Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-11, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. mars 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. mars 2014 · Nr. 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, fax 342401, us@us.fo Nú eitt av dugnaligu starvsfólkum okkara hevur leitað sær aðrar avbjóðingar, søkir Umhvørvisstovan eftir starvsfólki til deildina Vernd at byrja 1. juni 2014. Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði og samstarvi, har tú hevur góðar møguleikar at menna tínar førleikar. Tú fert at arbeiða sjálvstøðugt og samstundis í tøttum samstarvi við deildarleiðaran og hini starvsfólkini á deildini. Vit vænta at tú hevur lokið prógv í verkfrøði, lívfrøði, umhvørvistøkni ella líknandi. Royndir frá almennari fyrisiting, vinnulívi, málsviðgerð og eftirliti eru ein fyrimunur. Vit leggja dent á, at tú sært nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva. Tú hevur teldukunnleika á brúkarastigi til vanlig forrit og evni til at samskifta við onnur í skrift og talu á føroyskum, enskum og norðurlendskum máli. Harafturat mást tú vera fleksibul í mun til at útinna ymiskar uppgávur. Koyrikort til bil er ein treyt. Setanarviðurskifti Starvið er fultíðarstarv og fevnir serliga um málsviðgerð og eftirlit á umhvørvisøkinum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast til: Umhvørvisstovan Postboks 2048 165 Argir ella sum teldupostur til: us@us.fo. Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi tann 28. mars 2014. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á Vernd, tlf. 342444, ella Petur Nielsen, stjóra, tlf. 342400. Umhvørvisstovan søkir starvsfólk til deildina Vernd Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, fax 342401, us@us.fo Umhvørvisstovan sóknast eftir einum skrivstovufólki til landsfólkayvirlitið og tinglýsingina. Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði og samstarvi, har tú hevur góðar møguleikar at menna tínar førleikar. Tú fert at arbeiða sjálvstøðugt og samstundis í tøttum samstarvi við deildarleiðaran og hini starvsfólkini á deildini. Vit vænta at tú hevur skrivstovuútbúgving, banka- útbúgving, advokatskrivaraútbúgving ella aðra líknandi útbúgving. Tað er ein fyri- munur at hava relevantar arbeiðsroyndir. Dentur verður lagdur á, at tú ert fyrikom- andi, dugnalig/ur og nærløgd/lagdur. Vit leggja dent á, at tú sært nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva. Setanarviðurskifti Starvið er fultíðarstarv. Tað fevnir um málsviðgerð og skráseting av søguligum upplýsingum á landsfólkayvirlitinum og partvís um málsviðgerð á tinglýsingini. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmanna- felagið. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, cv og møguligum viðmælum skal sendast til: Umhvørvisstovan Postboks 2048, 165 Argir ella sum teldupostur til: us@us.fo. Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi tann 21. mars 2014. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Gunnvá á Lofti, deildarleiðara, á telefon 342400. Umhvørvisstovan søkir eftir skrivstovufólki Er hetta tú? - Søkt verður eftir næmingi til bókhaldið Kundi tú hugsa tær eitt lærupláss í einari fyritøku, har nógv er at gera, og har tú ert partur av einum starvsfólkatoymi, ið støðugt strembar eftir at mennast og gerast betri? Vit ynskja at tú • hevur HH, HF ella studentsprógv • ert ágrýtin • dámar væl góðan ordan • dugir væl at samskifta • dugir væl at samstarva • ert tænastusinnað/ur Vit bjóða Eitt mennandi lærupláss har starvsfólkini trívast og har tað snýr seg um at veita eina góða tænastu. Um tú hevur spurningar, ber til at ringja til Óla Reinert, fíggjarleiðara, á telefon 360128. Starvið verður sett skjótast til ber. Um tú tekur prógv í summar, ert tú eisini vælkomin at søkja. Send umsókn við prógvum í sein- asta lagi mánadagin 31. mars 2014 kl. 12, til Marjun Eystberg á teldu- postadressu: meystberg@ph.fo P/f Poul Hansen heilsøla er størsta heilsøla í Føroyum. Umleið 120 fólk starvast í samtakinum, sum varð stovnað í 1927.