki hvør sum helst. Hann var ein vakur og sjarmerandi unglingi, og var ein, sum javnaldrar sóu upp til. Hann hevði persónligheit, og eingin, sum kennir hann í dag kann mæla ímóti, at allar hesar eginleikarnar hevur hann enn. Tað er sjáld- samt, at ein persónur varð- veitir sín lívsfrískleika so leingi sum Áki, og blívur við at hava tann spelkna smádrongin og ungdómin í sær. Tað er fáur sum hann, sum hevur hetta sinnalagið altíð at fara undir eina og hvørja uppgávu við slíkum bjartskygni og trúgv uppá, at tað letur seg gera. Men treytirnar fyri, at allar tær mongu uppgávur og áhugar, sum fylla lívið hjá Áka, eru sjálvandi eisini viðføddar gávur og evni at leggja til rættis. Við eitt sovorðið høvi, sum tá ið ein fyllir hálv- fjerðs, koma oftast minnir fram frá teimum ungu árunum. Í okkara føri er tað kanska heldur ikki so løgið, tí tann tíðin, vit høvdu mest saman var nettupp í ungdóminum innan fyri eitt tíðarbil uppá eini tíggju ár. Vit høvdu so nógv saman bæði í bø og haga og á sjógvi og landi, eisini burtur í øðrum londum. Fyri mær var tað størsta, vit upplivdu sam- an, túrurin ígjøgnum Europa í 1957 á motor- súkklum. Tað er ikki langt frá, at vit vóru fyrstu før- oyingarnir, sum koyrdu so langan túr í útlondum uppá júst tann mátan. Eg skal ikki siga tað heilt vist, men eg haldi tað. John bróður sáli og eg høvdu manga hugnaliga løtu tá ið vit prátaðu um og mintust tær mongu spennandi hendingarnar á hesum langa túri, bæði í álvara og gaman. So skiltust okkara vegir, hóast tað ikki varð so langt ímillum. Tú vart verandi á Tvøroyri, og eg fór til Havnar. Eg minnist tað heilt ótrúliga góða vina- lagið, sum var ímillum teg, Signar, Jenis, Lilleba og meg, og so eisini tá ið John bróður kom aftur niðri frá. Tað vinalagið var nakað heilt fyri seg, tí vit vóru allir so hjartaliga vælkomnir inni í heim-un- um hjá hvørjum øðrum. Foreldrini hjá okkum tóku altíð væl ímóti okkum, og høvdu altíð tíð til eina góða diskusjón um mong viðurskifti afturvið einum drekkamunni. Tey vóru góð við okkum, og tóku okkum í álvara og við virðing, hóast ættarlið var ímillum. Àki, eg eri altíð glaður um at hava kent teg øll hesi árini, og ikki minst takksamur fyri, at tú fekk lív í meg aftur eftir svimji- túrin við strondina í San Sebastian á sinni. Hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Vónandi fáa vit onkra hugnaløtu aftrat inni við Rangá ella á Tanganum, ella vit fara onkran túrin saman í Suðuroynni ella aðrastaðni, eitt nú á motorsúkklunum. Eg ynski eisini Jonny, børnunum og abbabørn- unum tillukku við tær. Vinarlig heilsan Thomas kal Áki Dimon 70 Fjølbroyttur listarmaður C M Y K 13 12