týsdagur 11. mars 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 12. mars 2014 · Nr. 30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Marjun Dalsgaard
Aksel Johannesen, formaður
í
Javnaðarflokkinum,
vil
lógarfesta búskapargrunnin
í Stýrisskipanarlógini, so ein
meriluti í løgtinginum ikki
kann broyta lógina og taka
pengar úr grunninum í ótíð.
– Um milliardir fara at
spræna inn í Búskapar
grunnin í sambandi við olju
vinnuna, verður alt ov stórt
trýst á politikarar, at brúka
pengarnar. Tí halda vit, at
lógin um búskapargrunnin
skal í Stýrisskipanarlógina,
sigur hann.
Manglandi álitið botnar
millum annað í royndum við
sitandi samgongu.
Tá Kaj Leo Johannesen
kom til valdið í 2011, valdi
hann við sínum meiriluta at
gera eina lógarbroyting, sum
gjørdi tað møguligt at flyta
yvir 70 milliónir krónur frá
uppboðssøluni av makreli úr
búskapargrunninum og yvir
í landskassan.
Aksel Johannesen hevur
ikki álit á, at politiska skip
anin í Føroyum er før fyri at
handfara búskapargrunnin
rætt, um ásetingarnar kunnu
broytast við einum vanligum
meiriluta í løgtinginum.
– Um vit hava lógina um
búskapargrunnin í Stýris
skipanarlógini, skulu, um
ikki annað, tvey løgting til, at
taka eina avgerð um at taka
pengar úr búskapargrunn
inum í ótið, sigur hann.
Umframt at lógarfesta
grunnin í Stýrisskipanar
lógini, vil Aksel Johannesen
hava neyvari ásetingar um,
hvørjar inntøkur skulu í
grunnin, t.d. er tað skattur
av vinningi, royalties og so
framvegis, eins og neyvari
ásetingar fyri, hvussu pen
ingurin
verður
útgoldin,
skulu setast.
Sveiggj skeikla
búskapin
Tað er av alstórum týdningi,
at vit handfara stórar inn
tøkur í sambandi við eina
oljuvinnu rætt, tí tað skeikl
ar føroyska búskapin, um ov
stór sveiggj eru í inntøkun
um.
Í sambandi við eitt tema
um oljuvinnuna í Sosialinum
mánadagin, sigur búskapar
frøðingurin, Johnny í Grót
inum, at ágóðin av einari
oljuvinnu velst um, hvussu
vinnuligu karmarnir verða
skipaðir. Ein háttur at tryggja
javnvág í føroyska búskap
inum er við Búskapargrunni
Føroya, sum varð settur á
stovn í juni 2011.
Endamálið við búskapar
grunninum er at tryggja
samfelagsbúskapin
ímóti
stórum
sveiggjum,
sum
kunnu koma vegna stórar
inntøkur frá tilfeingi – eitt
nú um vit finna olju.
Inntøkur grunsins eru
millum annað, sambært løg
tingslóg um Búskapargrunn
Føroya frá juni 2011, frá kol
vetnisútvinning, ágóða av
einskiljing landsins, játtan
av fíggjarlóg og inntøku av
íløgurøkt grunsins.
Við løgtingslóg frá de
sember 2011 var lógin broytt
soleiðis, at lógin ikki umfatar
inntøkur frá "viðvarandi til
feingi". Makrelsølan varð tí
undantikin lógini og pengar
nir frá uppboðssøluni kundu
flytast yvir í landskassan.
Búskapargrunnurin
lógarfestast í
stýrisskipanarlógini
Fyri at tryggja, at politikarar ikki fara eftir oljupengunum
í ótíð, vil formaðurin í Javnaðarflokkinum lógarfesta
búskapargrunnin í Stýrisskipanarlógini
Marjun Dalsgaard
Ein orsøk til, at formaðurin
í
Javnaðarflokkinum,
Aksel
Johannesen,
vil
tryggja ásetingarnar um
Búskapargrunn Føroya í
Stýrisskipanarlógini, er, at
sitandi samgonga fyrr hevur
flutt 70 milliónir krónur úr
búskapargrunninum yvir
í landskassan. Hetta varð
gjørt við eini broyting í
lógartekstinum viðvíkjandi
»viðvarandi tilfeingi«.
