týsdagur 11. mars 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. mars 2014 · Nr. 30
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
loysnin seinast:
Gáta 762: SONARKONAN
Vinnari: Randi M. Hansen, Ósabakkavegur 10,
410 Kollafjørður
Krossorðið skal sendast í sms-boðum til tlf. nr. 1940.
Skriva »sos kross« og síðani rætta krossorðið.
Tað kostar 5 kr. + vanliga takst. Øll, sum svara rætt,
eru við í lutakastinum
um eitt vikuskiftishald av Sosialinum í ein
ársfjórðing (virði kr. 380,-)
krossorð
X
X
X
X
X
X
X
Gullbrúdleyp:
Tann 11. apríl hava Bergtóra og Harry Danielsen Saltangará,
verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 12. apríl frá
kl. 16.00 í Sjókafeini í Runavík. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 5. juli 2014 kl. 13 giftast í Ebenezer: Randi Ketty
Joensen, Hvannasund og Nikkil Heinesen, Tórshavn. Veitslan
verður í bygdarhúsinum í Hósvík kl. 19. Tey, ið ynskja at koma
til veitsluna, vinarliga sigið frá á 512433:Randi, 509293:Nikkil
ella t-post: rn050714@gmail.com. Seinast 9. Juni. Vit hava valt
at seta aldursmark á 14 ár.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 12. apríl hava hjúnini Eyðbjørg og Regin Joen
sen, Gøtueiði, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdar
húsinum í Leirvík frá kl.17. Tey, sum vilja halda dagin saman
við okkum, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 211280 ella
441280, áðrenn 1. apríl.
Gullbrúdleyp
17. mars hava Jenny og Eivind Bech, Lopra, verið gift í 50 ár.
Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar í
Siglugøtu 1 frá kl. 14.
merkisdagar
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 13. mei hava Heidi og Rúni Winther, Sandur, verið
gift í 25 ár . Dagurin verður hildin leygardagin 10.mei kl.19.00
í Bygdarhúsinum Samljóð í Skopun. Tey, ið vilja gleða okkum
við at koma, verða vinarliga biðin um at siga okkum frá
innan 15.apríl. Tlf: 361727 – 221727 - 287727. Øll eru hjartaliga
vælkomin.