Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mai 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 95 - 20. mai 2004 21 Í Runavík ásanna tey, at skal fylgjast við í oddinum, er neyðugt við øllum stigunum í Gundadali UPPTAKT Jákup Mørk – Skulu vit hanga í teimum liðunum, sum stríðast í oddinum, so skulu vit helst vinna. Vit kunnu so ikki rokna við, at teir missa ov nógv móti hinum liðunum. Somikið kontant er stað- festingin hjá Jónstein Pet- ersen, tá vit fregnast, hvussu vánirnar hjá runa- víkingunum eru, nú teir skulu royna seg í Gunda- dali móti oddaliðnum, B36. Hóast útsøgnina, so stað- festir Jóstein tó eisini, at hetta verður ein trupul upp- gáva. – Tað fer at krevja nógv frá okkara síðu. B36 hevur ein sera sterkan og breiðan hóp, so tað eru ikki ráð til nøkur mistøk frá okkara síðu. Hinvegin haldi eg eis- ini, at sjálvsálitið nú vendir rætta vegin. Ikki minst eftir mátann, sum vit vunnu seinasta dystin, har vit teir 12 seinastu minuttirnar megna at koppa uppgerðini til okkara fyrimun, heldur hann. NSÍ noyðist helst at vera Messias Perreira fyri uttan í trupla dystinum. Verjuleik- arin noyddist skaddur av vøllinum í steðginum sein- ast, og í Runavík bera tey ótta fyri, at talan er um álv- arsligan skaða. Í hansara stað verður tað helst Dánjal Hansen, sum fer at røkja miðverjusessin, og so mugu onnur alternativ finnast í álopspartinum. Hjá B36 er lagið sum vera man gott, nú teir otaðu seg upp á oddasessin sein- ast. Hartil er liðið nú um at fáa flestu leikarar tøkar, eftir at skaðar hava gjørt um seg, og tað sigur nakað um breiddina í hópinum, at menn sum Jens Kristian Hansen og Allan Mørkøre komu inn av beinkinum seinast. Niels Joensen og Klæm- int Matras eru tó framvegis úti við skaða, men hetta fær tó ikki liðskiparan, John Petersen, til at seta vánirnar niður. – Nú taptu vit tvey stig á heimavølli seinast, so stig- ini eru neyðug hesaferð. Vit hava eisini vunnið teir tvær ferðir í steypakappingini í ár, og tað ætla vit okkum so eisini hesaferð. John er annars uppruna- liga skálamaður, og tað er ikki sørt, at hann frøist um góðu gongdina hjá bygdar- feløgunum. – Nú mugu vit sjálvandi ikki missa tamarhaldið á teimum, men eg vóni í øll- um førum, at teir megna at fylgja við okkum frammi í oddinum, ljóðar seinasta staðfestingin frá honum umvegis telefonina. B36-NSÍ: NSÍ fer eftir stigunum ÍF-HB: HB plagar at hava gott tak á í Fuglafirði Í ÍF kenna teir einki trýst, heldur síggja teir møguleika at fáa bonusstig, tá ið meistararnir koma at vitja UPPTAKT Jóannes Hansen Heilt síðani ÍF í 1971 fyrstu ferð royndi seg í bestu deildini, hevur tað verið soleiðis, at HB hev- ur havt gott tak á í Fugla- firði. Har hevur HB vunn- ið onkrar av størstu sigr- unum yvirhøvur í lands- kappingini. ÍF venjarin, Sigfríður Clementsen, er gamal HB spælari. Hann sigur seg minnast aftur á teprar HB sigrar í síni tíð, og tað hevur hann eisini rætt í. Einasta ferðin, at ÍF hevur bast HB á heimavølli, síð- ani besta deildin í 1988 varð víðkað til tíggju lið, var í 1996, tá ið úrslitið var 2-0. Størsta tapið hesi árini var í 1998, tá ið HB vann 10-1!!. Tá ið ÍF í 1999 flutti niður, taptu teir bara 1-0 ímóti HB. – Tað er einki at taka seg aftur í, at HB er favor- ittur. Vit síggja soleiðis uppá tað, at vit hava alt at vinna ímóti einum so stórum og sigursvandum felag. Vit spæla fyri at fáa bonusstig. Vit verða nøgdir, um vit fáa eitt stig, men vit fara at