hósdagur 13. mars 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
www.torshavn.fo
Tórshavnar kommuna veitir stuðul á
hvørjum ári til umhvørvistiltøk
tórshavnar
kommuna
Stuðul verður latin til verkætlanir sum:
• Menna vitanina um umhvørvi
• Virka dálkingarfyribyrgjandi og/ella
avmarkandi
• Virka orku – og tilfeingissparandi
• Kunna almenningin um umhvørvisviðurskifti
• Verja landsløg, djóra- og/ella plantusløg
Til ber hjá stovnum, virkjum, feløgum og
einstaklingum at søkja um stuðul.
Umsóknarblað og reglugerð fæst á torshavn.fo.
Játtanin er áljóðandi kr. 250.000,-.
Umsóknir skulu verða Tórshavnar kommunu
í hendi í seinasta lagi 1. apríl 2014 og skulu
sendast til:
Tórshavnar kommuna
byggi- og umhvørvisdeildin
Postboks 32 · 110 Tórshavn
Stuðulin verður latin í umhvørvisvikuni 2014.
STUÐUL TIL UMHVØRVISTILTØK
J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
110 Tórshavn • www.setur.fo
Vísindastørv í
sjúkrarøktarfrøði á
Fróðskaparsetri Føroya
Tvey vísindastørv í sjúkrarøktarfrøði eru leys
at søkja á Megindeildini fyri náttúruvísindi og
heilsuvísindi. Talan er um lektarastørv ella
adjunktstørv treytað av førleika umsøkjarans.
Størvini verða sett frá 1. september 2014 ella
eftir avtalu.
Starvsøki
Starvsøkið fevnir um gransking og undirvísing
innan sjúkrarøktarfrøði. Granskingin verður
í stóran mun tengd at serøki umsøkjarans.
Tann, ið verður settur í starv, skal hava
ein virknan leiklut í at menna gransking
og hægri útbúgving í sjúkrarøktarfrøði og
heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum.
Starvslýsing
Sæst á www.setur.fo
Freist
Umsóknarfreist er 7. apríl 2014.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast hjá Hans Paula
Joensen, hanspj(at)setur.fo, dekani
á Megindeildini fyri náttúruvísindi
og heilsuvísindi. Upplýsingar um
Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á
www.setur.fo.