Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ognar­hús. Fjórða húsið í býlinginum varð kallað Í gomlu Stovu. Tað er útdeytt. Býlingur Uppi í Húsi er 16,5 merkur og hevur ivaleyst í eldri tíð verið ein garður, róptur Kellingagarður, men einaferð i mið­ øldini eru tær 15 merkurnar farnar undir kong. Uppistova Símun er úr Uppistovu, og her hava bøndur­ nir í mong ættarlið itið Gullak og Gullaksen, tey fyrstu ættarliðini skiftivís Gullak Simonsen og Simon Gullaksen. Tann fyrsti í hesi røð var Gullak Simonsen, ættaður úr Gulaksstovu í Svínoy. Hann gifti seg til festið í 1767. Men konan doyði á barsilssong. Onnur konan giftist eisini, og í 1777 giftist hann triðju ferð við Elsebeth Joensdatter av Stræti á Kirkju. Í 1801 eru hesi bæði í húsi, 58 og 50 ára gomul, saman við børnunum Símun, 22 ár, og Sunnevu 13 ár. Umframt var eitt tænastufólk. Símun Gullaksen tók festið í 1806 og i 1810 giftist hann við Cathrinu Henriksdatter av Kirkju. Í 1834 vóru í húsi Elsebeth, 43 ár, Simon Gullaksen, 54 ár, sum eisini var kirkjuverj og skjútsskaffari. Umframt vóru børn teirra, Elsebeth, 23 ár, Sunneva, 19 ár og Gullak Simonsen, 18 ár. Umframt vóru trý tænastufólk. Verður lopið fram til 1880, so búgva í Uppi­stovu Símun Gullaksen, 36 ár, kona hansara Malene Sofie Hansen, eisini 36 ár, børn teirra Katrine Marie , 10 ár, og Gulak Gullaksen, 1 ár, umframt ein arbeiðsgenta av Viða­reiði. Minningarorð um Símun Tá ið Símun doyði í 1920 vóru hesi minn­ ingar­orð í Dimmalætting: Sørgebudskabet om, at Storbonden Simon Gullaksen i Hattervig er død af Mæslinger, skaber Vemod hos alle de Mennesker, der vare kommet i Bekendtskab med ham. Trods sine 76 Aar var han rank og skøn, som en Ungdom at se til, lige til Sygdommen kastede ham paa Sottesengen og rev ham bort efter nogle Dages forløb. Simon Gullaksen var en Stor­mand i Ordets bogstaveligste Betydning. Hans smukke, mandlige Personlighed i For­ bindelse med et altid venligt og elskværdigt Væsen maatte gøre ham afholdt af alle. Det skal ikke siges her, om afdøde R.C. Effersøe har sigtet til ham, naar han har skrevet: »Tá stongd var ei bóndans stova, ið ið ókunnugt fólk kom á leið, men rómastampur úr kova og válgarin spardist ei«. Men det er få Færinger, som dette vers passer saa godt til som afdøde Simon Gullaksen. Paa grund af Søsyge saa han sig ikke i stand til at søge Søen, men til Gengæld drev han sin Gaard saa godt, at han tog sit Brød af den. Han var en af vore bedste Søjdemænd og en ud­ mærket Mand til at fange Fugle med Stang (fleygamaður). I de sidste Aar havde Simon hovedsagelig overdraget Gaardens Drift til sin Søn men var dog rask nok til at være med i alt Arbejde, inden og udendørs Gaarden vedrørende til Døden sendte ham Bud. Æret være hans Minde. S.J. Gulak, sonur henda Símun, giftist í 1923 við Petru Petersen úti á Fløtti í Hattarvík. Tey fingu sjey børn, og tað elsta av teimum var Símun, sum henda søgan snýr seg um, og sum var føddur í 1924. Hann giftist við Olgu Mariu Petersen, ættað úr Svínoy, men við røtur til Hattar­ víkar. Tað áhugaverda er, at øll hesi ættar­lið­ ini hava fingið makar úr Fugloy ella Svínoy. Tað sama hava fleiri av systkjunum hjá Símuni. Børnini hjá Olgu og Símun eru: Gulak Fróði f. 1949, Kristina f. 1950, Peter Gilbert f. 1953, Jóannes f. 1954, Sjúrður og Kertin 1957. Skúlaskapur Fólkatalið fyrst eg minnist í 20- og 30-unum lá um 80, so vaks tað uppeftir í 1940-unum og kom upp móti 100. Tað vóru nógv børn. Tá eg fór úr skúl­ anum vóru tey 28. Frá 30-unum og úti ímóti 1940-unum