spæla fyri at fáa øll. Tað liggur ikki til okkum at grava okkum niður og bara verja, sigur havnarmaður- in og fyrrverandi HB og B36 spælarin, sum tykist hava fingið skil á ÍF liðið. Bartal Eliasen og Kart- in Joensen vandu ikki fyrrapartin av vikuni, tí teir vóru smáskaddir. Hetta verður kortini eing- in trupulleiki í dag. Allir ÍF spælararnir, sum vóru við á Skála, eru tøkir aftur hesa ferð. Sigfríður vónar, at tað ikki verða so nógv persónlig mistøk at síggja, sum tað vóru á Skála: - Tað er, sum eg havi sagt fyrr í ár. Vit hava ikki ráð at gera persónlig mis- tøk. Tey verða sektað um- gangandi. Vit gjørdu mis- tøk í Gøtu og á Skála, og vit taptu. Ímóti NSÍ í landskappingini og ímóti KÍ í steypakappingini á heimavølli gekk tað betri við hesum, og so vunnu vit. Spælararnir vita, at sovorðið gongur ikki ímóti HB. HB fekk sunnudagin fyrstu ferð fulla úrtøku. Annað ber ikki til hjá HB enn at spæla fyri at fáa øll stigini í Fuglafirði. – Tað gera vit hvørja ferð, og nú ber tað als ikki til at royna eftir øðrum enn sigrinum, siga teir í HB. Sunnudagin varð miðvallarin Martin Christensen rikin av vøll- inum. Hann verður tískil leikbannaður í Fuglafirði. Hvørki í EB/Streymi ella hjá VB kenna tey nakað til skaðar ella leikbann UPPTAKT Jákup Mørk Tað eru tvey lið, sum hava tørv á stigunum, sum hitt- ast á Eiði Kristi himmals- ferðardag. EB/Streymur hevur eftir tríggjar truplar tvey stig, og hjá VB er úrtøkan tann sama, hóast tey í Vági ásanna, at hetta talið átti at verið hægri. Tí er einki at ivast í, at báðir partar fara eftir stig- unum. Hjá EB/Streymi sig- ur Hans Pauli Samuelsen, at har eru allir mans tøkir. Jákup Martin Joensen hev- ur verið nakað darvaður av skaða seinastu umførini, men hann sigst vera komin heilt fyri seg, so Piotr Kra- kowski hevur allar møgu- leikar at senda sterkastu uppstillingina inn á vøllin. Og sambært Hans Paula Samuelsen, so er setning- urin greiður. – Nú hava vit havt nakrar truplar dystir at byrja við, men tað er so farið. Nú mugu vit fáa nøkur stig á kontina, so vit kunnu fara nakað upp á stigatalvuni, heldur hann. Eisini í Vági kann venj- arin, Hans Nielsen, velja sær sínu bestu ellivu kort at senda á vøllin.. Har eru boðini somuleiðis, at hvørki skaðar ella leikbann gera um seg. Og eins og hjá EB/Streymi, so er setning- urin, at trý stig skulu til høldar. - Eg haldi, at alt er á góðari leið. Nú skulu vit so bara eisini hava mál upp á møguleikarnar, sigur royndi málverjin á liðnum, Bjarni Johansen. Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B36 3 2 - 1 - 0 9 2 7 7 2 Skála 3 2 - 1 - 0 7 4 3 7 3 GÍ 3 2 - 0 - 1 5 5 0 6 4 KÍ 3 1 - 2 - 0 5 4 1 5 5 NSÍ 3 1 - 1 - 1 6 7 -1 4 6 HB 3 1 - 1 - 1 3 4 -1 4 7 ÍF 3 1 - 0 - 2 9 9 0 3 8 VB 3 0 - 2 - 1 2 3 -1 2 9 EB/Streymur 3 0 - 2 - 1 2 6 -4 2 10 B68 3 0 - 0 - 3 2 6 -4 0 Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 TB 3 3 - 0 - 0 12 4 8 9 2 FSV 3 2 - 0 - 1 12 5 7 6 3 Royn 3 2 - 0 - 1 9 5 4 6 4 Sumba 3 2 - 0 - 1 7 4 3 6 5 B71 3 2 - 0 - 1 7 9 -2 6 6 AB 3 1 - 1 - 1 4 4 0 4 7 B36 3 1 - 0 - 2 4 7 -3 3 8 KÍ 3 0 - 1 - 2 4 8 -4 1 9 VB 3 0 - 1 - 2 4 10 -6 1 10 LÍF 3 0 - 1 - 2 2 9 -7 1 B36 og NSÍ vóru í sama bólki í steypakappingini, og her vann B36 báðar uppgerðirnar HB má vera Martin Christensen fyriuttan í Fuglafirði. Hann fekk reytt kort í dystinum móti VB EB/S-VB: Allir mans eru tøkir Bæði EB/Streymur og VB eiga enn fyrsta sigurin á árinum til góðar 21 20 Nr. 95 - 20. mai 