hósdagur 13. mars 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Teitur
Teitur Lassen hevur ferðast um allan heim
við sínum tónleiki, síðani hann í 2003 gav út
fløguna “Poetry & Aeroplanes”. Hann hevur
vunnið eina ørgrynnu av Danish Music
Awards virðislønum, og eina ørgrynnu av
Planet Awards virðislønum seinastu árini,
umframt at tónleikur hansara hevur vunnið
frama í USA og aðrastaðni við. Í 2013 gav
hann út fløguna “Story Music”, og hevur í
hesum sambandi enn einaferð verið nógv
at hoyrt í føroysku loftmiðlunum. Teitur er
tilnevndur til Ársins Sangara, Ársins bólk/
einstakling, til Ársins Sang við lagnum “Rock
And Roll Band”, og til Ársins Fløgu við fløguni
“Story Music”.
Høgni Reistrup
Høgni Reistrup byrjaði sína tónlistarligu
karrieru í 2007, tá ið hann gav út fyrstu
fløguna “Hugafar á ferð”. Síðani hevur hann
útgivið tríggjar fløgur, “Trý fet frá tilveruni”
(2010), “Samrøður við framtíðina”(2011), og
í 2013 gav hann út fløguna við heitinum
“Áðrenn vit Hvørva”. Hetta er ein meira
elektrokend fløga, og tískil heldur øðrvísi
enn tað, ið vit áður hava hoyrt frá Høgna
Reistrup. Hann er tilnevndur til Ársins
Sangara, Ársins Fløgu við “Áðrenn vit hvørva”,
Ársins Bólk/Einstakling.
Døgg Nónsgjógv
Døgg Nónsgjógv var bert 17 ár, tá ið hon í 2013
framførdi egin løg í Norðurlandahúsinum
saman við Hans Jacob Kollslíð. Í 2013 gav
hon út tvey løg á Itunes. Tey eru “Tú tók mína
hond” og “Tú ert hjá mær”. Døgg er tilnevnd
til Ársins Songkvinnu og Ársins Sang við
“Tú tók mína hond” og Ársins Nýggja Bólk/
Einstakling
Knút Háberg
Eysturstein
Knút Háberg Eysturstein hevur í mong
ár verið ein virkin tónleikari, sangskrivari
og diskari, umframt, at hann í dag tekur
tónleikaútbúgving á Lærda Háskúlanum í
Keypmannahavn. Í 2004 gav Knút sína fyrstu
fløgu út við heitinum “Havsglóð”. Í 2009 kom
fløgan “The Desert Holds A Flower” og í 2013
“On High”. Knút er tilnevndur til Ársins
Sangara.
Jens Marni Hansen
Føroyski rokkarin Jens Marni Hansen hevur
seinastu mongu árini verið nógv at hoyrt í
føroyska tónleikaheiminum í bólkum sum All
That Rain, Kjølar og Showmen, og seinastu
árini undir egnum navni. Í 2008 hittaði hann
í Føroyum við fløguni “The Right Way”, og
í 2013 gav hann út fløguna “Anywhere You
Wanna Go”. Jens Marni er tilnevndur til
Ársins Sangara.
Hallur Joensen
Hallur Joensen, ella countrykongurin, hevur
sett sín dám á føroyska country heimin
síðani 2008, tá ið hann gav sína fyrstu fløgu
út við heitinum “Pickin’ Time In Nashville”.
Fløgan, ið varð tikin upp í Nashville, gjørdist
mest selda fløga í Føroyum í 2008. Síðani
hevur hann givið út tríggjar fløgur. “Smile”
í 2009, “Enn stendur hurð mín opin” í 2011
og “With Stars & Legends í 2013. Hallur er
tilnevndur til Ársins Sangara og Ársins
Fløgu við fløguni “With Stars & Legends”.
Greta Svabo Bech
Greta S. Bech er fyrsti føroyingurin, sum
varð tilnevnd til eina Grammy Virðisløn
fyri hennara luttøku í sanginum Raise Your
Weapon hjá Deadmau5. Hon hevur síðani
fingið stóra viðurkenning uttanlands, og
hevur millum annað skrivað eitt lag til
altjóða songkvinnuna Cher, sum nevnist “My
Love”. Í 2013 gav hon út tvey stakløg, “Shut
Up & Sing” og “Broken”, og hon er tilnevnd
til Ársins Songkvinnu, Ársins Sang við “Shut
Up & Sing”, Ársins Nýggja Bólk/Einstakling
og Ársins Bólk/Einstakling
Guðrið Hansdóttir
Guðrið Hansdóttir gav í 2007 út sína fyrstu
fløgu við heitinum “Love is dead”. Í 2009 kom
fløgan “The sky is opening”, og í 2011 “Beyond
the Grey”. Saman við Janusi Rasmussen
hevur Guðrið í 2013 staðið á odda fyri nýggja
elektrobólkinum Byrta. Guðrið er tilnevnd
til Ársins Songkvinnu, og hevur áður vunnið
fleiri virðislønir til Planet Awards.
Swangah
Bólkurin Swangah er stovnaður av nøkrum
ungum dreingjum, sum eru vaksnir upp
í sama grannalag, uppi í Svanga í Havn.
Swangah Dangah gav út sína fyrstu
fløgu í november 2011. Næsta útgávan
“Undirgangstónar” bleiv útgivin 28.06.13, og
við hesari útgávu broytti og stytti bólkurin
navn sítt til Swangah. Bólkurin er tilnevndur
til Ársins Bólk/Einstakling og fløga teirra
“Undirgangstónar” er tilnevnd til Ársins
Fløgu.
Guðrun
Pætursdóttir
Háberg
Indie pop duoin Guðrun&Bartal hevur
seinastu árini verið nógv at hoyrt í Føroyum,
og í 2013 góvu tey bæði út fløguna “Vónin er”.
Áður hava Guðrun&Bartal spælt við øðrum
kendum bólkum, sum til dømis Bet You
Are William. Guðrun er tilnevnd til Ársins
Songkvinnu.
Laila Carlsen og
Flamma
Laila Carlsen hevur verið virkin songkvinna
í mong ár. Laila hevur áður útgivið fløgur
saman við systrum sínum, og í 2013 gav hon
út fløgu saman við bólkinum “Flamma”,
har Laila er oddakvinna saman við Maluni
Eyðunsdóttir og Ann Chanett Danielsen.
Laila er tilnevnd til Ársins Songkvinnu, og
bólkurin Flamma er tilnevndur til Ársins
Nýggi Bólkur/Einstaklingur.
Poppbólkurin