Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. mars 2014 · Nr. 30 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein tøkk frá okkum, sum mistu Jens Paula Juul Føddur 17-05.1991 deyður 28-12-2013 Orð kunnu ikki lýsa ta hjálp og troyst, tit hava givið okkum. Somuleiðis ein tøkk til tykkum, sum hava latið gávu til bjargingarfeløgini. Guð gevi mær sálarfrið til at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta; mót til at broyta tað, ið eg kann; og vísdóm til at skilja munin. Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin. Tá ið orði er tómt tá ið samleikin er tómur tá ið ljósið fyri framman er kámt hvat og hví verður spurt einki er svarið svarið er tómt lívi fyri framman er fjart hvat og hví verður spurt eittans er svarið svarið er kærleiki fyri at saknað lívið sum varð mást tú hava elskað elska tað lívið tað lívið sum varð tað lívið sum í minninum verður mást tú hava elskað JLJ Nú ró um bygd er lagt, synir tveir í moldum hvíla, eina takkarkvøðu eg vil senda: til tey fólk sum vilja sýndu hjálp til fólk í neyðum stødd Slíka hjálp einans vinir vísa, sorgartár tey við os bera, kenslur loysna, lættir trega, lívið livast skal tit vísa, sjálvt um tómt er innanhýsis Í neyðum vinir tú skalt kenna. Vinir visti man seg eiga, men ein slíkan hóp av vinum einans tankin kundi hugsa, -meir enn tankin dugdi hugsa- Vinir fjarð vinir nær tað tøkk tit allir skulu eiga: ró tit innanveggja hava givið, ró sum lívið frammá førir, Guðs signing tykkum fylgi JLJ Margit, Jørmund, Hjalmar, Hans Berg, Fríði og Meibritt