hósdagur 13. mars 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fólkini úti á Bø
Heini Olsen
Ummæli
Um jóltíðir kom mær snøgg
bók í hendi eftir Arnstein
Niclasen undir heitinium
»Fólkini úti á Bø«.
Sum vera man, helt eg tað
vera ein av vanligu ættar
søgunum,
sum
eru
gull
verdar fyri tey, hvørs for
fedrar og teirra lagnur, eftir
besta førimuni, greitt verður
frá, men sum av øðrum fyri
tað mesta verða “skimmaðar”
og síðan settar upp á hillina
til hinar.
Tá eg fyri nøkrum árum
síðan gav bók út, sum m.a.
eisini fevndi um ættarfólk
míni í Vestmanna, Kvívik og
aðrastaðni, ringdi ein sera
fitt kvívíkskona til mín við
rættingum til okkurt, sum
var komið skeivt fyri, og eg
kvakk ikki sørt við, tá hon
at enda legði afturat, at í
bindiklubbanum vóru tær
samdar um, at Heini var
tungur at fara í song við.
Sama kann sigast um
bókina hjá Arnstein; men tá
eg eitt kvøldi eftir songartíð
fór undir “skimmingina” visti
eg ikki av, fyrr enn konan
pikkaði meg á økslina, tók
bókina frá mær og gjørdi
vart við, at nú tók at blána í
Eystri.
Frá árum okkara saman
á Landsverkfrøðingsstovn
inum, kenni eg væl orðafelli
Arnsteins og hansara heilt
óvanliga góða minni, tá spurt
verur um hetta ella hatta, eitt
nú tað, sum starvsfelagin,
Niclas Andreasen, sáli, royndi
at leggja okkum í geyma.
Og tá Arnstein í bók síni
sipar til bæði føroysk og
alheims skaldabrøgd, renn
ir mær til hugs blýantin
hjá Mikkjali Helmsdal, sum
næstan hvørja ferð varð
stungin aftur í bringu-lumm
an, tá Arnstein hevði skriv
að kladduna, sum einki lá
aftanfyri nevndu brøgd, og
meira enn so kundi henda,
at alvorsmaðurin, Mikkjal,
næstan brosaði av innihald
inum, ið hevði somu ávirkan
á Løgtingsins virkisfúsu Vega
og Havnanevnd, sum eg haldi
hvørja viku stakk inn á gólvið
at viðgera átrokandi mál.
Jú, lætta lyndið og hepni
skriviháttur Arnsteins sæst
væl aftur í bókini – hesum
gripi í lýsingini av føroyska
gerandisdegnum
gjøgnum
tíðirnar, og sum eftir ognar
lýsingunum fremst í bókini
væl kann sammetast við tey
“Uppstairs & Downstairs” í
ensku filmsrøðini “Downton
Abbey”, sum eg haldi, hon
nevndist.
Leggjast kann afturat,
at eisini í filmsrøðini vóru
hampafólk á báðum hædd
um.
Hjartaliga til lukku við
bókini, Arnstein, og vónandi
kunnu vit gleða okkum til
meira frá tínari hond.
Ein livandi mentanardepil
John av Reyni
formaður
Sosialistisk Ung
Mann kann ikki siga annað
enn, at mangur barnaskógvur
er slitin við Tórsgøtu, Trónd
argøtu og Kongagøtu í Havn,
har mong ættarlið hava
lært sítt a-b-c og ikki minst
hava barst við onkra torføra
uppgávu av alskyns slagi. Tað
sum fyrr var ein depil fyri
læring, er í dag eitt skrímsl
sum skríggjar út um sína
neyð og elendigheit. Summi
vilja vera við, at hetta eyð
kenda gula skapilsi skal varð
veitast, ímeðan onnur siga rív
hatta niður og tað ongantíð
ov skjótt; hetta er Kommunu
skúlin á mannatungu í dag!
Kommuskúlin hevur nógv
at siga hjá mongum menn
iskjum og tí kann broyting
vera eitt sindur torfør at
hava við at gera. Tó er tað
neyðugt við broytingum í
samfelagnum fyri at kunna
ganga framá og fyri at gera
samfelagið betur.
Hugsa tær, at mann kundi
miðsavnað okkara vitanar
depil og okkara evnaríku
lista- og tónleikafólk á sama
staði og givið teimum teir
karmar sum vanta!
Hetta ber væl til, og er tann
gamli guli skapningurin sum
skaptur til hetta endamál
við fleiri smærri hølum til
eitt nú atelier, venjingarrúm,
býarbókasavn og hobbyrúm.
Afturat
teimum
smærru
hølisviðurskiftinum
eru
sjálvsagt tey størru hølini,
sum gamli salurin og tann
stóri garðurin, ið kann rúma
mongum leikum og konsert
um.
Kommunuskúlin kostar
sjálvsagt at gera um, til ein
sannan depil, sum vit kunnu
vera stolt av, men vinningurin
vil koma fleirfaldaður aftur.
Vit kunnu bara hyggja eftir
teimum
størru
lista-
og
songfuglum, sum hava spírað
og hava tikið Føroyar runt
allan knøttin.
Við at geva umstøður til
okkara ríka tilfeingi, kann
og vil hetta førka okkara list,
tónleik og vitan frameftir
og vil hetta sjálvsagt gera
Føroyar enn ríkari og fjøl
broyttari, eitt stað har lív
nørist og dreymar verða til
veruleika!
AdvokAtskrivstovAn
Halgir Winther Poulsen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Jógvan E. Winther Poulsen, adv.
Eyðbjørn Larsen, adv.
Birita S. Samuelsen, adv.
Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn
Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo