týsdagur 11. mars 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 12. mars 2014 · Nr. 30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Góða fastir, tað er við sorg í
hjartanum, at vit skriva nøk
ur minningarorð um teg.
Tú var yngst av sjey
systkjum, dóttur Andreu og
Sakarias Müller í Kvívík.
Tað, sum vit minnast aft
urá, sum var ómetaliga stutt
ligt og hugnaligt var, tá ið vit
búðu í sama húsi Undir Snið.
Vit vóru smágentur tá, vit
vóru so góðar við teg og tú
við okkum. Tað bleiv mangan
flent at okkum, vit gloppaðu
hurðini inn til tykkum og
spurdu: er fastir inni. Var hon
ikki inni, tímdu vit ikki inn.
Tey seinnu árini hava vit
ofta verið saman. Í apríl í fjør
vóru tú, mamma og Helga í
vikuskifti úti í Vestmanna.
Tað var sera hugnaligt. Tú
hevði eina gásvið, sum vit
høvdu til døgurða sunnudag.
Í september, tá ið Kvívíkar
kommuna fylti 100 ár, vart
tú eisini við okkum. Tað var
ein sera góður dagur.
Tað er so trist at hyggja út
á Trøð og onki ljós er at síggja
í vindeygunum longur.
Góða
fastir,
tú
hevði
tað ikki so gott teir síðstu
dagarnar, so tað var gott, at
tú bleiv tikin heim til Harran,
sum tú legði alt títt álit á.
Við hesum fáu orðum
lýsa vit frið yvir okkara góðu
fastur.
Ansa og Helga
Minningarorð um okkara góðu fastur
Albjørg Jacobsen
fødd 22.11.1936 deyð 1.2.2014
Týsdagin 11. mars kl 20,00
verður filmurin “De urørlige”
vístur í Meinigheitshúsinum
í Sandavági.
Filmurin er framleiddur
í 2011. Í 1993 kom Philippe
Pozzo di Borgo fyri ta van
lukku at detta niður við ein
um flogskíggja og varð lamin
frá hálsinum og niður. Hann
varð tá 42 ára gamal, og konan
hartil álvarsliga sjúk. Hann er
væl fyri peningaliga, og má
hava røkt alt samdøgrið
Driss er innflytari og
arbeiðsleysur og ikki sørt
kriminellur.
Tá
Philippe
vil seta ein hjálpara í starv
kemur hann til samrøðu, og
tað verður byrjanin til djúpt
og avbjóðandi vinsemi fyri
báðar.
Týsdagin 18. mars kl
20,00 verða hugleiðingar um
filmin “De urørlige” í kirkjuni
í Sandvági. Dvølt verður við
evni, sum filmurin lýsir, so
sum líðing, umsorgan og lívs
gleði.
Lovinda Halgaklett syngur
og Bjørk Gudmundsen sýnir
fram list.
Kirkjubio í Vágum