Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mars 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Seinastu árini hava vit heiðrað tónleikin á yms­an hátt. Fyrr í øldini takkaði Prix Føroyar fyri seg, sum í mong ár eggjaði unglingum at royna seg á tónleikapallinum – og samstundis heiðr­aði teimum bestu. Síðani hava aðrar kappingar stungið seg upp, men kortini eingin, sum hevði líka stóra ávirk­an á tónleikamentan í Føroyum sum júst Prix Føroyar. Vit hava eisini sæð tiltøk, ið líkjast FMA, og vit í Miðlahúsinum hava í mong ár heiðrað tey bestu innan poppheimin í Føroyum við til­taki­num Planet Awards, sum í 2012 varð hild­ið fyri síðstu ferð. Planet Awards hevur verið hildið á Hotel Før­oy­um, á Deep, á Rex, í Miðlahúsinum og aðrastaðnis við, og hóast karmarnar stund­ um hava verið framúr og stundum minni góð­ir, so hevur Planet Awards sum einasta aftur­vendandi tiltak havt til endamáls at geva okkurt aftur til tónleikin. Í 2012 seldi Føroya Tele portal.fo og har­ við eisini planet.fo, og tá var tíðin komin at lata Planet Awards takka fyri seg. Vit í Miðla­húsinum vóru tó sannførd um, at eitt slíkt tiltak má og skal vera í Føroyum, og vit vildu vera partur av tí, tí vit hvønn dag gjøgnum miðlar okkara njóta gott av øllum tí, ið føroyskir tónleikarar á hvørjum ári lata frá sær. Saman við Kringvarpinum og Norður­ landa­húsinum fóru vit síðani undir tiltakið FMA. Og vit kunnu siga, at vit við FMA á nógvar hætt­ir skriva søgu. Vit skriva tónleikasøgu, tí vit fyri fyrstu ferð fara undir eitt stórsligið átak í Norður­ landa­húsinum, sum ikki bert fevnir um popp­ tónleikin, men sum hevur allar sjangrur við. Vit skriva eisini miðlasøgu, tí vit fyri fyrstu ferð nakrantíð samstarva við okkara kapp­ing­ar­neytar í Kringvarpinum um eitt stórt tiltak, tónleikinum at frama. Við FMA ynskja vit í Miðlahúsinum, Kring­varpinum og Norðurlandahúsinum at skapa eitt afturvendandi tiltak, sum fyrstu og fremst skal heiðra teimum framúrskarandi tón­leikarum, ið vit eiga í Føroyum. Og har­næst ynskja vit, at FMA kann vera við til at venda útlendsk eygu til Føroya at fylgja við, hvør tað er, sum er at meta sum bestur í okkara samfelag. Í vikuni uppundir FMA hava vit í Miðla­húsinum og Kringvarpinum spælt føroyskan tón­leik burturav og samstundis sett fokus á tey tilnevndu og teirra framúrskarandi tónar um­vegis Rás2 og Útvarpið. Vit ynskja og síggja fyri okkum, at FMA við tíðini kann vera við til at eggja tón­leika­umh­vørvið og fólkið annars til at varpa ljós á føroyskan tónleik og seta eina viku av til at heiðra tey, sum hava ríkað okkum so nógv. Miðlahúsið, Kringvarpið og Norður­ landa­húsið bjóða 15. mars til FMA hátíðarhald í Norð­ur­landahúsinum, og samstundis ber til at hoyra alt á Rás2 og í útvarpinum hjá Kring­varpi­num. FMA skrivar tónleika- og mentanarsøgu Framúr­ skarandi tónleikur á FMA Stóra tónleikatiltakið - FMA - verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Hetta verður eitt stórt tiltak, sum fagnar tí besta innan føroyskan tónleik. Líkt er eisini til, at fyriskipararnir hava fingið nøkur av bestu tónleikaumboðunum á pall hetta kvøldið. Tey, sum skulu framføra á FMA, eru hesi: Jóhannes Andreassen Jens Marni Hansen Marius Hallur & Kristina Kári Sverrisson The Absent Silver King Kamarkórið Laila av Reyni Allan Tausen Døgg Nónsgjógv Lover Lover Reduced to Ash Cantabile FMA verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið tann 15. mars klokkan 19.30. Tiltakið verður sent beinleiðis á Rás2 og í Útvarpi Føroya, og atgongumerki kunnu keypast á heimasíðu Norðurlandahúsins. Tað eru Miðlahúsið, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið, sum skipa fyri Føroysku tónlistavirðislønunum.