hósdagur 13. mars 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Edmund Joensen
fyrrverandi løgmaður
Misskilta Nationalisman hevur
góðar dagar í Føroyum í dag.
Fullveldisflokkarnir - Tjóðveldi
og Framsókn, og fyri ein part eisini
Fólkaflokkurin - koma aftur og aftur
við útmeldingum og uppskotum
um, hvussu Føroyar skulu isolera
seg frá restini av heiminum.
•
Útlendingamál mugu yvirtakast,
hóast tað alt fyri eitt fer at
seta Føroyar uttan fyri altjóða
Schengen-samstarvið, so før
oyingar skulu viðfarast sum
triðjalandsborgarar á flest øll
um flogvøllum og havnum í
framkomna heiminum
•
Loftrúmið má yvirtakast, hóast
hetta gongur beint ímóti altjóða
rákinum, har ið loftrúm verða
samanløgd í størri eindir, tí
tað er tryggari og bíligari fyri
brúkaran
•
Atlantsflog má ikki keypa ráð
gevingartænastur
frá
einari
útlendskari fyritøku, tí tað er
vandamikið
•
Føroyskir bankar mugu fáa for
boð fyri at keypa tænastur frá
einum norðurlendskum banka
tænastusamtaki
-
tænastur,
sum eru fortreyt fyri nútímans
bankavirksemi
•
Fíggjarøkið má yvirtakast, hóast
tað tryggjar alt innistandiandi
hjá føroyingum í føroyskum
bankum og gevur atgongd til
bankapakkarnar, ið hava avger
andi týdning
•
Uttanríkismál mugu yvirtakast,
hóast Føroyar í roynd og veru
hava fullveldi í øllum uttanríkis
politiskum málum, ið viðvíkja
Føroyum
•
Sendistovur mugu latast upp
kring um í heiminum, hóast
møguleiki er at brúka allar
sendistovur ríkisins allastaðni
•
Forboð má setast fyri øllum
útlendskum íløgum í føroyska
fiskivinnu, hóast mark longu
er fyri útlendskum eigaraskapi
í alivinnuni og føroyskum fiski
skipum
•
Ríkisveitingin má burtur, hóast
tað vil taka botnin undan
føroyska
vælferðarsamfelag
num, økja almenna hallið og
vaksa almennu skuldina
Og so víðari.
Hetta eru alt uppskot og útmeld
ingar, sum vilja avbyrgja Føroyar og
gera tað minni liviligt í okkara góða
landi, um tey verða framd í verki.
Samanber Føroyar
við Russland
Nýggjasta útmeldingin í røðini
kemur frá formanninum í Tjóðveldi,
og hon er so langt úti, at ongin
hevur orð fyri tí.
Undir yvirskrift á www.in.fo
"Føroyar
harðari
revsing
enn
Rusland" er Høgni Hoydal úti -
eisini í einum lesarabrævi - har
hann samantvinnar sorgarleikin í
Ukraina við ósemjuna um makrel
og sild í Norðuratlantshavi.
Hann skrivar, at boykottið, sum
DANMARK (umráðandi er at fáa
fíggindamyndina málaða) tekur
lut í, er "eitt nógv ógvusligari tiltak
ímóti einum landi, enn tey tiltøk,
ið ES nú sigur seg vilja seta í verk
ímóti Russlandi".
Øll í Føroyum eru sjálvandi
ímóti
handilsboykottinum
frá
ES, og vit ynskja tað tikið av sum
skjótast. Ikki minst sæð í ljósinum
av, at semja endiliga er fingin um
makrelfiskiskapin.
Men álvaratos.
At samanbera eina ósemju um
fiskiskap við óhoyrda russiska
aggressión í Ukraina, har ið hernað
armegi verður brúkt, og jarnhælurin
verður trýstur oman á fólkarættin
- hetta er undir alt lágmark.
Í grundini er hetta at samanbera
Føroyar við Russland.
Hetta er at samanbera pelagiskan
føroyskan fiskiskap við ráa russiska
valdstøku í Eystureuropa.
Hvat man hann hugsa fyri sær?
Hvar er virðingin fyri Føroyum
og føroyingum?
Ósannindi frá A til Z
Ongastaðni í framkomna heiminum
hevði ein politikari sloppið avstað
við at siga ósatt fyri fólkinum á
henda hátt.
Í framkomnum londum hevði ein
vakin og óheft pressa givið slíkum
úttalilsum mótspæl, og - ikki minst
- høvdu fjølmiðlar eftirkannað
pástandin.
Tá ið føroysk pressa ikki vil vera
kritisk ímóti Tjóðveldisflokkinum
ella formanni floksins, so mugu
vit í hesi tíðargrein eftirkanna pá
standin.
Spurningurin, ið vit eftirkanna,
er, um revsitiltøkini móti Russlandi
eru linari enn ES-boykottið móti
Føroyum, sum vónandi skjótt er
av?
