hósdagur 20. mai 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 • hósdagur • 20. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Stórur áhugi fyri finaluni
Higartil hevur Todi
Jónsson tapt tvær
finalur og onga vunn-
ið, síðani hann í 1990
var við til at vinna
Løgmanssteypið
DONSK
STEYPAFINALA
Jóannes Hansen
Kristi himmalsferðardagur
er dagurin, tá ið danska
steypafinalan í fótbólti
verður spæld. Soleiðis hev-
ur tað verið í mong ár, og
soleiðis er tað eisini í ár.
Serstakt er tað, at ein
føroyingur er partur av
finaluni. Talan er um Toda
Jónsson, sum er á fimtan
manna liðnum hjá FCK.
Um Todi sleppur upp í part
á vøllinum, og hvussu
nógva spælitíð hann kanska
fer at fáa, ber ikki til at siga
nakað um frammanundan.
Tað er ógvuliga stórur
áhugi í Danmark fyri enda-
dystinum í steypakapping-
ini millum FCK og AaB,
sum eftir lutakast eigur
heimavøll. Hetta hevur við
sær, at FCK liðið ikki fer at
vera í hvíta búnanum, sum
teir vanliga spæla í Parkini
í. Teir fara at vera í svarta
útivallar búnanum.
Fyrrapartin í gjár varð
roknað við, at øll atgongu-
merkini fara at verða seld.
Tað vil siga, at áskoðara-
talið fer at vera omanfyri
fjøruti túsund. So mong
vóru eisini í Parkini hós-
kvøldið, tá ið FCK vann á
Brøndby, og so mong fara
at vera í Parkini, tá ið FCK
og AaB sunnudagin fara at
spæla landskappingardyst.
Tað vil siga, at í trimum
dystum í eina stóra viku
fara fleiri enn 120 túsund at
møta upp í Parkini fyri at
hyggja at FCK. Tað kann
ikki sigast annað, enn at
áhugin fyri fótbólti er størri
í danska høvuðsstaðnum og
í Danmark, enn hann hevur
verið í mong, mong ár.
Tapt tvær ferðir
Á heimasíðu síni, todi.fo,
sigur Todi Jónsson, at hann
higartil bara hevur verið
millum tapararnar í donsk-
um steypafinalum. Hann
sipar til finalurnar í 1998
og í 2002, tá ið FCK tapti
ávikavíst ímóti Brøndby (4-
1) og OB (2-1).
FCK
hevur
vunnið
steypafinaluna tvær ferðir.
Fyrra ferðin var í 1995, tá
ið teir smurdu AB av 5-0,
og seinna ferðin var í 1997,
tá ið FCK vann 2-0 á Ikast.
Todi kom úr Lyngby og til
FCK á sumri í 1997.
Einasta ferðin, at Todi
Jónsson
hevur
vunnið
steypafinaluna, var í 1990.
Ta ferðina spældi hann við
KÍ. Í finaluni vunnu teir 6-
1 á GÍ. Todi Jónsson stað-
festi stórsigurin hjá klaks-
víkingum við at skora
síðsta málið.
Komandi dystir
1. deild menn
Dagf.
Dystur Dómari
20.05
B36-NSÍ
Páll Augustinussen
20.05
KÍ-GÍ
Eiler Rasmussen
20.05
ÍF-HB
Suni Johansen
20.05
B68-Skála
Oddmar Andreasen
20.05
EB/S-VB
Petur Skarðenni
2. deild menn
20.05
B36-FSV
Petur H. Joensen
20.05
TB-Sumba
Jens P. Brattalíð
20.05
VB-AB
Tummas P. Olsen
20.05
B71-LÍF
Georg Rasmussen
20.05
KÍ-Royn
Dagfinn Olsen
3. deild menn
20.05
Fram-NSÍ
Johnleif Gerðisá
20.05
EB/S-TB
Regin Egholm
20.05
ÍF-HB
Hans F. Hansen
20..05
B68-Skála
Edvard Højgaard
20.05
SÍ-GÍ
Kristin av Kák
Tvær reisur hevur Todi verið tapandi parturin av
donsku steypafinaluni. Kanska verður øðrvísi, nú
triðja royndin skal gerast
19
18
Nr. 95 - 20. mai 2004
UTTAN ÚR HEIMI
Kommunurnar brúka
ov nógv
Tað gongst illa hjá teimum donsku kommununum og
amtunum at halda ta árligu fíggjarætlanina.
