Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mai 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 KÍ-GÍ: Oddastríðið upp á spæl Bæði KÍ og GÍ hava stig fyri neyðini, um tey skulu fylgja við í oddinum UPPTAKT Jákup Mørk Tað mundi koma illa við hjá KÍ, at teir bert fingu javnleik í heimadystinum móti EB/Streymi. Tað ætla tey at gera betri hesaferð, nú GÍ kemur á vitjan, og hagtølini siga í øllum før- um, at tað ofta hevur verið málríkt, tá hesi bæði liðini takast. Skaddir útlendingar Klaksvíkingarnir eru tó nakað skerdir undan upp- gerðini. Jacob Bymar hevur drigist við skaða, men varð tó skiftur inn seinast, men í vikuni varð hann av nýggj- um skaddur. Talan er um skaða í lærkrikanum, og í Klaksvík rokna tey ikki við, at hann verður tøkur fyrstu tvær vikurnar. Heldur ikki verður mett, at Marek Wierzbicki er tøkur. Hann hevur drigist við fipurskaða, og enn er hann ikki komin somikið fyri seg, at hann verður mettur at tola 90 harðar minuttir á miðvøllinum. Hinvegin er Ove Nysted nú um at koma rættiliga í snúningar, og møguleiki er fyri, at hann kemur inn í verjupartinum, eftir at tað annars var sum álopsleik- ari, at hann kom á vøllin seinast. Júst álopsparturin man annars vera nakað, sum tey í KÍ tosa um at hvessa, tí sambært heimasíðuni hjá Norðlýsinum, so er felagið í løtuni í samráðingum við Súna Fríða Barðá. Málini resta Í Gøtu mistu tey oddasessin við tapinum fyri B36, men ætlanirnar eru framvegis at striðast í oddinum. – Tað gekk ikki so væl hjá okkum handan dystin, og tað er einki at ivast í, at vit fara til Klaksvíkar at vaska tapið av okkum, sig- ur Súni Olsen, sum aftur í ár verður roknaður millum álitini á GÍ-liðnum. Um uppskriftina til hetta sigur Súni, at teir fyrst og fremst mugu gerast meira vandamiklir. – Eg haldi sjálvur, at inn- satsurin hjá leikarunum var í lagi, men spælið var ikki nóg gott, og vit skaptu tí- skil ov lítið. Vit hava heldur ikki skorað nú í tveimum dystum, og tað mugu vit so í øllum førum broyta, heldur hann. GÍ hevur annars allar leik- arar tøkar til dystin. Eingir skaðar gera um seg í hóp- inum, og leikbann hava teir so ikki kent nakað til enn, so Krzystof Popczynski hevur frítt val, tá hann skal gera av, hvørjir teir fyrstu ellivu skulu verða. Á Skála siga teir seg ikki hugsa um annað, enn at halda seg burt- ur frá botnplássinum, sum mótstøðuliðið hesa ferð røktar UPPTAKT Jóannes Hansen Tað vendir heilt øðrvísi hesa ferð, enn tað gjørdi í fjør. Tá var B68 við í kapp- ingini um oddasessin, með- an Skála stríddist fyri at sleppa undan aftasta sessin- um. Nú er Skála saman við B36 oddalið, meðan B68 er aftast og einasta liðið, sum enn ikki hevur fingið stig. Men hóast Skála hevur lagt bragdliga fyri, og tað hevur gingið væl, so er royndi venjarin, Johan Niel- sen, ikki farin at hugsa um gullkrónur og FM steyp. – Tað hevur roynst væl hjá okkum higartil. Men vit hava ikki broytt málið. Tað er at halda okkum burtur frá niðastu plássunum. Higartil hevur hetta eydnast væl, men eg rokni við, at talan verður um torføra uppgávu á Toftum, har teir sjálvandi eru svangir eftir stigum, sigur Johan Nielsen. Hví heldur tú, at tað hevur gingið so væl í ár? – Spælararnir hava fleiri royndir. Teir eru meiri vanir við 1. deildarfótbólt, sum er øðrvísi enn í lægru deildunum. Teir tora at bjóða seg fram, teir tora at hava bóltin, og teir megna harvið at sleppa sær skila- gott av við hann aftur. Tá ið sjálvsálitið fær eitt skump rætta vegin, verður tað eisini lættari at fáa mál, tá ið møgleikarnir koma. Hes- um gekk tað einki serligt við í fjør, staðfestir royndi Skála venjarin. Allir spælararnir hjá Skála eru tøkir. Tað er ikki frítt, at tað er kapping um plássini. Ronni Hansen og Puja, sum teir rópa hann, vóru uttanfyri síðst saman við málverjanum Heina Kristiansen. Hesir trýsta allir fyri at sleppa á liðið. Á Svangaskarði siga teir seg hava gott mót. Nýggi bulgarski álopsspælarin hevur vant saman við hinum í B68. Enn eru loyvini ikki komin upp á pláss, so hann verður ikki við ímóti Skála. Bulgarski spælarin royndar- venur á Svangaskarði. Okk- um kunnugt hevur B68 ikki enn skrivað sáttmála við fremmanda mannin. Allir teir somu, sum spældu ímóti NSÍ sunnu- dagin, eru tøkir hesa ferð. Nú er nakað síðani, at teir sóu Súna Fríða Barðá á Svangaskarði. Heimasíðan hjá Norðlýsinum visti í gjár at siga, at hann samráðist við KÍ um samstarv. B68-Skála: Renna framvegis undan botninum Ofta plagar talan at vera um spennandi og undirhaldandi uppgerðir, tá GÍ og KÍ takast C M Y K 22 23 Mat- seðilin Fríggjadagin 21. mai: Nakkasteik Leygardagin 22. mai: Rullusteik Mánadagin 24. mai: Gjørda haru Týsdagin 25. mai: Stoktan fisk Mikudagin 26. mai: Lasagne *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 22,00 Maxiburgari ella Búffsandwich 30,00 Matstovan í Hoyvík