hósdagur 13. mars 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Í 30 og 40 ár hava fólk við
sálarligari
sjúku
bíðað
eftir at verða útskrivað frá
Psykiatriska Deplinum. Ein
av teimum hevur bíðað eftir
at fáa eitt heim, síðani hon
kom úr Danmark í 1971.
í 2007 samtykti løgtingið
at byggja eitt býlið til júst
til hesi fólkini. Av ymiskum
orsøkum
kom
byggingin
ikki í lag - trupulleikar við
grundøki og annað gjørdi, at
tað ikki varð klárt at byggja
fyrr enn fyri tveimum ár
um síðani. Tá fekk Heilsu
málaráðið
grundøkið
og
lat Almannaráðnum tað at
byggja á, so tey, sum hava
fastan bústað á Psykiatriska
Deplinum kundu fáa eitt sa
mbýli, greiðir Karstin Han
sen frá.
Endiliga var sambýlið á
veg. Nú var trupulleikin bara
tann, at hetta hevði verið so
leingi áveigs, at øll møguliga
ikki vóru skikkað at búgva í
íbúðum, men heldur áttu at
fari á eitt ellisheim. Tí var
gjørt av at broyta lógina,
so tað ikki stóð í tekstinum,
at sambýlið var til tey, ið
búðu fast á Psykiatriska
Deplinum.
Annika
Olsen
hevur síðan gjørt av, at
ein visitatiónsnevnd skal
avgera, hvør skal búgva í
sambýlinum, og at øll, sum
hava tørv á einum tílíkum
bústaði kunnu søkja. Tað
merkir, at tey 15 fólkini, sum
upprunaliga
vóru
sjálv
skrivað at sleppa inn í sam
býlið, Eystan Heyg, nú eru í
kapping við 49 fólk á bíðilista
til bútilboð.
Kann ikki trúgva tí
Heilsumálaráðharrin, Karst
en Hansen sigur seg hava ilt
við at trúgva tí, sum nú fer
fram.
- Tað var alla tíðina mein
ingin, at sambýlið skuldi
vera til tey, sum hava fastan
bústað á Psykiatriska Depli
num. Nøkur av teimum hava
bíðað síðan tey komu úr
Danmark í 70'unum, og tey
skulu hava eitt heim nú, sig
ur hann.
Karsten Hansen leggur
dent á, at bæði Kaj Leo
Johannesen, løgmaður, Jørg
en Niclasen og núverandi
landstýriskvinna í almanna
málum, Annika Olsen, sótu
í trivnaðarnevndini, sum í
2007 staðfestið, at sambýlið,
skuldi byggjast til hesi, sum
búgva á Psykiatriska Depli
num.
- Tað er møguligt, at hesi
15 enda við at fáa bústað í
sambýlinum, men tey hava
ikki longur framíhjárætt. Nú
hevur man søkt eftir búfólki,
og hesi 15 fólkini, sum hava
bíðað í so nógv ár standa
á einum lista saman við 49
øðrum. Tað kann ikki vera
rætt - tey skulu øll vera úti
av Psykiastriska Deplinum í
ár, leggur hann aftrat.
- Um tey ikki sleppa út av
sjúkrahúsinum nú, fara tey
herfrá uttan at nakrantíð
hava haft eitt heim, og tað
kunnu vit ikki liva við. Hetta
er ikki virðiligt fyri tey, sigur
heilsumálaráðharrin.
Tey skulu hava eitt heim í ár!
Tey 15, ið eru fastbúgvandi á psykiatriska deplinum
í dag, hóast tey ikki eru í viðgerð, fáa kortini ikki
framíhjárætt til sambýlið Eystan Heyg. Hetta
staðfesti Annika Olsen, landsstýriskvinna enn
einaferð í einum skrivligum svari til Sirið Stenberg
11. mars. Karsten Hansen, heilsumálaráðharri,
sigur seg nokta at trúgva hesum. Hesi fólkini skulu
hava eitt heim í ár, sigur heilsumálaráðharrin
Psykiatriski Depilin
ongantíð
Bakgrund
Sirið Stenberg, løgingskvinna fyri Tjóðveldi, setti
11. mars 2014 skrivligan spurning til Anniku Olsen,
landsstýriskvinnu í almannamálum, um hvørji fólk skulu
hava bústað á nýggja sambýlinum fyri sálarsjúk, sum
verður bygt í Havn.
Í svarinum skrivar Annika Olsen, at tað er ein
upptøkunevnd, sum skal taka avgerð um, hvør fær bústað
á nýggja sambýlinum. Avgerðin verður tikin út frá eini
samlaðari sosialpsykiatriskari fakligari meting, ið tekur
atlit til tørvin, ynskini hjá tí einstaka, sjálvsavgerðarrættin
og viðurskifti annars, sum skal tryggja, at búfólkini hóska
saman.
Landstýriskvinnan sigur seg vóna, at tað eydnast at fara
undir eina tilgongd saman við heilsumálaráðharranum,
at fáa tey, sum eru liðugtviðgjørd og fastbúgvandi á
Psykiatriska Deplinum, út av sjúkrahúsinum, soleiðis at tey
fáa sømililgari kor at búleikast undir.
- Um tey 15 sálarsjúku, sum búgva á
Psykiatriska Deplinum, flyta út, hoyra tey undir
Almannaverkið ístaðin fyri Heilsuverkið
Almannaverkið avger, hvat
hendir í visitatiónsnevndini,
heldur Tormóður Stórá, sum
sigur seg vera í minniluta
í nevndini, sum skal
avgera, hvør skal búgva í
sambýlinum fyri sálarsjúk