Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31 Skulu landsmyndugleikarnar yvirtaka kommunulæknarnar fult og heilt? Steinbjørn O. Jacobsen virkandi borgarstjóri Skulu landsmyndugleikarnir yvirtaka kommunulækna­ skip­anina fult og heilt, tá ið Heilsumálaráðið nú ætlar at skipa fyri færri, men størri heilsudeplum? Nú yvirtøkur av máls­økj­ um frá landi til komm­un­ur er eitt av stóru um­røðu­evnunum í hesum døgum, er áhugavert at fylgja gongdini, og tað er í hesum sambandi, at hesar reglur verður skriv­aðar. Eftir ætlan verður eldra­ økið tað fyrsta, sum verður lagt út til kommunurnar, og tá nú fleiri kommunur hvør í sínum lagi gera stórar fyrireikingar til eitt nú at yvirtaka eldraøkið, er hetta tekin um, at kommunurnar síggja álvaran og ábyrgdina í hesum og gera seg tilreiðar at taka ímóti hesum stóra málsøki. Tað sama hendi, tá al­ menna barnaansingin bleiv løgd út til kommunurnar. Ta uppgávuna megnaðu komm­ unurnar til fulnar, til frama fyri borgaran, sum eftir fáum árum fekk munandi fleiri ansingartilboð, enn tá ið málsøkið eisini lá undir landsins ábyrgd. Felags ábyrgd kann lættliga enda við ongari ábyrgd Kommunulæknaskipanin kann sigast vera eitt býtis­ barn millum lands- og komm­unu­myndugleikan, og hóast allir partar royna sítt besta, so slepst ikki undan, at tað eisini spyrjast fløkjur burturúr. Grundleggjandi trupul­ leik­in er ikki, at partarnir ikki vilja tað besta – tí tað gera bæði land og kommunur – nei, trupulleikin er heilt einfalt tann, at har fleiri partar í felag hava ábyrgd av sama øki, so er skjótt til, at tað dettur niður ímillum báðar stólarnar, tí hvørgin partur kann taka fulla ábyrgd. Hetta kom eisini væl til sjóndar í seinastu viku, tá Vest­manna Kommuna meldaði út, at hon nú av lands­myndugleikunum var biðin um at bíða við at fara undir at betra um umstøðurnar við at byggja eina lækna­mið­støð í Vest­ manna, tí Heilsu­málaráðið ar­beiddi við at skipa fyri størri heilsudeplum kring oyggj­arnar. Nú er skipanin soleiðis samansett, at kommunurnar bera kostnaðin av karmunum til kommunulæknarnar, so sum høliðsviðurskiftum, út­ gerð, íbúðir til avloysara v.m. Burtursæð frá hesum, hava kommunurnar onga ávirkan á, hvussu skipanin sjálv verð­ ur stýrd og rikin. Henda skipan er ikki altíð so heppin, og tí er spurn­ ingurin, um tíðin er komin at taka allan bygnaðin fyri kommunu­læknaskipanina upp sum heild. Í hesum sambandi vil eg nýta høvið at seta spurn­ ing­in, um ikki rættast og best hevði verið, at lands­ myndug­leikarnir, tvs. Heilsu­ málaráðið, yvirtók alla komm­unulæknaskipanina fult og heilt? Her er vert at hava í huga, at í síðsta enda er tað Heilsu­ málaráðið sum hevur allan avgerðarrættin um tann innihaldsliga partin, meðan kommunurnar bera ein stóran fíggjarligan part, fyri at skipanin skal virka. Klaksvíkar kommuna hevur gingið á odda Umstøðurnar í Klaksvík eru fyrimyndarligar í nýggju og væl útgjørdu lækna­mið­ støðini, sum kommunan hev­ ur latið byggja til enda­mál­ið í miðbýnum, so hjá okkum eru góð og trygg viðurskifti frá kommununar síðu. Men soleiðis er ikki statt á øllum støðum í land­in­um, og nú ætlanin er at skipa fyri færri komm­unu­lækna­ eindum, er spurning­urin komin, um vit ikki júst nú eiga at taka málið upp við tí endamáli at sam­ráðast um at leggja kommunu­lækna­ skipanina heilt og fult til landið (Heilsumálaráðið). Í øllum førum elvir ver­ andi skipan, har komm­ un­ur­nar í stóran mun skulu gjalda, meðan lands­ myndugleikarnir valda, til ósemjur millum partarnar, og tí er tað, at eg seti spurningin: Er tað ikki eina roynd vert at arbeiða við einari umskipan, har bæði tann fíggjarligi og umsitingarligi parturin verður undir sama hatti? Klaksvík, 4. mars 2014 Ílegugransking í Føroyum – ikki tað sama sum FarGen Svein-Ole Mikalsen professari í mýlislívfrøði (molekylærbiologi), Fróðskaparsetur Føroya Bogi Eliasen, verkætl­anar­ leiðari í FarGen, hevur verið í tíðindasendingum fleiri ferðir seinastu vikurnar í sambandi við, at Heilsumálaráðið ikki ynskti at veita stuðul uppá 12 