mundu vera eini 30 vaksin mann­fólk í bygdini. Her var sum aðrastaðni, at menn vóru burtur um summarið og heima um veturin. Tá kundi vera nóg mikið at takast við sum at velta og at fara eftir torvi. Skúlagongdin var ikki eins stór og í dag, men ikki bilaði kortini. Lærarin var vandri­ lærari millum Norðradal og Hattarvík. Lær­ arin var 14 dagar í Norðradali og 3 vikur í Hattarvík. Hjá læraranum fór nógv tíð til ferðing og hetta fór burtur av. Á Kirkju var lærari fulla tíð. Fyrst eg minn­ist var hesin lærarin onkran dag í Hattarvík. Ein kendur lærari, sum eg minnist, var Hans Mikal Jacobsen, sum var av Kirkju. Hann var settur sum lærari úti í Fugloy í 1930. Men vegna sjúku legði hann frá sær í 1940. Hans Mikal var eitt væl kent sálma­ skald, og hann hevur yrkt ein hóp av sálm­ um. Hann hevði eisini ymisk álitisstørv, og hann var formaður í kirkjuráðnum og sóknar­stýrinum. Ein annar var Niklái Poulsen, sum var ættaður av Kirkju, abbasonur Símun Michael Zachariassen. Hann var ferðalærari Hattar­ vík og Hvannasundi 1932-33, og 1933-1936 í Hattarvík og Norðradali. Í 1936 gjørdist hann lærari í Árnafirði. So kom Johanna Maria Joensen frá Gjógv, hon kom tá ið eg var 12 ára gamal. Hon var systir kenda sakføraran Sigurð Joensen. Hon var lærari til hon giftist við Hans Frederik Marius Hansen, kongsbónda í Hattarvík. Hon gjørdist aftur lærari í Fugloy frá 1945 til 1974. Í 1971 fóru tey seinastu børnini í Hattarvík tá úr skúlanum, og so vóru einans børn á Kirkju, og her helt hon skúla til heilsan fór at bila. Hon var eitt langt tíðarskeið formaður í kirkju­ráðnum eins og hon var organistur í kirkjuni í Hattarvík. J. Símun Hansen var lærari á Kirkju og Hattarvík 1943-1945. Tá man hann hava fingið nakað nógv av tí tilfari, sum hann brúkti til sínar bøkur, eisini um Fugloynna. Hon var tann fyrsta hann skrivaði í røðini »Tey byggja Land«. Klassarnir vóru tveir, eldri og yngri klassi. Vit lærdu føroyskt, og tað var ikki alla staðni, at hetta var gjørt. Men fyrst eg minnast var bara danskt. Tey gomlu skrivaðu bara á donskum og Faðir Vár, sum øll lærdu, tað var á donskum. Skúli kom ikki í Hattarvík fyrr enn í 1926. Áðrenn tað skiftust tey um at hava skúla í teimum ymisku húsunum í bygdini. Kirkja Kirkja kom í Hattarvík í 1834, eingin kirkja hevði verið áðrenn tað. Tað var heldur eingin kirkju­garður, so líkini vórðu borin yvir á Kirkju. Hetta hevur verið tungt, men eg havi eisini verið við til at bera lík millum bygdir­ nar. Hetta er hent, tá lík er komið til oynna, og tað ikki hevur verið lendandi í Hattarvík men á Kirkju. Tað var bert eina ferð, at menn hvíldu seg, og hetta var á Líkheyggi millum bygdirnar. Har vóru fýra steinar, sum teir kundu seta kistuna á. Deknur i kirkjuni var Hanus í Útistovu og prestur kom nakrar ferðir um árið. Tað eru nógvar søgur um prestar, sum hava ligið veður­fastir í Fugloy í dagavís og kanska longri enn tað. Tað hevur sjálvt Bøgesvang upp­livað í nýggjari tíð. Men nú er lítil kirkju­ gongd í Fugloy. Komandi partur: Í komandi parti greiðir Símun pápa sínum, hvussu tey í Hattarvík upplivdu skaðadagin Tollaksmessudag í 1913. Er áhugi fyri at fáa meira at vita um Onnu Evensen tiltakið, sum er umrøtt í seinastu pørtum av hesi røð, kann farast inn á hesa heimasíðu:  www.bjergstedarkiv.dk kennir nakar hesar kvinnur? Uppi í Húsi. Áin er Kellingaá Niðri i Húsi: 1. Innistova, 2. Uttarstova, 3. Uttarstova, 4. Uppi í Garði, 5. Á Fløtti, K-kirkjan. Uppi í Húsi: 1. Útistova, 2. Uppistova, 3. Keldhúsið 4. Uppi í Smiðju Hav Hálvdan Úlfssons