Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. mars 2014 · Nr. 30 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Leo Poulsen Øll alibrúk í landinum verða kannað fýra ferðir um árið fyri ILA, og tað var ein slík rutinukanning sum staðfesti, at alibrúkið út fyri Selatrað var fongt við ILA. Síðani hevur Bakkafrost tikið allan fiskin, sum var í teimum aliringunum. – Vit hava kannað øll ali­ brúk í Sundalagnum og har um­kring, men hava ikki funnið ILA í nøkrum teirra. Vit skulu kanna tey aftur í hesari vikuni fyri at tryggja, at tey ikki eru fongd við ILA, sigur Birna Mørkøre, lands­ djóralækni. Men hóast tey ikki hava funnið ILA í øðrum ali­brúk­ um, vil Birna Mørkøre ikki siga, at vandin er heilt av enn. – Vit skulu sum sagt kanna alibrúkini umaftur. Vit kanna øll alibrúk fýra ferðir um árið, og beint nú er tað intensiverað í sambandi við ILA, sum varð staðfest út fyri Selatrað, sigur Birna Mørkøre. Tey fara fyrsta dagin at gera kanningar hjá Fiskaaling við Áir – Tey eru í einari serligari støðu, tí tey fáa vatn av landi, so vandin fyri at tey fáa ILA er ikki so stórur, sigur Birna Mørkøre. Hert eftirlit Soleiðis skrivar Birna Mørk­øre á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvs­stov­ uni: Í yvirvøkusýnum undir vanliga eftirlitinum hjá Heil­ sufrøðiliga starvsstovuni er staðfest, at ILA virus av tí sjúkuelvandi slagnum HPR- del eru ávístar í aliøkinum A-80, sum er við Selatrað og sum Bakkafrost eigur. Tó eru eingi tekin um at sjúkan er brotin út, talan er tí um eina subkliniska in­ fektión. Fiskurin sum er í A-80 við Selatrað verður nú slaktaður skjótast til ber. Eisini grannaøkini, A-81 (Kol­beinagjógv) og A-31 (Veðra­nes) verða slakta skjót­ ast til ber. Leggjast kann afturat, at Bakkafrost valdi at skunda undir slaktingina A-80 bein­ an­vegin illgruni var um hesa virus fyri einari góðari viku síðani. Mint verður á, at tað til einhvørja tíð er bannað at fiska inni á aliøkjum. Í niðurberjingarøkjunum A-80, A-31 og A-81 er bannað at fiska í einari fjarstøðu upp á 1000 metrar at rokna frá flótandi alienleggunum. Eftirlitssona er ásett at fevna um øliøkini frá A-87 (Haldórsvík) og suður til A-06 (Gulin) beint sunnanvert Arg­ ir, soleiðis at hesi verða undir herdum eftirliti komandi vikurnar. Ávísing av ILA virus eigur at verða tikin í størsta álvara. Sannlíkt er tó, at henda ILA virus er funnin rættiliga tíðliga í tilgongdini. Hetta tí at eingi sjúkueyðkenni eru at síggja á fiskinum. Harafturat hava aliøkini rundanum Sela­ trað nýliga verið kannað utt­ an at hava ávíst hesa virus. Hetta, saman við góðum mannagongdum rundanum sjúkufyribyrgjandi rakst­ ur, gevur góðar vónir um at henda virus kann niður­ berjast áðrenn hon breiðir seg víðari. Útflutningur av laksi verður ikki tarnaður av hesi ávísing. Altjóða reglur áseta, at fiskur sum er kruvdur og ikki hevur sjúkutekin, frítt kann fara á allar marknaðir, hóast hann kemur frá ali­ brúki har ILA er ávíst. ILA virus smittar bert laks og ávís onnur fiskasløg, hev­ur onga ávirkan á fólka­ heilsuna. Einki ILA stað­ fest aftur Landsdjóralæknin hevur kannað øll alibrúk í Sundalagnum og hevur staðfest, at einki ILA er funnið Bakkafrost víðkar um aliøkið Landsverk hevur lagt øki av til alibrúk út fyri Nes, sum Bakkafrost hevur søkt um. Tað sleppur bert ein alari av vera á hvørjum firði Leo Poulsen Tað er Landsverk, ið stend­ur fyri arbeiðinum at leggja út nýggj aliøkir, og teir hava í hesum sam­ bandi ráðført seg við Sø­ fart­styrelsen og Kongs­ havnar havn. Talan er um at økja ali­ økið Kollafjørður-Tanga­ fjørður til eisini at umfata økið út fyri Nes. Úrslitið av hesum er ein ætlan, sum í høv­uðs­ heitum fevnir um, at ljós­ vinklarnir á vitanum á Toftum suðureftir verða sløktir. Ístaðin verður nýggj­ur vinkulviti settur upp á Strondum til at marka siglingarleiðina inn á Skálafjørðin sunn­ an­ífrá. Bakgrundin fyri ætl­ a­nini er broyting av kunn­gerð nr. 134/2009 um sjúkufyribyrgjandi rakst­ ur av alibrúkum, sum merkir, at sjóøkið millum Kald­baksnes, Raktanga og Eystnes verður lagt afturat alifjørðinum Kollafjørður- Tangafjørður. Aliøki kunnu við hes­ um leggjast fram við Nes-landinum við hósk­ andi frástøðu til nýggju siglingarleiðina. Somu­ leiðis skulu bátar kunna sigla millum land og ali­ støðina. Broytingin av sigl­ ingar­leiðini inn á Skála­ fjørðin er send til hoyr­ ingar hjá viðkomandi havna­myndugleikum, komm­unum, loðsbólki, Sjó­vinnustýri og Vørn. Loyvisfyrisitingin hjá Heilsufrøðiligu Starvs­ stov­uni hevur fingið umsókn um aliøki út fyri Nesi frá Bakkafrost. Oddvald Olsen hjá Bakka­frost upplýsir, at tað partvíst er fyri at hava fleiri økir at velja í, tá teir flyta fiskin runt. – Men tað kostar sjálv­ andi at upprætta eitt nýtt aliøki, so talan verður eis­ ini um eina ávísa øking fram­leiðsluni, sigur Odd­ vald Olsen. Økið, sum søkt er um, er 140X400 metrar. – Har passa heilt nógvir aliringar, sigur Oddvald Olsen. Birna Mørkøre, landsdjóralækni, heldur, at tað enn er ov tíðliga at avblása ILA-vandan, sjálvt um kanningar hava staðfest, at einki ILA er funnið í alibrúkum í Sundalagnum ella aðrastaðni Bakkafrost eigur alibrúkið við Selatrað, og teir fáa nú eitt nýtt aliøki út fyri Nesi