Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mai 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 95 - 20. mai 2004 Nr. 95 - 20. mai 2004 17 21. apríl fóru tríggir føroyingar til Formel 1 koyring í Imola í San Marino og vitj- aðu Ferrari-býin Maranello í Italia. Túrurin var høvuðs- vinningurin í kapp- ingini, Shell Helix Grand Prix 2003 FORMEL 1 Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Erling í Liða Tað var í fjør, at Føroya Shell skipaði fyri kapping- ini, Shell Helix Grand Prix 2003. Kappingin var fyri øll starvsfólk á føroysku bila- sølunum og bilverkstøðun- um kring landið. Líknandi kapping var eisini á donsk- um bilverkstøðum. Kappingin var ókeypis, og starvsfólkini skuldu bert ringja til eitt ávíst telefon- nummar og svara trimum ymiskum spurningum í sambandi við Formel 1 kappkoyringina í 2003. Høvuðsvinningurin var ein ferð til Formel 1 í San Marino í Italia, sum er "heimabanin" hjá Ferrari, og at vitja á Ferrari verk- smiðjuni í Maranello. Vinnarin av ferðini til San Marino var Hans J. Kollsker, sum eigur og rekur Bilverkstaðið v. H.J. Kollsker, á Hjalla. Hann kom tó ikki sjálvur við til Italia. Teir sum fóru hendan túrin vóru Kristian Holm Stórhamar, John Jensen, og Erling í Liða, sølu- og marknaðarleiðari frá Før- oya Shell. Teir fóru úr Føroyum 21. apríl til Danmarkar og síðan víðari við bussi til Maranello í Italia tann 22. apríl. Vitjað varð í savninum Galleria Ferrari, testbanan hjá Ferrari, Fiorano, og á Ferrari Club Maranello. Leygarkvøldið varð døg- urði á Restaurant Montana í Maranello - har sum formel 1 koyrararnir Schumacher og Barrichello eisini eta, tá teir eru har í býnum. Sunnudagin varð vitjað á Imola-bananum, har For- mel 1 koyrarar royndu seg á rasarabananum. Teir tríggir, Kristian, John og Erling, eru samdir um, at túrurin var ein stór uppliving, serliga at síggja Formel 1 koyringina og Ferrari bilverksmiðjuna. At vera á heimabana hjá Ferrari, og síggja Michael Schumacher vinna har, var sera stuttligt. Formel 1 koyringin í 2003 gav góð úrslit hjá Ferrari og Shell, har Michael Schumacher bleiv heimsmeistari og Ferrari samstundis vann heims- meistaraheitið fyri lið sam- anlagt. Til Formel 1 kapp- ingar hevur Shell latið brennievni og smyrjiolju til Ferrari í mong ár, samstarv- ið byrjaði í 1950. Áliga hevur Ferrari brúk fyri, at Shell letur 300 oljuveiting- ar á 24 koyribreytum í 15 ymiskum londum. Aftur í ár hevur Shell líknandi kapping "Shell Helix Grand Prix 2004" fyri bilasølur og verkstøð, og í løtuni liggur Ferrari við Michael Schumacher klárt á odda í kappingini við fullum stigatali. P/f Føroya Shell: Formel 1 koyring og Ferrari vitjan í Italia Føroyingarnir í ferðalagnum, f.v. Kristian Holm Stórhamar, Erling í Liða og John Jensen Imola-banin í San Marino – ið er heimabanin hjá Ferrari Formel 1 bilar á Ferrari savninum Galleria Ferrari Ein rundkoyring á bananum við teimum kendu Formel 1 koyrarunum sum t.d. Schumacher, Barrichello og Montoya, áðrenn teir seta seg í bilarnar BILATORGIÐ Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag ROVER 827 COUPE DE LUXE AUTOMATIC Árg Apr-98, Km 28.000. Sera væl- hildin Top modell: Bert koyrt 28.000 km Klimaanlegg- Leðurinntrekk- Sóltak- El-rútar- El-spegl- Fjarstýrt Centrallás- Radio- Alufelgur- Spoyl- arar v.m. Sertilboð Kr. 198.000. KIA CARNIVAL 2.9 HPDI EX MODEL Árg Mar-02, Km 195.000. Top mod- ellið: Aircondition- Automatgear- Regnsensor- El-stýrt førarasetur- El- rútar fr.+ aftan- El-spegl- Fjarstýrt centrallás- Hita í forrúti- C.D. an- legg- Mjørkal.- Leður róður v.m. Kr. 220.000. KIA SEPHIA II 1.5 SLX Árg Apr. 99, Km 71.000. El-rútar. fr.- Valnød Instrumentbrettið, Takboyl- ar- Sleipikrók v.m. Kr. 86.000. FORD ESCORT STATIONCAR 1.8 TURBO DIESEL Árg Okt. 1997, Km 159.000. Elrútar. fr.- Valnød Instrumentbrettið, Tak- boylar- Sleipikrók v.m. Kr. 66.000. ROVER 620 SI Árg Jun-99, Km 81.000. Aircondi- tion- Alufelgur- Fjarstýrt centrallás- El-rútar- El-spegl v.hita. C.D.Anlegg- Sleipikrók v.m. Kr. 158.000. SUBARU LEGACY 2.0 GL AWD STATIONCAR. 4 HJÓLSTREKK Árg Mar-98, Km 63.000. Bakki- sensor - 4 WD v.Reduktiónsgear - Fjarstýrt centrallás- El-rútar- El- spegl- C.D. Anlegg v.m. Kr. 128.000. SUBARU LEGACY 2.0 GL AUTOMATIC Árg Sept. 1995, Km 96.000. Centrallás- El.rútar- El-spegl- Radio v.bandspælara v.m. eyka tectylvið- gjørdur. Kr. 78.000. í Sosialinum LÝSIÐ brúktum bilum við KIA CARNIVAL DIESEL Árg okt.2003, Km 27.000. Um hósk- andi boð fæst selist hesin 7- per- sónabilur vegna keyp av minni bili. Tel. 260825 DAEWOO MATIZ Árg 1999, Km 41.700. El-síðurútar framman. Nýsýnaður. Sera væl hildin. Kr. 45.000. Tel. 226620 Jónas Broncksgøta 15 Tel. 310600 - Fax 310650 C M Y K 17 16