hósdagur 20. mai 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 • hósdagur • 20. mai 2004 • 78. árg.
Bilstøðin Auto í Havn
býður seg nú fram við
einum hýruvogni til 8
ferðandi og lyftu til
koyristól, sum eisini
er væl egnað til
barnavogn
LYFTUBILUR
Nú ber til hjá teimum sum
sita í koyristóli at ringja
eftir einum hýruvogni, nær
tað skal vera. Bilstøðin
Auto í Havn hevur fingið
ein nýggjan hýruvogn til
endamálið.
Tað er Eyðbjartur Dan-
ielsen sum eigur bilin.
Talan er um ein Toyota
Hiace til 8 ferðandi við
lyftu til koyristól ella
barnavogn. Ein barnavogn-
ur kann koyrast inn í bilin
uttan at takast sundur.
Bilurin kann eisini brúkast
til onnur endamál
Bilurin skrásettur sum
hýruvognur – ikki sum
minibussur.
Auto hevur nú hýruvogn-
ar til 4, 6, ella 8 ferðandi.
Fríggjadagin 14. mai
fekk kendi gullvinn-
arin í svimjing, Heidi
Andreasen av Eiði, ein
nýggjan Peugeot 206
HDI frá P/F Mein-
hardt Arge. Saman
við bilinum fekk hon
eisini blómur frá
bilasøluni
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hjá P/F Meinhardt Arge
bleiv meira enn vanligt
gjørt
burturúr
seinasta
fríggjadag, tá Heidi An-
dreasen fekk ein nýggjan
Peugeot 206 HDI.
Heidi býr í Havn, nú hon
gongur á Føroya Studenta-
skúla í Hoydølum, og svim-
ur við Havnar Svimjifelag
sjey ferðir um vikuna. Í løt-
uni venur hon til Para-
lympic leikirnar, sum verða
í Athen í september.
Tá vit spurdu Heidi, hví
hon hevur keypt sær ein
dieselbil, sigur hon, at
bilurin verður brúktur til at
koyra við í skúla og til
svimjing, og tá hon fer
norður til Eiðis at vitja
foreldrini. Hon kemur at
koyra nógvar kilometrar, og
ein dieselbilur í hesi stødd-
ini brennur ikki nógva olju.
Páll Danielsen, sølumað-
ur hjá P/F Meinhardt Arge,
sigur, at Heidi hevur verið
við til at seta Føroyar á
heimskortið
við
sínum
góðu úrslitum í svimjing,
og hon er eitt gott umboð
fyri okkara land í altjóða
høpi.Vit eru fegnir um at
selja henni bilin, og tað
vilja vit gjarna markera.
Gongur væl
hjá Honda
Tað gongur gott hjá
japansku Honda verk-
smiðjuni. Tá roknskap-
urin bleiv gjørdur upp í
mars, høvdu teir eitt
yvirskot upp á 21,7
milliardir krónur. Hetta
var ein vøkstur uppá
25,9 prosent í mun til í
fjør. Honda er heimsins
størsti
motorsúkklu-
framleiðari
Kelda: Motor Magasinet
Hyundai
fram um
Toyota
Seinasta kvalitetsrap-
portin frá kenda ana-
lysustovninum, J. D.
Power & Associates í
Kalifornia gevur Hy-
undai betur karakter
enn Toyota. Lexus,
sum aftur í ár vóru
bestir, vóru ikki við í
hesi rapportini
Kelda: P/F Meinhardt Arge
Panda og
Punto selja
væl
Tað gongur betur hjá
stóru italsku Fiat-bil-
konsernini, undirskotið
fyrsta kvartal í ár er
1,44 mill. kr. í mun til
5 mill. kr. í fjør. Or-
søkin er at sølan av Fiat
Punto og Panda, sum
bleiv kosin ársins bilur
í Evropa, hevur gingið
sera væl
Kelda: Motor Magasinet
Heidi Andreasen nýggjan Peugeot 206
Auto við nýggjari tænastu
Eyðbjartur Danielsen við nýggja Toyota Hiace til 8 ferðandi og lyftu til koyristól, barnavogn o.l.