Ein kanning vísir nú, at í fjør nýttu kommunurnar og
amtini 3,8 milliardir krónur meiri enn ásett á fíggjar-
ætlanini. Tey, sum hava gjørt kanningina, siga, at nýtsl-
an var alt ov stór í fjør, og at kommunurnar mugu taka
nøkur álvarssom stig, skal fíggjarstýringin ikki fara
heilt av leið. Tey vísa eisini á, at gongdin er sera óhepp-
in, nú tosað verður um at broyta donsku kommunuskip-
anina við nógv færri kommunum enn nú.
Thor Pedersen, fíggjarmálaráðharri, er eisini sera
vónsvikin av teirri stóru nýtsluni hjá kommununum.
Við Jyllandspostin sigur hann, at kommunurnar hava
brúkt alt ov nógvar pengar til tænastur, og at tær hava
brotið fíggjaravtaluna, sum stjórnin og kommunufel-
agið gjørdu í fjør. Formaðurin í kommunufelagnum,
Ejgil W. Rasmussen, heldur ikki, at kommunurnar hava
brúkt ov nógv til tænastur, og hann spyr, hvørjar tæn-
astur stjórnin vil hava tær at skerja.
Litríkt valevni
Tá týsku politikararnir sunnudagin fara at velja nýggjan
forseta, fáa teir møguleikan at atkvøða fyri einari kvinnu.
Tað er tann 61 ára gamla Gesnie Schwan. Hon er pro-
fessari í statsvísindi og stjóri á lærda háskúlanum í
Frankfurt a.d. Oder. Hóast hon ikki verður hildin at hava
stórvegis møguleikar sunnudagin, hava týsku fjøl-
miðlarnir gjørt nógv burtur úr uppstilling hennara. Teir
lýsa hana sum eitt litríkt valevni. Sjálv heldur hon, at
Týskland hevði havt gott av at fingið eina kvinnu í for-
setaembætið, og at hennara lætta lyndið hevði komið
týskarunum væl við í hesum búskaparligu krepputíðum.
Alt bendir kortini á, at teir týsku politikararnir fara at
velja tann 61 ára gamla búskaparfrøðingin Horst Køhl-
er til forseta. Hann var varafíggjarmálaráðharri hjá
Helmuth Kohl og hevur verið stjóri í altjóða gjaldoyra-
grunninum IMF, men segði upp, tá hann sbleiv upp-
stillaður til forsetavalið. Hann skal taka við eftir tann
73 ára gamla Johannes Rau, sum hevur valt at leggja
frá sær eftir at hava røkt forsetaembætið eitt valskeið.
Myndin var falsað
Ein bretskur hermaður er tikin og skuldsettur fyri at
hava falsað eina mynd av bretskum hermonnum, sum
gjørdu seg inn á fangar í Irak.
Myndin, sum hermaðurin skal hava falsað, stóð í
blaðnum Daily Mirror fyri nøkrum døgum síðani, og
hon vakti stóran ans og elvdi til øði í Bretlandi. Á
myndini sóust bretskir hermenn fóru illa við irakskum
fangum. Seinni kunngjørdi bretska verjumálaráðið, at
talan var um eina falsaða mynd. Eitt nú varð víst á, at
ein lastbilur, sum var á myndini, hevur ongantíð verið í
Irak. Nú verður sagt, at minst ein hermaður er tikin og
skuldsettur fyri at hava falsað myndina.
Seinasta fríggjadag noyddist blaðstjórin á Daily
Mirror, Piers Morgan, at fara úr starvinum, eftir at tað
var vorðið avdúka, at myndin, sum blaðið gjørdi nógv
burturúr, var falsað.
Danskur flokkur fer í
søguna
Broytir Sosialistiski Fólkaflokkurin í Danmark ikki ta
politisku kósina, fer flokkurin í søguna um tíggju ár.
Tað heldur í hvussu er Pernille Frahm, sum sjálv er
næstfremsta valevnið hjá Sosialistiska Fólkaflokkinum
á valinum til Evropatingið í summar. Hon kemur við
teirri døpru metingini í bókini "Mellem hængekøje og
spændetrøje", sum kom út í gjár. Har skrivar hon m. a.,
at flokkur hennara fær altsamt minni og minni týdning
og hvørvur í tí politiska landslagnum í Danmark.
