Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Edmund Joensen Tíðargrein síða 15 Ódn í einum vatnglasi Eyðfinnur Jacobsen Eygamálið síða 14 Vakn­ aður vár­sins songur Landsstýrismaðurin í fiski­vinn­ u­málum hevur síðstu árini spælt høgt spæl. Føroyar hava brotið seg úr strandalandaavtalu um být­ið av makreli og seinni eisini norð­havs­ sild, hava ásett sær egnar kvot­ur og eru farnar í kríggj við okk­ara grannar. Grannarnir hava nokt­ að føroyskum skipum at fiska í teirra øki. Og føroyskur makrelur og føroysk sild eru útihýst frá ES markn­að­i­num, sum annars rindar mest fyri hesa vøru. Við makrelavtaluni í hondini kann landsstýrismaðurin av røtt­ um siga, at høga spælið loysti seg. Ein kom­andi sildaavtala kann geva Vest­er­gaard ein fjøður í hattin aft­ ur­at. Og tá eru argumentini fyri ES- boy­kott­i­num samstundis burtur. Hyggja vit eftir fisk­i­vinn­u­pol­i­ tikk­inum síðstu árini, so hevur yv­ ir­skip­aða málið verið at prógva fyri okkara grannum, at vit sum fiski­ vinn­u­tjóð eisini megna at fiska tær nøgd­ir av makreli og norðhavssild, sum vit hava tikið í okkara part. Støð­an hevur verið ónormal, tí alt skuldi fiskast í føroyskum sjógvi, áðr­enn fiskurin fór yvir um markið til grann­an. Landsstýrismaðurin setti øll segl til, allir skipabólkar skuldu fáa lut í makrelinum og fingu nýggj­ar kvotur og møguleikar at royna eftir uppsjóvargullinum. Hesi árini eru enntá nýggir skipa­ bólk­ar defineraðir, og skip utt­an nøkur sum helst rættindi í før­oysk­ um sjógvi hava eisini fingið sín part av kvotunum. Við makrelavtaluni eru við­ur­ skift­ini ­aftur normal. Tveir triðingar av makr­e­l­inum kunnu enntá fisk­ast inni hjá okkara grannum. Kapp­renn­ing­in um nøgdirnar, sum skuldu fiskast áðrenn fiskurin svam yvir um markið, er av. Tí ber til at rætta kumpass í fiski­ vinnu­pol­i­tikkinum­. Nú má fokus set­ast á virðini, heldur enn bara á nøgd­ir­nar. Skulu allir skipabólkar fram­hald­andi fáa burtur av kvot­ uni? Ella skulu vit lata tey skip, sum eru best egnaði og fáa mestu virð­is­ øki­ngina burtur úr rávøruni, sleppa at fiska? Fimm ára avtalan er eitt gott fund­a­ment undir kjaki um grund­leggj­andi spurningin, hvussu før­oyska samfelagið fær sum mest burt­ur­úr. Tí tað er púra greitt, at makr­el­av­talan ger kvoturnar nógv nógv meira verdar í krónum og oyr­ um. Nú má fokus aftur á virðið Kári P. Højgaard koyrdi Kristiannu av tingi, og Janus Rein skulkaði Sum væntað feldi løgtingið í gjár uppskotið hjá Bjørt Sam­uel­sen, Rigmor Dam og Poul Michelsen um at broyta hjún­a­bands­lógini soleiðis, at sam­kynd kunnu giftast borg­ ar­liga. Hóast Miðflokkurin ikki hev­ur ávirkan á meiralutan hjá samgonguni, so hevur sam­gongan kortini gjørt av, at hetta uppskotið skal fell­ ast. Men tað er ikki bara sam­ gong­an, sum heldur tað. Heldur ikki hesaferð megn­aði Javanðarflokkurin at standa sum ein flokkur – tí Hen­rik Old atkvøddi saman við samgonguni, tí hann held­ur ikki, at hjúnaband mill­um fólk av sama