Sostatt varð inntøkan
frá søluni av makreli und
antikin
lógini
um
bú
skapargrunnin. Hetta er
tó eitt eindømi og kann
ikki samanberast við olju
inntøkur,
sigur
Jørgen
Niclasen, fíggjarmálaráð
harri.
– Vit høvdu eitt stórt
undirskot í landskassanum,
og vit høvdu 70 milliónir í
búskapargrunninum. Tað
gevur ikki meining at spara
upp í einum grunni, tá vit
hava eitt undirskot í lands
kassanum. Tí avgjørdi eg,
at teir pengarnir skuldu í
landskassan, sigur Jørgen
Niclasen.
Eingin trupulleiki
Hann heldur tó ikki, at hetta
verður nakar trupulleiki,
um ein oljuvinna fer at geva
milliardir í inntøkum.
– Tað er vanligt vit og
skil, at oljupengar sjálvsagt
skulu í ein grunn og ikki
inn í samfelagið, sigur Jørg
en Niclasen. Hann er ikki í
iva um, at politikarir í løg
tinginum eru samdir um
tað.
Hann vil tó ikki svara
uppá, um tað merkir, at eitt
undirskot altíð skal kunn
að dekkast av pengum í
búskapargrunninum.
– Allir flokkar arbeiða
í dag við at sleppa av við
hallið.
Tað
gevur
ikki
meining at spara upp í bú
skapargrunninum, um tú
hevur undirskot á fíggjar
lógini, tí so skalt tú út at
læna pengar, sigur Jørgen
Niclasen.
– Í Noreg hava tey ein
grunn, sum oljuinntøkur
eru goldnar til í nógv ár, og
tað trúgvi eg eisini, at vit
kunnu hava her. Vit mugu
hava álit á hvønn annan og
ikki skipa okkum á misálit,
leggur hann afturat.
Í mándagsblaðnum hevði Sosialurin stórt tema um oljuv
innuna í sambandi við, at Javnaðarflokkurin á Fólkatingi
skipaði fyri Oljuráðstevnu á Christiansborg 21. februar. Í
blaðnum sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur millum
annað, at tað er altavgerandi, hvussu vit politiskt skipa
karmarnar fyri oljuvinnuni. Hann leggur dent á, at tað er av
stórum týdningi, at oljuvinnan verður avbyrgd, so hon ikki
ávirkar aðrar vinnur í ov stóran mun. Eitt nú eru ásetingar
um, at alt skal inn um føroyskan kajkant beinleiðis skaðiligar,
tí tær tvinga virksemi til landið, sum annars ikki hevði verið
her. Umframt tað, at inflatiónin verður størri enn neyðugt,
kann avleiðingin av slíkum krøvum verða, at hesar nýggju
oljubaseraðu vinnurnar fara avstað við allari arbeismegini,
so aðrar vinnur mugu geva skarvin yvir, sigur Johnny í
Grótinum.
Ein háttur at tryggja javnvág í búskapinum er við Búskapar
grunni Føroya, sum varð settur á stovn í juni 2011. Búskapar
grunnurin skal forða fyri alt ov ógvusligum pengingainn
spræningum í føroyska samfelagið, við at stórar inntøkur
frá eitt nú oljuvinnu ella tilfeingisgjaldi verða beindar í
búskapargrunnin og síðani fluttar til landskassan í avmark
aðum mongdum.
Bakgrund
Aksel Johannesen hevur ikki álit á, at politikarar
klára at standa ímóti trýsti at brúka fleiri pengar, um
milliardir frá oljuvinnu spræna inn í búskapargrunnin
70 milliónir krónur frá makreluppboðssøluni
vórðu fluttar úr búskapargrunninum í 2011, men
hetta var eitt eindømi, sigur Jørgen Niclasen
Mugu hava
álit á hvørjum
øðrum
Jørgen Niclasen hevur ikki tikið
støðu til, um búskapargrunnurin
skal lógarfestast øðrvísi enn við
vanligari lóg, men hann heldur,
at politikarar eiga at hava álit á
hvørjum øðrum og skipa seg hareftir