Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Leo Poulsen Eftir at avtalan var undir­ skrivað mikukvøldið, var ein annar fundur ið Noreg. – Og har komu vit ásamt um, at vit kunnu fiska 35% av okkara kvotu í norskum sjógvi, og tá tað kemur til ES hava vit gjørt eina munn­ liga avtalu um, at vit kunnu fiska 30%, sigur Jacob Vester­ gaard. Samráðingar verða við ES í dag, hósdag. ­ – Har skulu vit so finna fram til, hvussu vit sleppa at fiska hjá hvørjum øðrum, og so verða samráðingarnar tiknar upp týsdagin og miku­ dagin í komandi viku, sigur Jacob Vestergaard. Hann sigur, at tað ongan­ tíð hevur verið frítt at fiska hjá hvørjum øðrum. – Tað hevur ongantíð ver­ ið frítt at fiska hjá hvørjum øðrum, men altíð ein ávísur prosentpartur ásettur fyri, hvussu londini kunnu fiska hvør hjá øðrum, sigur Jacob Vestergaard. Hann sigur, at vit hava verið í einari heilt aðrari støðu framman undan. – Tá var føroyski parturin munandi minni, enn hann er í dag, men eg minnist ikki, hvussu tað var við pro­sentbýtinum, men tað hevur ongantíð verið frítt at fiska alla kvotuna inni hjá øðrum parti, sigur Jacob Vestergaard. Tað er kanska eitt sindur merkisvert, at ein avtala nú er gjørd uttan um Ísland, sum annars hevur verið við í samráðingunum í langa tíð. – Vit vildu fegnir at Ísland var við, nú ein avtala er gjørd, og Ísland hevur verið við alla tíðina, men tað eydnaðist ikki at fáa eina avtalu millum fýra partar. Tí hava vit ver­ ið við í tilgongdini at fáa tríggjar partar at semjast, og tað hevur so eydnast og vit eru nøgdir við úrslitið, sigur Jacob Vestergaard. Einki um sanktiónirnar Ein partur er settur av til Ísland, um teir velja at koma við seinni, og tað vónar Vestergaard, at so verður. Íslendingar eru eitt sindur firtnir um, at Føroyar hevur gjørt eina avtalu við ES og Noreg uttan um Ísland. – Nú er tað soleiðis, at Ísland hevði nøkur krøv við samráðingarborðið, sum ávísir partar ikki kundu ganga á møti, og tað er væl altíð soleiðis, tá samráðst verður. Vit skulu sum føroyingar fyrst og fremst taka atlit at før­oyskum viðurskiftum, og gera eina avtalu, sum er góð fyri Føroyar, sigur Jacob Vestergaard. Tað sama gera íslendingar eisini, tá teir samráðast. – Men vit fara so at bakka Ísland upp, um teir vilja verða ein partur av hesari avtaluni, sigur Jacob Vestergaard. Makrelurin er við at koma upp á pláss, men tað var sildin sum førdi til, at stongsul var settur móti føroyskum skipum. Spurningurin er tí, hvat makrelsemjan kann gera á tí økinum, ella bíðast má, til samráðingar verða um norðhavssildina. – Nú eru samráðingar ikki avtalaðar um norðhavs­ sildina, men tað gangi eg út frá verður gjørt í næstum. Vit hava heldur ongar sam­ ráðingar avtalað um svart­ kjaftin, men tað rokni eg við verður tikið upp, nú semja er fingin um makrelin, sigur Jacob Vestergaard. Hann sigur, at tað nú verð­ ur farið undir eina til­gongd at fáa fiski­vinnuviðurskiftini við Noreg og ES upp á pláss. – Vit hava í gjárkvøldið, mikukvøldið, skrivað undir eina makrelavtalu við ES og Noreg, so vit fara undir eina tilgongd, sum kann nor­ maliserað viðurskiftini full­ komi­liga, sigur Jacob Vester­ gaard. Men hann hevur ikki fing­ ið nakað lyfti um, at hand­ ilsforðingarnar verða tiknar burtur, tá semja er gjørd um sildina. – Tað hevur upp á einki tíðs­punkt verið uppi og vent í samráðingunum, sigur Ja­ cob Vestergaard. Vestergaard væl nøgdur við avtaluna Tá ið avtalan er gjørd má eg siga, at eg eri vælnøgdur við innihaldið