Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31 Á heystbaki genta og drongur hvørva um lyngbrúnan hól. Feta á fjalli, eygleiðandi varðar, syngjandi sprund, meðan silvitnisskærar vágirnar kyssast av sól. Soleiðis ljóðar fyrsta ørindi av yrkingini hjá Jens Dam Jacobsen um árstíðina, sum liggur fyri framm­ an. Ingolvur av Reyni legði vøkru rødd sína til hesa lívsjáttandi yrking, sum eftir mínum tykki er ein av gimsteinunum í okkara sangskatti. Í Føroyum hava vit uppliva ein óvanliga harðbalnan vetur. Tað hevur regnað at kalla uttan steðg í góðar fýra mánaðir við nógvum vindi. Ja, sjálvt nú, komið er út í hálvan mars, leikaði hann í við ódnarveðri, sum hevði við sær seinkingar og avlýsingar í ferðslu bæði á landi og sjógvi og í luftini. Vit eru helst mong, sum í vetur hava sett okkum sjálvum og øðrum spurningin, hví vit hava valt at búgva á einum stað við so ótespuligum veðri og enntá so fjarskotið frá øðrum londum? Svarið hjá teimum flestu er ivaleyst, at her eru vit fødd og uppald. Her búgva tey, sum góvu okkum lív og sum eru okkum kær. Her kenna vit fjøll og fjøru. Her er okkara land, og tí er og verður hetta okkara heim og bústaður. Vit kunnu ikki krevja, at onnur, sum ikki hava henda samleika við landið og tey, sum her búgva, skilja, hví vit búgva her, og hvat tað er, sum staðbindur okkum. Í Føroyum hava vit eitt vælferðarsamfelag, um vit máta okkum í altjóðahøpi. Ein partur av gerandis­ degi okkara er at fara í onnur lond at ferðast og uppliva annað og heitari veðurlag. Hóast landið er pinkulítið við einans fimmti tús­und íbúgvum, eru vit so væl fyri á samferðslu­leið­unum millum lond, at vit sjálvi eiga og reka flutnings- feløgini bæði sjóvegis og loftvegis. Henda støða er tó ikki komin av sær sjálvari. Nei, flutningurin bæði á sjógvi og á lofti var rikin av útlendskum fyritøkum, sum tó eru givnar, tí tær ikki stóðu seg í kappingini við okkara egnu flutningsfyritøkur Smyril Line og Atlantsflog. Nú vaknaður er vársins songur, vaknar hugur og tørvur okkara av álvara at koma í onnur lond at uppliva annað og líggjari veðurlag, og at síggja og vera saman við øðrum fólki fyri at savna saman styrki til at taka næsta vetrartørn. Hesum tørvi fólksins er tað umráðandi hjá flutningsfeløgunum at duga at skipa sítt virksemi eftir. Nú hoyrist, at Atlantsflog hevur fingið sær út­ lendska hjálp til at leggja sítt virksemi til rættis. Sum føroyingur má eg finna meg í, at eitt føroyskt felag tekur slíka avgerð. Men, sum føroyingur má eg eisini hava rætt til at ivast í, um tað er rætt at spyrja útlendingar um, hvussu virksemið skal leggjast til rættis heldur enn tey, sum eru kundar og lívsgrundarlagið hjá felagnum - føroyingar. Gott vikuskiftið. Eyðfinnur Jacobsen Eyðfinnur Jacobsen EYGA MÁLIÐ Vaknaður vársins songur Serføroyskt stavrað? Ólavur Hátún Heilt frá tí, at útlendingar í 1840-árunum løgdu seg útí, hvussu vit skuldu stava okk­ ara móðurmál, hevur tann hugburður verið darv­andi fyri natúrligu mál­menn­ing­ ina, at okkara málsligi ver­u­ leiki ikki skuldi kunna við­ur­ kennast sum fullførur, men mátti snikkast til við ymsum á­tøkum. Tað nýggjasta er hetta, at c, q, w, x og z skulu rekast bur­t­ur úr tí stavrað, sum alt tað tilkomna fólkið hevur í sínum hugaheimi, og tað er tað nýggja Málráðið, sum nú hevur lagt harðliga út til hesa broyting. Hugaligt var tað, tá lands­ stýris­mað­ur­in í mentamálum Bjørn Kalsø tók stig til at fáa sett eitt fjølment mál­ráð um­ boðandi ymisk sjón­ar­mið, sum millum ár og dag hava verið frammi um okkara máls­ligu viðurskiftir. Men lítið batar tað, um skip­an­ ar­lagið hjá nevndini ikki er demo­kratiskt. Við tí innliti, sum vit m.a. av samrøðu í Sosi­al­inum herfyri við Jon­ hard Mikk­elsen hava fingið um ta støð­una, er orsøk til iva. Av teim 11 ráðs­limu­num mynda teir 5 eina starvs­ nevnd, sum sí­n­á­millum viðger aktuel mál, tek­ur støðu og leggur kós til loysnir, áðrenn hini 6 – teirra millum tveir av okkara fremstu ling­ vistum - koma til