miljónir krónur til eitt forprojekt til FarGen. Í fyrireikandi verkætlanini skal eftir ætlan alt genomið hjá millum 100 og 1000 før­ oy­ingum kannast. Onkrar av viðmerkingunum hjá Boga kunnu tulkast soleiðis, at ílegugransking, harímillum genomgransking, í Føroyum kom at blíva av ongum bæði nú og frameftir, um man ikki fór undir FarGen verk­ ætlanina. Somu hugsanir hava eisini onnur borið fram. Ætlanin við hesum skrivi er at kunna um, at føroysk ílegugransking fer fram sum er, bæði av fólki, fiski og verum, og er hetta óheft av FarGen. Øll ílegugransking, sum verður gjørd á fólki, hevur støði í Ílegusavninum sam­bært lóg. Í dag eru skrá­settar 17 verkætlanir, sum fevna um ílegur hjá fólki (www.genetics.gov. fo/00005/00051/). Sjey av verkætlanunum byrjaðu í 2012-13, og í teimum nýggju verk­ætlanunum er alt meiri vanligt, at stórir part­ar av arbeiðinum verða gjørdir í Føroyum. Ílegu­gransk­ing av øðrum verum fevnir serliga um tosk, fiska­sjúkur, fiska­ sníkar og um bak­teriur (sí til dømis verk­ætlan­irnar 15, 17, 18, 26, 93 á www.gransking.fo/ Default.aspx?pageid=10272). Hesar verkætlanir verða framdar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Fiskaaling og Fróðskaparsetrinum. Í nógv ár hevur verið gjør­ ligt at gera vanlig ílegu- grein­ing (gensekventering) á Heilsu­frøðiligu Starvs­ stov­uni og Fiska­aling, men nútímans kanningarhættir eru skjótari og bíligari, tá ið størri kanningar verða gjørd­ar í senn. Hetta er tað slagið av kanningum, sum FarGen ætlar at gera í sam­ starvi við Illumina, sum er ein av fyritøkunum, har nú­tímans greiningartól verða framleidd. Minst ein av verkætlanunum (nr. 26) snýr seg um at seta á stovn nútímans greiningar­hætt­ ir í Føroyum. Í verk­ætl­ anar­lýsingini verður nevnt beinleiðis, at somu kann­ ingarhættir lættliga kunnu nýtast á vevnað frá fólki. Í ár hevur grunnurin Fiski­ vinnu­royndir veitt stuð­ ul til eina verkætlan, har genomið hjá sild skal grein­ ast við nútímans grein­ ing­ar­hátt­um (sí verkætlan 13/00893 á http://www.fvg. fo/Files/FVG/F%C3%ADlur/ S t u % C 3 % B 0 u l / 2 0 1 4 / F y l g i s k j a l % 2 0 1 - v e r k % C 3 % A 6 t l a n i r - FVR2014.pdf). Avgerð er tikin um, at í samband við hesa kann­ing skal keypast eitt nú­tímans sekventeringstól, sum Vinnu­frami fíggjar. Tólið fer at standa í nýggja granskara­setrinum iNOVA. Føroyskt-danska íleguvirkið Amplexa hevur týðandi leik­ lut í verkætlanini. Ílegugransking í Føroyum hevur verið, er, og fer at verða framd av lívfrøðiligum tilfari, harímillum fólkavevnaði, óheft av FarGen, og virk­sem­ið innan føroyska ílegu­gransk­ ing er vaksandi. Tað grør um gangandi fót í føroysk­ari ílegugransking, og genom­ gransking kemur at fara fram í Føroyum, um FarGen verður veruleiki ella ikki. Eins og øll onnur gransking er føroysk genetisk gransking tó av­ mark­að av tøkari fígging og tali av serfrøðingum. Nei til at útbjóða Heimahjálpina Sosialistisk Ung Annika Olsen hevur lagt fram lóg um, at heimahjálpin skal kunna “útbjóðast”. Hes­ um eru vit sterkt ímóti! Í Svøríki er tað komið fram, at privatar fyritøkur, ið fáa pengar frá kommunum til at veita eldri fólki heima­ hjálp, hava spart við at geva eldri fólki blæu á í staðin fyri at hjálpa teimum á ves­ ið. Spardi peningurin er tó ikki farin til at betra um røktina á øðrum økj­um, men er farin beint í lumm­ arnar á teimum, ið eiga fyritøkurnar. Her er talan um skattakrónur, ið fólk hava arbeitt hart fyri. Eisini í Danmark hava tey roynt seg tey seinastu árini við at fáa privatar fyritøkur at taka sær av grundleggjandi tænastum. Talan er tó ikki um eitt polit­ iskt rák við einum ávísum liti, tí í Svøríki eru tað tey borgarligu, og í Danmark eru tað tey vinstravendu, ið hava gingið á odda við hesum broytingum. Vit í Sosialistisk Ung halda, at tað at skapa profit er í andsøgn við sjálvt enda­ málið við heimahjálp, ið er at veita eina menniskjaliga tænastu. Royndir vísa, at tænasturnar verða hvørki betri ella bíligari av at verða koyrdar út til tað privata at reka. Við javnaðarkvøðu