Páll Danielsen, sølumaður
hjá P/F Meinhardt Arge,
handar her bilin, ein Peugeot
206 HDI, saman við einum
blómutyssi til Heidi
Andreasen
Mynd: Magnus Gunnarsson
15
14
Nr. 95 - 20. mai 2004
Bókadeild Føroya
Lærarafelags hevur
givið út tríggjar bøk-
ur, smábarnabókina
Djóragarðurin hjá
Villa eftir Yves Got,
barnabókina Gula
ballónin eftir Char-
lotte Demantos, og
bókina til størri børn
Úlvanátt í Berar-
denga eftir Bjørn
Sortland
BÓKAÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Í Djóragarðinum hjá Villa
eru 100 fittar og stuttligar
myndir, sum Yves Got
hevur teknað til allarminstu
kúllarnar
og
gellurnar.
Strutsur, nísa, kanariufugl-
ur, krokodilla og onnur for-
kunnug djór. Í djóragarð-
inum hjá Villa eru dýrini
bleyt sum toydýr – og
stuttlig sum leika.
Rakel Helmsdal týddi úr
fronskum. Bókin, sum er
væl egnað til tey 0 til 2 ára
gomlu, er 110 síður í litum,
innbundin og polstrað, og
kostar kr. 95 í bókabúð-
unum.
Gula ballónin ferðast
yvir dalar og fjøll. Í bókini
er eingin tekstur, so í fyrstu
atløgu halda vit kanska, at
eingin søga er, men barns-
liga hugflogið sær skjótt
søgugongdina í býnum, í
oyðimørkini, á havinum, í
frumskóginum – og allar
myndirnar hava okkurt í
felag. Á hvørjari opnu er
ein lítil, bláur bilur, ein
fakirur á einum flúgvandi
teppi,
ein
bandittur
í
fangaklæðum og ein gul
ballón. Og hyggur tú ser-
liga væl, sært tú kanska
Pippi, jólamannin og onnur.
Bókin, sum er væl egnað
til tey 3-7 ára gomlu, er 30
síður, innbundin og kostar
k. 95 í bókabúðunum.
Úlvanátt í Berardenga er
onnur bókin í røðini um
Juliu og Jónas. Fyrsta
bókin var Dýrgripur Tu
Ducts, sum kom út í fjør.
Mortan Weyhe hevur týtt
báðar úr norskum. Julia og
Jónas eru tólv ára gomul.
Mamma Juliu er fotografur,
og pápi Jónas er blaðmað-
ur, og tey arbeiða á dag-
blaðnum FFF. Børnini hittu
hvør annan, tá ið tey saman
við foreldrunum fóru til
Vietnams í arbeiðsørind-
um. Hesa ferð skulu for-
eldrini arbeiða saman og
skriva um norsk ríkmanna-
børn á einum víngarði í
Toscana í Italia. Julia og
Jónas sleppa við í ein
føðingardag í loyndarfulla
Caiano-húsinum, har ym-
iskt løgið fer fram. Úlva-
nátt í Berardenga, sum er
væl egnað til tey 8-12 ára
gomlu, er 160 síður, heft og
kostar kr. 120 í bókabúð-
unum.
Um vikuskiftið verð-
ur norðurlendskur
epilepsifundur í Før-
oyum. Tað er Epi-
leptikarafelag Føroya,
sum er vertur fyri
fundinum, ið er fyri
øll Norðurlondini.
Endamálið við fund-
inum er at samskipa
vitan o. a. um epilepsi
landanna millum
EPILEPSI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað er vorðin siðvenja, at
norðurlondini
hittast
á
hendan hátt, har epilepsife-
løgini upp á skift eru vertir.
Tað er sjálvandi ein stór
uppgáva fyri eitt lítið felag,
sum tað føroyska, har alt
virksemið er bygt á sjálv-
boðið arbeiðið.
