hósdagur 13. mars 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. mars 2014 · Nr. 31
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Opni
bólkurin
Aðrar
virðis
lønir
á FMA
Umframt tær virðislønir
nevndar her í blaðnum,
eru eisini aðrar, sum vera
latnar í Norðurlanda
húsinum leygarkvøldið
Ársins Live
bólkur
Føroyingar gera av hvør var besti live
bólkur í Føroyum í 2013. Ongar avmark
ingar eru, og tann, sum hevur fingið flest
atkvøður, verður avdúkaður leygarkvøld
ið.
Ársins
Framleiðari
– tey tilnevndu eru:
• Jens L. Thomsen
• Janus Rasmussen
• Jákup Zachariassen
• Kristoffur Mørkøre
• Baroli Music
Ársins Húsi
• Leygarkvøldið verður avdúkað hvør
vinnur heiður sum Ársins Húsi
Ársins Tekstur
Virðisløn verður latin persóni, sum dóms
nevnd metir hevur skrivað besta tekstin,
sum er at finna á útgávu, sum er tilnevnd
til Ársins Fløgu ella Ársins Sang/Lag ella
Verk í øllum bólkum.
Ársins Videolag
– tey tilnevndu eru:
• Byrta – Norðlýsið
• All In – Tú
• Eivør – True Love
• Lena Andersen – The Fighter
• Greta Svabo Bech – Broken Bones
Ársins Átak
Virðisløn verður latin til átak, sum hevur
ríkað føroyska tónleikaheimin í 2013.
Ársins
Tónleikaheiður
Virðisløn verður latin persóni, sum
arbeiðsbólkurin í FMA metur hevur ríkað
og sett sín serliga dám á føroyska tónleika
pallin.
The Absent Silver
King
Eksperimenterandi
og
transrokkutu
tónarnir frá The Absent Silver King, við
Trygva Danielsen á odda, vunnu Sement í
2013, og hava síðani latið frá hondum sína
fyrstu útgávu, sum bæði fevnir um eina LP
plátu, fløgu, stuttsøgu- og yrkingasavn. The
Absent Silver King er í uppskotið til Ársins
Nýggja Bólk/Einstakling.
Elektropop
duoin
LoverLover
er
ein
samanseting av royndu tónleikarunum
Petur Háberg og Filip Mortensen. Teir
báðir hava útgivið fimm løg á netinum, og
hava longu framført nógv bæði í Føroyum
og
uttanfyri
landoddarnar.
Bólkurin
er tilnevndur til Ársins Nýggja Bólk/
Einstakling.
Laila av Reyni er ein føroysk songkvinna,
sangskrivari,
sniðgevi,
undirvísari
og
innanduraarkitektur. Hon hevur verið mest
kend fyri at skapa vakrar kjólar- eitt nú
hevur tann danska modellin til Miss World
2012 gingið í kjólum, sum Laila hevur skapað.
Í 2013 gav hon út sína fyrstu solofløgu, og
hevur síðani verið nógv at hoyrt í føroysku
loftmiðlunum. Laila av Reyni er tilnevnd til
Ársins Nýggja Bólk/Einstakling
Jákup Lützen er bratschist, og varð liðugur
á Kongaliga Tónleika Konservatoriunum
í Keypmannahavn í summar 2013. Sum
einstaklingur hevur Jákup vunnið sær stóra
viðurkenning uttanlands. Eitt nú í klassisku
tónleikakappingini hjá Berlingske Tidende.
Jákup er tilnevndur til Ársins Nýggja Bólk/
Einstakling.
Eivør man vera ein tann mest viðurkenda
tónleikakvinnan í Føroyum seinastu mongu
árini. Í 2000 gav Eivør út fløguna “Eivør”.
Síðani hevur karriera hennara verið sera
virkin, og hevur hon útgivið 9 fløgur, harav
tann síðsta undir egnum navnið er væl
umtókta “Room”. Hon hevur vunnið eina
ørgrynnu av virðislønum í Føroyum og
uttanlands, og hevur uppbygt sær ein breiðan
fjepparaskara uttan fyri landoddarnar. Í
2013 gjørdi Eivør tónleik til barnafløguna
“Skrímslið, lítla systur mín”, og er tað fyri
hesa útgávu, at Eivør er tilnevnd. Hon er
tilnevnd sum Ársins Einleikari ella Bólkur,
fløga hennara “Skrímslið, lítla systur mín” er
tilnevnd til Ársins Fløga, og lagið “Lurta nú”
er tilnevnt til Ársins Lag/ Verk.
Bendar Spónir hava fingið skoðsmál sum
nakrir av okkara mest spennandi og øðrvísi
tónleikarum í dag. Saman við Kára Sverrison
hava teir útgivið eina LP og eina fløgu við
heitinum “Nøkur fá fet aftrat”, sum hevur
fingið sera góða móttøku frá føroyskum
ummælarum. Bendar Spónir eru tilnevndir
til Ársins Nýggja Bólk/Einstakling.
Kvartettin í Betesda byrjaði at venja á
heysti í 1968, og sungið varð á fyrsta sinni
til nýggjársveitslu í Betesda sama árið. Í
kvartettini vóru tá Gerhard Tróndheim,
Ólavur Jøkladal, Jóannes á Váli og Árni
Jacobsen – ungir dreingir frá 15-17 ár. Síðani
hevur manningin skift til, at umframt
Gerhard og Árna syngja í dag Steinbjørn
Jacobsen,
Oddmar
Marsten
og
Sámal
Johannesen í kvartettini.
Kvartettin í Betesda gav í 2013 út eina fløgu
við heitinum “Dýrdarlandið”, og er kvartettin
tilnevnd til Ársins Einleikara ella Bólk.
Sunleif
Rasmussen
er
millum
mest
viðurkendu komponistarnar í Føroyum, og
hevur hann útgivið eina ørgrynnu av verkum,
og samstundis vunnið eina ørgrynnu av
virðislønum fyri síni verk. Sunleif gav í 2013
út fløguna “Motion/Emotion”, og er hann við
hesari útgávu tilnevndur til Ársins Fløgu.
Eivør
Bendar Spónir
Kvartettin í
Betesda
Sunleif Rasmussen
ÁRSINS NýGGI BÓLKUR/EINSTAKLINGUR
Byrta . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .FMA 130
Døgg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .FMA 131
Greta . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .FMA 132
The Absent Silver King . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .FMA 133
LoverLover . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .FMA 134
Flamma . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .FMA 135
Allan Tausen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .FMA 136
Laila av Reyni . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .FMA 137
Jákup Lützen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .FMA 138
LoverLover
Laila av Reyni
Jákup Lützen