Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Siðsøga við Óla Jacobsen búð nærum 90 ár í Hattarvík Tann 9. januar í ár gjørdist Símun Gullaksen 90 ár. Hann hevur stórt sæð alt lívið búð í Hattarvík. Símun er fróðarmaður og dugur væl at greiða frá. Hetta skal eisini koma lesarum okkara til góðar Í hesi røð er komið víða um landið. Frásagnir hava verið líka frá fólki í Havn og til Stóru Dímun. Her hevur verið greitt frá liviumstøðum hjá fólki undir sera ymiskum umstøðum. Sumt av hesum tilfari hevur eisini fingið størri útbreiðslu, sum til dømis røðin um Stóru Dímun í 2010. Hon er at finna á heimasíðuni www.storadimun.fo undir »Savn«. Tað er eingin ivi um, at tað er stórur áhugi millum fólk fyri siðsøgu, tað merkist nærum dagliga. Ikki minst er søgan hjá teimum smærru bygdunum áhugaverd. Hetta verður skjótt bókstavliga talað søga, so hvørt sum hesar bygdir fjara burtur, og heimildarfólkini fara av verðini. Í síni tíð hevði eg í FF-blaðnum samrøðu við Eliesar Sørensen av Kirkju. Hann kundi tá geva eina hugtakandi lýsing av bygdini Kirkju og annars sínum lívi sum fiskimaður. Nú hava vit hitt 90 ára Símun Gullaksen úr Hattarvík. Hann býr nú á røktarheimi í Klaksvík. Men til fyri kortum búði hann í Hattarvík. Havi onkuntíð verið inni á gólv­ inum hjá honum har úti og havi verið hug­ tikin av hesum sáttliga og skilagóða manni. Árni Dahl hevði eina hugtakandi grein í Norðlýsinum um Símun í sambandi við føðingar­dagin. Árni veit, hvat hann skrivar um. Í fleiri ár vóru hann og kona hansara, Marianna, grannar hjá Símuni í Hattarvík. Árni skrivaði millum annað: »Øll bera Símuni tað, at hann var góður bóndi. Tað sást og sæst enn, nú árini eru komin, at honum dámar hetta lívið at fást við kríatúr og alt starv, sum hoyrir bóndaskapi til. Ein skilamaður, bæði tá ið ráddi um ar­ beiði á landi og at søkja sjógvin. Mangan hevði hann á orði, hvussu hugaligt tað var at rógva norður um land tá í fimmtiárunum, tá ið lomvigagarðarnir flugu tættir um Múlan. Símun er orðhagur, hevur lært av sínum lívsroyndum og er vitigur maður.« Aftaná føðingardagin var aftur farið at vitja Símun, og hann visti sum vanligt nógv at siga frá. Umframt hava sonurin, Jóannes, og abbasonurin, Hallstein, skrivað nokk so fitt niður av tí, sum Símun hevur greitt frá. Grundað á hesar frásagnir og við hjálp av tí, sum annars er skrivað um Fugloynna, verða nakrir partar í hesi røð um Símun og Hattar­vík. Aftaná verður frásøgn hjá Eliesar Sørensen um Kirkju. So hetta fer kanska at gerast sindur av eini Fugloyarsøgu. Landnámsbygd Tað sigst, at Hattarvík er bygd á døgum Haralds Hárfagra (850-932). Tískil er bygdin ein tann elsta í Føroyum. Fyrsti niður­setu­ maður kallaðist Gunnar, sum var ein rík­ maður og skuldi búgva á Gullheyggi. Hattarvík varð fyrstu ferð nevnd í Hunda­ brævinum, sum er skrivað um 1350-1400. Ein serlig søga er um floksmenninar Hálvdan Úlfsson, Høgni Nev, Rógvi Skel og Sjúrður við Kellingaá, sum í 1400 talinum royndu at taka valdið í Føroyum. Men kvett­royndin miseydnaðist, og allir fýra fingu deyða­dóm. Tað eru fleiri staðarnøvn í Hattar­vík, sum benda á, at nakað er um hesa frásøgn, sum Sjúrðarberg og havið hjá Hálvdan Úlfsson. Hattarvík hevur havt løgmann, Jógvan Jústinusson, sum sat í hesum starvi frá 1628 til 1654. Fyrsta vit vita nakað um fólkatalið í oynni er í 1737. Tá verður sagt, at 19 familjur við 19 børnum búgva í Fugloy. Hetta man svara til um 70 fólk Annars vísa fólkateljingar frá 1801, at Kirkja hevur vanliga verið tann størra av bygdunum í Fugloy. Í 1801 vóru 26 fólk í Hattarvík og 31 á Kirkju. Í 1845 fer Hattarvík framum við 52 fólkum móti 36 á Kirkju. Men í 1890 eru dupult so nógv fólk á Kirkju. So seint sum í 1955 eru 67 fólk í Hattarvík og 85 á Kirkju. Men so fór at minka burtur av, og í seinnu árum hevur ikki verið stórur munur á tí minkandi fólkatalinum í báðum bygd­ unum. Fugloyggin er tilsamans 47 merkur, av teimum eru 26½ mørk landsjørð. 16 merkur hoyra til Kirkju og 27 til Hattarvík. Skarðs­ víkin hevur 4 merkur, sum hús í báðum bygdum eiga. Seyðaskipanin er 796 áseyðir. Av hesum ganga 418 á Hattarvíkar haga og 288 í Kirkju haga. Uppi í Húsi Í Hattarvík eru tveir býlingar, Niðri í Húsi og Uppi í Húsi. Hvør teirra hevur trý fyrndar­ hús. Ættin hjá Símuni hevur í fleiri ættarlið búð Uppi í Húsi. Her vóru fýra hús. Símun er úr Uppi­stovu, men áðrenn vit koma til hana, skulu hini húsini nevnast. Útistova er nærmasta grannahús hjá Uppi­stovu. Tað sermerkta er, at einir sjey bøndur í húsunum hava itið Hanus. Tí verða teir nevndir við einum nummari eins og við kongarekkjuni. Tann mest gitni var Fimti Hanus, tí hann skuldi duga meira enn at mata seg. Eitt dømi er um ófriðarkroppar, sum komu til Hattarvíkar og kravdu 20 seyðir til sín. Hattar­víkingar fóru á fjall. Tað fór at lota og ófriðar­kropparnir fóru umborð at bíða eftir fjall­monnunum. Men tá kom eitt slíkt illveður, at ófriðarskipið mátti rýma. Tað var eingin ivi um, at Fimti Hanus hevði gjørt sítt til hetta. Teir sum eita Kerlok til eftirnavn eru úr Uppistovu. So er tað Kelduhúsið, sum menn halda vera elsta hús í bygdini. Hetta vóru eini Símun Gullaksen Hattarvík í dag Símun Gullaksen: