hósdagur 13. mars 2014síða 3
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
DAGSSKRÁIN FYRI FUNDIN VERÐUR
HENDAN:
1.
Val av fundarstjóra
2. Frásøgn nevndarinnar um virki
felagsins í farna roknskaparári
Regin Jacobsen, stjóri, greiðir frá
virksemi felagsins í farna ári.
3. Framløga av grannskoðaðum
ársroknskapi til góðkenningar
Uppskot til ársfrásøgn fyri 2013 við
notum fyri P/f Bakkafrost og fyri
konsernina, sum eisini inniheldur
frágreiðing frá nevnd og stjórn
felagsins og grannskoðaraátekning
fyri 2013, er at finna á heimasíðu
felagsins www.bakkafrost.com.
4. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella
rindan av halli sambært góðkenda
roknskapinum
Viðvíkjandi avgerð um nýtslu av
yvirskoti skjýtur nevnd felagins upp
soljóðandi samtykt:
„Goldið verður vinningsbýti til parta -
eigarar felagsins við 4,50 kr. fyri
hvørt partabræv, svarandi til eina
samlaða upphædd áljóðandi kr. 219,9
mió. Vinningsbýtið verður útgoldið til
teir partaeigarar, sum eru skrásettir í
VPS við afturlatingartíð tann 4. apríl
2014. Eftir útgjald av vinningsbýti er
flutti vinningurin tilsamans kr. 1.466,0
mió.
Partabrøv felagsins verða skrásett
uttan vinningsbýti frá 7. apríl 2014.“
5.
Val av nevnd
Til hendan aðalfundin standa 3
nevndar limir fyri vali. Hesir eru Trine
S. Romuld, Johannes Jensen og Virgar
Dahl. Nevndarlimir felagsins verða
valdir fyri 2 ár í senn. Afturval kann
fara fram. Sambært viðtøkum felags -
ins skal valnevndin gera innstilling til
aðalfundin um val av nevndarlimum.
Trine S. Romuld hevur boðað frá, at
hon tekur ikki við afturvali.
Valnevnd felagsins skjýtur upp aftur -
val av Johannes Jensen og Virgar
Dahl fyri 2 ár og nýval av Thor Magne
Lønnum, Østreheimsveien 5 B, 0590
OSLO. Thor Magne Lønnum er 46 ára
gamal, útbúgvin Msc. í vinnubúskapi
og er harumframt statsaut. grann-
skoðari við norskari góðkenning.
Thor Magne Lønnum hevur drúgvar
royndir frá Gjensidige Forsikring ASA
sum fíggjarstjóri og varastjóri og
fíggjar stjóri hjá Tryg A/S og Tryg
Forsikring A/S. Thor Magne Lønnum
er óheftur av felagnum.
6. Val av formanni til nevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp
afturval av Rúna M. Hansen sum
formann til nevndina fyri 2 ár.
7. Áseting av samsýning til nevndina og
grannskoðaranevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at
nevndarlønin fyri 2014 verður hendan:
Nevndarlimir fáa kr. 180.000 um árið,
næstformaðurin fær kr. 225.000 um
árið, og formaðurin fær kr. 360.000
um árið.
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at
samsýningin fyri nevndarlimir í
grann skoðaranevndini verður kr.
40.000 um árið.
8. Val av limum til valnevndina, her undir
val av formanni til valnevndina
Til hendan aðalfundin standa Gunnar í
Liða og Líggjas í Bø fyri vali. Líggjas í
Bø hevur boðað frá, at hann ikki tekur
við viðafturvali.
Valnevndin skjýtur upp afturval av
Gunnari í Liða til formann fyri val-
nevndina og nýval av Rógva Jacobsen,
625 Glyvrar.
9. Ásetan av samsýning til valnevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at
samsýningin til limirnar í valnevndini
fyri 2014 verður tann sama sum í 2013.
Nevndarlimirnir fáa kr. 8.000 um árið
og formaðurin kr. 16.000 um árið.
10. Val av grannskoðara
Grannskoðari felagsins er P/f Januar
løggilt grannskoðaravirki, Hoyvíks-
vegur 5, 110 Tórshavn.
Nevndin skjýtur upp afturval av
grann skoðara felagsins at sita til
næsta ársaðalfund.
11. Ymiskt
INNKALLING TIL AÐALFUND Í P/F BAKKAFROST
BOÐAÐ VERÐUR VIÐ HESUM TIL
ÁRSAÐALFUND Í P/F BAKKAFROST
AÐALFUNDURIN VERÐUR HILDIN Í HØLUM FELAGSINS
Á BAKKAVEGI 9, 625 GLYVRAR, LEYGARDAGIN 5. APRÍL 2014, KL. 10.00
Bílegging av atgongumerkjum og
atkvøðuseðlum
Partaeigarar, sum ynskja at luttaka á
aðal fund inum, verða bidnir um at senda
luttøkuskjalið, sum er at finna á heima-
síðu felagsins www.bakkafrost.com, til
P/f Bakkafrost, Bakkavegur 9, 625-Glyvrar,
ella at senda luttøkuskjalið við telduposti
til agm@bakkafrost.com, ella á tele fax nr.
+298 405009. Luttøkuskjalið kann eisini
útvegast við at ringja til felagið, tlf. +298
405000.