Lat okkum fyrst hyggja at ES-
tiltøkunum, sum vórðu sett í verk
20.08.2013, og eru nevnd í fyriskipan
frá ES-nevndini:
• Forboð móti innflutningi av sild
og makreli fiskað í føroyskum
sjógvi og vørum av sama
• Forboð ímóti at landa ella upp
skipað omanfyri nevndu í ES-
havnum
Lat okkum so síggja tiltøkini, sum
ES ætlar at seta í verk í stigum
ímóti Russlandi. Keldurnar eru
Reuters og Euronews:
• Ferðaforboð, har ið høgtstandandi
russarar ikki fáa visum til nakað
land í ES
• Innifrysting av ognum hjá nærri
ásettum russiskum fyritøkum og
russarum í ES
• Ein røð av handilsforboðum,
herundir forboð ímóti at keypa
russiska olju
• Forboð ímóti at selja Russlandi
vápn
• Úthýsing av Russlandi frá kom
andi G8-toppfundinum
• Avlýsing av komandi toppfund
inum millum ES og Russland
Afturat hesum tiltøkunum frá ES
koma eisini tiltøk frá USA og øðrum
londum, ið ikki vilja sita hendur í
favn, meðan ein vanlukka fer fram
í Ukraina.
Greitt er fyri øllum, at pá
standurin hjá Høgna Hoydal ikki
bert er óhóskandi - hann er eisini
ósannur.
Út frá almennu úttalilsum hans
ara kundi man spurt:
Er formaðurin í Tjóðveldi fyri, at
Russland fær frítt spæl í Ukraina?
Er hann ímóti, at heimssam
felagið setur tiltøk í verk ímóti
aggressiva Russlandi?
Er hann eisini er ímóti, at serliga
USA og ES veita Ukraina ein hjálpar
pakka við peningaveitingum, lán
um, betri handilstreytum og mark
naðaratgongd?
Fíggindamyndin skal fram
Í einum og øllum, sum formaður
Tjóðveldis førir fram í hesum
máli, er altavgerandi at nevna
DANMARK.
Tað er DANMARK, ið revsar
Føroyar.
DANIR vilja boykotta okkara
fiskiskap og útflutning.
DANSKA stjórnin skal trýstast.
DANSKUR uttanríkispolitikkur
er skaðiligur.
Í heila tikið er DANMARK rótin
til alt ilt.
Tað ræður um at endurtaka
boðskapin og at mana fram eina
myndina av einum fígginda, ið ikki
er til.
Hetta er alt í tráð við grund
tankan í Misskiltu Nationalismuni,
sum vit nevndu frammanfyri.
Hvat er Misskilt Nationalisma?
Grundtankin er í tveimum:
Í fyrra lagi at alt ilt kemur úr
Danmark, og at Ríkisfelagsskapurin
er sjálv ímyndin av øllum tí ræðu
liga, ið samstarvið millum Føroyar
og Danmark stendur fyri.
Og í øðrum lagi, at onki ber til
uttan loysing. Loysingin er eitt
slag av universalari loysn uppá
allar trupulleikar og avbjóðingar í
okkara samfelag.
Føroyingar vita betur.
Samstarv heldur longst
Vónirnar eru ikki góðar, men man
má kortini vóna, at Misskilta
Nationalisman við tíðini fer at linka
millum fullveldisflokkarnar.
Tað er óneyðugt at leika í um
tann stóra uttanríkispolitikkin,
sum er eitt ríkismál.
Um og tá, ið landsstýrið ynskir
dialog við stjórnina, so er at taka
upp samband við stjórnina um tað.
Samstarv er og hevur altíð verið
lykilin til góðar loysnir.
Lat ikki Misskiltu Nationalism
una bera í sær, at Føroyar gerast eitt
avbyrgt land í Norðuratlantshavi.
Hvussu ber tað til, at ein politikari kann sleppa avstað við at siga ósatt fyri øllum
føroyingum við tí endamáli at mana fíggindamyndir upp úr jørðini, sum ikki eru til?
Ódn í einum vatnglasi
Hvat er Misskilt Nationalisma?
Hjá tí misskiltu nasjonalismuni skal alt setast upp móti
loysingini - einki ber til uttan loysingina og einki má gerast,
áðrenn loysingin frá Danmark er komin.
Ongar loysnir mugu finnast innanfyri ríkisfelagsskapin, tí so
kunnu fólk jú finna út av, at tað saktans ber til at stýra sam-
felagnum uttan loysingina – um bert vit vilja og hava áræði
til at taka tær avgerðir, sum eru neyðugar.
Misskilta nasjonalisman er á henda hátt við til at fasthalda
føroyskan politikk í eini afturhaldshond, sum virkar køvandi
og steðgar allari politiskari menning av samfelagnum.
Hesin hugsunarháttur er meiri enn nakað annað við til at
forða framburðinum í Føroyum. Hetta er størsti einstaki
vandin, føroyska samfelagnum er fyri. Størsta mentala blokk
eringin í føroyskum politikki nakrantíð.
Kelda: viðm. hjá Magna Laksáfoss, fyrrv. løgtingsmanni, í
áliti frá fíggjarnevndini 24.11.2009