av avtaluni, sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri Leo Poulsen Reiðararnir á føroysku nóta­ bátunum eru bæði nøgdir og ikki um makrelsemjuna, sum er gjørd millum ES, Noreg og Føroyar. – Eg haldi, at tann nøgdin, sum vit hava fing­ið í makrelsemjuni, er nóg stór. Hinvegin vita vit ikki hvat tað merkir, at vit kunnu fiska 30-35% í norsk­um sjógvi, sigur Jákup Jacob­ sen. Hann sigur, at makrelurin stendur í ávísum økjum í norskum sjógvi. – Og sleppa vit ikki fram at hesum økjum, gevur tað onga meining fyri okkara við­komandi, sigur Jákup Ja­cob­sen. Jacob Vestergaard segði hósmorgunin við kring­ varpið, at ætlanin var at sam­ráðast við ES í dag. – So skulu teir aftur til samráðingarborðið týsdagin og mikudagin í komandi viku, og hvat kemur burtur úr, mugu vit bara bíða eftir, sigur Jákup Jacobsen. Hann heldur, at tað er gott, at vit nú aftur hava fingið eina semju um makrelin. – Tað er altíð gott við einari semju, og hendan semj­an, sum nú er gjørd, er í fínasta ordan. So mugu vit bara bíða eftir, hvar vit sleppa at fiska, sigur Jákup Jacobsen. Hann dugir ikki at siga, hvat hendan semjan kann gera við stongsulin hjá ES mótvegis føroyskum skip­ um. – Tað er ilt at siga. Tað er jú ikki makrelurin, sum hevur fingið ES at seta stongsul mótvegis Føroyum, men haraftur ímóti sildin. Hvat hendir í tí málinum, mugu vit bara bíða eftir, sigur Jákup Jacobsen. Hann heldur sostatt, at nøgdin er væl nøktandi, men at tað framvegis eru nógvir ósvaraðir spurn­ing­ ar í sambandi við makrel­ semjuna. – Saman at standa, var ei okkum givið, tí er so lítið burtur úr her blivið, sigur skaldið, og tað er tað sama í hesum spurninginum, haldi eg, vit kunnu siga, sigur Jákup Jacobsen. Vónsvikin Ein av okkara stóru nóta­ skipareiðarum, Kristian Mart­in Rasmussen sigur, at hann er ikki serliga fegin um avtaluna, sum Føroyar, Noreg og ES hava gjørt. – Ikki tí. Eg eri fegin um, at Føroyar aftur eru partur av eini makrelavtalu. Vit hava í so máta rokkið tí, vit settu okkum fyri - at fáa ein størri prosentpart av heildarkvotuni, sigur Krist­ ian Martin Rasmus­sen. Tað, sum nótaskipa­reið­ arin ikki er serliga fegin um, er atgongdin innan fiski­ mørkini hjá hvørjum øðrum, og at einki er endaliga greitt um, hvussu verður millum Føroyar og ES í hesum sam­ bandi. – Eg havi skilt, at at­ gongdin millum Føroyar og Noreg verður millum 30 og 35 prosent, meðan einki endaligt er avtala um atgongd millum Føroyar og ES. Havi skilt, at her eru bara onkur lyftir givin, sum eg í løtuni ikki kenni virðið av, sigur Kristian Martin Rasmussen Nótaskipareiðarin er eisini vónsvikin av, at handilsstongsulin hjá ES stendur við, og at einki er avtalað um, hvussu verður við stongslinum, nú ein avtala um makrelbýtið mill­ um Føroyar, Noreg og ES er undirskrivað. – Vit eru áður lumpaðir av ES, og eg vóni ikki, at tað er hetta, sum liggur í kortunum hesaferð. Lat okkum nú síggja, hvat fer at spyrjast burtur úr hesi semju, sigur Kristian Martin Rasmussen. Mugu bara bíða við toli – Eg haldi, at vit í semjuni hava fingið nóg stóran part av makrelkvotuni, og so mugu vit bert bíða eftir at fáa at vita, hvar vit kunnu fiska í norskum og ES-sjógvi, sigur Jákup Jacobsen, reiðari á Tróndi í Gøtu, Finni Fríða, Jupiter og Tummas T Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, fegnast um semjuna, sum er fingin í lag við ES og Noreg um makrelkvotuna Tróndur í Gøtu er eitt av uppsjóvarskipunum, sum fær gleði av avtaluni um makrelin