kyni er hósk­i­ligt. Sjálvstýrisflokkurin var í ser­støðu hesaferð. Kári P. Høj­ gaard er burtur í privatum ør­ind­um. Kristianna Winth­er Poulsen, sum hevði sæti fyri hann, er fyri, at fólk av sama kyni skulu sleppa at giftast. Men tað hóvar ikki Kára P. Højgaard, at Sjálv­stýr­is­ flokk­ur­in leggur stemmur til slíkt, so hann tók ta serstøðu at koyra Kristiannu úr ting­ i­num mikudagin og sjálvur verða skrivaður fyri skulk hós­dag­in – fyri ikki at koma gamla sjálvstýrinum í hom­o­ seksu­elt selskap. Burturæð frá Javn­að­ar­ flokk­i­num stóðu allir flok­k­ ar soleiðis saman. Sjálv­stýr­ is­flokk­ur­in við ikki at vera til stað­ar. Men Janus Rein, sum er valdur á ting fyri Fram­sókn, sum er eisinasti flokk­ur, sum beinleiðis og í stevn­u­skrá gongur inn fyri hjúna­bandi millum sam­ skynd, rýmdi av tingi, áðrenn at­kvøtt varð um málið. Hann var í tingsalinum til málini framm­an­undan. Um Janus Rein rýmdi av tingi hósdagin, tí hann sum fólk­a­flokstingmaður ikki slapp at atkvøða fyri, er ikki greitt. Staðfestast kann, at Janus Rein er valdur á ting sum um­boð teirra samkyndu. Ti kundi hann ikki atkvøða í­móti. Tað er sjálvandi ringt at tæna tveim­um harrum, tí kann loysnin vera at halda seg burt­ur og ikki taka tele­ fon­ina – hóast tað lukt­ar lang­ an veg av undanstøkking. Oldurin helt við samgonguni Norrøna gjørdi eitt gott hál í fjør, og úrslitið fyri 2013 vís­ir, at Smyril Line hevði eitt avlop á 32,2 milliónir krón­ur. Tað eru einar 20 milliónir krónur meiri í avlopi enn í 2012, og tað eru tey nøgd við á Smyril Line. Høvuðsorsøkin er at av­ lopið veksur, er at sølan øk­ ist alsamt, samstundis sum at rakst­urin verður alsamt skil­bøttur – Vit kunnu staðfesta eina framgongd í ferð­a­ seðl­a­søl­uni á umleið trý prosent. Sam­stund­is eru prís­irnir lækk­að­ir níggju pro­sent í meðal, sigur Rúni V. Poulsen, stjóri á Smyril Line. Sostatt flutti Norrøna 13 prosent fleiri ferðafólk í fjør, enn í 2012 – Økta talið av ferðandi við­førdi hægri sølu umborð á Norrønu. Alt í alt er sølan til hvørt ferðafólk hækkað um­leið trý prosent, so til­ sam­ans er sølan umborð hækk­að 16 prosent, sigur Smyril Line í tíðindaskrivi í morg­un. Smyril Line sigur eisini, at nøgd­sem­i­s­kann­ing­ar vísa, at ferð­a­fólk halda, at tæn­as­t­u­støðið ­er hækkað um­borð og tey siga, at nú ligg­ur felagið í eini tryggari legu Í nevndini í Smyril Line eru Jens Mein­hard Ras­ mus­sen, nevnd­ar­for­mað­ ur, um­f­ramt Linda Björk Gunn­laugs­dott­ir, Hend­rik Eg­holm og Arne Jo­ensen, sum er ný­valdur á að­al­ fund­i­num hesa ferð. 32,2 mió í avlopi Makrelavtalan økir um virði á kvotunum Kristianna Winther Poulsen ætlaði sær at atkvøða fyri. Men hon slapp ikki fyri Kári P. Højgaard, sum held­ur vildi verða skriv­að­ur fyri skulk enn at lata Krist­i­onnu taka støðu. Janus Rein er ein av tveimum ting­monn­um, sum eru valdir upp á at um­boða tey sam­kyndu – men er síðan vorðin fólk­a­floks­ maður. Hann rýmdi av tingi áðrenn atkøvðugreiðsluna