Randfríð Sørensen, for-
kvinna í Epileptikarafelag
Føroya, sigur, at tað er av
stórum týdningi at vit læra
hvør av øðrum á hendan
hátt, tí trupulleikarnir eru
teir somu í øllum Norður-
londunum.
– Á henda hátt geva vit
eisini epilepsi ans, og tað
hjálpir okkum, tá vit skulu
virka fyri at betra um
viðgerðarmøguleikarnar, so
lívstreytirnar hjá fólki við
epilepsi verða bøttar, eitt
nú við skúlagongd, útbúgv-
ing og arbeiði, sigur Rand-
fríð Sørensen.
Fyri
Epileptikarafelag
Føroya hevur tað eisini
týdning at skapa opinleika.
Hetta verður m. a. gjørt við
at halda kunningarfundir,
bæði fyri ung við epilepsi
og við at læknar koma utt-
anifrá at halda fyrilestrar.
Fyrst í juni verður ein
slíkur fyrilestur aftur, har
Bjarki á Rógvi Hansen og
Ellids Kristensen frá Ríkis-
sjúkrahúsinum í Keyp-
mannahavn fara at greiða
frá um epilepsi og kynslív
og um varandi brek og
kynslív.
– Epileptikarafelagið í
Danmark gevur eitt blað út
og kunningartilfar, og hes-
um hava vit fragd av, sigur
Randfríð Sørensen.
Á slíkum norðurlendsk-
um fundum er fastur táttur,
at feløgini kunna hvørt
annað, bæði við góðum og
ringum royndum.
– Men at útvega pening
er altíð trupult. Hetta er eitt
stríð, vit øll stríðast. Tí
verður eisini tosað um
»fondraising« – at søkja
pengar úr grunnum o. l. – á
fundinum, har vit kunnu
læra nógv av hvør øðrum,
sigur Randfríð Sørensen.
Epileptikarafelag Føroya:
Vertur fyri norðurlendskum epilepsifundi
– Okkara uppgáva er at virka fyri at viðgerðarmøguleikarnir hjá epileptikarum verða bøttir, so lívstreytirnar hjá fólki við
epilepsi verða bøttar, sigur Randfríð Sørensen, forkvinna í Epileptikarafelag Føroya
Mynd: Jens Kristian Vang
Tríggjar nýggjar barnabøkur
Tá ið borgarar í
Tórshavnar
Kommunu fara á
býráðsval í heyst,
verður ein nýggjur
flokkur afturat
teimum verandi
flokkunum
BÝRÁÐSVAL
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað hevur leingi ljóðað
millum fólk í høvuðs-
staðnum, at ein nýggjur
borgaraflokkur verður
stovnaður til býráðs-
valið íheyst, og nú eru
tíðindini so váttaði.
Havnarflokkurin
Tann nýggi flokkurin
kemur at eita Havnar-
flokkurin, siga stigtak-
ararnir av flokkinum. Í
einum
tíðindaskrivi,
sum er sent fjølmiðlun-
um, verður sagt, at
endamálið hjá flokkin-
um er at skapa trivnað í
høvuðsstaðnum, og at
hetta bert verður veru-
leiki, um vit hava eitt
virkið framleiðsluskap-
andi vinnulív í Havn.
Flokkurin, ið kemur
at verða politiskt ó-
heftur, fer eisini at
leggja dent á onnur mál,
so sum áhugamálini hjá
teimum eldru, ferða-
vinnu, handilslívið í
høvuðsstaðnum, eina
marinu í Vágsbotn og
eisini eitt virkið tón-
leika- og mentanarlív
við góðum karmum til
sítt virksemi. Í sam-
bandi við stovnanina av
flokkinum, eru miðl-
arnir bjóðaðir á tíð-
indafund fríggjamorg-
unin, har nærri verður
greitt frá ætlanum flok-
sins.
Nýggjur flokkur til
býráðsvalið í Havn
C
M
Y
K
14