orða og frá byrjan fáa lýst sína sann­ føring og tilráðing. Sera ynskiligt er tað tí, at landsstýrismaðurin end­ur­ skoð­ar arbeiðssetningin hjá Mál­ráð­num, um vit skulu kunna hava álit á ráðnum til komandi uppgávur so sum t.d. at taka endaliga støðu til landalæruheitini og onn­ur átrokandi stórmál, eitt nú at endurskoða okkara tor­føru rættskriving, áðrenn hugsað verður um eina stav­s­et­ingar­ orðabók, ið sum skilst er á dags­skrá. Omanfyri nevndu stavir vóru ikki í fornnorrønari stav­seting, tað vita vit. Men øll mál eru fyri ávirkan utt­ an­ífrá og laga seg til nýggjar um­støður, uttan at tey av teirri orsøk eru í vanda fyri at missa fótafesti sum sjálv­ støð­ug mál. Sjálvandi ber tað til at doypa Victor um til Vik­tor - ella kanska Viktur, sum jú sær føriskari út -, lata Carls­son vita, at nú skal hann eita hann Karlsson, skifta Wil­helm út við Vilhelm og Wilk­in­son við Vilkinson. Soleiðis eru tað eis­ini so mong innlænt orð og heit­ir, sum hava fing­ ið norrønari dám við bert at nýta upprunaliga stav­a­úr­ valið. Men í øðrum førum ber ikki til – sum t.d. at tosa um S-dur í staðin fyri C-dur og at ráða fólki til at fáa sær nóg mikið av s-vitaminum. Sjálvandi skulu vit røkja okkara mál væl og byggja borð fyri báru, um ágangurin utt­an­í­frá er ov meinur, so­ leiðis sum vit komu fyri við danskt­mæltum skúla í næst­ an heila øld, og so­leiðis sum tað nú leikar á við enskari ávirkan. Ávís mál­rein­san, purisma, er ikki av tí illa, men vit eiga at ansa okk­ um, at vit ikki gerast máls­ ligir heimføðingar – kanska í søgubókum fara at lesa um persarakongin Serkses (Xerxes) ella móti sumri at leggja ætlan um at fara suður til Veyls (Wales) at ferðast. Sum partur av og við støð­ ugum ­samskifti við Vest­ur­ heimin hava vit bara fyri­ mun av, at okkara børn enn sum áður til fulnar læra sítt A-B-C. Georg L. Petersen og storkurin Heðin Mortensen borgarstjóri Georg L. Petersen, jour­nal­ istur, hevur eina grein á Por­ talinum mánadagin, sum er sjáldsama misvísandi, og sum eg tí kenni meg noyddan at gera viðmerkingar til. Ofta verður tikið til søg­ una um hin unga lesandi úr Randers, tí hann var so púra sann­førdur um, at hann kundi prógva, at storkurin kemur við nýføðingunum: Tí alt meðan talið av storkum mink­aði í stórum, minkaði eisini talið av nýføðingum. Øll vita, at uppáhaldið hjá hinum unga lesandi er tað reina tvætl. Á sama hátt er við tí, sum Georg L. Petersen skrivar. Í greinini kemur hann til, at tá Tórshavnar kommuna ikki hevur neyv yvirlit yvir akfør hjá kommununi fleiri ár aftur, so merkir tað, at komm­ unan ikki án­aði, hvussu nógv akfør kommunan átti eitt ávíst tíðspunkt. Sjálvsagt veit Tórshavnar kommuna, hvussu nógv ak­ før kommunan eigur, og tað visti kommunan eisini bæði í 2005 og í 2010. Tað, sum Georg L. Petersen herfyri bað kommununa um innlit í, vóru yvirlit frá eldru árum. Hann fekk at vita, at kommunan ikki hevur tey. Men tað merkir ikki, at kommunan ikki hevur havt yvirlit fyri undanfarin farin ár. Yvirlit yvir akfør og maskinir vórðu nevniliga dagførd so hvørt, og eru tí ikki goymd fyri hvørt árið sær. Hesi yvirlit verða brúkt í sambandi við ognarskjal­fest­ ing m.a. at nýta í trygg­ingar­ samanhangi, og til at geva verkstaðnum yvirlit yvir, hvørji rakstrarstøð, ið ymisk akfør og maskinur hoyra til, hvussu nýtslan er, og um møguleikar fyri effektivari nýtslu við at rakstrarstøð kunnu hava felags amboð og maskinur. Men heldur enn at spyrja um hetta, ger Georg L. Petersen sína egnu marg­ hátt­ligu niður­støðu á sama hátt sum við søguni um storkin: Tá komm­unan hevur ikki eldri yvirlit at lata innlit í, ergo visti kommunan ikki, hvussu nógv akfør hon hevði. Georg L. Petersen hevur í longri tíð roynt at mana eina mynd fram um, at í Tórs­havnar kommunu er einki skil á. Tað hevur hann fullan rætt til. Men sum við storkinum og barnatalinum, so er minsta krav, at hald er í tíðindunum og ikki minst niðurstøðunum, hann borðreiðir við. Tað hevur hann ongan­ tíð.