hósdagur 13. mars 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Fyri nógvum árum síðani
varð avgjørt politiskt, at
eingin, sum ikki tørvar við
ger, skal búgva á psykiatr
iska deplium. Síðani eru
brúktar milliónir til at røk
ka hesum málið, og við sam
býlinum Eystan Heyg, sum
hevur 16 íbúðir, skuldi setast
endaligt punktum fyri einari
tíð, har fólk við sálarligari
sjúki hava fastan bústað
á psykiatriska deplinum,
hóast tey ikki eru í viðger.
Politiskt er eingin ivi um, at
sambýlið Eystan Heyg varð
bygt til tey, sum enn búgva
á Psykiatriska Deplinum.
Av tí at lógin varð broytt,
hevur
landsstýriskvinnan
í almannamálum, Annika
Olsen, tó valgt, at síðustilla
tey við restina av bíðilista
num hjá Almannaverkinum,
og tey fáa sostatt ikki framí
hjárætt til sambýlið Eystan
Heyg.
-
Lógin
varð
broytt,
tí tað virkaði eitt sindur
fýrkantað, at tað skuldi
standa við lóg, hvør skuldi
búgva í sambýlinum, tí
hvat nú, um tey ikki vórðu
skikkað at búgva har, tá ið
avtornaði, sigur Tormóður
Stórá, leiðandi yvirlækni á
Psykiatriska Deplinum.
Bæði hann og Karsten
Hansen, heilsumálaráðharri,
leggja tó áherðslu á, at tað
alla tíðina var meiningin,
at hesi fólkini skuldu hava
framíhjárætt til íbúðirnar,
men at tað nú er vandi fyri,
at tey standa við sviðusoð.
Nú standa tey á einum
bíðilista saman við 37 øðrum
til Eystan Heyg. Í alt 49 fólk
við sálarligum avbjoðingum
standa á bíðilista til bústað
hjá almannaverkinum í dag.
Politiskt fallit
Tormóður Stórá óttast fyri,
at tey 15 fólkini aldrin koma
út av sjúkrahúsinum.
- Tá eg hoyrdi svarið frá
Anniku - ja, tá bleiv eg bang
in fyri, at hesi fólkini aldrin
koma út, sigur hann. Hann
er sannførdur um, at verð
ur tað ikki nú, verður tað
aldrin.
- Nú eru brúktar eini 40 -
50 milliónir krónur uppá, at
fáa hesi fólkini út úr heilsu
verkinum. Um tað ikki eydn
ast í hesum umfarinum, so
eri eg sannførdur um, at tað
aldrin verður til nakað, og so
er politiska projektið koll
sigt, sigur hann.
Fleiri
av
búfólkunum
hava glett seg til sítt nýggja
heim - onnur stúra, tí tað
er ein stór broyting og av
bjóðing, tí tey hava verið á
Psykiatriska Deplinum í so
nógv ár.
Men ein psykiatriskur
depil er ikki eitt stað, har
fólk skulu búgva, sigur Tor
móður Stórá.
- Hetta hoyrir ikki heima
í einari nútímans psykiatri.
Støðan
ávirkar
sjálvsagt
menningina á deplinum, ið
heldur átti at gjørt nakað
við økispsykiatriina, sigur
hann.
Á Psykiatriska Deplinum
hava tey gjørt sítt til, at bú
fólkið er so væl fyrireikað til
at flyta sum gjørligt.
- Vit hava havt seks fólk
búgvandi í einum slag av
sambýlið, so tey eru von
við hendan háttin at búgva
uppá, sigur Tormóður Stórá.
Í dag eru tó bert fimm av
teimum á lívi.
Tormóður Stórá staðfest
ir, at øll, sum hava fastan
bústað á psykiatriska depli
num í dag eru før fyri at
búgva í sambýlinum, Eystan
Heyg. Spurningurin er bara,
hvussu nógva røkt almanna
verkið er til reiðar at veita
teimum.
- Summi hava tørv á
nógvari røkt, men tað er
røkt, sum tey fáa í dag, og
sum tey líka væl kunnu
fáa á sambýlinum, sum á
Psykiatriska
Deplinum.
Spurningurin er bara, um
man vil gjalda fyri tað í al
mannaverkinum, sigur Tor-
móður Stórá.
Einans 15 eftir
Í 80'unum, tá politikarar
á fyrsta sinni byrjaðu at
tosa um, at fólk, ið ikki eru
í viðger skulu flytast út av
sjúkrahúsinum, var talan
um 40 fólk, sum høvdu fast
an bústað á Psykiatriska
Deplinum. Í dag eru tey 15.
Nøkur fá eru flutt út, men
bróðurparturin
er
farin,
og vórðu aldrin útskrivað,
greiður Tormóður Stórá frá.