Luttøkuskjalið má vera móttikið av P/f
Bakkafrost í seinasta lagi týsdagin tann 1.
apríl 2014, kl. 24.00.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðu-
seðlum fer eisini fram umvegis heimasíðu
felagsins www.bakkafrost.com ella á
skrivstovu felagsins Bakkavegur 9, FO-625
Glyvrar, ella á tlf. nr. +298 405000 og/ella
telefax nr. +298 405009. Seinasta freist
fyri bílegging av atgongumerkjum og
atkvøðuseðlum er týsdagin 1. apríl 2014,
kl. 24.00.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á
aðal fundinum, hava tygum møguleika at
geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta
tygara vegna. Á heima síðu felagsins
www.bakkafrost.com, um framt á skriv-
stovu felagsins Bakkavegur 9, FO-625
Glyvrar, kunnu tygum útvega tygum eitt
fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum
sambandi.
Atkvøðugreiðsla við fulltrú hevur sum
fyritreyt, at fulltrúarhavarin fyrivísir
full trú sína fyri fundarstjóranum. Fulltrú
kann eisini gevast nevnd felagsins. Slíkar
fulltrúir kunna sendast til nevndar formann -
in umvegis teldupost á teldupostadressu
agm@bakkafrost.com.
Tað er ikki møguligt at greiða elektroniska
atkvøðu á sjálvum aðalfundinum.
Sambært viðtøkum felagsins hava parta -
brøv atkvøðurætt á aðalfundinum, sum
eru skrásett í seinasta lagi 1 viku undan
aðalfundinum. Samsvarandi hesum hava
partabrøv, sum eru skrásett í seinasta
lagi 28. marts 2014, kl. 24.00, atkvøðurætt.
Ársfrásøgn fyri 2013 og dagsskrá við
fullfíggjaðum uppskotum
Ársroknskapurin 2013 við grannskoðara-
átekning og ársfrágreiðing og dagsskrá
við fullfíggjaðum uppskotum verða
almannakunngjørd á heima síðu felagsins
www.bakkafrost.com frá og við hós-
dagin 13. mars 2014. Skjølini liggja eisini
frá hesum degi frammi til skjals fyri
partaeigarar felagsins á skriv stovu
felagsins á Bakkavegi 9, 625 Glyvrar.
Krøv frá partaeigarum felagsins um at
taka upp eitt ávíst evni til dagsskránna á
aðalfundinum skuldu verið sett fram
skrivliga fyri nevnd felagsins á bústað-
num Bakkavegur 9, FO-625 Glyvrar,
Føroyar, ella á teldupostbústað num
agm@bakkafrost.com í seinasta lagi
fríggjadagin tann 21. februar 2014, og
freistin er tí farin. Móttekur felagið
uppskot til evni til dagsskránna eftir 21.
februar 2014, ger nevndin av, um kravið
er sett fram í so góðari tíð, at evnið kann
verða sett á dagsskránna.
Partapeningur, atkvøðurættur og
kontoførandi peningastovnur
Partapeningur felagsins er DKK 48.858.065
býttur í 48.858.065 partabrøv við einum
áljóðandi virði av DKK 1. Bakkafrost eigur
sjálvt 378.581 partabrøv. Hesi hava ikki
atkvøðurætt.
Í § 7 í viðtøkunum er ásett, at partaeigar-
arnir hava 1 atkvøðu fyri hvørjar DKK 1,
teir eiga í partapeningi.
§ 8 í viðtøkum felagsins er soljóðandi:
„Partaeigari hevur rætt til at luttaka á
aðal fundi, um viðkomandi partaeigari í
seinasta lagi 3 dagar áðrenn aðalfundin
hevur givið felagnum fráboðan um, at
hann ætlar at lut taka á aðalfundinum.
Partaeigari hevur rætt at møta persónliga
ella saman við einum ráðgeva. Parta-
eigarar felagsins hava eisini rætt til at
møta við fulltrú, sum partaeigarans vegna
kann greiða atkvøðu sambært skrivligu
fulltrúini. Fulltrúin kann vera galdandi
fyri eitt ávíst tíðarskeið, tó ikki longur
enn eitt ár.
Umboð fyri fjølmiðlarnar og umboð fyri
Oslo Børs hava atgongd til aðalfundin.“
Í § 7, stk. 2 í viðtøkum felagsins er ásett,
at:
„Á aðalfundi hevur partaeigari atkvøðu-
rætt við teimum partabrøvum, sum eru
skrásett í seinasta lagi 1 viku undan
ársaðalfundinum.”
Felagið hevur útnevnt Nordea Bank
Norge ASA, Middelthuns gate 17, Oslo,
org. nr. NO 911 044 110 MVA til konto-
førandi peningastovn, og kunnu parta-
eigarar felagsins venda sær til henda
peningastovn fyri at útinna fíggjarligu
rættindi síni í felagnum.
Glyvrar, tann 13. mars 2014
P/f Bakkafrost
Fyri nevndina
Rúni M. Hansen, nevndarformaður
www.sansir.fo
Bakkavegur 9 · 625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax+298 40 50 09 · bakkafrost@bakkafrost.com · www.bakkafrost.com