hósdagur 13. mars 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rock/Málm, Jazz,
Blues og Fólk
Byrta
Elektro pop bólkurin Byrta hevur seinasta
árið av álvara gjørt um seg. Janus Rasmussen
(Bloodgroup) og Guðrið Hansdóttir manna
bólkin Byrta, og hava tey bæði havt eitt virkið
lív sum tónleikarar. Í 2012 hittust tey bæði í
Íslandi, og síðani hava tey saman gjørt løgini
hjá Byrta. Í 2013 góvu tey saman út fløguna
“Byrta”. Bólkurin Byrta er tilnevndur til
Ársins Nýggja bólk/Einstakling, Ársins Bólk/
Einstakling, Ársins Fløgu við fløguni “Byrta”
og Ársins sang við “Loyndarmál.
Allan Tausen
Allan Tausen hevur í mong ár verið virkin
tónleikari í Føroyum, og í 2013 gav hann út
sína fyrstu fløgu undir egnum navnið, ið
kallast “Unknown”. Fløgan hevur 11 løg, og
hevur Allan sjálvur skrivað 8 løg á fløguni,
meðan eitt lag er hansara egna tulking av
lagnum “Go rest high on that mountain” hjá
Vince Gill, eitt lag er ein tulking av “Call me
the breeze” hjá JJ Call, og tað síðsta er ein
instrumental útgáva av “Villar Víddir” hjá
Kára P. Allan er tilnevndur til Ársins Nýggja
Bólk/Einstakling og lag hansara “Heyah” er
tilnevnt til Ársins Sang.
Kári Sverrisson &
Bendar Spónir
Kári Sverrisson er ein føroyskur tónleikari,
sangari, sangskrivari og tónasmiður. Eru
vit til, spurdi Kári Sverrisson í sanginum, á
Amnesty International fløguni fyri sløkum
15 árum síðani. Tað var tað fyrsta, sum
føroyingar veruliga hoyrdu til sangskrivaran
og sangaran Kára Sverrisson. Kári var
sentralur limur í tónleikabólkinum Enekk,
sum var ein tann mest nýskapandi bólkurin
í føroyskari tónleikasøgu. Sum einstaklingur
hevur Kári javnan framførslur við tónleiki
hjá sær sjálvum og øðrum. Í 2013 gav Kári út
fløguna “Nøkur fá fet aftrat”, har hann leggur
lag til yrkingar hjá Jóannes Nielsen. Kári er
tilnevndur til Ársins Sangara ella Einleikara.
Kári og Bendar Spónir eru tilnevndir til
Ársins Bólk ella Einstakling, Ársins Fløgu við
“Nøkur fá fet aftrat” og Ársins Sang við “Stóra
lívmóðurin”.
Jón Aldará &
Hamferð
Jón Aldará er sangari í doom metal bólkinum
Hamferð, sum síðani 2008 hevur gjørt um
seg bæði í Føroyum og uttanlands. Bólkurin
gav í 2010 út fyrstu fløguna “Vilst er síðsta
fet”, og í 2013 kom fløgan “Evst”. Jón Aldará
er tilnevndur til Ársins Sangara, bólkurin
Hamferð er tilnevndur til Ársins Bólk ella
Einstakling og Ársins fløgu við “Evst”.
Høgni Lisberg
Síðani 2003 hevur Høgni Lisberg verið virkin
og viðurkendur tónleikari í Føroyum. Fyrsta
fløgan “Most Beautiful Things” kom út í 2003,
og síðani hevur Høgni útgivið tríggjar fløgur
undir egnum navnið. Tær eru “Morning
Dew” (2005), “HOGNI-hare!hare!” (2008) og
“ConMan” í 2012. Høgni er tilnevndur sum
Ársins Sangari ella Einleikari.
Marius og Svævar
Knútur
Hans Marius Weihe Ziska er ein føroyskur
tónleikari, sangskrivari og sangari. Hann
framførir bæði sum einstaklingur og í
tónleikabólkum, eitt nú í bólkinum Marius.
Hansara tónleikalívsleið byrjaði, tá hann sum
16 ára gamal luttók í Prix Føroyar við Flux.
Síðan hevur hann framført á konsertum
og tónleikafestivalum bæði í Føroyum
og í øðrum londum, eitt nú í Danmark og
Týsklandi. Marius gav út fløguna “Recreation”
í 2013 saman við íslendsku Svævar Knútum,
og er tilnevndur til Ársins Sang við “Tokan”.
Týr
Bólkurin, við tí kenda víkingarokkinum, hevur havt eina drúgva karrieru innan tónleik, og
hevur gjørt um seg bæði í Føroyum og uttanlands. Við 8 útgávum, har ímillum “How Far to
Asgaard” (2002), “Ólavur Riddararós” (2002), “Eric the Red” (2003), “Ragnarok” (2006), “By The
Light Of The Northern Star” (2009), “The Lay of Thrym” (2011), hevur Týr vunnið sær ein stóra
fjepparaskara kring heimin. Í 2013 góvu teir enn eina fløgu út við heitinum “Valkyrja”. Bólkurin
er tilnevndur til Ársins Bólk ella Einstakling, Ársins Fløgu við “Valkyrja”, og sangur teirra
“Nation” er tilnevndur til Ársins Sang.