Karsten Hansen, heilsu
málaráðharri, er avgjørdur í
málinum. Tað má ikki henda
at hesi 15 fólkini, sum búgva
á PAykiatriska deplinum í
dag aldrin fáa sítt egna heim,
sigur hann.
- Tað má ikki henda, at
tey aldrin fáa sítt egna heim
uttan fyri sjúkrahúsverkið -
tað er ikki virðiligt lív, sigur
hann.
Annika Olsen sigur, at
hon tekur undir við, at tey
fastbúgvandi á Psykiatriska
Deplinum eiga at fáa eitt
heim, og at hon vónar, at
hetta fer at eydnast í ár.
Hon vil tó ikki geva teimum
framíhjárættindi, og tað tyk
ist sum, at tað er har trupul
leikin liggur.
- Nú kann tað sjávlsagt
vera, at hesi fólkini fáa bú
stað Eystan Heyg, men hví
skal landstýriskvinnan lata
ein bíðilista upp, sum ger, at
tey nú standa á jøvnum fóti
við 49 onnur, spyr heilsu
málaráðharrin.
Leiðandi yvirlæknin á Psykiatriska Deplinum, Tormóður Stórá, óttast, at tey 15, sum
enn hava fastan bústað á deplinum ongantíð sleppa av sjúkrahúsinum
Marjun Dalsgaard
Á einari síði hava vit heilsu
málaráðharran,
sum
vil
hava, at liðugtviðgjørd sálar
sjúk fólk sleppa at flyta út
av Psykiatriska Deplinum
og inn í sambýlið fyri fólk
við sálarligum avbjóðing
um.
Hinumegin
stendur
landstýriskvinnan
í
al
mannamálum, sum hevur
fingið ábyrgdina av teimum
16 íbúðunum, sum á sinnið
skuldi byggjast til hesi fólk
ini, men sum nú hevur latið
upp ein bíðilista innan al
mannaverkið, so øll, sum
standa har í dag kunnu søkja.
Stríðið millum Almanna
ráðið og Heilsumálaráðið
byrjar at líkjast einum stríði
um, hvør skal hava ábyrgd
ina av hesum fólkum, sum
politiska
skipanin
hevur
svikið í so nógv ár.
Annika
Olsen
hevur
avgjørt, at ein visitatións
nevnd skal taka støðu til,
hvør av teimum, sum standa
á bíðilista til sambýli Eystan
Heyg eru best skikkað til at
búgva har, og hvørji passa
saman til at búgva har.
Heilsuverkið í
minniluta
Tað er landsstýriskvinnan,
sum setir visitatiónsnevnd
ina, og í nevndini sita fýra
umboð,
harímillum
er
Tormóður Stórá, leiðandi
yvirlækni
á
psykatriska
deplinum - hann umboðar
heilsuverkið, men sigur, at
hann er í minniluta, tí hini
umboðini eru frá almanna
verkinum.
- Eg kann ikki avgera, at
hesi 15 fólkini skulu búg
va Eystan Heyg, tí um al
mannaverkið
heldur,
at
tey skulu verða verandi á
psykiatriska deplinum, so
verða tey tað, sigur hann.
Tað, sum bæði Tormóður
Stórá og nógvir løtingslimir
sakna, er ein trygd fyri, at
uttan mun til, hvør skal búg
va Eystan Heyg, so verða
tey fólkini, sum hava fastan
bústað á Psykiatriska Depli
num flutt út úr sjúkrahúsi
num og fáa eitt heim uttan
fyri heilsuverkið.
Skulu tey 15 sálarsjúku, sum ongantíð eru útskrivað av Psykiatriska Deplinum,
framvegis hava fastan bústað á sjúkrahúsinum og sostatt framvegis vera
ábyrgdin hjá heilsuverkinum? Ella skulu tey hava eitt heim til fólk við
sálarligum avbjóðingum og harvið gerast ábyrgdin hjá almannaverkinum?
Visitatiónsnevndin
Nevndin ið skal avgera, hvør er best skikkaður at búgva í sambýlinum,
Eystan Heyg, er sett av Anniku Olsen, landstýriskvinnuni í almannamálum. Í henni sita:
• Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum
• Hallur Thomsen, Depilsstjóri í Menningardeplinum, Almannaráðið
• Ingun Mohr Jacobsen, Depilsstjóri í Trivnaðardeplinum, Almannaráðið
• Hermann Mortensen, Deildarleiðari Trivnaðardeplinum, Almannaráðið
Psykiatriski Depilin
Tað er nú ella
Sálarsjúk politiskar kastibløkur
Annika Olsen vil ikki lova, at tey seinastu
fastbúgvandi á Psykiatriska Deplinum fáa eitt heim,
nú sambýlið Eystan Heyg er um at vera liðugt