2004 Skála eigur ongan landsliðsspælara Landsliðsvenjarin hevur fyri tað mesta hildið seg til tað trygga, nú Holland er mótstøðuliðið, men tað kann ikki fara at verða leingi, inntil fleiri ungir spælarar av álvara fara at bjóða seg fram LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Átta útisetar og tíggju úr heimligu kappingini. Tað er samansetingin á listanum, sum FSF týsdagin sendi út. Talan er um teir spælarar- nar, sum Henrik Larsen ætl- ar at hava við til Sveis, har hollendsku heimsstjørn- urnar, sum fyrireika seg til EM endaspælið, bíðað. Tað er ein møguleiki fyri, at samansetingin fer at verða eitt sindur øðrvísi, tá ið ferðalagið hvítusunnu- dag fer at lætta úr Vágum. Enn er ikki endalig tilsøgn komin úr Íslandi um, at Julian Johnsson, Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen kunnu sleppa leysir. Feløgini hjá teimum skulu sambært skránni spæla landskappingardystir 1. juni, tá ið Føroyar og Holland fara at spæla. Julian Johnsson segði fyri einum lítlum mánað síðani her á síðunum, at feløgini hjá føroysku útisetunum í Íslandi tóktust vera opin fyri, at føroyingarnir skuldu sleppa við til Sveis. Átjan manna hópurin hjá Henrik Larsen sær soleiðis út: Jákup Mikkelsen, KÍ, og Jens Martin Knudsen, NSÍ eru málverjar. Útispælarar- nir eru Pól Thorsteinsson, B36, Óli Johannesen, TB, Johan B. Hansen, AC Hors- ens, Hans Fróði Hansen, Fram, Arnbjørn Danielsen, B36, Atli Danielsen, KÍ, Súni Olsen, GÍ, Jann Ingi Petersen, Fremad Amager, Fróði Benjaminsen, Fram, Julian Johnsson, ÍA, John Petersen, B36, Jákup á Borg, OB, Rógvi Jacobsen, HB, Símun Samuelsen, VB, Hjalgrím Elttør, Fremad Amager og Andrew av Fløtum, Fremad Amager. Síðani venjingarleguna í Spania seinnapartin av februar eru fimm spælarar ikki boðsendir hesa ferð. Teir eru Óli Hansen, NSÍ og Christian Lamhauge Holst, Lyngby, sum eru vrakaðir, og so Jóhannis Joensen, B36, Christian Høgni Jacobsen, Vejle og Bárður Johannesen, HB. Jóhannis spældi sunnu- dagin fyri fyrstu ferð í langa tíð, eftir at hann hev- ur verið skaddur, og hinir báðir eru langtíðarskaddir. Mest óvæntaða valið hesa ferð er Arnbjørn Dani- elsen. Eingin ivi er um fót- bóltsevnini hjá 30 ára gamla B36 spælaranum, sum áður hevur verið við í sjey landsdystum. Men hann var ongantíð boðsend- ur í fjør. Í ár hevur hann fyri tað mesta verið á B36 mið- vøllinum, og tað munnu vera tey avrikini, sum venj- arin hevur lagt til merkis. Skálamenninir Landskappingin er bara trý umfør gomul. Tað hevur ikki gingið meiri enn passa- ligt hjá HB, sum ofta hevur átt fleiri landsliðsspælarar. Nú er Rógvi Jacobsen tann einasti á meistaraliðnum, sum hevur fingið landsliðs- boð. Tað sást ikki aftur á landsliðnum, at tað hevur gingið væl hjá Skála. Tað er góður skikkur, at spælarar skulu spæla seg av lands- liðnum. Men tað hevði kanska ikki verið av leið, at onkrir av fríska Skála liðn- um høvdu fingið herða- klapp við landsliðsurtøku. Millum møguleikarnar kundu verið Jónhard Fred- eriksberg, sum var við onkra ferðina í fjør. Aðrir áhugaverdir Skála spælarar, sum neyvan kunnu vera langt frá landsliðnum, eru eitt nú Arnhold Berg, sum higartil í ár hevur verið sera sannførandi í miðverjuni, og Pauli G. Hansen, sum er felagsmaður um ein háls, og sum aftur í ár hevur ver- ið rættuliga støðugur mið- vallari. Um útisetarnir í Íslandi fara at geva avboð, so átti pláss at verið fyri onkrum av omanfyri nevndu skála- monnunum. ÍF hevur