Pernille Frahm hevur verið í hornatøkum við leiðsl-
una í Sosialistiska Fólkaflokkinum fyrr. Formaðurin í
flokkinum, Holger K. Nielsen, vil ikki gera nakrar við-
merkingar til tann dapra spádómin hjá floksfelaganum,
skrivar Politiken.
Kapping ímillum løg-
regluna og sløkkiliðið
í New York og vánalig
útgerð forðaðu bjarg-
ingararbeiðinum aft-
an á atsóknina 11.
september í 2001
11.9.2001
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Aftan á yvirgangsatsóknina
at World Trade Center og
Pentagon tann 11. septem-
ber í 2001 róstu amerikan-
ararnir sløkkiliðsmonnun-
um og løgreglumonnunum
í New York fyri tað stóra
bjargingararbeiðið.
Men nú fáa sløkkiliðið
og løgreglan eitt annað
skoðsmál. Undir einari
hoyring týsdagin kom fram,
at høvdu tær báðar tænast-
urnar ikki kappast ímóti
hvør aðrari, høvdu tær iva-
leyst kunnað bjargað nógv-
um av teimum, sum lótu lív.
Harafturat kom fram, at
bjargingarútgerðin
var
yvirhøvur sera vánalig.
– Tað, sum løgreglan og
sløkkiliðið gjørdu, var ikki
meiri, enn eitt skótalið
kundi gjørt, segði ein av
limunum í teirri serligu
nevndini, sum kannar um-
støðurnar aftan á atsóknina.
Undir hoyringini kom
millum annað fram, at fólk,
sum vóru í teimum báðum
bygningunum,
og
sum
bóðu um hjálp, fingu mót-
sigandi upplýsingar frá
teimum báðum tænastun-
um. Eitt nú fingu summi
boð um at verða verandi á
skrivstovunum,
meðan
onnur fingu boð um at
kvika sær út sum skjótast.
Fólk, sum spurdu, hvørja
hædd flogførini høvdu rakt,
fingu einki svar.
Nógv bendir á, at
Danmark missir tann
fasta sessin í ES-
nevndini, og tað kann
ávirka fólkaatkvøð-
una um grundlógina
DANMARK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Sum er hevur Danmark ein
kommiser í ES-nevndini,
men nú limalondini stríðast
um valdið í sambandi við ta
ætlaðu grundlógina, bendir
nógv á, at Danmark fer at
missa tann fasta nevndar-
sessin.
Stjórnin í Keypmanna-
havn hevur lagt stóran dent
á at varðveita tann fasta
nevndarsessin, og politiskir
eygleiðarar halda, at tað
kann koma stjórnini illa
við, fær hon ikki sín vilja.
Danir skulu á fólka-
atkvøðu um grundlógina
hjá ES, og Lykke Friis, sum
er Evropa-serfrøðingur hjá
danska ídnaðarfelagnum,
sigur við Berlingske Tid-
ende, at missir Danmark
nevndarsessin, kann tað
ávirka úrslitið av fólkaat-
kvøðuni.
– Nevndarsessurin er
vorðin ein heilag kúgv.
Hann er tað einasta sjónliga
tekinið um, at Danmark
hevur ávirkan á tað evrope-
iska
samstarvið,
sigur
Lykke Friis.
Hóast hann er 78 ára
gamal, hevur amerik-
anski tjóðbanka-
stjórin játtað at halda
fram fýra ár afturat
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Hann ger eitt frálíkt ar-
beiði, segði talsmaðurin hjá
George W. Bush, forseta,
Scott McClellan, tá forsetin
hevði boðað frá, at hann
hevði gjørt av at biðja Alan
Greenspan halda fram sum
nevndarformaður í amer-
ikanska tjóðbankanum.
Sjálvur sigur Greenspan,
at honum nýttist ikki langa
tíð til at umhugsa áheitan-
ina frá forsetanum.
– Eg kenni tað sum ein
stóran heiður, at forsetin vil
hava meg at halda fram.
Tekur Senatið undir við tí,
eri eg til reiðar at halda
fram í starvinum, sigur tann
78 ára gamli bankamaður-
in.
Kann elva til nei í Danmark
Bankamaður við áræði
Fleiri kundu verið bjargað
hiðani
C
M
Y
K
18