týsdagur 11. mars 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. mars 2014 · Nr. 30
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Fært
tú
eins
nógvar
omega-3
feittsýrur, sum ein miðal japanskur
borgari fær, minkar vandin fyri æðra
kálking og hjartasjúkum munandi.
Tað vísir ein nýggj vísundalig
kanning, sum tíðarritið Heart hev
ur kunngjørt.
Tilburðirnir av kálking í hjarta
pulsæðrini, sum føra til hjarta
sjúkur, eru munandi lægri millum
japanskar borgarar enn millum
fólk í øðrum ídnaðarsamfeløgum,
eitt nú USA.
Eta meira fisk
Gransking vísir, at munurin millum
fólk í Japan og í øðrum ídnaðar
samfeløgum ikki er genetisk. Hin
vegin er hin mest sannlíka frá
greiðingin hon, at fólk í Japan fáa
munandi fleiri omega-3-feittsýrur
úr fiski.
Í miðal etur ein japanskur borg
ari út við 100 gram av fiski um
dagin, meðan talið fyri eitt nú ein
amerikanskan borgara bert liggur
millum 7 og 13 gram um dagin.
Ein
granskingarbólkur,
sum
var mannaður við japanesarum og
amerikumonnum, hevur fylgt 175
japanskum og 113 amerikanskum
monnum í fimm ár. Her vórðu
ymiskir vágafaktorar, sum kunnu
føra til hjartasjúkur, kannaðir, eitt
nú royking, høgt blóðtrýst og nøgd
in av sukur í blóðinum.
100 prosent størri
Kanningin vísir, at amerikansku
menninir vóru í tríggjar ferðir so
stórum vanda fyri kálking í hjarta
pulsæðrini sum japansku menninir.
Haraftrat var innihaldið av omega-3
feittsýrum í blóðinum meiri enn
100 prosent størri millum japansku
menninar, sum vóru við í kann-ing
ini.
www.helse.dk skrivar, at best
hevði sjálvsagt verið, um kanningin
var enn meira umfatandi og hevði
havt kvinnur við, soleiðis at
granskararnir við størri vissu kun
du sagt, at úrslitið er galdandi fyri
bæði kynini.
Fyribils ábendingarnar eru tó,
at fólk í okkara parti av heiminum
í størri mun eiga at eta fleiri lívs
neyðugar feittsýrur, enn vit gera í
dag, og tað er at vóna, at granskað
verður enn meiri á hesum øki.
Lívstýdningarmikið
Omega-3 feittsýrur eru lívsneyðugar
eins og vitaminir. Tá likam okkara
ikki kann framleiða hesar, skulu vit
hava tær við matinum.
Feitur fiskur hevur meira av
omega-3 enn fiskur sum er rak, men
feitur fiskur er oftast eisini meira
dálkaður. Haraftrat kemur, at villur
fiskur hevur fleiri omega-3 enn ald
ur fiskur. Ein effektivur háttur at
tryggja sær nóg mikið av feittsýrum
er við fiskaolju, har tú kanst vera
vísur í nøgdini av omega-3.
- Tú eigur at velja tær reinsaða
og kontrolleraða fiskaolju, sum ikki
er dálkað við tungmetallum og klori
er vegleiðingin hjá www.helse.dk
Fiskaolja fyribyrgir æðrakálking
Nýggj gransking vísir, at amerikanskir menn eru í tríggjar ferðir so stórum vanda fyri kálking í
hjartapulsæðrini sum japanskir menn. Haraftrat er innihaldið av omega-3 feittsýrum í blóðinum
hjá japanskum monnum meiri enn 100 prosent størri enn hjá amerikanskum monnum
Vilmund Jacobsen
Orsøkin til, at kvinnan er hitt
sterkara kynið, eru kvinnu
ligu kynshormonini, sum
bjarga lívi og sum eisini gera,
at kvinnur liva longri enn
menn.
Hetta vísir ein nýggj kann
ing, sum fevnir um fleiri enn
48.000 sjúklingar, sum fingu
álvarsligan skaða.
Betri mótstøðuføri
Granskarar halda orsøkin til
hetta vera høga talið av kyns-
hormoninum østrogen, sum
hevur ein verjandi virknað.
-
Kvinnuliga
kynshor
monið gevur helst eitt betri
mótstøðuføri móti álvarsom
um skaðum, samstundis sum
mannligu
kynshormonini
minka um møguleikarnar at
yvirliva álvarsamar skaðar.
Tað sigur Adil D. Haider,
granskingarleiðari og pro
fessari í skurðfrøði, sum
starvast við Johns Hopkins
University School of Medi
cine.
- Kvinnur, sum hava verið
fyri álvarsligum skaða, hava
14 prosent størri møguleik
ar fyri at yvirliva enn menn
í somu støðu, sigur gransk
ingarleiðarin.
Styrkjandi virknaður
Granskarar halda, at kvinnu
ligu kynshormonini hava ein
immun-styrkjandi virknað,
meðan mannligu hormonini
hava ein dempandi virknað á
immunverjuna.
Úrslit, sum líkjast hesum,
eru eisini staðfest á kann
ingarstovum við mús, men
hetta er so fyrstu ferð, at
samanhangur er sæddur hjá
menniskjum.
- Við nýggju granskingini í
huga kunnu menn, sum koma
út fyri álvarsligum skaða,
kanska viðgerast við heili
vági, sum “blokerar” mann
ligum kynshormonum sum
testosteron, skrivar netsíðan
www.iform.dk
Kvinnan er sterkara kynið
Nýggj gransking Kvinnur, sum hava verið fyri álvarsligum skaða, hava 14
prosent størri møguleikar fyri at yvirliva enn menn í somu støðu
Bjóða teg fram at hjálpa: Øll hava av og á brúk fyri hjálp. Bjóða teg fram at hjálpa
onkrum. Viðkomandi verður sera glaður og takksamur, og tú fert at føla eina góða
og heita kenslu innan í tær sjálvum - Eina kenslu av nøgdsemi og djúpari gleði
Omega-3 feittsýrur eru lívsneyðugar. Tá likam okkara ikki kann framleiða hesar, skulu vit hava tær
við matinum. Ein effektivur háttur at tryggja sær nóg mikið av feittsýrum er við fiskaolju
Tað er ikki bara nakað, sum vit plaga at siga, at kvinnan er
sterkara kynið. Tað staðfestir eisini nýggj gransking