fleiri ferðir gjørt vart við seg í ár. Fuglfirð- ingar eru eitt av trimum feløgum í bestu deildini, sum einki umboð hava á landsliðnum. Hini eru B68 og EB/Streymur. Tann spælarin, sum kanska kundi komið upp á tal hjá ÍF, man fyrst og fremst vera Magni á Lakjuni. Hóast hann hev- ur spælt nógv í bestu deild- ini og ofta hevur verið eyðsýndur, so hevur hann enn ongantíð verið á lands- liðnum. Henrik Larsen var í Fuglafirði, tá ið ÍF vann fjórðingsfinaluna ímóti KÍ, men tá tykist 30 ára gamli Magni á Lakjuni ikki at hava sannført landsliðs- venjaran um, at hann kanska er ein møguleiki frammi í álopinum, har tað er í so tunnligt. Spurnartekini Holland hevur bjóðað Før- oyum av, tí teir við at skjóta nógv mál og harvið við at vinna stórsigur ætla sær at økja um sjálvsálitið. Tí er eingin ivi, at leikluturin hjá føroyska liðnum verður at verja og samstundis at royna at spæla og ikki sparka. Hetta er einki nýtt. Hóast øgiligu mótstøð- una so eigur túrurin niður í Alpurnar at vera áhuga- verdur, tá hugsað verður um fyrirekingarnar til HM undankappingardystirnar í heyst. Tað verður vónandi soleiðis, at Jón Rói Jacob- sen verður tøkur í heyst. Men undir øllum umstøð- um er tað ein spurningur, hvørjir skulu vera fremstu evnini til miðverjuplássini. Johan B. Hansen hevur fyri tað mesta verið í útjaðar- anum á landsliðnum. Nú spæla hann og Horsens fyri at kvalifisera seg til super- liguna. Tað eigur at vera áhugavert at finna út av, um tað ber til at fáa hann í lyklaleiklut á landsliðnum. Ein annar spurningur er, hvør skal eiga fremstu plássini. Christian Høgni Jacobsen hevur verið fyrsta valið, men hann er langtíð- arskaddur. Og uppaftur ein annar spurningur er, um og hvussu rúm skal fáast fyri KÍ liðformanninum, Atla Danieslen, millum teir fyrstu ellivu. Hann hevur onkrar løtur verið royndur í miðverjuni og á miðvøllin- um á landsliðnum. Atli hev- ur tikið seg ógvuliga nógv fram síðsta árið. Nú er hann framrættaður miðvallari hjá KÍ, og hann er málsøkin. Harafturat hevur hann bæði verið vongverji og miðvall- ari í høgru. Perspektivini eru nógv, og harvið er talan um spennandi hvítusunnuferð. Og hon verður ikki minni spennandi, um onkur skála- maður fer at fáa boð, um okkurt avboðið skuldi kom- ið. Fyri fyrstu ferð í tvey ár eru landsliðsboð eftir Arnbjørn Danielsen Mynd: Álvur Haraldsen Eftir hagtølunum at døma, so eru tað tey bæði havnar- feløgini, sum eiga størsta fyrimunin undan dystunum hósdagin. Bara eina ferð tey seinastu tíggju árini hevur NSÍ megna at tikið stig í Havn, men ta ferðina tóku teir so eisini øll trý, sam- stundis sum B36 misnýtti tvey brotsspørk. HB hevur ikki vitjað í Fuglafirði seinastu fýra árini, men verður hugt longur aftur, so sæst, at teir her hava havt eitt sera gott tak á, tó at einsamalla tapið í ’96 mis- prýðir hagtølini nakað. Í aðrar mátar tykist tað standa so toluliga á jøvnum millum mótstøðuliðini hós- dagin. KÍ eigur tó fyrimun- in móti GÍ, eins og VB hev- ur verið omaná tvær av teimum trimum ferðunum, sum teir hava vitjað á Eiði. Og á Toftum hava B68 og Skála býtt sínamillum tær báðar ferðirnar, sum tey higartil hava leikt í bestu deildini. Nú eru tað so ikki hagtøl- ini, sum avgera nakran dyst, men stuttlig kunnu tey kort- ini vera. Av hjáløgdu talvu framgongur so, hvussu tað hevur tørnað út, tá mót- støðuliðini hósdagin hava hitst í bestu deildini sein- astu tíggju árini. -jm B36 eigur greiðastu hagtølini C M Y K 20